Leikarin á bonkinum – Teitur Tausen

Venjingarnar á Kløvermarkini eru byrjaðar, og fólk eru so smátt byrjað at fáa gongd í beinini aftur. Hetta krevur eisini, at vit fáa enn ein leikara á bonkin. Hesaferð er tað eingin annar enn 1.95 metur høgi porkenningurin Teitur Tausen, ið stendur fyri skotum. Teitur býr, sum flestu føroyingar, undir lestri í Keypmannahavn, á Oyrasundskollegiinum og lesur politik og administratión á RUC i gerandisdegnum. Teitur hevur spælt við VB/Sumba, sum seinni skifti navn til FC Suðuroy, so ein kann siga, at hann hevur verið mikið trúgvur móti sínum barndómsfelagi.

 

Spurnarblað – leikarin á bonkinum:

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:

– Puha… Stórur, seinur og snildur.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

– Tíverri, men eg plagi at innheinta tað forsømda í vikuskiftunum.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

– Hægri limagjald.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?

– Uttan iva Hans Jacob Hjelm, Ryskidalur. Hetta er bara ein sangur, sum øll eiga at duga uttanat.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?

– Vaska skinnarar?!

Besti leikari tú hevur leikt við?

– Eg havi verið heppin og spælt við nógvum góðum leikarum, men eg haldi at Pól Thorsteinsson er tann besti, eg havi spælt saman við. Heini Vatnsdal, Christian Høgni Jacobsen og Rókur av Fløtum Jespersen eru eisini góð boð. Høgni Hansen er eisini forbiðið góður.

Besta ÍF Føroyar ball?

– Torført at taka eitt úr rúgvuni, men ársveitslurnar hava allar verið góðar. Eisini minnist eg væl eitt ball á kollegienum, sum Bergur Midjord búði í fyrr. Uttan at siga ov nógv, kann eg siga, at det var sjovt 😉

Hvat er ein góður kossur?

– Teir frá Elisabeth eru ræðuliga góðir 😉

Besta minnið av Kløvermarkini?

– Eg havi enn ikki upplivað at flyta upp, so tað er ringt at velja eina serliga hending. Av onkrari orsøk síggi eg tó andlitið á Sjúrði Petersen fyri mær, nú eg skal leita tað besta minnið fram.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

– Uha… Steffan Kalsø hevur eina solida og passaliga stóra reyv, so eg haldi hann fær heiðurin.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?

– Sjálvt um samanhaldið millum leikarar er gott, haldi eg avgjørt, at tað er pláss fyri betringum. Fleiri sosial tiltøk kundu møguliga bøtt um støðuna. Og so sjálvandi klassikarin – fleiri dystir á graslíki.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

– Tað er óiva eisini hetta samanhaldið. Fyri ein porkenning sum meg, er eisini sera stuttligt at síggja hvussu aðrir føroyingar (norðingar) liva. 😉

Hvat er tað besta skoritriksi?

– Eitt smíl er nokk altíð ein góð byrjan 😉

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?

– Nú gangi eg út frá, at eg ikki kann velja meg sjálvan, so eg má velja stórbóndan úr Vági, Rana N. Johannessen. (Til tey sum hava hug at kanna hetta nærri, finst ein mynd av Rana á facebook, har tað týðiliga sæst, hvussu góð evnir drongurin hevur, tá tað snýr seg um seyð.)

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

– Tann fyrsta var góð 😉

Hvat er eitt tað mest flovisliga, sum hendi tær í summarferiuni?

– Sikken ein spurningur… Her má eg melda pass.

Hvør syngur best á tínum liði?

– Eg. 😉

Hvørji ritualir (vanar) hevur tú á dystardegi?

– Uttan at avsløra ov nógv, plagi eg at eta ein góðan morgunmat og annars bara royna at slappa av sum fragast.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

– Nú fekk eg endiliga høvi at reypa eitt sindur 😉 … Sum 17 ára gamal var eg so mikið heldigur, at eg slapp at royndarvenja við Brøndby, sum sjálvandi var eitt stórt upplivilsi. Annars skoraði eg eisini í mínum fyrsta dysti í bestu deildini, sum eisini var sera skeg.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

– Hvat er besta uppliving tú hevur havt við Niels Strøm Rødgaard?

