So byrjar innandurafótbóltur aftur

So verður aftur byrjað uppá innandurafótbólt. Aftur í ár verður spælt í innandurahøllini í DGI-byen mikukvøld frá 21-23. Húsið stongist tó kl.23, so um man ætlar sær í bað, verður mælt til, at man leggur sær hetta í geyma.

Venjingarnar byrja mikukvøld 9. novembur, og kvinnurnar eiga fyrstu venjingina. Hareftir verður koyrt soleiðis, at kvinnurnar venja triðju hvørja ferð.

Niðanfyri síggjast venjingarnar í vetur:

9. novembur: kvinnur

16. novembur: menn

23. novembur: menn

30. novembur: kvinnur

7. desembur: menn

14. desembur: menn

21. desembur: kvinnur

28. desembur: menn

4. januar: menn

11. januar: kvinnur

18. januar: menn

25. januar: menn

1. feburar: kvinnur

8. februar: menn

15. februar: menn

 

 

Nýggjur venjari til 2. liðið

Sum flest øll vita, valdi Christian Høgni Jacobsen, áðrenn summarsteðgin, at traðka frá sum 1. liðsvenjari. Tá varð stóri spurningurin, hvør skuldi setast sum venjari hjá 1. liðnum. Nevndarlimir felagsins vórðu einig í, at tann, ið nokk var best egnaður til uppgávuna, var hann, sum hevði fingið 2. liðið at flyta upp árið fyri – nevnliga Niels Strøm Rødgaard. Nú var stóri spurningurin so, hvør skuldi verða venjari hjá 2. liði.

Men leitingin eftir einum avloysara til starvið hjá Niels er loksins endað, og nýggjur venjari er funnin. Hóast Jógvan Ósá stendur fyri 3. liðinum valdu vit at spyrja hann, um hann var áhugaður í at verða venjari hjá 2. liðnum eisini. Vit í nevndini eru sera glað fyri, at Jógvan hevur játtað at taka rolluna sum 2. liðs venjari. Jógvan er sera væl kendur í ÍF føroyum bæði sum fótbóltsleikari, við guitaranum uttanfyri leiktíðir á vøllunum og sum ábyrgdin av 3. liðnum í fleiri hálvir. Vit í nevndini ynskja Jógvani til lukku við nýggja starvinum og gleða okkum til gott samstarv framyvir við nýggja venjaran.

Nýggjur 1. liðsvenjari settur

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at venjarin undanfarnu árini, Christian Høgni Jacobsen, gevst sum venjari hjá fremsta mansliði felagsins. Nýggjur maður í heita sessinum er núverandi 2. liðsvenjarin, Niels Strøm Rødgaard. Tvørámaðurin, ið kom til felagið fyri einum ári síðani, megnaði at fáa 2. lið at flyta upp í seriu 1, og tílík framgongd gjørdi Niels til upplagdan avloysara fyri Christian Høgna. Fremsta mansliðið hjá ÍF Føroyum hevur longu 9. august steypadyst á heimavølli móti VB 1968, og 20. august verður landskappingin skotin í gongd á útivølli móti Amager FF. Vit ynskja Nielsi blíðan byr í starvinum við vón um ítróttarligan framburð.

13681758_10157562534255221_751835304_o
Formaður og venjari fegnast eftir at avtalan er undirskrivað.

Starvslýsing – nýggjur venjari til 1.mansliðið

Fangaði yvirskriftin tín áhugað? Hygg so her. Leitað verður nevnliga eftir nýggjum venjara til 1.mansliðið hjá ÍF Føroyum at byrja eftir summarfrítíðina.

Starvslýsing-1.liðsvenjari – liðug

 

Starvslýsing

Søkt verður eftir venjara til 1. manslið hjá ÍF Føroyum fótbólti.

Hevur tú ein venjara í búkinum? Ella ynskir tú nýggjar avbjóðingar? Hygg so her!

ÍF Føroyar fótbóltur leitar í løtuni eftir nýggjum venjara til 1. manslið at taka við 15. august 2016, og nú hevur júst tú møguleikan.

Starvið og førleikar:

Sum venjari hjá 1. mansliðnum hjá ÍF Føroyum hevur tú høvuðsábyrgdina av mannafólkavenjingini saman við 2. liðsvenjaranum. Vant verður tvær ferðir um vikuna umframt, at dystur er um vikuskiftið. Sum 1. liðsvenjari ert tú andlit felagsins og umboðar felagið úteftir.

Øll, sum hava áhuga, kunnu søkja starvið, men venjaraútbúgving og royndir, sum venjari, eru ein fyrimunur.

Setan:

Setanin er ein heildarmeting og verður sambært avtalu millum felag og venjara.

Samsýning og setanartreytir:

Verður avtalað partanna millum.

Nærri upplýsingar um starvið:

Hevur tú spurningar ella vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við formann felagsins Ólav S. í Ólavsstovu við at senda ein teldupost á olavur@fotboltur.dk

Umsókn:

Umsókn við CV, venjaraprógvum og viðmælum skulu sendast til nevnd@fotboltur.dk í seinasta lagi fríggjadagin 15. juli 2016.

Stutt um felagið:

ÍF Føroyar er eitt fótbóltsfelag fyri føroyingar í Keypmannahavn. Felagið varð stovnað 4.apríl í 1939 og hevur tí eina ríka søgu, har alskyns føroyingar hava slitið sínar fótbóltsskógvar millum ár og dag. Dentur verður lagdur á sterkt samanhald, har ið viljin at vinna og sosial samvera við øðrum føroyingum er í hásæti.

 

Køvið ikki eldhugan

Nevndin

Totalt avsmyrjing í Tårnby

Leygardagur 13. maj – AB Tårnby vs. ÍF Føroyar II: 0-8 (0-4)

0-1: Sjálvmál (Bárður)

0-2: Dion (Jósup)

0-3: Dion (Jósup)

0-4: Johan (Jósup)

0-5: Dánial (Jósup)

0-6: Jens Michael (Jósup)

0-7: Johan (Dion)

0-8: Johan (Dion)

 

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Hanus – Heine – Jóhan

Pætur (c) – Tummas

Jóhan Petur – Dion – Johan

Jósup

Bonkurin: Ásbjørn, Jens Michael, Dánial

 

Aftaná sera sannførandi 6-0 sigurin heima ímóti CSC, so trúðu menn, at ein heilt onnur og størri avbjóðing lá og bíðaði í Tårnby, serliga eftirsum at AB Tårnby júst frammanundan høvdu fingið javnleik ímóti hinum oddaliðnum í deildini, Fremad Amager. Ein sera vælmannaður hópur var tískil gott uppsettur til dystin, men tað skuldi skjótt vísa seg, at dysturin fór at blíva munandi meira stuttligur enn strævin.

