Fótbóltur komandi vikuskifti

Øll trý liðini skulu í eldin í vikuskiftinum.

Leygardagin 5. septembur tekur 1.liðið ímóti CBS Sport. Dysturin verður á Kløvermarkini og byrjar kl 14.

Sunnudagin 6. septembur eru tveir dystir á skránni.

2.liðið skal á útivølli leika ímóti Skjold. Dysturin byrjar kl 14.

Kvinnurnar taka á heimavølli ímóti Heimdal. Dysturin byrjar kl 12.

Køv ikki eldhugan!

Vælkomin á Kløvermarkina

So fer bólturin so smátt á rull aftur, eftir ein heldur langa steðg grundað á COVID-19.
Vit gleða okkum til kappingin og venjingarnar fara í gongd aftur og vóna at síggja nógvar føoyingar á Kløvermarkini, nýggj sum gomul. 


Um tað skuldi hent seg at onkur kundi hugsað sær at blivi partur av ÍF Føroyum, er ein altíð vælkomin at møta upp á Kløvermarkini ella kann viðkomandi seta seg í samband við nevndina ella venjaran.  

Venjingartíðirnar í summar eru har;

 
Kvinnur

Týsdag 17.30 -19.00

Hósdag: 19.00-20.30

Menn
Týsdag: 19.00-20.30

Hósdag: 17.30-19.00

Vant verður á bana 5 og skiftirúmini eru ávikast nr 25 (menn) og nr 38 (kvinnur)

Venjarar 2020

Vit kunnu boða frá at okkara trúfasti Tórður Hentze heldur áfram sum venjari á 1.lðinum og Martin Midjord heldur áfram hjá kvinnunum.  

Hetta er vit sjálvsagt glað fyri og takka teimum fyri innsatsin í felagnum.

Nýggir álitismenn til 2.liðið

2.liðið hjá ÍF Føroyum skal hava nýggjan venjara. Hetta gjørdist greitt eftir at teir trýggir, Karl Martin Danielsen, Jákup Andrias Gaardo og Margeir Toftegaard hava valt at takka fyri seg sum venjarar. Vit í nevndini takka fyri samstarvið og ynskja teimum blíðan byr framyvir og vit vóna sjálavandi at vit koma at síggjast á Kløvermarkini. 

Í teirra stað eru komnir Ingi Sørensen og Eilif Magnussen. 

Ingi, sum er 29 ára gamal og uppvaksin í Syðrugøtu, hevur leikt við ÍF Føroyum í eini 5 ár. Ingi er tíverri skaddur og kann ikki spæla í løtuni, men hevur valt at taka við sum ein av álitismonnunum hjá 2.liði. 

Hin maðurin á síðulinjuni, er aftasti verjuskansin, Eilif Magnusson. Eilf er 29 ára gamel, er ættaður í Klaksvík og hevur leikt við ÍF Føroyum í áleið 2 ár. Eilif skal saman við Inga, nú royna seg sum venjara. 

Vit eru sjálvsagt ómetaliga glað fyri at teir hava játta seg til hesa uppgávuna og ynskja teimum bestu eydnu.

Amager Sport

Ger Kvetti!

Amager sport hevur opið og júst nú við 25% avslátturi uppá allar gaggur. Tilboðið er galdandi til og við 30. mai. Amagersport er at finna á Amagerbrogade 165 ella á heimasíðuni, www.amagersport.dk.

Nevndin hevur skipað seg av nýggjum

Eftir aðalfundin 10.februar kom fram, at Jónfríð Hansen og Heðin Lisberg Olsen ikki halda fram í nevndini longur. Vit takka Jónfríð og Heðin fyri teirra góða innsats í felagnum og ynska teimum alt tað besta.

Fundur hevur síðan verið í kvøld, 21. februar 2020, har nevndin hevur skipað seg av nýggjum og sær nú soleiðis út:

Forkvinna: Sunneva T. Magnussen

Peningarøkil: Fróði Ludvig

Útgerð: Elsa Splidt Jacobsen

Leikaraloyvir: Kristianna Balle

PR: Elsa Splidt Jacobsen

Limagjald – Summarhálvan 2020

So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.

Upphæddin fyri summarhálvuna er 550 krónur.