Samanumtøka av árinum, ið fór

Aðalfundur varð í kvøld hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum. Eini 15 limir vóru møttir at hoyra, hvussu gingist var felagnum seinasta árið.

Árið 2015 var væntað at geva undirskot, men av tí, at eitt tiltak við Jens Marna í Føroyahúsinum gav yvirskot, varð fíggjarliga støðan í 2015 betur enn væntað. Haraftrat hevur felagið nakrar trúgvar stuðlar, ið betra væl um fíggjarligu støðuna. Inntøkurnar koma tó í høvuðsheitinum frá limagjøldum; hesi vóru í fjør 65 í tali.

Viðvíkjandi nevnarlimum bleiv á aðalfundinum kunngjørt, at ein broyting verður framd í 2016 – Høgni Hansen valdi nevnliga at taka seg úr nevndini. Nevndin vil hervið nýta høvi at takka Høgna fyri gott samstarv og drúgva tænastu í felagnum. Eisini verður ynskt honum blíðan byrð framyvir. Maður kemur í mans stað; Pætur Jørgensen er nýggjur limur nevnd felagsins. Vit ynskja honum vælkomnum, og vit gleða okkum til gott samstarv.

Nevndin er framvegis mannað av 7 limum: Ólavur S. í Ólavsstovu, Malan á Dunga, Brian Hansen, Helena D. Wardum, Lív E. Olsen, Ásfinnur Sigvardsen, væntar á myndini, og Pætur Jørgensen.

Stuðlar hjá ÍF Føroyum fyri kappingarárið 2015 vóru hesir:

Høvuðsstuðul:

– Bank Nordik

Aðrir stuðlar:

– Smyril Line

– Trygd

– Varðin Pelagic

Aðalfundur 2016

Til allar limir í ÍF Føroyum.

Kallað verður til aðalfund í ÍF Føroyum týskvøldið 9. februar kl. 19. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, 2300 København S.

Skrá

Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.

 

  1. Formansfrágreiðing.

 

  1. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

 

  1. Framløga av fíggjarætlan.

 

  1. Góðkenning av limagjøldum.

 

  1. Val av aðalnevnd og deildarnevndum.

 

  1. Val av roknskapargrannskoðara.

 

  1. Innkomin mál.

 

 

Innkomin mál skulu verða felagnum í hendi seinast eina viku áðrenn fundin, tvs. týsdagin 2. februar og skulu sendast til nevnd@fotboltur.fo ella nevnd@hondboltur.dk.

Vinarliga

ÍF Føroyar

Leikarin á bonkinum: Simona Heinesen

Hesaferð er leikarin á bonkinum havnadaman og málkvinnan Simona Heinesen. Hon byrjaði sum heilt ung at leika fótbólt í HB og flutti síðan út á Argir nøkur ár eftir, har hon varð til hon flutti niður til Danmørk at lesa. Dagliga lesur Simona til pædagog.

 

Lýs teg sjálva sum fótbóltspælara við 3 orðum:
Góð 1 vs 1, sterk í luft spælinum og heldur illsint

 

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Nei, tað hendur tíverri sjálvdan. Um eg klári 7+ tímar onkra nátt er tað fantastiskt.

 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Nú havi eg spælt í ÍF Føroyum í tvey ár og havi aldrin sæð nakrar lutaseðlar… Men heilt klárt hægri limagjald.

 

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?
Eg lurti ikki so nógv eftir tónleiki, men ein sangur sum altíð fær meg í gott humør er Argjasangurin ”Kvøða til heimbygdina” við Maluni Thomsen.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Teir vaskaði eg í síðstu viku.

 

Besti leikari tú hevur leikt við?
Eg havi spælt saman við nógvum sera góðum leikarum og er tað ringt at velja eina burturúr. Men um eg skal nevna onkra við navni eru Halltóra Joensen og Elin Kathrina Thomsen tveir leikarir, sum man var glaður um at vera á lið saman við og ikki øvugt. Tær kundu altíð koma við onkrum serligum, bæði til venjing og í dysti.

 

Besta ÍF Føroyar ball?
Eg havi tíverri ikki veri við til so nógv ÍF Føroyar ball, men SummerAhoyDown var eitt stuttligt og hugnaligt kvøld.

 

Besta minnið av Kløvermarkini?

