Nýggjur 2. liðsvenjari settur

I vikuni skrivaðu vit, at sáttmálin við Sjúrð Petersen ikki varð longdur, og í dag kunnu vit so avdúka avloysaran.

Nýggjur maður í sessinum sum 2. liðsvenjari er vællýddi og karismatiski tvørámaðurin, Niels Strøm Rødgaard. Niels verður – umframt sítt lætta og fríska sinn – skírdur sum talentfullur venjari og eftir at hava stjórnað grannunum úr Arctos farnu árini, gleða vit okkum at síggja hann við stýrisvølin hjá okkara monnum, tá ið vit herja á aftur í august.

Nevndin

 

Vælnøgdur undirskrivar Niels Strøm Rødgaard her sáttmálan, ið knýtir hann at felagnum komandi árið.
Vælnøgdur undirskrivar Niels Strøm Rødgaard her sáttmálan, ið knýtir hann at felagnum komandi árið.

Sáttmálin við Sjúrð Petersen verður ikki longdur

10013828_10203636601141515_642990630_n

Í kvøld er greitt, at samstarvið millum Sjúrð Petersen og ÍF Føroyar ikki heldur fram komandi kappingarár. Sjúrður byrjaði sum 3. liðsvenjari, men tók síðani uppgávuna sum 2. liðsvenjari á seg og her hevur hann megnað at flutt liðið á rætta leið. Hetta kom veruliga til sjóndar í júst lidna kappingarári, tá ið liðið stóð til at flyta upp, men tíverri glapp uppflytingin á síðsta leikdegi. Sjúrður hevur verið ein sonn eldsál og er sum venjari vorðin ímyndin av góða felagsandanum í felagnum, og eftir trý ár sum venjari í felagnum ynskja vit at takka Sjúrði fyri hansara góða avrik og ynskja honum blíðan byr.

 

Nýggi venjarin verður kunngjørdur ein av komandi døgunum.

 

Nevndin

Nú verður farið út á gras!

Eftir at hava vant á graslíki í eina tíð verður nú farið á gras og komandi týsdag, 31. mars, er fyrsta venjing á grasi.

Venjingartíðirnar hjá monnunum eru:
Týsdag: kl. 18.00 – 19.30
Hósdag: kl. 17.00 – 18.30

Venjarar komandi kappingarár eru Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Petersen. Andras Thomassen, ið undanfarna árið eisini hevur verið partur av venjaratoyminum, hevur valt at takka fyri seg. Vit takka Andrasi fyri gott samstarv.

Venjingartíðirnar hjá kvinnunum eru:

Týsdag: kl. 17.00 – 18.30

Hósdag: kl. 18.00 – 19.30

Venjari hjá kvinnunum er – eins og undanfarna kappingarár – Annika Godtfred.

Vit vilja fegin leggja stóran dent á, at øll eru vælkomin til venjingarnar og okkara vón er at síggja nógv nýggj – eins og gomul – andlit á Kløvermarkini nú farið verður aftur á gras.

Við fótbóltskvøðu

Venjarar og nevnd

GG: Í komandi (vika 14) er páskavika, og tað kemur at ávirka venjingina nakað. Nærri boð um hetta seinni.

 

Jákup Olsen er sera glaður nú venjingin enduliga byrjar aftur
Jákup Olsen er sera glaður nú venjingin enduliga byrjar aftur

BankNordik nýggjur høvuðsstuðul

ÍF Føroyar hava skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við BankNordik, sum millum annað hevur við sær, at 1. manslið fer at leika við búmerki bankans á bringuni. BankNordik og ÍF Føroyar hava í mong ár havt gott samstarv og eftir at tað gjørdist greitt, at samstarvið við Elektron – ið somuleiðis hevur verið felagnum trúgvur stuðul – ikki helt fram, er tað við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at nýggjur høvuðsstuðul er føroyski bankin her á Amager.

Emil Nolsøe Leifsson, formaður í ÍF Føroyum, fegnast sjálvsagt um avtaluna: “Henda avtalan hevur stóran týdning fyri okkum sum felag, og við hesi tvey ára avtaluni við BankNordik hava vit fingið tryggleika og skapt grundarlag fyri komandi árunum.”

Við fimm deildum í Føroyum, sekstan í Danmark og einari í Grønlandi er BankNordik eftir fáum árum vaksin til veruliga at vera ein norðurlendskur banki. Umframt bankavirksemi hevur bankin dótturfeløgini Trygd, Skyn og íslendska Vørð sum part av samtakinum. Bankans høvuðssæti er í Tórshavn, har ið nýtt stásiligt høvuðssæti er í gerð. Í dag starvast tað 447 fólk í BankNordik samtakinum. Meiri um BankNordik sæst á heimasíðu bankans, www.banknordik.fo.