Okkara menn settu okkum á dystin beinanvegin, og tað gekk ikki leingi, áðrenn bæði Dion og Johan fingu hvør sín møguleika til at skora, men Dion rakti ikki bóltin nóg reint við sínum fluktara, og Johan rakti ov tætt uppá málmannin við sínum skoti. Tað kom tó skjótt hol á, og tað var ongin annar enn Bárður, ið átti stóran leiklut í hesum. Hann brýtur gott ígjøgnum á høgru síðu og leggur ein somikið vandamiklan bólt innfyri til Jósup, at ein verjuleikari hjá teimum endar við at koma ímillum og sendir bóltin í egið mál til 1-0.

Stutt aftaná brúkar Dion ein hálvfluktara til at skjóta uppum og líka innstilla siktið, tí hareftir var ongin náði. Jósup stútar eitt innlegg úr vinstru víðari til Dion, sum úr høgru síðu høggur til fyrstu ferð og smekkar bóltin í málið til 2-0. Aftaná hetta lat triðja málið bíða eftir sær, men tað var absolutt ikki vegna vantandi málmøguleikar. Aftaná Jósup hevur brent ein fínan møguleika, so loyvir Johan sær at misnýta ein risamøguleika, har hann ópressaður frá stuttaru fjarstøðu hevur gott pláss til at róliga útplasera málmannin, men onkursvegna rakar hann ikki málið. Jósup fær enn ein góðan møguleika, sum ikki gevur mál. Dion roynir seg aftur við einum skoti, og til síðst er tað Jóhan Petur, sum við hørðum skoti aftaná innlegg bert skal raka alla aðrastaðni enn júst á málmannin, sum stendur fulstendiga seldur; men tíverri rakar hann beint á fótin hjá honum.

Ímóti endanum av hálvleikinum bar tó endiliga til aftur. Og aftur var tað Dion ið var uppá spæl. Jósup spælir bóltin til hann uttanfyri brotsteigin, og aftaná nøkur trekk framvið nakrar leikarar, so útplaserar hann málmannin við góðum skoti til 3-0. Beint áðrenn hálvleik eydnaðist tað eisini hjá Johan at koma á máltalvuna. Eitt innlegg frá Jóhan úr vinstru síðu endar í einum nærdysti millum Jósup og ein verjuleikara, har bólturin verður lagdur at til Johan, sum hesaferð fær gagnnýtt stóra møguleikan til at skora til 4-0.

Í seinna hálvleiki vóru fleiri málmøguleikar enn nakar hevur tíð til at skriva ella lesa í hesum eksamenstíðum, men tað kann nevnast at Jósup beinanvegin fekk sín higartil størsta møguleika til at skora, men ei heldur hesaferð var eydnan við honum. Men um tað ikki riggar at skora sjálvur, so er tað týdningarmikið at man kann hjálpa øðrum til at gera tað, og her var hann sera raskur. Fyrst kombinera Jósup og Dánial seg ígjøgnum verjuna í høgru síðu og ístaðinfyri at skjóta sjálvur, so serverar Jósup bóltin fyri Dánial, sum trygt kann skora til 5-0. Stutt aftaná spæla Jósup og Jens Michael saman í vinstru síðu, og hóast har enn var nógv arbeiði at gera, so megnar Jens Michael at fáa gott skot á, so bólturin syngur í málið til 6-0, annar dystur á rað, at hann skorar eitt sera hegnisligt mál.

Aftaná hetta byrjaði ein intens innanhýsis kapping um, hvør kláraði at koma tættast uppá at skora, uttan at skora. Jens var tætt uppá at fáa fleiri mál, og tað sama var Dánial, men síðsti neyvleikin í skotunum manglaði akkurát. Heine var eisini sera nær við aftaná hornaspark, og Jóhan Petur var aftur tætt uppá at koma á máltalvuna. Har var tó ongin, sum kundi kappast við Johan hendan dagin. Aftaná at hava brent nakrar fínar møguleikar aftrat, so endaði hann við at fáa ein møguleika sum (um møguligt) var størri enn tann, sum hann hevði í fyrra hálvleiki. Johan kann av røttum kallast ein málrevur, so hvussu tað eydnaðist honum at standa so leysur og tætt við málið og síðani at skjóta so langt og ófantaligt framvið málinum, má standa eftir sum ein ósvaraður spurningur (uttan so tú spyr Johan, sum ivaleyst hevur eitt skjótt og gott svar!).

Men sum tann málrevur hann er, so lat hann seg ikki ávirka av skommini og stríddist heldur víðari. Hetta gav eisini úrslit, tí ímóti endanum er hann fyrstur á ein langan rennibólt frá Dion og einsamallur við málmannin eydnast tað honum í aðru atløgu at skora til 7-0. Til síðst sendir Dion frá høgru síðu eina meistarliga avlevering inn til Johan sum opnar alla verjuna, og her er Johan endiliga ósvikaliga tryggur og syrgir fyri eitt hattrick til sín sjálvan og endaligu støðuna 8-0.

Fyri annan dyst á rað var tað sanniliga talan um enn ein róligan, vakran og fantastiskan dag á kontórinum. AB Tårnby vóru faktiskt ikki líka so vánaligir sum CSC, men tá ið hendan manningin er í hopla, tá er ikki nógv annað man kann gera enn at standa og njóta tað. Vónandi verður hetta sama mannagongd til næsta dyst, har mótstøðulið verða lokalrivalarnir úr Fremad Amager. Teir royna at fylgja við í hølunum á okkum í tabelluni, men tann jagstranin skal fáa ein bráðan enda komandi sunnudag.

