Mong avboð høvdu við sær, at eitt nú Búgvi Øster varð fluttur fram í álopið og aðrar gamlar rottur vórðu funnar fram til dagsins dyst, men tað skuldi vísa seg at vera ein heilt skilagóð avgerð hjá Eyðuni Mylná.
Nú, tá flettingin er fyri og menn ganga fjøllini heima í Føroyum, so høvdu føroyingarnir, ið vóru eftir í Keypmannahavn, eina stóra uppgávu fyri framman. Vann 3. liðið móti Eysturbrúgv-monnum í dagsins dysti, so var uppflytingin til Seriu 3 veruleiki!
Lagt varð út við einari varligari 4-4-2 uppstilling við Óla Jákup í málinum. Frammanfyri sær hevði Óla Jákup rógvarnar báðar, Sámal Einarsson og Áka Olsen, meðan toftamenninir á liðnum hendan dagin, Gestur Hansemar Poulsen og Trúgvi Kjeld vóru á bakkplássunum. Gestur var onnur rutineraða rottan á liðnum og kom heilt væl frá uppgávuni sum vinstri bakkur. Kanska var tað Intertoto dysturin móti St. Gallen við B68 afturi í 2002, ið gjørdi útslagið, tá alt kom til alt!
Miðjan var mannað av Djóna, Bartali, Berguri og Sylva, meðan Árni og Búgvi vóru frammi í álopinum. Og serliga var tað Búgvi, ið vísti seg at hava bundið lissurnar rætt hendan dagin. Aftaná 10 min. hevði Búgvi longu havt tvey skot á málið hjá Østerbro, men tíverri vóru hesi skot ikki so farlig. Kanónin hjá Búgva var ikki heilt hitað upp enn, hóast nógva krúti í skjáttuni fyrstu løtuna av dystinum.
Tó var tað ein annar maður, ið stjól myndina fyrst í dystinum – ein maður, sum onkursvegna onga atkvøðu fekk til atkvøðugreiðsluna aftaná dystin. Ótrúligt! Bartal Højgaard var SERA eyðsýndur á ÍF Føroyar-miðvøllinum, og tað var hann, ið legði føroyingarnar á odda, tá hann vann bóltin á miðjun vølli. Hetta, eftir at Østerbro-leikarnir sløsaðu í uppspælinum. Bartal fór rekandi við bóltinum móti málinum, og tá málverjin helt, at hin áleyparin hjá ÍF Føroyum skuldi fáa bóltin, stillaði hann seg mestsum uttanfyri aðra stongina, og so var laga manni hjá Bartali at leggja bóltin í Østerbro-málið til stóra frøði hjá bæði leikarum og venjara ÍF Føroya, Eyðuni Mylná!
Men Eysturbrúgv-leikararnir vóru ikki møttir upp at vera pin-up-dukkur hendan dagin. Teir vildu gjarna oyðileggja føroyska uppflytingarballið, og stutt eftir at Bartal hevði lagt føroyingarnar á odda, javnaði Østerbro til 1-1 eftir hornaspark. Hetta var samstundis hálvleiksstøðan.
Í byrjanini av seinna hálvleiki lúrdu liðini hvørt annað av. Tó var tað Búgvi Øster, ið longu eftir 3 sek. hevði framt fyrsta frísparkið, ið sá út sum ein maður “with a mission!”. Missiónsferðin hjá Búgva kom til sín rætt, tá hann 10 min. inn í seinna hálvleik, legði okkum á odda 2-1, tá Árni og Búgvi spældi eitt-tvey millum seg, ið endaði við, at Búgvi gjørdist einsamallur við málmanninum. Ísakaldur sum roysningurin, ið hevur ferðast millum Ísland og Føroyar seinastu tíðina, legði hann bóltin trygt í netið til støðuna 2-1. Málmaðurin hjá Eysturbrúgv-búgvum var eins og steinrunnin og kundi einki gera, uttan at fílast á egna verju, ið hóast gjørdu sítt allar ítarsta, einki kundi stillað upp móti vandamikla áleyparanum Búgva Øster av øllum monnum!?! Høvdu føroysku fjallmenninir vitað betur…
Sami Búgvi legði eisini ÌF Føroyar á odda 3-1, tá Duracell-kanin á vinstra vongi, Djóni við góðum bólti, legði bóltin afturum Østerbro-verjuna, har Búgvi, í sonnum Drogba-stíli, bardi seg framum alla Østerbro-verjuna og beindi bóltin í Østerbro-málið við góðum skoti á stólpan og inn! 3-1 til ÍF Føroyar!
Dysturin tóktist avgjørdur, men Eysturbrúgv-íbúgvarnir vildu um nakað annað oyðileggja føroyska uppflytingaraballið! Teir blakaðu fimm mans fram í álopið, og tað gav tíverri bonus, tá teir minkaðu um munin til 3-2.