Eg havi nógv góð minnir av Kløvermarkini bæði venjingar og dystir. Ein dystur eg minnist serliga væl var tá vit vunnu móti Østerbro eftir, at tær komu framum beint eftir steðgin, ofta fara vit lætt niður við høvdinum, men hendan dystin vístu vit góðan fightara vilja og komu sterkt aftur og vunnu 3-1.

 

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Í strømmu shortinum til dyst, er ringt at velja eina fram um aðra 😉

 

Hvat kundi veri betri í ÍF Føroyum?
Dugi ikki at seta fingurin á nakað, sum kundi veri betri í felagnum.

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Heilt klárt samanhaldið og tað sociala.

 

Hvat er besta skoritriksi?
Tað er ringt at siga.. Enn hevur einki rigga, sum nakar hevur prøvað við meg J

 

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?
Eg var ikki til ársveitsluna…

 

Hvørji ritualir (vanar) hevur tú á dystardegi?
Av onkrari grund koyri eg altíð høgra málmanshandska á fyrst. Men fyrr hevði eg tað til vana at spæla í einari fastari troyggju undir spælitroyggjuni, hevði eina trúgv uppá, at eg spældi betri tá eg var í henni.

 

Hvat skula vit spyrja næsta leikara?
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Eitt nýtt ár farið av bakkastokki

Eitt nýtt ár er okkum um hendi, sum eisini vil siga, at eitt nýtt fótbóltsár er við at fara av bakkastokki. Vit, venjarar og nevnd, vilja ynskja øllum limunum í felagnum eitt gott nýggjár, og vónandi eru øll komin væl inn í tað nýggja árið. Vit gleða okkum at byrja venjingina aftur og vóna at síggja nógv nýggj sum gomul andlit í komandi ári.

Byrjað verður mikukvøldið 20. januar kl.19.00 í búrinum á Kløvermarkini.

 

Venjingarnar á graslíki verða:

Mánadag kl.17.30-19.00

Mikudag kl.19-20.30

 

Meldið tykkum til venjing á holdsport.

Keðilig futsal byrjan hjá kvinnunum

Leygardagin spældu kvinnurnar fyrsta futsal dystin í nýggja kappingarárinum. Kvinnurnar møttu GVI í Valby høllini. Kvinnurnar vóru væl mannaðar til dystin. Nevnast kann, at fýra av leikaranum høvdu ikki roynt at leikt ein futsal dyst fyrr, og av somu orsøk, høvdu tvær ikki tikið skinnarar við, ”tí teir brúkar man ikki innandura”. Tá so okkara skiftu út, mátti skinnarar eisini skifta bein, og hetta tók eitt sindur av tíð hvørja ferð, so kvinnurnar spældu ein minni fleiri skift av dystinum. Hetta sást tó ikki aftur, tí tær, sum vóru eftir á vøllinum, kempaðu eyka hart.
GVI var omaná stóran part av dystinum, men kortini komu vit fram um 0-1 tíðliga í dystinum, eftir gott skot frá Sunnevu. GVI svaraði skjótt aftur, umvegis hondina á einum leikara ferð bólturin í mál. Okkara kvinnur royna at mótmæla til dómaran, men málið stendur við 1-1. GVI hevur bóltin meir og beint fyri hálvleik blívur 2-1 eftir eitt gott skot úti frá.
Í seinna hálvleiki royndu okkara at fáa útjavnandi málið, men tíverri fyri okkum fáa tær eitt mál móti dystar enda og vinna 3-1.
Liðið: Bjørt, Durita, Gunvá, Barbara, Sunneva, Lív og Simona.
Kvinnurnar spæla aftur sunnudagin 22. nov ímóti Amager FF í Valby høllini.

Leikarin á bonkinum – Silja Højgaard

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Viljasterk, kvik og manglandi teknikk – men hetta arbeiða vit uppá J

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, tað geri eg tíverri ikki. Men viðhvørt eydnast tað mær at innheinta svøvnin seinni út á dagin.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald, einki at ivast í. Nú havi eg selt ómetaliga nógvar lutaseðlar gjøgnum Fimleikafelagið Støkk, og tað er ikki altíð so stuttligt.

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?

I Am – Alla leið. Hetta er ein sera góður slagari, sum man aldrin blívur troyttur av.

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?

Tað var aftaná dystin ímóti Amager FF, sum var á Kløvermarkini. So tað er ca. 2 vikur síðani.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Hetta er ein sera torførur spurningur at svara uppá, tá ið allar hava ymiskar eginleikar á liðnum. Men um eg bara skal nevna eina, so má tað vera Jacoba Langgaard, hon er ein góður spælari.