Innandurakapping 2015

Nú ber til at boða frá luttøku til árligu innandurakapping felagsins, sum verður leygardagin 28. februar. Freistin fyri tilmelding er mikudagin 25. februar á midnátt. Kappingin verður eins og undanfarin ár í snotiligu Svanemøllen høllini á Eystubrúgv og eru tveir tímar settir av til at avgreiða kappingina, so tað er at møta stundisliga og til dystin fús. Kappingin byrjar klokkan 18.00 og endar klokkan 20.00.

Hvørt lið er mannað við fýra leikarum á vøllinum og sum nakað nýtt verður ikki meldað til sum lið, men sum einstaklingur. Tvs. at hevur tú áhuga at spæla innandura nýtist tær ikki at savna eitt heilt lið saman, men boðar sjálvur frá luttøku og tá ið tilmeldingin er móttikin seta fyriskipararnir – saman við venjarum – lið saman. Hesin leistur hevur verið sera væleydnaður hjá kvinnunum í fleiri ár og í ár verður so sami leistur royndur á mannfólkasíðuni. Vónandi leggur hetta eisini lok á allar ósakligu skuldsetingarnar um mutur og korruptión frá 2. liðsvenjaranum, Sjúrði Petersen.

Pláss er fyri 10 mansliðum, og vælkenda ”først til mølle”-prinsippið verður brúkt. Vit gera tað soleiðis, at í hægsta lagi 50 menn kunnu boða frá luttøku, tvs. at møguleiki er fyri, at liðini hava ein útskiftara. Tá ið 50 teir fyrstu hava teknað seg, er fullsett. Luttøkugjaldið er 100 krónur pr. leikara og skal flytast á konto í Danske Bank við reg.nr. 3148 og kontonr. 314.813.120.1 og minst til at viðmerkja navn. Tá hetta er gjørt sendir tú ein teldupost til bartal@fotboltur.dk og boðar frá hesum. Tú hevur eisini møguleika at flyta peningin umvegis mobilepay til Emil Nolsøe Leifsson á tlf. 60867969.

Kvinnurnar við Gunvá Pállson á odda skipa seg sjálvar henda dagin.

Nærri reglur og skrá verða kunngjørd seinni, tá ið freistin at melda til er úti.

2. lið koyrdi tað heim…

Tað var bara tann eini futsaldysturin hjá felagnum hetta vikuskiftið og tí stóð 2. lið fyri.

Hóast fleiri debutantar, so treit tað ikki við royndum og megnaði 2. lið eisini at vinna dystin móti Metropol IF.

Við góðari hond stýrdu venjarnir báðir, Brian Hansen & Jóhan Hendrik Ellefsen, tí føroysku skútuni millum donsku skerini, og førdu ÍF Føroyar á mál.

Brian tekur soleiðis samanum dystin:

 

Liðið hendan dagin: Mathias, Jóhan Hendrik, Brian, Finn Mørk, Jóhan G. og brøðurnir úr Fuglafirði Hilmar og Janus Petersen.
Málskjúttarnir vóru Jóhan V. Gunnarsson við 4 málum, meðan Brian og Finn fingu hvør sítt.

1. lið í góðum stima

1. lið er komi sera væl frá byrjan í ársins futsal-kapping. Sunnudagin leiktu teir sín triðja dyst, og endaði hann, eins og tveir teir fyrru dystirnir, við sigri til okkara menn. Dysturin hetta vikuskifti var ímóti CIK, og vunnu okkara 4-2. Dysturin var javnur við einum lítlum yvirtaki til okkara menn.

Liðið var manna við: Eli, Jóhan G, Tummas, Kaj, Hanus og Bárður.

Hjá 2. liði gongur eisini væl og eru teir enn ósigraðir. Hetta vikuskiftið leiktu teir í móti Brønshøj. Talan var um ein tættan dyst sum kundi fari báðar vegir. Venjarin, liðformaðurin og málskjúttin Jóhan Hendrik Ellefsen tekur soleiðis saman um dystin.

Jóhan Ellingsgaard skjeyt tvey mál meðan Jóhan Hendrik og viðingurin Dánial fingu hvør sítt. Dagsins maður gjørdist eingin annar enn Sjúrður “Buffy” Petersen við 12 atkvøðum, og hann veit hvat tað merkir…

2. lið var soleiðis manna: Sjúrður, Jákup, Høgni, Jóhan Hendrik, Svenn, Jóhan, Pætur og Dánial

Kvinnuliði skuldi spæla sín fyrsta dyst leygardagin, men tíverri fekk mótstøðuliði ikki mannað lið. Tískil bíða tær eina viku afturat áðrenn tær leggja til brots.