Tá Østerbro høvdu minkað um munin, tevjaðu teir blóð! Tað sást tíðiliga á monnum, at teir vildu oyðileggja føroyska ballið. Enn sum áður, lupu teir á við mongum monnum, og tað var til mikið høvuðbrýggj hjá føroysku verjuni og venjaranum, Eyðuni Mylná! Og júst Eyðun Mylná skuldi vísa seg sum ein góðan taktikkara, tá hann umrokeraði uppá uppstillingina. Gestur, ið hevði staðið uttanfyri og hvílt seg í nakrar minuttir kom inn aftur á vinstra bakk, og so bleiv Sigurjón fluttur fram í rolluna sum falskur 9-ari. Hetta skuldi vísa seg at vera eitt genialt taktiskt trekk av Eyðuni Mylná! Álopini bylgjaðu aftur og fram hesa løtuna og Østerbro-leikarnir royndu seg við nøkrum langskotum uttanifrá, men Óla Jákup Bech bjargaði skotunum eins og var tað eitt myndatól til staðar! Jú, trýstið var øðiligt hesa løtuna! Men so var tað, at Sigurjón, í hansaru følsku 9-ara rollu, spældi eitt-tvey við Bartal í skjótum kontramøguleika. Bartal fekk bóltin á miðjum vølli, vendi sær, og spældi síðani eitt-tvey við Sigurjón, ið ørkymlaði Østerbro-verjuna somikið nógv, at tað kendist sum løtuna, tá Móses deildi Reyða Havið upp í tvey! Sigurjón var svitaleysur og smekkaði bóltin í málið til støðuna 4-2! Sigurjón hevur einans spælt tveir dystir fyri ÍF Føroyar hetta kappingarárið, tá á hevur staðið. Men hansara hagtøl tala fyri seg! Hann hevur spælt tveir dystir, fingið tveir málmøguleikar og skorað tvey mál!!! Ikki eiti á hagtøl!
Hetta kendist sum ein vátur vøttur í andlitið á Eysturbrúgv-búgvum, eins og tað kendist sum ein lætti fyri føroyingarnar!
Danska trýstið stirnaði heilt, tá Áki Olsen smekkaði bóltin í málið við høvdinum til støðuna 5-2 eftir hornaspark! Tá gav danskurin upp og seyðamenninir, ið ikki vóru heima á fjalli, sluppu at flyta bóltin runt og stuttleika sær sum børn í einum bomm-handli! :p
Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 5-2, ið var fult í tráð við leikgongdina, tá alt kom til alt.
Menn fóru vælnøgdir av vøllinum, men enn var ikki liðugt! “Bro-bomberen”, Búgvi Øster, vildi hava eina felagsmynd, ið fangaði góðu løtuna, har uppflytingin til Seriu 3 gjørdist veruleiki! Myndatólið, ið Búgvi Øster hevði tikið við til dagsins dyst, vildi ikki heilt spæla við! Myndatólið noktaði at geva seg til kennar. Har fekst ikki lív í tað! Grundin til hetta var, at Búgvi, ið umframt hevði tikið myndatól við, eisini hevði tikið øl við til dagsins dyst. Myndatól og ølir hoyra ikki saman! Búgvi hevði valt at hjólhesta til Kløvermarkina, og tað vísti seg at ganga út yvir myndatólið! Ølirnar blivu eitt sindur ov spentar av túrinum og tí byrjaðu nakrar av teimum at leka! Men lukkutíð fyri glaðu føroyingarnar, var hjálp til staðar! Við høgru lið Óla Jákups, stóð kvinna hansara, ið veitti eina hjálpandi hond til liðið! Hon hevði eina av hesum smørtu telefoninum, ið dugir sera væl at taka myndir. Vorsprung durch technik! Menn stillaðu seg upp, har teir eldru sluppu at standa, meðan teir yngru fóru niður at húka. Fantastiska góð felagsmynd, ið nokk fer at ríka onkra løtu millum manna!
Tá menn komu inn í skiftingarrúmið, fór alt liðið í brúsu saman! Lagið var sera gott, men so við eitt eftirlýstu menn Sjúrða Petersen! Sjúrður Petersen hevur seinastu tíðina eftirlýst, at menn hava tikið sær stundir at njóta góðu brúsuløturnar saman! Brádliga vóru tað her 14 mans í brúsu saman, men hvar var Sjúrður?!? Telefonir vóru á lofti, men menn samdust tó skjótt um, at hetta dugdu vit bara heilt væl, uttan at Sjúrður skuldi vera við! Vónandi fær Sjúrður tó møguleikan seinni at uppliva tílíkar góðar løtur, har alt líkasum fer upp í eina hægri eind! Tín løta skal nokk koma, Sjúrður!
Meðan vatnið dryppaði av kátu monnunum, varð atkvøtt um dagsins leikara. Hetta gjørdist útfallið: Búgvi – 6 atkvøður, Sámal – 4 atkvøður, Áki – 2 atkvøður, meðan hin garvaða rottan á liðnum, Sigurjón, fekk eina atkvøðu. Sigurjón hevði tó størsta ryggsekkin, so tað var nokk í ordan, at hann einans fekk eina atkvøðu hendan dagin!
Komandi sunnumorgun klokkan lort skal 3. liðið spæla seinasta dystin hetta kappingarárið. Tá vera garvaðu rotturnar nokk ikki við, men hóast tað, eru vónirnar góðar! Er kanónin hjá Búgva Øster aftur klár at skjóta, so er ikki at vera fyri! Spyr bara Eysturbrúnna…