Besta ÍF Føroyar ball?

Nú havi eg bert upplivað eitt ÍF Føroya ball, sum var SummerAhoyDown. Hetta var eitt fantastiska gott ball við góðum fólki og gott lív í. Ballið var sera væl fyriskipað við góðum grill mati, kappingar/skattajagt, sangi og hugna. Síggi longu fram til næsta ÍF Føroya ball!

Hvat er ein góður kossur?

Tað má vera ein erligur kossur millum báðar partar.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Uuuha tað er ringt at siga. Nú eru tað bert 4 mánaðir síðani, at eg trenaði fyrstu ferð á Kløvermarkini, so tær serligu løturnar hava ikki verið tær mongu enn. Men vit hava vunnið onkrar dystir, haft góðar og stuttligar venjingar og so er samanhaldið sera gott á liðnum. Men eitt sera gott minni fyri mítt viðkomandi er, tá ið eg legði upp til málið hjá Maluni á Dunga, og sigurin var í hús. Góð kensla, tí hvør hevði væntað at ein fimleikagenta fór at klára seg á einum fótbóltsvølli.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

Tað má vera liðskiparin Monika Sumberg Samuelsen. Hon er tann, sum heldur liðnum uppi og ger eitt einastandandi arbeiði bæði til venjingar og til dystir. Vit á liðinum hanga mest sum í reyvuni á henni, og tí verður hon klárt Mrs. allarbesta reyv.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?

At nýggju limirnir hjá ÍF Føroyar kvinnur fingu eina limatroyggju. Annars haldi eg, at nevndin og onnur gera eitt framúr gott arbeiði.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Samanhaldið í felagnum, og at man kemur at kenna nógvar føroyingar.

Hvat er tað besta skoritriksi?

Nú eri eg ikki serliga køn innan hetta økið, og lati tískil mannfólkini um hetta. J

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?

Mær er fortalt, at Høgni Hansen er ein garvaður tummari.

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

Nú eri eg so nýggj í felagnum og havi av tí orsøk ikki verið við til nakra ársveitslu (enn).

Hvat er eitt tað mest flovisliga, sum hendi tær í summarferiuni?

 Tað má vera ein hending á Summarfestivalinum, har eg var so óheppin, at eg datt millum øll fólkini og gav vinkonuni skyldina. Men orsøkin var helst ein onnur. J hehe…

 Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvør syngur best á tínum liðið?

Skuffandi spæl og harvið tap

Í regninum leygardagin 17. oktobur leiktu okkara kvinnur móti FC Damsø heima á Kløvermarkini og máttu av vøllinum við einum 0-3 tapi. Damsø var betur hendan dagin og var sigurin tí fult uppiborin.

Kvinnurnar fingu ikki ta bestu byrjanina; í skiftirúminum fingu tær boðini um, at eitt avboð var komið um morgunin vegna sjúku. Hetta førdi við sær, at kvinnurnar ongan útskiftara høvdu. Sagt verður, at maður kemur í mans stað, og henda morgunin upplivdu kvinnurnar, at kvinna kemur í kvinnu stað. Alt fór at ringja runt, og hetta hevði við sær, at tær til síðst vóru tvær eyka.

Dysturin var bert 5 minuttir gamal, tá Damsø fær fyrsta málið. Eftir fríspark í høgru síðu fara tvær av okkara upp eftir sama bólti og órógva hvørja aðra soleiðis, at hvørgin rakar bóltin – ein hjá teimum kemur at standa frí og skorar til 0-1.

Kvinnurnar royndu sítt besta at koma til málroyndir, men á váta undirlagnum bar einki til og kvinnurnar fingu ongantíð spælið at koyra. Okkara høvdu nakrar farligar stikningar, men málmaðurin hjá teimum var vakin og kom gott út. Hjá Damsø sá alt út til at rigga og eftir gott uppspæl í teirra høgru síðu kemur ein flatur bóltur innfyri og við einari kaldari innarasíðu blivur tað til 0-2 stutt áðrenn hálvleik.

