Enn eitt stórtap til 3. lið

FC Udfordringen – ÍF Føroyar: 5-1(2-0)

Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu leygarmorgunin úti í Valby og Mítt Land boysarnir høvdu ein fínan møguleika at brúnka sær tjúkkar og armar ímeðan teir hølvaðu Valbýarfólki av, men soleiðis skuldi tó ikki verða.

Dysturin var bert ein minutt gamal tá okkara vóru afturút 1-0 eftir hornaspark og so var tað mótbrekka fyri rest í góða veðrinum. Fyrri hálvleikur ar sera javnur og okkara høvdu yvirvág í spæli og høvdu góðar málmøguleikar. Nærmastur var Elling eftir horna, tá Rambo skallaði bóltin innfyri aftur, men ólukkutíð fór bólturin á tvørtræðið. Seint í seinna hálvleiki uppstóð ein støða, ið verðuliga fekk sinnini í kók. Mítt Land boysarnir markeraðu fyri offside, men dómarin lat ikki við seg koma, hóast mótstøðuleikarin tóktiskt vera tveir ella tríggjar metrar rangstaddur og tískil kundi spankulera oman móti málinum og økja til 2-0.

Seinni hálvleikur byrjaði væl og Rúni handan Á minkaði um munin við tryggum brotssparki og tá útfordrarnir fingu gult kort løtu seinni fóru okkara beinleiðis eftir rangastrúpanum, men tíverri miseydnaðist. Eftir gott álopsspæl í stórum pørtum av seinna hálvleiki skoraðu útfordrarnir heili tríggjar reisir uppá kontra og so var aftur tap í hendi. Fyri heili fjórðu ferð í tveimum dystum fingu okkara brotspark beint fyri leiklok, men hesuferð var Rúni handan Á ikki eins tryggur og bólturin smeyg sær framvið vinstrustong.

Dagsins leikari gjørdist navnframi Rúni handan Á við 8 stemmum meðan fleiri aðrir komu sníkjandi við einari stemmu í part.

Hesir vóru Mítt Land boysarir hesuferð: Jóan Petur – Trúgvi, Aslakur(Liðsk.), Ásfinnur, Birgar av Argjum – Bergur J, Rúni handan Á, John, Karl, Elling – Bergur S. Eyka: Djóni, Ósá og Jan.

10259464_10152208111589145_368438954_n 10268265_10152208111584145_1036431741_n 10261780_10152208111594145_99447219_n

3. lið tapti málríkan dyst

ÍF Føroyar – Bispebjerg BK: 2-6(0-4)

Tað var serstakliga gott veður á Kleyvarinum týskvøldið tá Mítt Land boysarnir vóru í action.  Men eins gott sá tað ikki allatíð út inni á vøllinum.

Venjarin hevði gjørt nakrar taktiskar brølarar og eftir smáar 50 minuttir var støðan 5-0 til útiliðið. Í hesum tíðarskeiði høvdu okkara ikki verði heilt eiðasørir tó. Jákup Andrias knallaði bóltin í kassan, bert fyri at blíva sektaður fyri øðiliga ivasama rangstøðu og Ósa heilfluktaði ein ripost eftir horna, í sneig sær út til málspark, bert 30-40 centimetrar uttanfyri nærmaru stong. Størsta kjansin hevði Hr. Strøm tó, tá hann eftir at blíva feldur í brotsteiginum, gjørdi rookie mistake #1, bræsin sum hann var, valdi hann sjálvur at taka ábyrgdina og brotsparki endaði í labbunum hjá málverjanum ið kastaði seg í røttu síðu.

2. hálvleikur sá væl betri út enn seinni og serliga Karl ið kom inn var við til at øsa alt uppí skúm við sínum litfagra display. Tá seinni hálvleikur var smáar 15 minuttir gamal fingu okkara menn aftur straffi, eftir at Bisparnir høvdu havt hond á bóltinum undir eini hornasparksstøðu. Sylvi, ið hevði havt nógv góð fríspørk í leypi av dystinum, traðkaði til og sendi bóltin trygt í netið og nú ressaðust Mítt Land boysarnir við.