 

Dagsins Leikari: Nógvir mans fingu uppiborðnar atkvøður aftaná hendan dystin, men hóast liðfelagarnir alsamt nærkast Dion, so eydnaðist tað honum fyri triðja dyst á rað at vinna heiðurin, sum Dagsins Leikari, har hann fekk tvær atkvøður meira enn Johan og Pætur.

 

Dagsins Detalja: Her kunnu nevnast fleiri detaljur, bæði áðrenn, undir og aftaná dystin. Av juridiskum orsøkum kunnu vit tó ikki fara í nærri detaljur viðvíkjandi koyritúrin hjá Dánial til Tårnby, men vit eru nakrir ið eru takksamir fyri at vit komu heilskaptir til dystin. Tað kann eisini nevnast, at Ásbjørn fyri fyrstu ferð í næstan 4 ár er sloppin framat aftur at vaksa klæðini, aftaná hann í 2012 á sera taktiskan hátt megnaði at oyðileggja eitt heilt leikarasett og harvið syrgdi fyri, at hann ikki bleiv biðin aftur. Eitt annað stuttligt faktum er at hóast vit hava vunnið tveir teir seinastu dystirnir við samanlagt 14-0, so hevur Jósup sum fremsti maður í álopinum ikki fingið nakað mál í teimum báðum dystunum. Um man er í tí fitta lagnum, so kann man leggja aftrat at hann hinvegin hevur lagt upp til næstan helvtina av teimum 14 málunum. Í sjálvum dystinum var Johan raskur til at stjala uppmerksomheitina og serliga tveir av misnýttu málmøguleikunum fara at liva longi í minninum hjá teimum, ið vóru vitnir. Men um man leggur happingarmentalitetin til síðis eina løtu, so var tað av sonnum ein stór frøi at síggja, hvussu Johan sum fremsti maður í álopinum spurtaði yvir 50 metrar heim fyri at hjálpa til at forða einum kontraálopi hjá hinum, hóast støðan var 6-0 og minni enn 10 minuttir vóru eftir. At Johan so skoraði beinanvegin aftaná vit fingu bóltin, ger handan sekvensin til ein uppibornan vinnara av Dagsins Detalju.

Klassamunur ímóti Christiania

Leygardagur 30. apríl – ÍF Føroyar II vs. CSC: 6-0 (4-0)

1-0: Johan (Dion)

2-0: Dion (Johan)

3-0: Dion (Dánial)

4-0: Jens Michael

5-0: Dánial (Jósup)

6-0: Dion (Johan)

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Teitur – Kaj – Dánial

Pætur (c) – Ingi S

Jens Michael – Dion – Johan

Jósup

Bonkurin: Ásbjørn, Jóhannus, John

 

Aftaná dramatiska og týdningarmikla sigurin ímóti Union, so skuldi tað visa seg at spæla ímóti Christiania minnir um at vitja Christiania: Tað kann blíva ein harður og villur umgangur um man sjálvur ger tað til tað, men sum oftast er tað bara avslapning og reint hygg. Hesin dysturin var uttan iva tað seinna, tí meira ómaksleysum og tryggum sigri skal man leita leingi eftir.

CSC høvdu áðrenn dystin latið nógv mál inn, so ætlanin var at leggja eitt høgt trýst á teir frá fyrsta bríkslið av, sum so sanniliga eisini gav úrslit beinanvegin. Fyrst brendi Johan ein stóran møguleika, so brendi Dion ein stóran møguleika, so legði Dion upp til 1-0 málið hjá Johan, og so legði Johan upp til 2-0 hjá Dion, alt áðrenn 5 minuttir vóru spældir! Bæði málini komu aftaná góðar avleveringar innum verjuna og verjan hjá teimum var sum heild sera passiv og kláraði yvirhøvur ikki at fylgja við allar yvirspælingarnar, sum komu frá miðjuni og bakkunum. Tað tók ei heldur langa tíð, áðrenn Dánial við framúr avlevering fann Dion, sum trygt kundi skorað til 3-0 áðrenn fyrsta korterið var avrunnið. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vann Jens Michael síðani bóltin á teirra hálvu, sneiddi sær elegant framvið fleiri leikarum og skoraði vakurt til 4-0. Ilt er at siga, um har nakrantíð náddi at vera lív ella spenningur í dystinum, men hetta fjórða málið sløkti ið øllum førum øll lívstekin. Aftaná hetta vóru ymiskir smáir og størri málmøguleikar, m.a. eitt fríspark úr 40-45 metrum frá Kaj, ið hevði uppiborið eina betri lagnu, men fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki var enn meira av tí sama, har klassamunurin var so mikið stórur, at tað bleiv torført ikki at taka seg eitt sindur av løttum. Men í minsta lagi royndi dómarin at geva okkum sindur av mótstøðu – tíðliga í seinna hálvleiki dømdi hann brotsspark til CSC í einari støðu, har Teitur átti fríspark. Symptomatiskt fyri dystin, so eydnaðist tað tó ikki CSC at raka málið frá 11 metrum. Restina av dystinum var bert spæl móti einum málið, og málmunurin kundi óivað verðið enn størri. Serliga Dion og Jósup fingu málmøguleikar, har teir á einum øðrum degi høvdu tímað at fingið mál, Dánial var eisini nær við og sjálvt John, Pætur og Bárður endaðu í vandamiklum støðum. Har komu tó bert 2 mál í seinna hálvleiki. Málið til 5-0 kom aftaná forarbeiði frá Jósup, sum Dánial avsluttaði við manér. Til síðsta málið var tað enn einaferð Dion og Johan ið vóru uppá spæl, har Johan syrgdi fyri, at Dion til síðst fekk sítt triðja mál og harvið eitt uppiborið hattrick. Dysturin endaði sostatt 6-0 til ÍF Føroyar, aftaná ein dyst har sjáldsama fáir sveittadropar noyddist at ofrast. Tað skal tó absolutt ikki klagast um manglandi spenningin, tí ofta hevur spenningsstøðið verið alt ov nógv av tí góða á 2. liðnum, so ongantíð betri, um man kann fáa fleiri ”keðiligar” dystir á sama hátt, har man bara kann sleppa at njóta flotta spælið, nógvu málini og tey trý ómetaliga tryggu stigini.