Eftir nøkur álvarsom orð frá venjaranum í hálvleikinum, fóru okkara kvinnur inn aftur á vøllin uppsettar uppá at fáa nøkur mál. Spælið byrjaði at koyra betur og kvinnurnar komu eisini til onkran møguleika, men einki mál. Móti dystarenda satsa okkara offensivt, og kostaði tað í hinum endanum; tær fáa enn eitt mál og vinna uppiborið 0-3.

Kvinnurnar spæla aftur leygardagin, tá oddaliðið frá AB Tårnby kemur á vitjan á Kløvermarkini.

Liðið: Simona, Helena J, Helena W, Marjun, Lív, Sára, Monika, Steintóra, Sanna, Silja, Sunneva (Elin og Malan)

Venjari: Tórður

Dagsins leikari bleiv Simona

Tætt við sigur móti teimum ósigraðu

Aftaná eitt keðiligt avrik seinasta dyst noyddist 2. liðið at koma upp á hestin aftur móti oddaliðnum úr Fremad Amager.

Fremad Amager høvdu ongan dyst tapt, áðrenn hendan dystin á Kløvermarkini, men tað var sanniliga tætt við hendan dagin. ÍF Føroyar valdu at spæla meira verjukent enn vanligt, og hetta gjørdi eisini, at oddaliðið høvdu torført við at spæla seg fram til málroyndir. Eftir tilvildarligt trunkaspæl í 16-metrinum hjá føroyingunum var veruligur vandi á ferð, men lukkutíð gjørdi Heini eina heilt framúrskarandi dupultbjarging.

Men hóast teir høvdu trupulleikar við, at sjálvir spæla seg fram til møguleikar, so fingu teir tíverri vandamiklar støður burturúr feilavleveringum frá okkara monnum. Hetta hendi nakrar ferðir, og til síðst endaði tað eisini galið. Ein maður hjá okkum spælir ein áloypara hjá teimum leysan, og hann spurtar so frá øllum og skorar trygt ímóti Heina til 1-0.

Beint áðrenn hálvleik var Johan tætt uppá at javna, tá ið ein tilvildarlig avlevering endaði á hansara vinstra fóti, men hann rakti bóltin alt ov væl (hansara egna frágreiðing) og hamrar tískil bóltin beint uppum málið.

Í hálvleikinum skifti ÍF Føroyar til ein meira álopskendan taktikk, sum hevði við sær, at hugburðurin fór frá at vera sera góður til einastandandi fantastiskur. Hóast Bartal aftaná 5 min. fekk gult kort, so var tað ÍF Føroyar, sum við 10 monnum høvdu bæði spæl og málroyndir. Fyrst var debutanturin Jákup T.J. sera tætt við at fáa mál, men leysur við málmanninum, bleiv hann taklaður í evstu løtu. Stutt eftir bleiv Jóhan Petur púra leysur fyri málmanninum, sum tó hevði eina góða bjarging – einki mál.

Johan og Dion komu eisini fram til vandamiklar støður, men tað var fyrst tá ið 10 minuttir vóru eftir, at ÍF Føroyar endiliga fingu vinning fyri sítt fantastiska stríð. Eftir innlegg frá Ragnari bleiv Johan skumpaður í ryggin, sum hevði við sær, at vit fingu straffi og verjuleikarin eitt gult kort. Her valdi Dion at taka ábyrgd og ísakaldur setti hann bóltin trygt í netið til 1-1.

Sami Dion var fáar minuttir seinni feldur í vandamiklari støðu. Hetta hevði við sær enn eitt gult kort og tískil vóru 9 mans móti 11 tað ið eftir var av dystinum. Hetta sást eisini væl og virðiliga, tí seinastu 5 minuttirnar hevði heimaliðið 3-4 møguleikar, ið allir kundu og burdu givið mál. Fyrst var ein dupultmøguleiki, har Johan bleiv takklaður í evstu løtu, og eitt skot hjá Joseph bleiv bjargað á strikuni. ÍF Føroyar komu eisini í eina støðu, har teir vóru 3 mans í yvirtal. Jákup T.J. bleiv tó ov grammur eftir at stjala yvirskriftinar og valdi at skjóta framvið málinum. Til allarseinast var Joseph leysur á vinstru síðu og hevði púra frítt skot, men bólturin fór tætt framvið málið.

Dysturin endaði tískil 1-1, men tað var næstan ikki til at skilja, at einki sigursmál kom í endanum. Tó kann man ikki vera annað enn glaður og stoltur yvir, at oddaliðið ikki fekk eitt einasta bein til jørðina í øllum seinna hálvleiki ímóti sera vælleikandi og hartstríðandi føroyingum. Stórt rós til allar leikararnar.