20 minuttir fyri tíð, sendi sami Sylvi ein langa avlevering niðan í bispahálvuna og har trein Birgar úr Lamba á pall. Lambamaðurin brúkti sítt eyðkenda bólteyga í leitani eftir tí fullgjørdu temjingini og reiðskapurin hesuferð gjørdist bringan. Við bróstinum tók hann bóltin við sær og setti kósini úr vinstru í høgru og oman móti málfeltinum. Komin oman inn um brotsteigin var klárt til at lata kanónina ganga og hóast ein av viðleikarunum hevði sæð sær kjansin at stjolið tað endaliga skotið, so var tað Lambamaðurin ið skeyt og bólturin fleyg framvið málverjanum og í neti.

Restina av dystinum royndu okkara at trýsta eftir fleiri málum og nakrir góðir kjansir vóru, men sum so ofta, so endaðu bisparnir við at skora til 2-6 stutt fyri leiklok eftir eitt skjótt mótálop.

Sylvi bleiv dagsins leikari og honum á bakið var Karl.

Mítt Land boysarnir hesaferð vóru frá byrjan hesir: Jóan Petur – Big blind, Sylvi, Jan, Ósa – Bergur J, Hr. Strøm, Áslakur (liðsk.), Trúgvi – Bogi, Jákup Andrias. Eyka og komu inn: Birgar úr Lamba, Karl og Small blind.

Næsti dystur verður leygardagin kl. 11.15 í Valby, móti FC Udfordringen.974325_10152196594909145_245275121_n 10276419_10152196594914145_123959798_n 10259463_10152196596164145_188659540_n

Enn ein javnleikur…

Mánadagin, 2. Páskadag, leikti 1. lið dyst á Kløvermarkini. Dysturin var móti Husum Bk., ið lá 2 stig frammanfyri okkara lið áðrenn dystin. Tískil kundu vit við einum sigri yvirhála mótstøðuliðið á stigatalvuni.

Hetta – kann eg tó avdúka – hendi ikki, og sostatt hevur 1. lið ikki fingið júst ta byrjan uppá seinnu helvt, sum vit vónaðu. Hesaferð møttu vit einum liði, ið fram um fleiri onnur lið, veruliga góvu alt tað teir høvdu. Sjálvt um teir ikki skaptu nógvar kjansir, so kláraðu teir at stressa okkara leikarar so mikið nógv, at spælið, sum okkara menn kunnu avrika, ongantíð heilt kom til sín rætt.

Okkara lið kom annars á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Tummas fekk bóltin stutt uttanfyri brotsteigin hjá mótstøðuliðnum eitt sindur úti í høgru síðu. Við einum ógvuliga góðum skoti høggur hann til bóltin, sum brestur á tvørtræið og kemur beint út til Christian Høgna, sum við høvdinum stútar bóltin í kassan. 1-0 til okkum og menn vóru væl nøgdir. Hendan støðan helt sær fram til hálvleiks.

Seinni hálvleikur var á leið 15 minuttir gamal, tá ið Husum Bk. javnaðu. Ein mótstøðuleikari kom at standa leysur frammanfyri málinum, og við eitt sindur av hepni fekk hann lirkað bóltin í málið til støðuna 1-1.

Tað gekk tó ikki leingi, so lá bólturin aftur í málinum hjá mótstøðuliðnum. Hesaferð var tað Steffan, ið var málskjútti. Christian Høgni dróg framvið fleiri leikarum í vinstru síðu, og komin fram at baklinjuni leggur hann bóltin skrátt útfrá til Steffan, sum ósvikaliga tryggur setti bóltin í netið til 2-1.

Stutt eftir hetta fingu vit eitt straffi, sum tó ikki bleiv umsett til mál.

Husum Bk. løgdu ongantíð árarnar inn, og tað eydnaðist teimum eisini at javna. Eftir innlegg úr teirra vinstru síðu fekk tað innskifta langa spjótið, sum spældi í teirra álopi í seinna hálvleiki, skallað bóltin framvið Heina til støðuna 2-2, sum eisini bleiv endaliga úrslitið. Eitt úrslit, sum undirritaði metir, at mótstøðuliðið skulu vera meira nøgdir við enn okkara menn.