Futsal skotið í gongd

Futsal sesongin er nú farin í gongd.
Fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum spældi sín fyrsta dyst síðsta vikuskifti og vunnu teir einki minni enn 19-1 móti Amager FF. Í morgin spæla teir ímóti CIK í Bellahøjhøllini.

Futsal liðið hjá kvinnunum spæla sín fyrsta dyst komandi vikuskiftið tá tær taka í móti FC Udfordringen.

2. lið spældi sín fyrsta í dag. Hetta er fyrstu ferð at felagið hevur tvey mannslið í kappingini og vóru menn sera spentir upp á uppgávuna. Tað var tó ikki leingi at spenningurin vardi. Liðið kom skjótt á odda og útbygdu teir leiðsluna gjøgnum allan dystin. Endaliga úrslitið bleiv 11-1. Sambært manninum ið tók sær av klokkuni, so var dagsins detalja, tá miðverjin Jákup Sørensen (í besta Eli Hentze stíli) tók túrin fram í vinstru síðu. Hann setti tríggjar mans av og við einum knallhørðum vinstrabeinsskoti hamraði hann bóltin í kassan. Ein sannur rómur bleiv í høllini og áskoðarnir høvdu á máli, at eitt so gott mál ikki var skotið í høllini áður. Jú mín sann, tað er dugur í húsavíkinginum.

Her hevur liðformaðurin ein stuttan samandrátt av dystinum.

 

Ein góður arbeiðssigur

Eftir at hava fingið 7 út av 12 møguligum stigum í teimum 4 fyrstu dystunum var greitt, at um 2. lið ætlaði sær at spæla við í tí stuttliga endanum, kundi einki annað enn ein sigur góðtakast móti botnliðnum FB. Hetta gjørdi trenarin eisini spælarunum greitt áðrenn dystarbyrjan. Tað skuldi tó vísa seg at gerast torførari enn væntað.

 

Tá dysturin fór í gongd sást beinanvegin, at hetta fór ikki at gerast eins lætt og ætla. Tíðin vísti 35 sek, tá FB hevði fyrsta farliga skotið á mál. Tað skuldi eisini vísa seg, at hetta ikki var síðstu ferð at FB vísti tenn. ÍF Føroyar leikararnir virkaðu tungir, og vit høvðu ilt við at fáa spælið at flóta. Serliga verjuparturin sá serstakliga vánaligur og tungur út. Hóast hetta, so eyðnaðist okkum at koma á odda. Johan tekur nøkur trekk fram eftur vøllinum og leggur bóltin til Falcao, sum leggur eitt flatt innlegg inn í feltið. Bólturin fer framvið vinum og fíggindum, og endar á høgra beini hjá Danial, sum vísur at hann dugur annað enn at taka myndir. 1-0 til okkum og stór gleði. Hetta helt sær tó ikki leingi. FB fær innkast í okkara høgru síðu, og menn mettu, at vit áttu tað. Í staðin fyri at spæla víðari stendur verjan og brokkar seg. Hetta útnytta FB leikararnir til at taka eitt skjótt innkast, og so var støðan 1-1. Hetta var ikki einasti møguleiki sum verjan gav FB hendan dagin. Ein onnur samansmeltning av líknandi dimensjónum gav einum FB leikara ein fríleypara av einari aðrari verð, men tíbetur vísti Eli klassa málmandsspæl og bjargaði verjuni frá einum píniligum máli. Ein ávísur vágbingur skyldar nokk Eli eina øl ella tvær til ársveitsluna!

 

Í hálvleikinum var skeld á skránni. Lítið gott var at taka við frá fyrra hálvleiki, og menn fóru inn aftur, avgjørdir um, at nú skuldi annað skinn um bak. Tað var eisini týðuligt at síggja, at menn vóru nógv meira uppsettir til 2. hálvleik. Spælið var nógv betur, og vit fingu nógvar møguleikar. Ísakaldi klaksvíkingurin frá fyrra hálvleiki kláraði tó ikki at gera sær dælt av nøkrum stórum møguleikum, og spakuliga byrjaði FB at koma inn aftur í dystin, men tíbetur fyri okkum stóð ein sera væl upplagdur Eli fyri øllum, sum FB blakaði eftur okkum. Tá 15 min vóru eftur avgjørdi trenarin hjá ÍF Føroyum, at nú skuldi satsast. Ein javnleik kundu vit ikki brúka til nakað, so skift var frá eini 4-5-1 uppstilling til eina klassiska 4-4-2 uppstilling. Hetta gav bonus móti endanum, tá tann heiti Johan Ellingsgaard kom fríður móti málmanninum. Hann gjørdi bart og knallaði bóltin í kassan. Hettta var samstundis hansara 3 mál í 2 dystum. Restina av dystinum bardust vit fyri at halda leiðsluna, og tá dómarin eftir 52 min floytaði seinna hálvleik av, var gleðin stór. Um sigurin var uppiborin kann nokk diskuterast, men 3 stig eru 3 stig. Um dysturin skal uppsummerast í fáum orðum, so haldi eg, at navnframi Ian Holloway segði tað so væl eftir ein heldur ljótan sigur móti Chesterfield:

 

“To put it in gentleman’s terms if you’ve been out for a night and you’re looking for a young lady and you pull one, some weeks they’re good looking and some weeks they’re not the best. Our performance today would have been not the best looking bird but at least we got her in the taxi. She weren’t the best looking lady we ended up taking home but she was very pleasant and very nice, so thanks very much, let’s have a coffee”

 

Liðið varð mannað av: Eli – Edmund, B52, Jákup, Ásbjørn – John, Teitur, Emil – Danial, Falcao, Johan. Á beinkinum sótu Ásfinnur, Ingi og Brian.

Tríggir á rað..

VLI – ÍF Føroyar 0-1 (0-0)

 

Eftir eina trilvandi byrjan er nakað av vend komin í hjá 1. mansliði. Áðrenn dystin fríggjakvøldið, tá ið VLI tók ímóti á Frederiksberg Idrætspark, var úrtøkan tveir sigrar í eins nógvum royndum, og nú var farið eftir triðja sigri á rað.

 

Tað vóru annars sorgarboð, ið raktu allan føroyska fótbóltsheimin hósmorgunin, tá ið evnaríki U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariasen, á tragiskan hátt læt lív í arbeiðsvanlukku. Gunnar hevur saman við pápa sínum, Brynleifi Hansen, javnan verið á Kløvermarkini, og henda ræðuliga vanlukka rakti okkum øllum meint. Orð er fátæk í tílíkari støðu, men okkara djúpastu tankar og samkensla fara til tey avvarðandi, liðfelagar og onnur, ið stóðu Gunnari nær. Í virðing fyri Gunnari byrjaðu vit dystin við einum minutti í tøgn.

 

Sjálvur dysturin byrjaði linligani. Vit valdu at hava eitt varið útgangsstøði og dúva upp á mótálop. Ein staðfesting av, at venjingarstøðan enn ikki er til heilar dystir sum spælistýrandi og við høgum trýsti gjørdi, at vit í løtum í størri mun lótu VLI taka dirigentstokkin, meðan vit hinvegin royndu at vera ágrýtnir og ágangandi, tá ið vit vunnu bóltin í teirra uppspæli. Varna útgangsstøðið hevði tó eisini við sær, at tað vóru fáir opnir málmøguleikar í 1. hálvleiki. VLI spældi ofta langar bóltar, sum endaðu afturi hjá Mathiasi ella í besta føri fingu teir okkurt hornaspark burturúr. Hesi hornaspørk gjørdust tó sjáldan vandamikil. Vit høvdu nakrar fínar kombinatiónir, tá ið vit fangaðu teir á veg frameftir, men seinasti neyvleikin var ikki rættiliga til staðar, og uttan eitt langskot frá Hanusi, ið málverjin flott jústar til horna, høvdu vit ikki teir stóru málmøguleikarnar.

 

2. hálvleikur líktist fyrra rættiliga nógv. Gongdin var tann sama, men 20 minuttir inn í seinna hálvleik fáa vit helst besta málið higartil í hesi heysthálvuni. Avbera gott og skjótt spæl frameftir vinstru síðu hevur við sær, at Rói verður spældur púra leysur. Heldur enn at skjóta velur Rói kølið at spæla bóltin upp á tvørs til ein framstormandi Erland, ið kann seta innaru síðuna á leðurkúluna. Onkur helt eftir dystin speiskliga fyri, at nú hevði Erland brúkt sína málkvotu fyri árið. Um tað er rætt, so var tað ið hvussu er rætta løtan, tí talan var um týdningarmikið mál, ið gav okkum øll trý stigini! Tí hóast VLI royndi at oysa nakrar langar bóltar inn í brotsteigin, so stóðu vit stinnir og hildu leiðsluna til dystarenda.

