Hørð byrjan hjá 1.liði

Eftir langa summarferiu frá fótbólti byrjaði kappingin í Seriu 1 aftur seinasta fríggjadag. Mótstøðuliðið fyrsta dystin vóru Husum, sum seinasta ár endaðu á einum 2. plássi, 1 pláss frammanfyri okkum. Tískil kundi man vænta ein torføran dyst, nú tvey av toppliðunum frá undanfarna ári hittust. Hetta var somuleiðis eisini fyrsti dystur, sum bleiv leiktur á teirra nýggja graslíkisvølli, og tí bleiv nógv gjørt burturúr rundan um dystin; matur, roykur, DJ og nógvir áskoðarar.
Dysturin livdi tó ikki upp til rammurnar rundan um hann – í hvussu er ikki fyri okkara viðkomandi. Tá dómarin floytaði til hálvleiks, vóru vit longu aftanfyri 3-0. Husum hevði leikliga yvirvág, og tó at teir ikki skaptu so nógvar møguleikar, so vóru teir effektivir, tá teir fingu møguleikan. Vit hinvegin vóru ov stirvnir í uppspælinum og gjørdu ov nógvar feilir.
Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur løgin. Vit vóru ikki meir enn byrjaðir, so skoraðu teir aftur, og dysturin var tá endaliga avgjørdur. Eftir hetta fór luftin líkasum úr ballónini, og dysturin dovnaði nakað. Vit spældu okkum eftir hetta fram til fleiri møguleikar, men fingu bert tað eina málið. Endaliga úrslitið gjørdist tí 4-1 til Husum.

Mikudagin 12. august spældi 1.liðið eisini ein steypadyst. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini ímóti Hvidovre, sum spæla í 2.division øst. Tann dysturin endaði heili 6-0 til mótstøðuliðið.

Eftir tveir dystir, tvey tap og eina málúrtøku sum sigur 1-10 er tíð til at reisa seg aftur! Hetta verður vónandi gjørt leygardagin kl. 15.00, tá 1. liðið møtir Østerbro IF á Kløvermarkini. Øll eru vælkomin at stuðla.

Liðið móti Husum: Heini – Uni, Bárður, John, Jóhannus – Erland, Emil, Sigurð, Bogi, Rói – Jóhan E.
Á Beinkinum: Jóhan G, Ásbjørn og Andras.

Málmaður vísti stórspæl í tapi

Í góðveðrinum leygardagin á Kløvermarkini spældi 2. lið sín fyrsta dyst í heysthálvuni.

Valby kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki eftir eina verjuvillu. Ein verjuleikari roynir at dribla forbí ein mótstøðuleikara, men missir bóltin. Áleyparin hjá mótstøðuliðnum kemur einsamallur móti Sjúrði. Sjúrður bjargar fyrsta skotinum, men fær einki gjørt við returin. 0-1 til Valby.

Dysturin gjørdist javnur, hóast Valby hevði teir betru málmøguleikarnar. Sjúrður hevði fleiri stórbjargingar. Eina eftir frísparksroynd, har hann fekk parrera út í síðuna og eina refleksbjarging eftir góða fríspæling hjá mótstøðuliðnum.

Um miðjan seinna hálvleik javna vit. Tummas verður meistarliga spældur fríur eftir eina sera góða avlevering frá Áslakki og einsamallur við málmannin sveik hann ikki. 1-1 og nú trúðu vit orduliga upp á sakina.

Tá eini 5 minuttir restaðu eftir av dystinum skora Valby til 1-2. Málið kom eftir uppspæl í teirra høgru síðu og endaði við at ein áleypari hjá teimum úr 5 metra fjarstøðu kom at standa fríur og knallaði bóltin í kassan. 1-2 til Valby.