Dagsins maður bleiv enn einaferð Erland Berg Danielsen við 4 stemmum. Honum á baki kom Christian Høgni við 3 stemmum; Tummas, Steffan og Jóhan G. fingu 2 stemmur, meðan Heini fekk eina stemmu.

Liðið hesaferð: Heini – Jóhan G., John, Oddur, Bárður – Hanus, Erland, Tummas, Rói – Christian H., Steffan.

Á beinkinum vóru: Emil, Jóhan E. og Rasmus.

Maður kemur í mans stað

Nú eru nógv ár síðani, at eg sjálvur tók prógv (les Sjúrður Petersen) og fór av skúlabeinki og út á arbeiðsmarknaðin og tískil er møguligt, at umstøðurnar hjá teimum lesandi í dag ikki eru tær somu, sum tá eg var ungur. Tað vísur seg nemliga, at tey lesandi í dag, eftir øllum at døma, hava alt ov nógvar pengar um hendurnar. Ikki tí, tað er teimum væl unt, men sum venjari hjá ÍF Føroyum kemur tað ikki altíð so væl við, at ungdómurin í dag er so væl fyri fíggjarliga. Hetta merkir nemliga, at menn í tíð og ótíð,  hava ráð at fara til Føroyar at vitja. Tað kann sjálvandi eisini vera tí, at hetta er fyrsta ættarlið av “curling børnunum”, og tað tískil eru tað foreldrini, sum gjalda fyri hesar ferðirnar! Óansæð hvat, so var tað eitt heldur skert 2. lið, sum møtti á Kløvermarkini til fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum.

 

Gamalt var tó, at maður kemur í mans stað. Hetta orðatak vísti eg so sanniliga at halda hendan leygardagin, tí teir møttu mennninir gjørdu skjótt av við Kastrup BK.

 

Fyrstu 15 min høvðu vit nokk av møguleikum til at stongja dystin so ruddiliga, men ferð aftaná ferð stóð málmaðurin fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Brian kempað seg til eitt skot, og tryggur sum altíð, so setti hann bóltin í kassan. Okkara spælarar blivu við at skapa møguleikar, og løtu seinni fekk Rani ein retur sum hann hegnisliga, við vinstra beini, sendi framvið málmanninum og verju til 2-0.

 

Hetta helt sær til hálvleiks har avtalað var, at nú skuldi hetta koyrast heim. Minnið frá síðsta dysti, har hálvleiksstøðan var tann sama, var enn feskt í huganum og orðatakið um farligu leiðsluna kenna allir fótbóltsspælarar væl!

 

Seinni hálvleikur byrjaði frálíkt, og okkara spæl riggaði avbera væl. Eftir einari løtu fáa vit horna. Vikarierandi liðsskiparin Rani, leggur væl innfyri, har ið Teitur gerst hægstur og so var støðan 3-0.

 

Vit fingu eitt mál afturat, og var tað eitt sera gott eitt. Eftir gott spæl sendir Brian ein bólt inn í brotsteigin til Johan, sum hegnisliga spælur bóltin uppá tvørs til ein ísakaldan klaksvíking, sum trygt setir bóltin í kassan til 4-0. Henda støðan helt sær til dystarenda, og tískil vóru tað nakrir vælnøgdir spælarar, sum fóru at hyggja eftir 1. liði.

 

Einasta keðiliga í hesum dysti var tó, at Johannus móti dystarenda mátti skiftast út við einum møguligum brotnum rivjabeini. Vónandi gerst skaðin ikki so alvorligur, tí vinstri bakkar vaksa jú ikki á trøðunum.

 

Næsti dystur verður móti GVI týskvøldi tann 22/4. Aftur hesaferð hava fleiri mans meldað avboð vegna páskaferiu, men vónandi eru teir sum traðka til, líka raskir, sum teir vóru hendan leygardagin á Kløvermarkini.

 

Liðið: Heini – Høgni, Jákup, Johannus, Rasmus – Rani, Johan Petur – Sigurð, Johan, Brian.

