Stuðlar 2024/2025

Fyri at at reka eitt felag sum ÍF Føroyar og soleiðis stuðla fótbóltsútisetum á lestrarøðrinum í Keypmannahavn, so er týdningarmikið við góðum stuðlum. Hetta eru vit sera heppin at hava aftur í ár, har vit hava seks góðar stuðlar.

Vit ynskja at takka stuðlum okkara fyri gott samstarv, við vón um eitt gott kappingarár!

Høvuðsstuðul
Føroya Banki

Aðrir stuðlar
Sveiggj
Smyril Line
Atlantic Shipping
Hiddenfjord
Articon

Køv ikki eldhugan!

Limagjald heyst 2022

So er tíðin aftur komin at gjalda limagjald 

Kostnaður fyri heyst hálvuna er 350kr og freistin at gjalda er 5.septembur 2022.

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport.
Rita inn á Holdsport við tínum brúkara og fylg vegleiðingini til hvussu limagjaldið verður goldið. Tú verður tikin víðari til at rinda við at nýta kort-upplýsingar ella MobilePay.

2. Heimabanka
Flyt limagjaldið á kontoina hjá ÍF Føroyum: (reg. 6509) 306.178.331.7, og viðmerk evt. flytingina limagjald (ár).

Køv ikki eldhugan!

Nýggj venjara trio til 1.liðið

Tað er nú greitt at tað verða Tórður Hentze, Rasmus Dan Sørensen og Árni Guldborg Nielsen, sum skulu standa á odda fyri 1.lðinum hjá monnum hetta kappingarárið.

Tórður hevur staðið á odda fyri 1.liðnum síðani 2020 og er klárur til enn eitt kappingarár.  Fyri at gera arbeiði lættari, hevur hann fingið AB’aran Rasmus Dan Sørensen og B36’aran Árna Guldborg Nielsen afturat sær. Teir báðir hava verið partur av felagnum ávikavist síðani 2018 og 2021 og skulu nú vera leikandi venjarar, tó so verður Rasmus ikki at síggja á vøllinum grundað á ein skaða.

Tað verða framvegis teir báðir lættsinnaðu og skemtiligu Eilif Magnusson Arge og Gestur Bogason Dam, som skulu taka sær av 2.liði hjá ÍF Føroyum.  

Eilif hevur verið partur av felagnum síðani 2018 og Gestur síðani 2019, fyrsti sum leikarar og nú venjarar og leikarar.  

Vit í nevndini ynskja tykkum trimum góða eydnu og gleða okkum til samstarvið. 

Køv ikki eldhugan!

Limagjald várhálvan 2022


So er tíðin aftur komin at gjalda limagjald 

Kostnaður fyri vár hálvuna er 550kr og freistin at gjalda er 27.mars.

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport.
Rita inn á Holdsport við tínum brúkara og fylg vegleiðingini til hvussu limagjaldið verður goldið. Tú verður tikin víðari til at rinda við at nýta kort-upplýsingar ella MobilePay.2.

Heimabanka
Flyt limagjaldið á kontoina hjá ÍF Føroyum: (reg. 6509) 306.178.331.7, og viðmerk evt. flytingina limagjald (ár).

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir eru á skránni í vikuskiftinum. Báðir verða leiktir á Kløvermarkini.

1.liðið hjá monnum leikar í dag, leygardag 1.mai. Teir taka ímóti BK Fix og dysturin byrjar kl 14.

2.liðið leikar sunnudagin 2.mai ímóti FC Randoms. Hesin dystur byrjar longu kl 10.

Fyrr í vikuni tóku kvinnurnar ímóti Valby og vunnu 2-1.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

3 dystir eru á skránni í vikuskiftinum. Allir verða leiktir sunnudagin 25. apríl.

1.liðið hjá monnum fer á útivølli at leika ímóti CBS Sport. Dysturin byrjar kl 10.

2.liðið skal eisini á útivølli leika ímóti FB. Teir byrja kl 14.

Kvinnurnar taka á heimavølli ímóti AC Iben. Hesin dystur byrjar kl 14.

Byrjanin hevur verið heldur trivalig hjá okkara liðum, men vit koma sterkt aftur. Veðrið er við við okkum, so sólhattin á og komið og stuðlið okkara liðum.

Køv ikki eldhugan!

Limagjald várhálvan 2021

Góðu limir,

Venjingarnar og kappingin er nú farin í gongd og tað gleðast vit øll um eftir eitt heldur tungt ár. Fyri at kunna luttaka til dystir o.a vilja vit heita á okkara limir gjalda at gjalda limagjald.

Gjaldast kann umvegis Holdsport ella umvegis okkara konto á

6509 – 306.178.331.7

Limagjaldið fyri Vár hálvuna er 350kr og freistin at gjalda er 1.maj. Um spurningar eru, kunnu tit seta tykkum í samband við nevndina.