Minst til, at tú kanst sleppa undan at gjalda limagjald. Um tú fært ein stuðul til ÍF Føroyar, sleppur tú nevniliga undan at gjalda. Afturfyri fær stuðulin ein bannara á okkara heimasíðu. Nevndin vónar, at nógvir leikarar brúka hendan møguleika! Hesin stuðulin skal hava eina minimum upphædd uppá 3000 krónur.

Um tú fært ein stuðul, set teg í samband við Sunneva T. Magnussen, sunneva@fotboltur.dk ella tlf. 28 29 79 56 og avtala nærri.

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport:

Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið. Tú verður tikin víðari til at rinda við at nýta kort-upplýsingar ella MobilePay.

2. Heimabanka:

Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7

Viðmerk navn og ár.

Freistin at gjalda limagjald er 1. mars 2020. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 1.mars, hava ikki møguleika at luttaka til venjing og dyst, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.

Um ein leikari av einari ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at gjalda innan ásettu freist er møguleiki at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við forkvinnuna, Sunneva Tausen Magnussen, um so er.

Gott kappingarár!

Køv ikki eldhugan!

Aðalfundur 2020

Til allar ÍF Føroyar leikarar!

Árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum fótbólti og hondbólti verður hildin mánadagin 10. februar kl 21 í veitsluhølinum á Oyrasundskolleginum. Nevndin fer at taka stutt saman um gongdina í farna ári og leggja fram roknskapin fyri 2019.

Tveir av nevndarlimunum fara at takka fyri seg og tískil hevði verið gott við nýggjum kreftum. Um tú liggur inni við einum ynski um at gerast partur av nevndini, ert tú hjartaliga vælkomin. Uppgávurnar eru fjølbroyttar, samstarvið er gott og gevandi. Tit eru eisini vælkomin at skriva til onkran í nevndini um tit hava spurningar til nevndararbeiðið.

Til fundin verður kaffi, te og kaka at fáa. Møtið fjølment!

Køv ikki eldhugan!

Skjótt sparka vit tey næstu áratíggjuni í gongd!

Tað er nemliga tíð at finna gaggurnar fram og leita sær út á Kløbermarkina.

Óðansæð um nýggjárslyftið fyri 2020 er at gerast klænari, klókari, fittari ella betri fótbóltsspælari so er tað ein góð byrjan at fáa sær fríska luft á Kløvermarkini saman við øðrum, sum heldur ikki fara at halda síni lyfti. 

Vetrarsteðgur er liðugur og ÍF Føroyar fer nú í holt við enn eitt spennandi kappingarár. 

Menninir byrja at venja mikudagin 15. januar kl. 20.30, meðan kvinnurnar byrja sínar venjingar 3. februar kl. 19.00.

Venjingartíðirnar í vetur liggja soleiðis:

Mánadagar frá 19.00-20.30 á kunstvølli 2

Mikudagar frá 20.30-22.00 á kunstvølli 1

Allar venjingarnar eru á Kløvermarksvej 50, kunstvølli 1 ella 2.

Øll eru vælkomin at venja og vit vóna at síggja nógv- nýggj, sum gomul!

Køv ikki eldhugan!

Dystaryvirlit

Tríggir dystir eru á skránni leygardagin:

1. lið spælir á útivølli ímóti Bk. Viktoria. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur í Fælledparken.

2. lið spælir á útivølli ímóti FB 4. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur á Jens Jessens Vej.

Kvinnurnar spæla á útivølli ímóti Valby. Dysturin byrjar kl:11:15 og verður leiktur í Valby.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tríggir dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 26/10 spælir 1. lið hjá monnunum á útivølli ímóti Dragør Bk. Dysturin verður leiktur í Dragør og byrjar kl.13:00.

Sunnudagin 27/10 eru tveir dystir:

Kvinnurnar spæla á heimavølli ímóti Medicinernes Boldklub. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30

7-mansliðið spælir á útivølli ímóti Firkanten. Dysturin verður leiktur í Rygparken og byrjar kl.13:30.

Køv ikki eldhugan!

ÍF Føroyar venjingarbúni

Til ber at ogna sær ÍF Føroyar venjingarbúna. Til ber at bíleggja búnan umvegis heimasíðuna hjá www.amarsport.dk ella við at fara í handilin hjá Ama’r Sport, sum er á Amagerbrogade 165-167.

Til ber at velja millum tveir pakkar:

  • Pakki 1: Jakki, buksur og hosur – 480 kr
  • Pakki 2: Jakki, buksur, shorts, t-shirt og hosur – 780 kr

Ein leinkja til Ama’r Sport er á høgru síðu. Verður trýst á hana, verður tú vístur beinleiðis til síðuna hjá teimum.