 

Á beinkinum sótu: Djóni, John, Ásfinnur

 

Dagsins maður bleiv Rani við 6 atkvøðum. Honum á baki komu Teitur við 3, Høgni við 2 meðan Brian, Jóhan og Sigurð atkvøddu fyri sær sjálvum! 10249018_10203809964675495_1280202566_n 10173397_10203809964595493_982903247_n 10168490_10203809964555492_358229973_n 10259552_10203809964515491_193995671_n 10178417_10203809964435489_1498000172_n 10250731_10203809964395488_1070702244_n 10178203_10203809964355487_1790435728_n 961057_10203809964195483_2067981364_n 10259355_10203809964315486_2038626036_n 10259340_10203809964235484_1000702124_n 10264585_10203809964275485_1209431556_n 2. lið, Kastrup BK

Høgni here, Høgni there, Høgni everywhere!

Endiliga upprann dagurin, tá 2. lið skuldi spæla sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Ólíka 1. liði, so spælir 2. lið hálv kappingarár, soleiðis at tað eru tvær kappingar pr. kalendaraár.

 

Fyrsti dystur hesuferð var móti BK Skjold, og spælast skuldi á graslíki við Ryparken. Tað var týðiligt at síggja á monnum, at nógv stóð uppá spæl. Ikki bara var hetta fyrsti dystur, men felagið hevði eisini føðingardag, so tað stóð meira uppá spæl enn einans 3 stig. Hesir nervar komu longu til sjóndar ein tíma áðrenn dystarbyrjan, tá ið Teitur ringir til venjaran, og sigur, at hann hevði gloymt gaggurnar eftir á Oyrasundi. Hóast venjarin bjóðaði seg at lána honum sínar gaggur, helt Teitur tað vera best, um hann vendi við aftur, og heintaði tær!

 

Um dystin er tað at siga, at hóast endaliga úrslitið kanska fortelur eina søgu um ein javnan dyst, so er einki at ivast í, at ÍF Føroyar var nógv tað betra liðið. Tað tók heldur ikki langa tíð áðrenn vit høvdu lagt okkum á odda. Ein bóltur fellur fyri føturnar á Høgna Hansen, sum trygt knallar bóltin í kassan. 1-0. Hóast leiðsluna, so hekk spælið ikki ordiliga saman, men so fáa vit eitt horna. Áðurnevndi Høgni skjýtur bóltin innfyri, og úrslitið er, at vit eru á odda 2-0. Undirritaði minnist ikki slíkt, síðan Jack Jacobsen gjørdi um seg á besta liðnum hjá NSÍ síðst í 80’unum og langt inn í 90’ini! Tá var gamalt at rópa “Hjørna í mál”, hvørja ferð hann skeyt. Kanska vit kunnu vænta somu róp til Høgna framyvir.

 

Henda leiðslan helt sær til hálvleiks, har avtalað var, at nú skuldi hetta bara koyrast heim. Tó so, mongum brestur ætlan. Gamalt var eisini, at 2-0 er vandamiklasta leiðsla, og hendan gamla søgan vísti seg at vera sonn. Hóast okkara menn vassaðu í stórum málmøguleikum eydnaðist ikki at tryggja sigurin, og so hendi tað, sum ikki skuldi henda. BK Skjold fáa tvey horna, og so var støðan 2-2!

 

Heldur enn at falla í fátt, brettu vit upp um armar og arbeiddu enn harðari. Svenn stýrdi verjuni fyrimyndarliga, John taklaði sum stóð lívið í vanda, meðan Høgni og hinar offensivu kreftirnar arbeiddu hart fyri tí vinnandi málinum. Gott 20 min áðrenn dystarlok eydnaðist tað so hjá okkum. Eitt horna verður sent innfyri, og so sprakk Sigurð upp sum ein spentur fjøður. 3-2 og nú skuldi tað ikki ganga galið. Sigast skal her, at tað var fult uppiborið at Sigurð fekk sítt mál. Einar 3 ferðir í dystinum gjørdi verjuleikararnir hjá BK Skjold brotsspark móti honum, sum ikki blivu dømt. Tað var tískil ein sera vælnøgdur Sigurð, sum kundi rópa í høvdið á mótstøðuleikarunum.