 

Dagsins Leikari: Í dag vóru atkvøðurnar meira javnt deildar enn í seinasta dysti, men hóast hann hevði bæði Inga, Johan og Pætur í hølunum, so endaði heiðurin enn einaferð trygt hjá Dion, sum fekk 7 atkvøður fyri sítt hattrick og sítt sum heild sera góða avrik.

 

Dagsins Detalja: Tað mest merkisverda við dagsins dysti var, at snøgt sagt einki merkisvert hendi. Dómarin hevði nakrar sera løgnar dømingar, men ein vánaligur dómari kann ikki sigast at vera serliga merkisvert á Kløvermarkini, heldur tvørturímóti. Hetta var ein so róligur og góður dagur á kontórinum, sum man kann fáa.

Drama, vilji og klassi fyri allar pengarnar!

Leygardagur 23. apríl – Union vs. ÍF Føroyar II: 2-3 (1-0)

1-0:

1-1: Sigurð (Dion)

1-2: Dion (Ragnar)

2-2:

2-3: Dion (Jens Michael)

Uppstilling:

Mathias

Sámal – Einar – Jóhannus

Dánial – Pætur (c) – John – Ragnar

Joseph

Jóhan Petur – Dion

Bonkurin: Sigurð, Jens Michael

 

Aftaná sigrar í báðum fyrstu dystunum, so var tað hesaferð ein øðrvísi og størri avbjóðing ið stóð fyri framman hjá ÍF Føroyum. Union hevði undan dystin leikt tríggjar dystir og vunnið allar, so her var lagt upp til eitt satt brak millum tvey lið við fullum stigatali. Uppgávan bleiv ikki gjørd lættari fyri okkara 2. lið, eftirsum liðið var sera hart rakt av mongum avboðum, men tá er tað gott at hava ein bæði breiðan og sterkan hóp.

Til dystin føldi venjarin seg noyddan at eksperimentera við heilt nýggjari spæliskipan, sum teir flestu leikararnir ikki høvdu roynt fyrr. Hetta hevði sjálvandi við sær ein ávísan risiko, men lukkutíð tók tað ikki langa tíð hjá leikarunum at koma inn í skipanina og dystin. Union høvdu møguliga bóltin eitt sindur meira, men teir høvdu stórar trupulleikar við at bróta ígjøgnum defensiva strukturin, samstundis sum okkara menn vóru ein støðug hóttan uppá umstillingar. Í fyrra hálvleiki komu bæði John, Jóhan Petur, Joseph og Dánial í vandamiklar støður, har líka tann síðsta nertingin ella neyðuga hepni manglaði. Einar og Dion høvdu eisini báðir giftig langskot, har sera lítið manglaði í til at geva dreymamál. Union megnaðu sum nevnt ikki at bróta ígjøgnum og beinleiðis spæla seg fram til nakrar opnar málmøguleikar, men harafturímóti vóru teir sera vandamiklir uppá deyðbóltsstøður, har serliga teirra hornaspørk góvu okkum stórar trupulleikar. Tvær ferðir innanfyri stutta tíð noyddist Sámal at bjarga bóltin á strikuni aftaná hornaspark, men til síðst endaði tað galið, tá ið Union beint undan hálvleik endiliga fekk stútað bóltin í netið til 1-0, aftur aftaná hornaspark.

Hóast aftanfyri í hálvleikinum, so høvdu leikararnir gott mót og vóru sera uppsettir uppá at venda gongdini. Nakrar fáar broytingar blivu gjørdar og hesar skuldu vísa seg at fáa stóra ávirkan seinni. Dion spældi sum 10’ari í seinna hálvleiki, og tað tók ikki langa tíð, áðrenn hann gjørdi um seg fyrstu ferð. Ein góð stikning, frá innskifta Sigurð, spælir Dion leysan frá málmanninum og Dion megnar eisini at sneiða seg framvið honum, men tíverri bleiv vinkulin ov spískur, og Dion rakar stongina ístaðinfyri tóma netið. Hesin skaðin skuldi tó skjótt blíva gjørdur góður aftur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fáa okkara menn sostatt 2 mál uppá 2 minuttir. Tað fyrsta kom enntá aftaná hornaspark, so nú sloppu teir at smakka teirra egna heilivág. Dion sendir ein bólt til aftastu stong, har ein leysur Sigurð kemur lúrandi og trygt stútar bóltin í málið til 1-1. Minuttin aftaná endar gott uppspæl við, at Ragnar verður leysur á vinstru síðu og harfrá sendir hann eina flata avlevering inn til Dion, sum stendur beint uttanfyri brotsteigin. Tað kann væl vera, at Dion frammanundan ikki megnaði at skjóta bóltin í tómt mál frá 2-3 metrum við sterka fótinum, men í hesari støðuni gjørdi hann ikki mætari enn at høgga til bóltin fyrstu ferð við veikara fótinum frá 18 metrum og knúsa hann í síðunetið til 2-1.

Viljin var í forvegin ovurstórur, men hann bara vaks aftaná hetta og Union tyktiskt rystir. Tíverri skuldi dómarin og deyðbóltsstøður aftur vísa seg at vera ein stór avbjóðing. Við 20 minuttum eftir velur dómarin fyrst at geva eitt bílligt gult kort til Jóhannus og harvið verða 11 mans skerdir til 10. Fyri at gera ilt verri, so bleiv eftirfylgjandi frísparkið eisini sparkað inn í brotsteigin, har ein hjá teimum er fyrstur á bóltin og skorar til 2-2. Man náddi næstan at stúra fyri tí ringasta, men ístaðinfyri at fella í fátt, so kempaðu allir mans so dúgliga at man skuldi trúð, at vit vóru 12-14 mans ístaðinfyri 10. Union roynir sjálvsagt at leggja trýst á, men hetta opnar fyri kontraálop, og júst hetta skuldi vísa seg at blíva avgerandi. Ein tilfeldigur bóltur á egnari hálvu endar hjá innskifta debutantinum Jens Michael, sum sær Dion byrja sítt løb í djúpdina. Heimaliðið roynir at gera offside-fellu, men timingin av bæði renni og avlevering er perfekt, og Dion blívur sostatt púra leysur við málmanninum í vinstru síðu. Øgiligt trýst er á Dion í støðuni, men hann er ísakaldur á markinum til tað psykopatiska og í besta Henry/Martial/Niels Rødgaard-stíli leggur hann bóltin róligt og trygt í síðunetið í høgru síðu og útloysir harvið fyri aðru ferð eina sanna eksplosión av gleði.