Nærri frágreiðing er at finna á heimasíðuni undir „Felagið‟ –> „Venjingarbúni‟

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Fýra dystir eru á skránni hetta vikuskiftið

Kvinnurnar spæla á útivølli ímóti Rødovre. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur í Rødovre

1 lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Sundby BK. Dysturin byrjar kl.15:15 og verður leiktur á Kløvermarkini

2. lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Skjold 7. Dysturin byrjar kl.13:00 og verður leiktur á Kløvermarkini

7. manliðið spælur á heimavølli ímóti CSC. Dysturin byrjar kl.13:45 og verður leiktur á Kløvermarkini

Køv ikki eldhugan!

Leikarin á bonkinum – Torstein Mýlingstind

Leikarin í heita sessinum hesuferð er Torstein Mýlingstind. Hann er 26 ára gamal og uppvaksin í Kvívík. Hann hevur øll síni ár spælt fótbólt við 07 vestur. Í 2018 flutti Torstein til Keypmannahavn og byrjaði at lesa til byggifrøðing á Københavns Erhvervsakademi.

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Aggresivur, skjótur og illsintur. (Um tað var eitt fjórða, so hevði tað verið, at eg altíð eri blíður við dómaran)

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei tað er synd at siga, tað liggur millum 6-7 tímar 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald, lutaseðlar eru dráp…

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Sámal Ravnsfjall – Á Trappuni Hjá Lenu. Ein deiliga bygdasligur sangur, har tey flestu kunnu syngja við.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Við einari lítðari íbúð á ØK verður man noyddur at vaska javnan. Nú eru tað nokk 2 vikur síðani seinasta vask.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Ken Fagerberg. Tað hevur ikki verið ein betri ”targetmaður” í føroyskum fótbólti.

Besta ÍF Føroyar ball?

Summer Shakedown 2019, eitt minniligt kvøld.

Hvat er ein góður kossur?

Kossurin frá damuni er nógv best! Men ein kossur frá Niels, so skjótt promillan er yvir 0,01 er eisini fínur.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Eg komi ikki í tankar um nakran bestemtan dyst, men fyrra hálva í 2018 var sera stuttlig at spæla, har vit vunnu teir flestu dystirnar, veðrið var av tí allar fagrasta og lagið var sera gott hvørt vikuskifti. 

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Tað má vera Tórður Hentze, hann plagar at ganga í strømmum buksum/shortsum. 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað er 100% samanhaldið, men tað er eisini gott við einum umhvørvi, har tað bæði er pláss til álvara og gaman.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Tað er ringt at siga, ein túr út á dansigólvið at gera ormin, tað plagar at imponera.

Hvør syngur best á tínum liði?

Tað má vera Tummas Justinussen. Høvdu Westlife vitað um hann, so hevði hann nokk ikki spælt við Íf Føroyum.  

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Eg fari altíð tíðliga upp, fái mær ein góðan kaffimunn og ein góðan morgunmat. Annars bara drekka nokk av vatni. 

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Eftir eina langa og minniliga yrkisleið í 07 Vestur, so eru minnini ikki tey heilt villu, men eitt tað besta minnið er frá 2011, tá vit vóru í steypafinaluni í unglingadeildini. Vit spældu ímóti HB, sum høvdu leikarar sum Hall Hansson, Teit Gestson og Trónd Jensen. Vit vóru eisini væl mannaðir við m.a. Sonna Ragnar Nattestad, Eli Falkvard og Kristiani Joensen, so tað var ein sera stuttligur dystur at spæla, sum vit tó taptu 1-0. 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Tað er Tórður Hentze, hann plagar at koma við onkrum gullkornum.

Hvat er tað besta við Føroyum?

Familjan, vinir, maturin og nátturan. Alt tað er við til at gera Føroyar til eitt fantastiskt land.

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Nei ikki sum eg komi í tankar um.

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?

Sir Winston Leonard Spencer Churchill. Ein gløggur maður, sum dugdi at svinga við dirigentstokkinum.

Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum?

Út frá vegginum

Er ananas á Pizza eitt okay konsept?

Nei, ananas á pizza er rein skræpa

Coca Cola ella Pepsi?

Pepsi

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvat kom fyrst, hønan ella eggið?