Í eini roynd at javna, satsaðu vit og koyrdu fleiri fólk fram í álopi. Hetta vísti seg tó ikki at bera frugt og fingu Valby eitt mál afturat. Dysturin endaði 1-3 til Valby. Hóast trý mál fóru ígjøgnum, so vísti málmaðurin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, stórspæl og var tað ikki fyri hann kundi tapið verið enn størri.

Næsti dysturin verður leygardagin 29. august móti Dragør. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar hann kl. 13:00.

Liðið hendan dagin:

Sjúrður; Ásfinnur, Jákup, Sámal, Bartal; Jaspur, Tummas, Johan, Hanus; Áslakkur; Brian

Á beinkinum: Leo, Bergur J og Bergur S

Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.
Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.

Nýggjur 2. liðsvenjari settur

I vikuni skrivaðu vit, at sáttmálin við Sjúrð Petersen ikki varð longdur, og í dag kunnu vit so avdúka avloysaran.

Nýggjur maður í sessinum sum 2. liðsvenjari er vællýddi og karismatiski tvørámaðurin, Niels Strøm Rødgaard. Niels verður – umframt sítt lætta og fríska sinn – skírdur sum talentfullur venjari og eftir at hava stjórnað grannunum úr Arctos farnu árini, gleða vit okkum at síggja hann við stýrisvølin hjá okkara monnum, tá ið vit herja á aftur í august.

Nevndin

 

Vælnøgdur undirskrivar Niels Strøm Rødgaard her sáttmálan, ið knýtir hann at felagnum komandi árið.
Vælnøgdur undirskrivar Niels Strøm Rødgaard her sáttmálan, ið knýtir hann at felagnum komandi árið.

Sáttmálin við Sjúrð Petersen verður ikki longdur

10013828_10203636601141515_642990630_n

Í kvøld er greitt, at samstarvið millum Sjúrð Petersen og ÍF Føroyar ikki heldur fram komandi kappingarár. Sjúrður byrjaði sum 3. liðsvenjari, men tók síðani uppgávuna sum 2. liðsvenjari á seg og her hevur hann megnað at flutt liðið á rætta leið. Hetta kom veruliga til sjóndar í júst lidna kappingarári, tá ið liðið stóð til at flyta upp, men tíverri glapp uppflytingin á síðsta leikdegi. Sjúrður hevur verið ein sonn eldsál og er sum venjari vorðin ímyndin av góða felagsandanum í felagnum, og eftir trý ár sum venjari í felagnum ynskja vit at takka Sjúrði fyri hansara góða avrik og ynskja honum blíðan byr.

 

Nýggi venjarin verður kunngjørdur ein av komandi døgunum.

 

Nevndin

Nýggjur kvinnuvenjari settur

Eftir at Annika Godtfred i farnu viku boðaði frá, at hon gavst sum venjari hjá kvinnunum hevur leitað verið eftir einum avloysara. Hesin er nú funnin og er Tórður Hentze nýggi maðurin í heita sessinum. Tórður, ið er 28 ára gamal, hevur drúgvar royndir sum fótbóltsleikari úr heimligu kappingini, har ið hann hevur leikt 98 dystir í næstbestu deildini umboðandi B36, AB, HB og B71.

Tórður venur liðið fyrstu ferð komandi týsdag og vit í felagnum eru sera fegin um, at tað eydnaðist at finna so skikkaðan avloysara, nú Annika tíverri mátti gevast mitt í kappingarárinum. Vit gleða okkum at bjóða Tórði vælkomnum á Kløvermarkina og ynskja honum blíðan byr í starvinum.

ÍF Føroyar móti Østerbro IF

Kvinnurnar vóru komnar fyri seg aftur, eftir steypadystin í Albertslund mikukvøldið, og leygardagin 9. mai, á góðum heimavølli skuldi hesin dystur sjálvsagt vinnast.

Fyribilsvenjarin hevði nýtt sín føroyska veðursans og var klár í regnklæðum.