Tíðin gongur ómetaliga seint teir síðstu 10 minuttirnar, og Union trýsta øgiligt á, men har eru ongin sum helst vegur ígjøgnum múrin av føroyskum Mannfólki (við stóra M!), og hóast Pætur noyðist at trekkja eitt gult kort ímóti endanum, so er tað tættari uppá at vit skora uppá kontra enn, at teirra trýst gevur nakað úrslit. Tað var kortini eitt ótrúligt lættilsi at hoyra síðsta bríkslið og fáa staðfest dramatiska sigurin ímóti kappingarneytunum í oddinum. Sjáldan hevur venjarin verið so himmalska lukkuligur aftaná ein dyst, har man noyddist ígjøgnum allar kenslur, áðrenn tað til síðst endaði lukkuligt. Fyri hetta, eigur hvør einasti maður á liðnum, stórt rós uppiborið og meira avtrat, tí hetta var sjálv definitiónin uppá eitt mannfólkaavrik!

 

Dagsins Leikari: Hóast hvør einasti maður hevði uppiborið atkvøðu, so slapp man allíkavæl ikki uttanum at har serliga var ein (leikari) sum átti sera stóran leiklut í sigrinum. Teir defensivu fingu nakrar atkvøður fyri sítt stríð, men aftaná 1 assist og 2 framúrskarandi vøkur og týdningarmikil mál, so bleiv tað ein stórsigur til Dion, sum við 11 atkvøðum setti nýtt met hetta kappingarárið.

 

Dagsins Detalja: Dysturin sum heild var ein stór lekkur fantastisk detalja. Millum áskoðararnir var navnframi John Rødgaard – sum hevur megnað at vunnið greipuna í føroyskum fótbólti sum leikandi venjari hjá TB – og hann segði seg vera beinleiðis ovfarnan av høga støðinum, ið bleiv lagt fyri dagin. Men um ein ávis detalja skal finnast, so vóru teir flestu á einum máli um, at hendan detaljan fann stað aftaná fyrsta málið hjá Dion. Her var venjarin so fegin og kátur, at hann rann inn á vøllin fyri at jubla saman við leikarunum og hetta gekk møguliga ið so hart fyri seg, tí endin var at stakkals Ragnar fekk ein alboga í høvdið og aftaná sá út sum hann hevði tapt ein boksidyst, alt uttan at venjarin varnaðist nakað. Hetta forðaði tó sjálvandi ikki Ragnar ”Lothbrook” í at stríðast víðari á sama hátt.

Lekkurt liðavrik hjá 2. liði

Leygardagur 16. apríl – ÍF Føroyar II vs. FA 2000: 3-0 (0-0)

1-0: Jósup (Ingi S.)

2-0: Ingi S. (Jósup)

3-0: Dion (Jósup)

Uppstilling:

Mathias

Bárður – Kaj – Svenn – Ragnar

Pætur (c)

Jóhan Petur – Ingi S.

Ingi P. – Jósup – Dion

Bonkurin: Jóhannus, Dánial, Beinir

 

Aftaná ein tepran sigur í ársins fyrsta dysti, so kom túrurin til ársins fyrsta heimadyst á Kløvermarkini. Í fjør taptu okkara menn ímóti gestunum úr FA 2000, so nú skuldi stríðast fyri bæði revansju og 3 týdningarmikil stig. Lukkutíð var føroyska liðið bæði vælmannað og vælupplagt hendan dagin.

Fyrsti málmøguleikin fall tó til FA 2000. Aftaná fáar minuttir fáa vit eitt horna, men hetta endar við einum kontraálopi til hinar og frá nokkso fríari støðu, skjýtir ein hjá teimum bóltin stutt framvið málinum. Ein hampuliga stórur møguleiki, men hann skuldi eisini vísa seg at vera tann einasti teir fingu í øllum dystinum.

Aftaná hetta setti ÍF Føroyar seg á dystin og nærkaðist alsamt meira einum máli. Tann síðsti nertingin manglaði kortini í fyrra hálvleiki, har antin síðsta avleveringin ella avslutningin manglaði neyvleika. Jóhan Petur, Kaj, Dion og Jósup komu allir í slíkar vandamiklar støður har bert tað síðsta manglaði og Ingi S. fekk enntá ein stóran møguleika til at skora, men brendi frá stuttari frástøðu. Tá ið man hugsar um hansara mál seinni í dystinum, so hevur hann sikkurt hildið hendan møguleikan vera ov lættan at skora uppá.

Tann størsti málmøguleikin kom tó í yvirtíðini, tá ið tað bleiv bríkslað fyri brotsspark til ÍF Føroyar. Hóast venjarin ikki var partur av dómaraseðlinum, so eru mangir aðrir góðir skjúttar at velja ímillum, men har var serliga ein sum hevði sjálvsálitið í topp. Kaj hevur sikkurt hugsað, at tá ið hann kann skora frá 40-45 metrum, so burdi 11 metrar verið so lætt, sum at finna ein fullan føroying á Skarv. Kaj fór eisini trygt til bóltin og sendi málmannin skeiva vegin, men tíverri sendi hann eisini bóltin skeiva megin stólpan og framvið málið.

Hálvleiksstøðan var sostatt enn 0-0, men spælið var gott, so venjarin kundi ikki gera nógv annað enn at biðja leikararnar raka málið í seinna hálvleiki og hesum boðunum aktaði teir sera væl. Longu aftaná fáar minuttir verður ein langur bóltur sendur inn í brotsteigin hjá FA 2000, og har var Ingi S. fyrstur á bóltin og við bringuni leggur hann bóltin perfekt av til Jósup, sum líka so perfekt høggur til bóltin fyrstu ferð og fluktar hann í málið við bæði megi og neyvleika. Málmaðurin kann onki gera og 1-0 til stóra frøi á Kløvermarkini.

Armarnir á síðulinjuni vóru illa nokk komnir niður aftur, áðrenn Jósup og Ingi S. aftur vóru uppá spæl, men hesaferð skifti teir leiklut. Aftaná eina fiksa lítla 1-2 kombinatión við Jósup mitt á teirra hálvu, fær Ingi bóltin 20-25 metrar frá málinum og harfrá sendir hann eitt hart, lágt og sera gott skot í síðunetið til 2-0.

