So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.
Upphæddin fyri heysthálvuna er 350 krónur.
Soleiðis verður limagjaldið goldið:
1. Holdsport:
Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið.
2. Heimabanka:
Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7
Viðmerk navn og ár.
Freistin at gjalda limagjald er 4. septembur 2018. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 4. septembur, hava ikki møguleika at luttaka til venjing og dyst, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.
Um ein leikari av einari ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at gjalda innan ásettu freist, er tó møguleiki at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við forkvinnuna, Sunneva Tausen Magnussen, um so er.
Gott kappingarár!
Køv ikki eldhugan!
Nevndin