 

Teir, ið mannaðu liðið, vóru: Mathias – Uni, Rani, John, Johan – Erland, Ólavur, Tummas – Dion, Steffan, Hanus. Eyka: Rói, Pætur og Sigurð.

 

Dagsins leikari gjørdist málskjúttin og matchvinnarin, Erland, við 7 atkvøðum, meðan Rani var honum næstur við 4 atkvøðum.

 

1. manslið tekur komandi leygardag kl. 15 ímóti Østebro IF á Kløvermarkini. Køvið ikki eldhugan og møtið upp og stuðlið!

 

 

1. manslið er stuðlað av Elektron. 

Nógvur roykur men eingin grind..

Caligula sum dómari, og Móður Theresa í álopinum. Ein ólík samanseting, men hetta var ikki minni enn tað, sum áskoðararnir hjá HIK vóru vitni til sunnumorgunin!

 

Tað var talan um ein undarligan dyst hjá 2. liði hendan sunnumorgun, við nógvum merkisverdum hæddarpunktum. Eitt brotsspark, sum bleiv dømt, men ikki avgreitt, ein dómara, sum tók yvir hjá Sjúrði eina løtu og valdi at skifta argjamannin út og fýra mál. Dysturin endaði við javnleiki.

 

Síggja vit tó yvir allan dystin, var 2-2 eitt rættvíst úrslit. Vóru menn eitt sindur avgjørdari í summum støðum, kundi úrslitið verið til fyrimuns fyri føroyingarnar. Innsatsurin kundi eisini verið betri í løtum av dystinum.

 

Fyrri hálvleikur

Tað gekk ein løta, áðrenn ÍF Føroyar funnu stevið. Men líðandi vaknaðu menn og komu fram eftir vøllinum og snoddaðu at møguleikum.

 

Tá ið eini fimtan minuttir vóru gingnir kom ein stórur kjansur. Endin á einum álopi var, at málið mest sum stóð tómt og klaksvíkingurin skeyt á málið. Men í síðstu løtu náddi ein mótleikari á strikuna, og onkursvegna beina bóltin burtur við høvdinum ella hondini. – Dómarin metti at hondin var brúkt og dømdi brotsspark. Heimaliðið í øðini! Brian, sum í besta Fair Play anda vildi hjálpa dómaranum, segði við dómarin, at tað ikki var brotsspark. Dómarin broytti dómin til eitt fríspark til heimaliðið í staðin. Eftirtíðin vísti, at hetta skuldi Brian ikki gjørt. Restina av dystinum fekk ÍF Føroyar bara lort upp á langskaft frá dómaranum.

 

Stutt eftir hetta løgdu HIK seg á odda. Hetta kom eftir, at teir komu ov lætt til eitt innlegg, ið varð stútað í málið. 1-0 til HIK.

 

Men tað var sum um, at tað var hetta, sum skuldi til, fyri at vekja føroysku veðrarnar.

 

Ikki langa tíð eftir fyrsta málið í dystinum, vóru klaksvíkingurin og Brian aftur upp á spæl. Klaksvíkingurin stríddist væl úti í høgru og fekk lagt bóltin út frá til Brian, sum hamraði bóltin eftir jørð í málið til 1-1. Nú byrjaði at líkjast.

 

Í byrjanini av seinna hálvleiki sá eisini gott út. Hesa løtuna kom seinna málið hjá ÍF FØ eisini. Tað kom eftir eitt ’smart’ hornaspark. Bólturin bleiv spældur stutt út til argjamannin, sum dróg eitt sindur longur út og legði inn fyri til Teit Tausen, ið var hægstur. 1-2 til útiliðið úr Føroyum.

 

Um dómarin ikki dámdi hesa støðuna, kunnu vit ikki siga fyri vist. Stutt eftir leiðsluna sá Jóhan Hendrik gult. Í hesi løtuni, hann var úti, noyddi dómarin Sjúrð at skifta argjamannin út. Dómarin segði at argjamaðurin skikkaði sær ikki pent og skuldi út eina løtu, um ikki, ja so fekk hann gult! Undarligt.

 

Í øllum hesum ruðulleikanum javnaði HIK. Hetta kom eftir eitt heldur tamið verjuspæl. Eitt innlegg og eitt høvd. 2-2, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

 

Liðið: Líttlibeiggin – Johan Hendrik, Jákup, Jákup, Edmund – Teitur, John, Danial – Klaksvíkingurin, Argjamaðurin, Brian Hansen

Á beinkinum sótu: Danial – Ingi

Brian (tv.) skeyt fyrra málið.
Brian (tv.) skeyt fyrra málið.
Teitur
Og Teitur fekk tað seinna.