Man helt enntá, at tað eisini bleiv 3-0 sera stutt aftaná, men hesaferð gjørdi teirra málmaður eina rimmar bjarging, tá ið hann bjargaði einum annars góðum skoti frá Jósup. 3-0 málið kom tó seinni og enn einaferð varð talan um eina sanna perlu. Dion fær bóltin á egnari hálvu og spælir bóltin til Jósup, sum frá miðjuni leggur ein langan bólt í djúpdina. Har er ongin hjá teimum sum kann fylgja við Dion í fullari ferð og teirra málmaður kennir seg noyddan at koma sindur út úr málið og ímóti Dion. Hetta skuldi hann ikki havt gjørt, tí Dion ger ikki mætari enn at leggja eina følda innarasíðu á bóltin fyrstu ferð og leggur bóltin í ein høgan, bleytan og flottan boga yvir málmannin og í netið til 3-0.

Har vóru eisini málmøguleikar til 4-0, har serliga fríleyparin hjá Dánial kann nevnast, men hann var í tí miskunnsama lagnum og valdi at skjóta bóltin framvið málinum og harvið goyma málskjótingina til okkurt annað og meira týdningarmikið tíðspunkt.

Ein sera uppiborin sigur, har tað defensiva stóð perfekt og tað offensiva spælið riggaði til fulnar, so alt í alt kann ikki sigast annað enn at lovandi byrjanin heldur áfram. Hetta var enntá ímóti einum liði sum vunnu trygt ímóti okkum í fjør, so tað ber eisini vitni um munandi framgongd og eitt spennandi kappingarár fyri framman.

 

Dagsins Leikari: Har vóru fleiri leikarir ið fingu væluppibornar atkvøður aftaná flotta liðavrikið, m.a. Pætur, Dion og Jósup. Kappingin stóð tó ímillum Svenn og Inga Sørensen, og her fekk Ingi akkurát eina atkvøðu meira og harvið eisini heiðurin sum Dagsins Leikari. Ingi hevði bæði flott upplegg, flott mál og flottan avbrennara at vísa á, so tað var eisini ein uppiborin heiður.

 

Dagsins Detalja: Har vóru nakrar smávegis detaljur, m.a. Jóhan Petur sum gjørdi tvær fúlar tunnellir á sama fornermaða leikara og t.d. venjarin ið lukkaðist sum spámaður úti á síðulinjuni (hann spáddi rætt at Ingi fór at skora til 2-0 og at Dion fór at fáa eitt flott mál til 3-0, men tað nýtast vit ikki at nevna), men fyri aðru ferð á rað, so er tað Kaj ið fer avstað við uppmerksumheitini. Hann skoraði sum kunnugt sigursmálið næstan frá miðjuni av í seinasta dysti og til hendan dystin var ongin ivi um, at Kaj hevur fingið blóð uppá tonnina av tí sama. Hóast hann spældi allan dystin í miðverjuni, so hevði hann ikki minni enn 5-6 royndir uppá mál, m.a. ein liggjandi hálvfluktara, eitt fríspark frá 40 metrum langt úti á høgru síðu (!), brotssparkið og nakrar stútarar. Hóast tað ikki eydnaðist honum at fáa mál hesaferð, so var tað áhugavert og stuttligt at uppliva hesa støðugu hóttanina. Um man var ein frekur oddsari, so hevði man nokk koyrt nøkur oyru á Kaj til at gera um seg á toppskoraralistanum í ár.

Heim aftur ongul í reyv…

Leygardagin fór 2. liðið allan vegin til Hellerup, har slagið skuldi standað á vakra heimavøllinum hjá B1903. Sólin skein alfagurt og líkindini vóru perfekt til góðan fótbóltsdyst. Hetta bleiv tó væl og virðiliga broytt seinni.


Sjálvur dysturin var sera tættur, uttan at tað hendi stórvegis. Liðini skiftist um at halda uppá bóltin og trekkja seg aftur. Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið møguliga sindur meira yvirvág í spælinum, men tað var hinvegin ÍF Føroyar ið stóð fyri teir fáu málmøguleikar ið vóru. M.a. hevði J skot beint framvið málið, JD bleiv takklaður í skotløtuni og Johan var nakrar ferðir um reppið til at koma fram til góðar møguleikar, men tað bleiv allatíðina bert til ”lige ved og næsten”. Í hinum endanum stóð tann defensivi múrurin stinnur, sostatt at tað vandamiklasta hinir komu fram til vóru nøkur innlegg.


Støðan var tískil 0-0 í hálvleikinum, men 2. hálvleikur byrjaði sum eitt óðveður, bókstaviliga! Aftaná fáar minuttir fekk Johan størsta møguleikan í dystinum, aftaná ein tilvildarligur bóltur datt fyri føturnar á honum í fríari støðu fáar metrar frá málinum. Tíverri kom málmaðurin framúrskarandi skjótt og væl út og fekk bjargað skotinum frá Johan. Um hetta mundið var veðurlagið broytt somikið nógv, at sjálvt Móður Føroyar hevði verið æviga stólt. Uppá lítla løtu fór veðrið frá sól og turt til ódn og monsunregn, og tá ið hekklingur og torusláttur eisini kom uppí leikin, noyddist dómarin at steðga dystinum fyribils, til tess at menn kundu fáa tak yvir høvdið eina løtu.


Lagið var tó framvegis gott og skemtiligt og uml. 15-20 min. seinni sloppu menn í aktión aftur. Um okur enn vóru vátir og kaldir er ilt at siga, men faktum er tíverri at heimaliðið kom væl betri frá byrjan aftaná ófrívilliga steðgin. Eitt fríspark tætt uppá miðjarsirkulin bleiv skotið sera væl innfyri og har var ein dani fyrstur og fekk stútað til 1-0. Sum um tað ikki var frustrerandi nokk at B1903 skoraðu uppá sín fyrsta málmøguleika, so var seinna málið óendaliga frustrerandi. Eitt hart innlegg frá 30-35 metrum rakar ein føroyskan verjuleikara, sum stendur 20-25 metrar frá málinum, men málverjin verður fangaður á skeiva beininum og bólturin fer onkursvegna inn í nærmasta horn. Tað gongur long tíð ímillum at man sær heldigari mál.