Stutt eftir at dysturin var settur ígongd, løgdu ÍF Føroyar seg á odda 1-0, við at málmaðurin hjá Østerbro IF var ov skjót at taka bóltin upp, í tí hann lá millimetrar uttan fyri sekstanmeturin. Eygleiðandi dómarin beit merki til hetta og dømdi fríspark, har Jacoba setti bóltin trygt í netið.

Kvinnurnar skoraðu aftur, tá Annika setti síðsta fót á bóltin. Spælið koyrdi væl; avtalur vóru hildnar og kvinnurnar spældu saman sum eitt satt lið. Brádliga skoraðu Østerbro IF við einum ómetaliga óheldigum málið, ið gjørdi hálvleiksstøðuna til 2-1.

Í fyrru helvt av seinna hálvleiki megnaði Østerbro IF at skora tvey mál, har kvinnurnar fóru langt niður við høvdinum. Men tá tveir minuttir vóru eftir, megnaðu kvinnurnar at skora til 3-3, við einum góðum álopi frá Anniku og Jacobu. Eg lúgvi ikki tá eg sigi, at verðin stóð still í fimm sekund, tí bólturin bleiv lobbaður so høgt yvir málmannin, at tað var sum at síggja eitt brotsspark frá Beckham sum fór uppum málið. Men mín sann! Bólturin dalaði og sat trygt í málinum. Kvinnurnar fegnaðust um hetta málið, við einum burgara omaná Jacobu, sum var tað sigursmálið til heimsmeistaraheitið.

Vanligi málmaðurin var ikki við til hendan dystin, men Sunneva stóð væl og bjargaði mongum bóltum á málstrikuni.

Dagsins leikari gjørdist miðvallarin, Jacoba Langgaard.

Liðið: Sunneva, Gunnvá, Barbara, Monika, Helena, Maria, Súsanna, Jacoba, Elin, Sára og Turið. Eyka og innskiftarar: Annika og Ninna

Kvinnurnar leikt steypadyst og í eini steypakapping kann alt henda!

Og tað gjørdi tað, næstan. Nógv mál og fleri sjálvmál, gul kort og fríspørk, saksaskotsmál og tåhyler mál, tora og regn.

Tað sá út til, á papírinum, at í ár skuldi tað verða. Nú skuldu kvinnurnar spæla seg víðari í steypakappingini. Mótstøðuliðið var Herstedøster IC, sum spælir í seriu 1, tvær deildir undir ÍF FØ kvinnunum, sum leika í Københavner seriuni. Men hinar leggja út við buldur og brak, í einum summarfestivalslíknandi æli, og áðrenn okkara kvinnur náa at fóta sær, er støðan 3-0. Venjarin ger nakrar broytingar beinanveg, men spælið koyrir ikki hjá ÍF FØ kvinnunum hendan dagin.

Tað var ikki nógv skil á spælinum tann fyrsta partin av dystinum og støðan í hálvleikinum gjørdist heili 5-1. Eftir at skelkurin er blástur vekk, koma kvinnurnar betri inn í dystin. Seinni hálvleikur bleiv meira javnur, har okkara kvinnur skoraðu tvær ferðir og hinar fingu eitt mál. Tað endaði sostatt við, at okkara kvinnur taptu 6-3 ímóti underdogs úr Herstedøster IC úti í Albertslund.

Málini: Forsvarsgeneralurin Monika Skrtel-menviðhári Samuelsen fekk tvey mál, tað fyrra er eitt skjótálop, sum hon sjálv setur í gongd úr verjuni og tað endar við hon hevur síðsta fótin á eisini. Tað næsta var ein nemmur (nemmur, um man ikki er Torres í Chelsea) returbóltur. Turið skoraði sítt allar fyrsta mál fyri ÍF Føroyar og tað var í besta Nistelroy-stíli, stóð á rætta stað á rætta tíðspunkti og kundi lættliga skjóta bóltin í málið. Dagsins leikari gjørdist breiðkjaftaði miðvallarin Jacoba Graversen Langgaard.