 

Aftaná hetta, sá tað út sum, at tað fór at skrædna hjá BK Skjold, men málmaðurin hjá teimum hálaði eina seriu av heimsklassaparadum upp, og sostatt endaði dysturin 3-2 til okkum. Ein fult uppiborðin sigur, sum vit tó sluppu at arbeiða óneyðuga hart fyri.

 

Dagsins maður bleiv Høgni Hansen við 12 atkvøðum. Honum á baki kom John við 1 atvkøðu. Sum vanligt er, so merkir hetta, at Høgni skal keypa okkurt leskandi við til liðið komandi dyst. Hetta gleða vit okkum sjálvsagt allir til!

 

 

Liðið: Heini – Ásbjørn, Svenn, Jákup S., Johannus – Sigurð, Høgni, John, Johan – Bergur,Brian.

 

Á beinkinum sótu Jóhan Petur og Teitur.

TeiturJohn og Brian

Einans 1 stig í gávu frá 1. liði!

Leygardagin upprann endiliga dagurin, har kappingin byrjaði aftur. Aftaná venjingardystir og venjing í yvir 2 mánaðir, vóru menn spentir at sleppa at spæla ein ”ordiligan” dyst aftur. Kappingin hjá 1. liði fylgir leistinum hjá hægri deildunum, har fyrra helvt av kappingini verður spæld í heyst-hálvuni og seinna helvt í vár-hálvuni. Tískil var kappingin komin í helvt áðrenn dystarbyrjan leygardagin. Status áðrenn dystin var, at okkara lið lá á einum 6. plássi, 6 stig frá 1. plássinum í deildini.

Dysturin var úti í Brønshøj ímóti BK Fix, sum lá næstaftast í deildini. Um sjálvan dystin er tó ikki so nógv at skriva heim um, og áskoðararnir, sum vóru møttir upp at stuðla, fingu ikki nógv fyri pengarnar, sum man tekur til. Sjálvt um okkara menn høvdu bóltin sera nógv og vóru klárt spælistýrandi, so spurdist ikki so nógv burturúr. Onkrir hálvir møguleikar vóru tað nærmasta vit komu fram til. Mótstøðuliðið royndi at kontra og onkuntíð var vandi á ferð, men verjan saman við Mathias høvdu tó rímiliga gott tak á dystinum. Dysturin endaði tí 0-0, og tað vóru Fix-ararnir –  útfrá gleðisrópunum tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð – meira nøgdir við enn vit.

Dagsins maður bleiv stríðsmaðurin og bóltsnillingurin Ólavur í Ólavsstovu við 4 stemmum. Sjálvt um centimetrarnir ikki eru teir heilt nógvu hjá hesum manninum, so smæðist hann bestemt ikki burtur inni á einum fótbóltsvølli. Honum á baki komu verjuspælararnir Jóhan, John, Oddur og Bárður við 2 stemmum hvør, meðan Matthias og Rókur fingu hvør sína stemmu. Stemmurnar lýsa eisini dystin sera væl, har teir meira verjukendu menninir fingu stemmurnar hesaferð.

Til síðst kann nevnast, at tað vóru ikki bara vit, sum fingu eina trilvandi byrjan. Bæði oddaliðini leiktu eisini javnleik, og tískil er frástøðan upp til oddin óbroytt. Næsti dystur hjá 1. liðnum verður komandi leygardag á Kløvermarkini kl. 15.00. Hesaferð verður mótstøðuliðið Sundby Bk, sum liggur á einum deildum 1. plássi. Vit vóna, at nógvir áskoðarar møta upp at heppa á okkara lið.

Liðið: Mathias – Jóhan G., John, Oddur, Bárður – Hanus, Tummas, Ólavur, Rói – Rókur, Chriastian Høgni.

Á beinkinum vóru: Erland, Rasmus, Jósup

Byrjaðu árið við stórsigri

Kvinnuliðið spældi ársins fyrsta landskappingardyst fríggjakvøldið 4. Apríl, og var hetta samstundis startskotið til føðingardagsvikuskiftið hjá ÍF Føroyum.