Aftaná hetta bleiv tað sera torført, tí ódnarveðrið gjørdi tað fulstendiga ógjørligt at spæla fótbólt. Bólturin steðgaði t.d. ofta á tí váta vøllinum og hetta var til stóran fyrimun fyri heimaliðið, av tí at umstøðurnar vóru perfektar til at bert skula verja eina leiðslu, ístaðinfyri at spæla fótbólt. Ein redusering kom tó, aftaná Emil stútaði ein bólt inn um verjuna, har toppskjúttin Johan var ísakaldur (bæði so og so) einsamallur við málverjanum. Trýstið á heimaliðið vaks fyri hvønn minutt, men inn vildi bólturin ikki. Sigurð var so óheppin at glíða í skotløtuni tá ið hann fekk ein stóran málmøguleika og teir flestu hildu eisini at Reidar skoraði ímóti endanum, men hansara stútari fór tíverri beint uppum. Endaligið úrslitið bleiv tí 2-1 til B1903, men ongin ivi er um at ÍF Føroyar høvdu uppiborið betri.

Uppstillingin:
Sjúrður
Ásbjørn – Hanus – Teitur – Jóhannus
Ingi S. – Emil – J – JD.
Jóhan Petur
Johan
Bonkurin: Bartal, Sigurð, Jákup S.

Dagsins Leikari:
Aftaná sera gott avrik í miðverjuni, fór Hanus trygt avstað við heiðrinum við 6 atkvøðum.

Dagsins Detalja:
Sjúrður var offur fyri fúlari stempling á knæið og ongin í øllum Hellerup var í iva um at hann fekk ilt. Hann fekk eisini fríspark, men var sjálvsagt í øðini um at gerningsmaðurin onki kort fekk. Hann fór tí í harðmælt kjak við dómaran um hetta, aftaná hann endiliga var komin á føtur aftur. Dómarin var tó somikið skelkaður av hesum at hann als ikki visti hvat hann skuldi siga. Hann fekk bert mumlað og stamað okkurt ósamanhangandi nonsens út, sostatt at Sjúrður til síðst bleiv so ótolin at hann kølnaði niður aftur og droppaði at skeldast víðari. Ringt er at siga um dómarin valdi hesa mannagongd við vilja, men faktum er so at hann fekk sissað Sjúrða, so tað er væl møguligt at dómarar kring alt Keypmannahavn fara at skriva hesa lítlu fintuna aftanfyri oyra 😉

Tættur og vælspældur dystur fekk 2. lið á stigatalvuna!

Veðrið var líka so vakurt sum lagið var gott, tá ið 2. liðið hjá ÍF Føroyum leygardagin tók ímóti Dragør á Kløvermarkini.

Ynskið um at fáa tey 3 stigini var stórt, bæði eftirsum at 2. liðið tapti sín fyrsta dyst, samstundis sum hetta eisini var fyrsti dysturin hjá nýggja venjarinum, Niels S. Rødgaard. Hetta kom eisini til sjóndar á vøllinum.
Dysturin byrjaði tó ikki so sannførandi. Menn skuldi líka koma í gongd aftaná langa summarsteðgin og har var ikki nógv at skriva heim um fyrstu 15-20 minuttirnar, burtursæð frá nøkrum kvalifiseraðum langskotum.
Men so byrjaði nýggja offensiva duo’in, Johan og Joseph, at bíta frá sær og brilliera. Joseph leggur eina perfekta stikning og Johan time’ar eisini sítt løb til perfektión, sostatt at offside fellan verður fulstendiga snýtt. Einsamallur við málmannin er Johan ísakaldur, avdriblar hann og setir bóltin trygt í tóma netið til 1-0. Stutt aftaná býta teir báðir um rollur, har teir aftaná fornemma 1-2 kombinatión skera ígjøgnum verjuna sum heitur grindaknívur gjøgnum bleytt smør, sostatt at Joseph blívur púra leysur við málmannin, har hann er líka ósvikaliga tryggur og økir til 2-0. Synd at Jack & Jones longu hava patent á vørumerkið J&J.

Restina av hálvleikinum royna Dragør at trýsta á, men miðvøllurin stríðist sum úlvar á skóg, samstundis sum sterka verjan stendur stinn og avvísir øllum. Faktiskt var tað bert einaferð vandi á ferð. Hetta var tá ið ein høgur bóltur bleiv lagdur aftur til Sjúrða, men góði og karakteristiski bóltførleikin kom honum enn einaferð til góðar, so hann trygt fekk fluktað bóltin vekk.

Johan hevði enn ein fríløbara ella tveir aftaná bæði gott uppspæl og flott einmansavrik, men hann var ikki áhugaður í at drepa spenningin í dystinum, so farið var til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki var sama mynstur. Dragør høvdu bóltin meira og meira, men ÍF Føroyar stóð gott og kompakt. Hetta fekk Dragør til at senda alsamt fleiri langar og høgar bóltar, men verjan og serliga miðverjan við Teitur og Reidar syrgdu fyri at tað ongantíð bleiv rættiliga vandamikið.
Hinvegin vóru okkara menn sera vandamiklir uppá effektivt umstillingsspæl. Tó kann man eisini mistonkja leikararnar fyri at hava avtalað áðrenn dystin at nýggi venjarin skuldi haldast á pínubonkinum so longi sum gjørligt. Reidar var tætt við at fáa mál aftaná framúrskarandi einmansavrik, Ásbjørn var sera tætt uppá at fáa prikað bóltin í málið og Joseph valdi eisini at skjóta skeivu megin síðunetið frá 1-2 metrum.

Aftaná hetta hendi sjálvandi tað ið ikki skuldi henda: Fyri fyrstu ferð í dystinum verður Sjúrður ordiliga testaður og megnar eisini at gera eina flotta bjarging, men tíverri bleiv returbólturin settur í netið til 2-1 við 15-20 minuttum eftir.