Liðið: Simona(c), Gunvá, Barbara, Fríða, Sunneva, Helena, Maria, Monika, Elin, Jacoba og Turið. Eyka og innskiftar: Silja og Annika.

Næsti dystur er á Kløvermarkini leygardagin 09. mai ímóti Østerbro IF kl. 13.

Kvinnuliðsvenjari gevst

Annika Godtfred, ið hevur stjórnað kvinnuliðnum farna árið ella so, gevst. Tíverri gera verandi arbeiðsumstøður tað trupult hjá Anniku at samantvinna sivila starvið við starvið sum venjari, og tí kennir hon seg noydda at leggja frá sær. Vit í felagnum harmast sjálvsagt støðuna, men ynskja at takka Anniku fyri hennara innsats í felagnum.

Meðan leitað verður eftir nýggjum venjara stendur Malan á Dunga á odda fyri liðnum.

Leikarin á bonkinum: Jósup Henriksen

Klaxsjingurin Jósup Henriksen er næsti maðurin í heita stólinum. Jósup má eftirhondini metast sum ein av veteranunum á Kløvermarkini. Um tað er blái búnin ið fær Jósup at trívast so væl skal verða ósagt, men “blátt er gott” og sum nakað nýtt vinnur Jósup eisini fleiri dystir á Kløver – nakað, ið ikki júst var gerandiskostur í Djúpumýru. Jósup er málrevur og kenda lýsingin “20 mál per kappingarár” liggur tungt – men elegant – á hansara herðum. Tíverri mugu vit skuffa allar damurnar, tí sjarmørurin Jósup hevur tikið longu leiðina norðuri úr Klaksvík suður til Vágs (ella kanska var tað á Skarv?!), har ið hann hevur funnið sær kvinnuliðsleikaranum, Moniku Samuelsen.

Vit takka Jósupi fyri vala svar, og ynskja honum eitt gott kappingarár!


Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:

Skjótur, sterkur (serliga í luftspælinum) og sveittutur

 

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, bara í vikuskiftinum

 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald

 

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?

Tórður Thomsen við “Alla leið”. Gott uppá allar mátar. Ellers er alt frá Leonard Cohen balsam fyri sál og sinn.

 

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?

Eg vaski teir ongantíð, men Monika vaskar teir áftana hvørja venjing

 

Besti leikari tú hevur leikt við?

Hanus Eliassen. Hann fær alt at síggja so nemt út, og er altíð klárur at renna ein ekstra metur fyri sínar viðleikarar.

 

Besta ÍF Føroyar ball?

Ringt at siga, men SummerShakeDown, í góðum veðrið, er altíð stuttligt

 

Hvat er ein góður kossur?

Ein frá Frank Joensen, tá ein júst hevur skora. Tað er ikki tað sama at skora nú Frank hevur lagt gaggurnar á hyllina

 

Besta minnið av Kløvermarkini?

Nógv góð, men tað ið stendur frískast er tá Sjúrður her fyri tók okkum allar av bóli í “crossbar challenge”. Vit høvdu allir skotið, men eingin hevði rakt. Sum síðsti maður skal Sjúrður so skjóta. Sum tann rutineraði ÍF Føroyar spælarin eg eri, so visti eg, at Sjúrður, hóast nógv avhildin í felagnum, bestemt ikki var kendur sum nakað skottekniskt flogvit. Fyrsta ein lærdi tá man byrjaði í felagnum var, at tað vóru ikki nógvir reglar og vigtigast var stuttleikin og samanhaldið, men ein regul var tó, og hann bleiv terpaður aðrenn hvønn einasta dyst: “aldrin avlevera aftur til Sjúrða”. Meðan Sjúrður so rennur til bóltin, og við sínum serstaka skotteknikki “skovlar” bóltin avstað, tá líkasum hoyri eg Una L. Hansen fyri mær í bakgrundini, brølandi: “IKKI til Sjúrða!!”. Men hvat, skotið brestur í yvirleggjaran og Sjúrður fer totalt í ekstasu og feiðrari sum um HM-gullið var tryggja. Eg havi í mínari tíð verið vitni til flott langskot frá bæði Ronaldo og Øssuri Hansen, men tá abbabørnini ein dag seta seg í føvningin, so verður tað søgan um ÍF Føroyar legenduna, Sjúrður, tey fáa at hoyra.