 

Uppstillingin:

Heini

Bárður – Reidar – Jákup O. – Ragnar

Dion – Jóhan Petur – Bartal – Joseph – Johan

Jákup D.

 

Dagsins Leikari:

Aftaná so nógv imponerandi avrik var tað fyri einaferð skyld sera javnt í stríðnum um Dagsins Leikara, men við 4 atkvøðum megnaði Dion akkurát at sníkja seg framum Reidar og Ragnar.

 

Dagsins Detalja:

Mangir hildu, at okkara assist til teirra mál var Dagsins Detalja, men fyri at fokusera uppá nakað meira positivt, so fer heiðurin til Johan ístaðin. Ímóti endanum trýsta vit øgiligt á fyri at fáa sigursmálið, men brádliga fáa hinir eitt vandamikið kontraálop. Tá ið Johan, sum fremsti maður, sær hetta, ger hann ikki mætari enn í yvirtíðini at spurta eina hálva vallarlongd og í fullum spurti innheinta teirra mann og gera eina…ikki serliga yndiga glíðandi takling, men hóast fríspark og gult kort, so fekk hann støðgað teirra álopi. Ein fragd at síggja, hóast óndar tungur vildu vera við, at hatta var einasti spurturin hann hevði í øllum dystinum. Hetta eyðkendi tó tann stríðsandan, sum tryggjaði okkara monnum eina stigið.

Fiasko í Frederiksberg

10. Oktobur fór eitt illa skert 2. lið til Frederiksberg at spæla ímóti FA 2000. Tað vísti seg tó, at so gott sum allir høvdu fingið skeiva beinið úr songini hendan leygardagin, og har var enntá ein, sum ongantíð fekk nakað bein úr songini.

Jú minni sagt um hendan dystin, jú betri. Í fyrsta hálvleiki hevði Jóhan Petur eina góða roynd, men annars var tað ikki nógv, sum ÍF Føroyar høvdu at bjóða uppá hendan dagin. Hinvegin bjargaði Bartal tvær ferðir á strikuni, ímeðan Sjúrður eisini hevði úr at gera. Hálvleiksstøðan var tó bert 0-1, aftaná heimaliðið fingu eitt straffi aftaná hornaspark. Ringt var at síggja hví tað bleiv dømt, men teir skoraðu trygt uppá tað.

Í seinna hálvleiki vóru føroyingarnir betur við og høvdu enntá eisini eitt gott tíðarskeið við meira spæli og enntá eisini nøkrum hálvum royndum frá Johan og Jákup Dam. Hinir høvdu tó eisini ríkiligt av málroyndum, og Sjúrður noyddist at vísa klassan meira enn eina ferð. Tá ið uml. 20-25 min. vóru eftir, fekk danska heimaliðið tvey gul kort, soleiðis at teir bert vóru 9 leikarir á vøllinum. Paradoksalt nokk støðgaði hetta góðu gongdina hjá ÍF Føroyum. Teir 9 leikararnir vóru vandamiklari, og tá ið ÍF Føroyar royndu at satsa ímóti endanum, fekk heimaliðið tvey mál avtrat til endaliga úrslitið 0-3.

Hetta var ikki fyrsta tapið hjá 2. liðnum í ár, men fyrstu ferð at man ikki kann siga annað enn, at tapið væl og virðiliga var uppiborið.

 

Uppstillingin:

Sjúrður

Ásbjørn – Dánial – Jákup O. – Bartal

Jákup D. – Ragnar – Ingi S. – Jóhan Petur

Joseph

Johan

Bonkurin: Brian, Niels

 

Dagsins Leikari:

Fyri fyrstu ferð í ár var ongin hugur til ella tørvur á at atkvøða fyri Dagsins Leikara. Heiðurin fer sostatt til Bartal, sum spældi ein góðkendan dyst, og sum tríggjar ferðir bjargaði mál í evstu løtu.