Ein vegleiðing er eisini at finna á heimasíðuni undir teiginum >felagið >limagjald

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Fyrsti dystur er longu á skránni í dag kl 14. 1.liðið tekur á heimavølli ímóti Bk. Viktoria, ið liggur fremst í deildini.

Sunnumorgunin kl 10 taka kvinnurnar á heimavølli ímóti Medicinernes Boldklub.

Sunnudagin kl 12 fer 2.liðið á útivølli at leika ímóti Fremad Valby.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir eru á skránni í morgin, leygardagin 26. septembur Fyrsti dystur er longu kl 10 ták vinnurnar á útivølli leika ímóti Rødovre. Hetta er dysturin um 1.plássið í deildini.

Seinnapartin leygardagin skal 1.liðið á útivøll leika ímóti Sundby. Dysturin byrjar kl 14.

Sunnukvøldið 27. septembur tekur 2.liðið ímóti Valby. Dysturin byrjar kl 18 á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Øll okkara lið skulu í eldin aftur hetta vikuskiftið.

Fyrsti dystur er longu á skránni í dag kl 14. Tað er 1.liðið, ið skal á heimavølli leika ímóti CSC.

Sunnumorgunin kl 10 fer 2.liðið á útivølli at leika ímóti HB.

Kvinnurnar leika eisini sunnudagin. Kl 14 kemur VLI á vitjan á Kløver.

Sólin skínur, so takið góða humørið við og komið og stuðlið okkara liðum. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Køv ikki eldhugan!

Fótbóltur komandi vikuskifti

Øll trý liðini skulu í eldin í vikuskiftinum.

Leygardagin 5. septembur tekur 1.liðið ímóti CBS Sport. Dysturin verður á Kløvermarkini og byrjar kl 14.

Sunnudagin 6. septembur eru tveir dystir á skránni.

2.liðið skal á útivølli leika ímóti Skjold. Dysturin byrjar kl 14.

Kvinnurnar taka á heimavølli ímóti Heimdal. Dysturin byrjar kl 12.

Køv ikki eldhugan!

Vælkomin á Kløvermarkina

So fer bólturin so smátt á rull aftur, eftir ein heldur langa steðg grundað á COVID-19.
Vit gleða okkum til kappingin og venjingarnar fara í gongd aftur og vóna at síggja nógvar føoyingar á Kløvermarkini, nýggj sum gomul. 


Um tað skuldi hent seg at onkur kundi hugsað sær at blivi partur av ÍF Føroyum, er ein altíð vælkomin at møta upp á Kløvermarkini ella kann viðkomandi seta seg í samband við nevndina ella venjaran.  

Venjingartíðirnar í summar eru har;

 
Kvinnur

Týsdag 17.30 -19.00

Hósdag: 19.00-20.30

Menn
Týsdag: 19.00-20.30

Hósdag: 17.30-19.00

Vant verður á bana 5 og skiftirúmini eru ávikast nr 25 (menn) og nr 38 (kvinnur)

Venjarar 2020

Vit kunnu boða frá at okkara trúfasti Tórður Hentze heldur áfram sum venjari á 1.lðinum og Martin Midjord heldur áfram hjá kvinnunum.  

Hetta er vit sjálvsagt glað fyri og takka teimum fyri innsatsin í felagnum.

Nýggir álitismenn til 2.liðið

2.liðið hjá ÍF Føroyum skal hava nýggjan venjara. Hetta gjørdist greitt eftir at teir trýggir, Karl Martin Danielsen, Jákup Andrias Gaardo og Margeir Toftegaard hava valt at takka fyri seg sum venjarar. Vit í nevndini takka fyri samstarvið og ynskja teimum blíðan byr framyvir og vit vóna sjálavandi at vit koma at síggjast á Kløvermarkini. 

Í teirra stað eru komnir Ingi Sørensen og Eilif Magnussen. 

Ingi, sum er 29 ára gamal og uppvaksin í Syðrugøtu, hevur leikt við ÍF Føroyum í eini 5 ár. Ingi er tíverri skaddur og kann ikki spæla í løtuni, men hevur valt at taka við sum ein av álitismonnunum hjá 2.liði. 

Hin maðurin á síðulinjuni, er aftasti verjuskansin, Eilif Magnusson. Eilf er 29 ára gamel, er ættaður í Klaksvík og hevur leikt við ÍF Føroyum í áleið 2 ár. Eilif skal saman við Inga, nú royna seg sum venjara. 

Vit eru sjálvsagt ómetaliga glað fyri at teir hava játta seg til hesa uppgávuna og ynskja teimum bestu eydnu.