 

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

Høgni Hansen og tíbetur er hann ein av teimum røsku at fara undir brús aftana venjing

 

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?

Fleiri dystir á kunst hevði verið fantastiskt

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Samanhaldið og tað at læra føroyingar úr øllum Føroyum at kenna

 

Hvat er tað besta skoritriksi?

Eitt poke á Facebook

 

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?

Steffan, Høgni og Bárður eru bóndirnir í felagnum, og seti meg undir ongum undir umstøðum føran fyri at taka dagar ímillum so raskar menn.

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

Nú verður farið út á gras!

Eftir at hava vant á graslíki í eina tíð verður nú farið á gras og komandi týsdag, 31. mars, er fyrsta venjing á grasi.

Venjingartíðirnar hjá monnunum eru:
Týsdag: kl. 18.00 – 19.30
Hósdag: kl. 17.00 – 18.30

Venjarar komandi kappingarár eru Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Petersen. Andras Thomassen, ið undanfarna árið eisini hevur verið partur av venjaratoyminum, hevur valt at takka fyri seg. Vit takka Andrasi fyri gott samstarv.

Venjingartíðirnar hjá kvinnunum eru:

Týsdag: kl. 17.00 – 18.30

Hósdag: kl. 18.00 – 19.30

Venjari hjá kvinnunum er – eins og undanfarna kappingarár – Annika Godtfred.

Vit vilja fegin leggja stóran dent á, at øll eru vælkomin til venjingarnar og okkara vón er at síggja nógv nýggj – eins og gomul – andlit á Kløvermarkini nú farið verður aftur á gras.

Við fótbóltskvøðu

Venjarar og nevnd

GG: Í komandi (vika 14) er páskavika, og tað kemur at ávirka venjingina nakað. Nærri boð um hetta seinni.

 

Jákup Olsen er sera glaður nú venjingin enduliga byrjar aftur
Jákup Olsen er sera glaður nú venjingin enduliga byrjar aftur

BankNordik nýggjur høvuðsstuðul

ÍF Føroyar hava skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við BankNordik, sum millum annað hevur við sær, at 1. manslið fer at leika við búmerki bankans á bringuni. BankNordik og ÍF Føroyar hava í mong ár havt gott samstarv og eftir at tað gjørdist greitt, at samstarvið við Elektron – ið somuleiðis hevur verið felagnum trúgvur stuðul – ikki helt fram, er tað við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at nýggjur høvuðsstuðul er føroyski bankin her á Amager.

Emil Nolsøe Leifsson, formaður í ÍF Føroyum, fegnast sjálvsagt um avtaluna: “Henda avtalan hevur stóran týdning fyri okkum sum felag, og við hesi tvey ára avtaluni við BankNordik hava vit fingið tryggleika og skapt grundarlag fyri komandi árunum.”

Við fimm deildum í Føroyum, sekstan í Danmark og einari í Grønlandi er BankNordik eftir fáum árum vaksin til veruliga at vera ein norðurlendskur banki. Umframt bankavirksemi hevur bankin dótturfeløgini Trygd, Skyn og íslendska Vørð sum part av samtakinum. Bankans høvuðssæti er í Tórshavn, har ið nýtt stásiligt høvuðssæti er í gerð. Í dag starvast tað 447 fólk í BankNordik samtakinum. Meiri um BankNordik sæst á heimasíðu bankans, www.banknordik.fo.