 

Dagsins Detalja:

Hóast Sjúrður royndi at stjala hendan heiðurin við nøkrum undirhaldandi aktiónum, so kann tað bara vera talan um ein persón ið hevur uppiborið at blíva framstillaður í hesum teiginum. Fýra ferðir er viðkomandi blivin úttikin til dystarhópin í ár, og at hann longu fyri aðru ferð megnaði at ikki møta upp til dyst er snøgt sagt imponerandi, serliga tá ið talan hesaferð var um ein leygardagsdyst. Men um ikki annað, so hevur hesin dulnevndi Jacob F. Svennsen vaskað klæðini sum umbering og gevur eisini kvajebajer næstu ferð, hann møtir til dyst. (um hann møtir upp, væl at merkja!)

Kleyvarskapur kostaði

3. oktobur fór 2. liðið til Tårnby fyri at útbyggja sigursrøðina. Tíverri valdu menn at gera tað ringt fyri seg sjálvar.

Hóast ÍF Føroyar sótu á nærum øllum í fyrra hálvleiki, so var hálvleiksstøðan onkursvegna 0-3 til heimaliðið. Joseph og Johan høvdu hvør sítt skot, ið streyfaði yvirleggjaran, Jákup Dam og Johan komu í fleiri vandamiklar støður har bert tað síðsta manglaði, og Joseph var enntá bert ein lítlan hálvan metur frá at skora frá miðjuni av. Men í seinnu helvt av hálvleikinum hendir eitt óskiljandi kollektivt kollaps. Uppá bert 10-15 minuttir gera persónligir feilir og óhepni, at Tårnby fáa trý sera lætt mál forerandi, tískil 0-3 í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki leggur venjarin ein støðugt meira offensivan takktikk, og menn eru eisini sera ágrýtnir eftir at gera skaðan góðan aftur. Longu aftaná fáar minuttir verður Reidar snýttur fyri straffi og ikki langt aftaná hevur John eitt skot á yvirleggjaran, sostatt triðju ferð yvirleggjarin forðar einum føroyskum máli. Innanfyri síðsta hálva tíman kemur so endiliga hol á.

Málið til 1-3 kemur aftaná Johan roynir at skjóta á mál frá høgru síðu. Hann rakar ikki bóltin serliga væl, men miseydnaða skotið verður ístaðinfyri til eitt innlegg, har Reidar í besta Falcao-áðrenn-2014-stíli tveitir seg fram og takklar bóltin í málið.

2-3 málið kemur aftaná Ragnar fær tíð og pláss á høgru síðu. Hann leggur bóltin inn til Joseph, sum stendur beint uttanfyri 16-meturin og plaserar bóltin trygt í málið.

Stutt aftaná kom ein mildt sagt kontroversiel støða. Eitt innlegg inn í 16-meturin hjá Tårnby rakar hondina hjá einum verjuleikara hjá teimum, áðrenn Johan fær prikað bóltin í málið. Tá ið dómarin floytar visti man sostatt ikki um hann dømdi fyri mál ella brótsspark, men av óskiljandi orsøkum valdi hann at geva fríspark til heimaliðið ístaðinfyri.

Lukkutíð skuldi hvørki dómari ella yvirleggjari forða einum sterkum comeback frá ÍF Føroyum. Í síðsta minutti endar ein bóltur fyri føturnar hjá Inga P. á vinstru síðu uttanfyri 16-meturin. Hann trekkir inn og til stóra frøði fyri bæði leikarar og venjara, so ger hann ikki mætari enn at hamra bóltin inn í longsta horn.

Síðsta trýstið gav tíverri onki sigursmál, so tað var við blandaðum kenslum, at menn fóru heim við einum 3-3 úrsliti. ÍF Føroyar var klárt betra liðið, men eisini sera sterkt komið aftur. Eina stigið kann eisini vísa seg at verða týdningarmikið.

 

Uppstillingin:

Rani

Hanus – Reidar – Jákup O. – Jóhannus

Jákup D. – Svenn – John – Ragnar

Joseph

Johan

Bonkurin: Bárður, Niels, Ingi P.

 

Dagsins Leikari:

8 atkvøður ella meira merkir at man gevur øl til næsta dyst. Ilt er at siga um hetta var ein faktorur, tí John spældi enn ein branddyst, men fyri aðru ferð í ár fekk hann júst 8 atkvøður og bleiv sostatt ein tryggur vinnari.