Leikararnir vóru tó trúfastir ímóti áðurnevndu loyniligu avtalu og gjørdu sítt besta fyri ikki at punktera dystin. Samstundis sum teir stríddist fyrimyndarliga væl og framvegis fyri tað mesta spældu gott, so kom tað triðja málið ongantíð. Ingi var annars nær við við einum heilfluktara og Johan fekk eisini tveir møguleikar avtrat, har hann á einum vanligum degi hevði fingið mál. Tað skal tó nevnast at hann sjálvur stóð fyri at skalla seg sjálvan frían til ein fríløbara, ein imponerandi aktión sum man ikki sær ofta.
Men aftaná 5-6 min. av yvirtíð og ið so nógvum spenningi, kundi ein sera fegin venjari hoyra dómaran bríksla fyri síðstu ferð og staðfesta 2-1 sigurin.

Uppstillingin:
Sjúrður
Jákup – Reidar – Teitur – Bartal
Hanus E. – Ásbjørn – Jóhannus – Hanus M.
Joseph
Johan
Bonkurin: Ingi , Bárður, Sigurð

Dagsins Leikari:
Joseph fekk bæði debut, mál, assist og heiðurin sum Dagsins Leikari við 6 atkvøðum.

Dagsins Detalja:
Aftaná horna til ÍF Føroyar endar bólturin hjá einum leikara hjá Dragør, sum spurtandi fer avstað í vandamikið skjótálop gjøgnum síðuna. Venjarin hjá ÍF Føroyum brølar at leikararnir skulu koma aftur, men hetta gjørdi hann eftir øllum at døma so hart og ofta at áðurnevndi leikarin byrjar at skeldast við venjaran, ímeðan hann framvegis hevur bóltin! Hetta distraheraði leikarin somikið nógv at sjálvt Teitur náddi at renna hann uppaftur og fáa bóltin av vandaleið. Hetta elvdi eisini til sindur av balladu aftaná dystarlok, men i krig, kærlighed og Serie 2 gælder alle kneb 🙂

Hørð byrjan hjá 1.liði

Eftir langa summarferiu frá fótbólti byrjaði kappingin í Seriu 1 aftur seinasta fríggjadag. Mótstøðuliðið fyrsta dystin vóru Husum, sum seinasta ár endaðu á einum 2. plássi, 1 pláss frammanfyri okkum. Tískil kundi man vænta ein torføran dyst, nú tvey av toppliðunum frá undanfarna ári hittust. Hetta var somuleiðis eisini fyrsti dystur, sum bleiv leiktur á teirra nýggja graslíkisvølli, og tí bleiv nógv gjørt burturúr rundan um dystin; matur, roykur, DJ og nógvir áskoðarar.
Dysturin livdi tó ikki upp til rammurnar rundan um hann – í hvussu er ikki fyri okkara viðkomandi. Tá dómarin floytaði til hálvleiks, vóru vit longu aftanfyri 3-0. Husum hevði leikliga yvirvág, og tó at teir ikki skaptu so nógvar møguleikar, so vóru teir effektivir, tá teir fingu møguleikan. Vit hinvegin vóru ov stirvnir í uppspælinum og gjørdu ov nógvar feilir.
Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur løgin. Vit vóru ikki meir enn byrjaðir, so skoraðu teir aftur, og dysturin var tá endaliga avgjørdur. Eftir hetta fór luftin líkasum úr ballónini, og dysturin dovnaði nakað. Vit spældu okkum eftir hetta fram til fleiri møguleikar, men fingu bert tað eina málið. Endaliga úrslitið gjørdist tí 4-1 til Husum.

Mikudagin 12. august spældi 1.liðið eisini ein steypadyst. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini ímóti Hvidovre, sum spæla í 2.division øst. Tann dysturin endaði heili 6-0 til mótstøðuliðið.

Eftir tveir dystir, tvey tap og eina málúrtøku sum sigur 1-10 er tíð til at reisa seg aftur! Hetta verður vónandi gjørt leygardagin kl. 15.00, tá 1. liðið møtir Østerbro IF á Kløvermarkini. Øll eru vælkomin at stuðla.

Liðið móti Husum: Heini – Uni, Bárður, John, Jóhannus – Erland, Emil, Sigurð, Bogi, Rói – Jóhan E.
Á Beinkinum: Jóhan G, Ásbjørn og Andras.

Málmaður vísti stórspæl í tapi

Í góðveðrinum leygardagin á Kløvermarkini spældi 2. lið sín fyrsta dyst í heysthálvuni.

Valby kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki eftir eina verjuvillu. Ein verjuleikari roynir at dribla forbí ein mótstøðuleikara, men missir bóltin. Áleyparin hjá mótstøðuliðnum kemur einsamallur móti Sjúrði. Sjúrður bjargar fyrsta skotinum, men fær einki gjørt við returin. 0-1 til Valby.

Dysturin gjørdist javnur, hóast Valby hevði teir betru málmøguleikarnar. Sjúrður hevði fleiri stórbjargingar. Eina eftir frísparksroynd, har hann fekk parrera út í síðuna og eina refleksbjarging eftir góða fríspæling hjá mótstøðuliðnum.

Um miðjan seinna hálvleik javna vit. Tummas verður meistarliga spældur fríur eftir eina sera góða avlevering frá Áslakki og einsamallur við málmannin sveik hann ikki. 1-1 og nú trúðu vit orduliga upp á sakina.

Tá eini 5 minuttir restaðu eftir av dystinum skora Valby til 1-2. Málið kom eftir uppspæl í teirra høgru síðu og endaði við at ein áleypari hjá teimum úr 5 metra fjarstøðu kom at standa fríur og knallaði bóltin í kassan. 1-2 til Valby.

Í eini roynd at javna, satsaðu vit og koyrdu fleiri fólk fram í álopi. Hetta vísti seg tó ikki at bera frugt og fingu Valby eitt mál afturat. Dysturin endaði 1-3 til Valby. Hóast trý mál fóru ígjøgnum, so vísti málmaðurin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, stórspæl og var tað ikki fyri hann kundi tapið verið enn størri.

Næsti dysturin verður leygardagin 29. august móti Dragør. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar hann kl. 13:00.

Liðið hendan dagin:

Sjúrður; Ásfinnur, Jákup, Sámal, Bartal; Jaspur, Tummas, Johan, Hanus; Áslakkur; Brian

Á beinkinum: Leo, Bergur J og Bergur S

Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.
Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.