 

Dagsins Detalja:

Um Joseph var sindur hepnari, so hevði hann vunnið heiðurin trygt, aftaná hann frá miðjuni av var ein lítlan hálvan metur frá at fáa mál. Ístaðinfyri gongur heiðurin til tríggjar havnamenn, ið væl og virðiliga fóru á ein skógtúr. Hetta hendi tó ikki á vøllinum, men áðrenn sjálvan dystin. Ein súkklutúrur ið eigur at taka uml. 20 minuttir endaði við at vara ein lítlan tíma fyri Johan, John og Svenn. Áðrenn teir langt um longi møtti upp til dystin, høvdu teir enntá bæði sæð skóg, markir og kýr, so himmalin viti, hvar á Amager teir hava verið, og hvør av teimum valdi leiðina.

Kvinnurnar úti fyri einum teprum 1-0 tapi

Gentofte – ÍF FØROYAR

Sum spildurnýggjur greinaskrivari á heimasíðuni fór eg at kanna eina ”gamla” dystarfrágreiðing frá 22. September, um hvussu ein slík skuldi skrivast. Tað fyrsta eg býti merkið í, er setningin ”Coach Hentze gav góð ráð til morgunábitið..?”.. Hetta kenni eg einki til, kom svong til borðtennisborðið uttanfyri ØK kl 9.30, so kommunikatiónin á kvinnuliðnum má helst blíva betri.

Til nakað annað, so er tað faktisk Monika, ið bleiv kárað dagsins leikari, ið skuldi skriva hesa frágreiðingina, men liðskiparin dugir ikki bara at sparka, eisini at forhandla; eg tók ábyrgdina á meg fyri at fáa shotgun í bilinum heimaftur. (Hóast eg langt síðan hevði fingið tað, men driver Marjun avgjørdi at taka tað aftur vegna gloymt handklæði??…. #heartless )

Nå MEN, leiðin gekk til Citybois-distriktið, Gentofte, leygardagin. Tað var av allar fagrasta veðri, fyri fyrstu ferð var hosutape í læknataskuni, ongir eiturkoppar í skiftirúminum, nýggjar gaggir at skoða og so ein fantastiskur kunstbani og góðir bóltar! Sikkurt eisini onkur morgunmatur/brunch, sum man ikki hevur fingið við!

Gentofte var eitt pláss frammanfyri okkum áðrenn dystin, so tað var lagt upp til ein spennandi dyst og eisini høvdu vit onkrir áskoðarir, ið vóru raskir at heppa. Vit spældu væl fyrstu 25 minuttirnar og stóðu væl á vøllinum, og síðan bleiv tað eitt sindur rótut, Gentofte skoraði eitt heldigt mál, eftir eina lítla misskiljing.

Eftir hálvleikin fóru kvinnurnar út aftur á vøllin at berjast víðari, vit løgdu betri út enn seinna part av fyrra hálvleiki, tó uttan at tað eydnaðist okkum at fáa bóltin í kassan. Simona rakti leikarirnir væl í útspørkum, rættiliga deiligt og vigtigt, og vit vunnu oftast bæði teirra og okkara útspørk. Liðini vóru tøtt og dysturin kundi farið báðar vegir. Teir størstu møguleikarnir vit høvdu, áttu Monika og Sára allarhelst, men ellars røsku Suðuroyingarnir megnaðu ikki at fáa bóltin inn, tíverri.

Fríða, okkara Xavi á miðvølllinum, byrjaði inni, men var tíverri illa fyri og mátti út. Hon kom tó innaftur at hjálpa til síðstu løtuna, sum ein rættur kríggjari. Vit elskaðu hana enn og meira tá ið hon diskaði upp við einum fastalávints-bolla-køku-manni við glasur og bommum eftir dystin í skiftirúminum – Takk Fríða <3 #kvindemedoverskud

Onki ball var hildið eftir dystin, kvinnurnar eru rættiliga seriøsar, men undirritaði er nábúgvi við onkran á 3.liðnum hjá monnunum, ið henda dagin vunnu 10-2, og man má siga at teir høvdu eitt púra svakt ball, til lukku við sigrinum og ein heilsan til hann sjálvan ovast, uttast í J: koyr hurðina aftur næstuferð tit fara at ”syngja” kór ti Backstreet Boys kl 03.00 😉

Liðið: Simona, Turið, Monika, Gunvá, Helena, Steintóra, Fríða, Malan, Silja, Helena, Sára (Sunneva, Marjun, Elin)

Venjari: Tórður

Vit gleða okkum til næsta dyst. #lovefootball