 

Umstøðurnar til dyst vóru góðar, hóast vetrarkuldin hevði funnið vegin fram til Kløvermarkina. Liðið var væl mannað, við bæði royndum og nýggjum leikarum, og kvinnurnar vildu gera alt fyri at seta eina góða byrjan á 75 ára føðingardagin hjá felagnum. Fitt at áskoðarum komu at stuðla kvinnunum og tað eru vit sera fegnar um.

 

Mótstøðuliðið hetta kvøldið var GVI, sum vit høvdu yvirtakið á í fjørð, og hesaferð var einki undantak. GVI legði hart út, og høvdu longu í fyrsta minuttið eitt farligt álop, sum tó varð rangstøða. Eftir hetta hevði myrkabláa liðið á heimavølli mest sum alt spælið. Dysturin endaði 4-0, hálvleiksstøðan var 2-0.

 

Hesar byrjaðu inni: Simona (C), Sára, Gunvá, Monika, Eir, Helena, Bjørg, Jacoba, Sanna, Barbara. Á bonkinum: Nikolina, Marjun og Una, liðleiðari Fríða.

 

Næsti dystur hjá kvinnunum verður fríggjakvøldið 25. Apríl kl. 18.15, á heimavølli í móti AB Tårnby.

1. manslið tapti málríkan venjingardyst

Veðrið var av tí besta, tá ið 1. manslið enn einaferð skuldi leika ein venjingardyst fram móti kappingarbyrjan tann 3. apríl. Mótstøðuliðið hesuferð var B1908 sum somuleiðis leikar í Seriu 1 og tað var longu frá byrjan greitt, at hetta mótstøðuliðið helst hevði meiri at bjóða uppá enn undanfarnu mótstøðulið. Fyrsta korterið ella so blivu føroyingarnir lagdir undir stórt trýst og hetta endaði eisini við, at B1908 legði seg á odda 0-1. Eftir hetta fingu føroyingarnir justerað nøkur smáting og vit ótu okkum meiri og meiri inn í dystin. Yvirtakið ger eisini, at vit fáa vent eini 0-1 støðu til 3-1 áðrenn Jógvan Ósá bríkslar til hálvleiks. Føroysku málini skutu Rókur, ið fekk tvey, og Rói eitt.

 

Endaði 1. hálvleikur væl, ja so er synd at siga tað sama um byrjanina av 2. hálvleiki! Einans eitt korter inn í seinna hálvleik er 3-1 leiðslan longu vend til 3-5. Hetta fáa vit tíverri ongantíð veruligan broytt upp á og hóast onkra hissini royndir frameftir vøllinum so endar dysturin við 3-5 tapi, sum harvið eisini er fyrsta tapið í venjingardystunum higartil í ár. Hetta eiga vit ikki at taka so tungt, tí sjáldan føra alt ov nógvir sigrar í venjingardystunum til eina góða kapping.

 

Komandi venjingardystur – og seinasti áðrenn kappingarbyrjan – er sunnudagin 23. mars móti grannunum av Christiania, CSC.

 

Teir ið mannaðu liðið vóru: Mathias – Jóhan, John, Oddur, Bárður – Rói, Tummas, Ólavur, Hanus – Christian Høgni, Rókur. Á bonkinum sótu: Ásfinnur, Rasmus, Svenn, Teitur, Jósup, Steffan.

 

1.lið 2013Elektron stuðlar 1. mansliði

11 mál og kvinnurnar aftur á rætta kós

Sunnudagin 18. januar spældu kvinnurnar móti KFB úti í O.M. høllini. Kvinnurnar skuldu reisa seg aftur eftir stór tap síðsta dyst.

Kvinnurnar løgdu hart út og eftir longu 5 minuttir var støðan 2-0 til okkum. KFB minkar tó skjótt um munin til 2-1, men kvinnurnar hjá okkum falla ikki í fátt, men kempa hart víðari og fara til hálvleiks frammanfyri 3-2. Í hálvleikinum verður avtala, at tær skula royna at fáa eitt skjótt mál og spæla skjótt spæl, tí tá kláraðu tær ikki at fylgja við.

Avtalurnar vera hildnar og seinni hálvleikur er bara fáar minuttir gamal, tá okkara fáa eitt mál. Kvinnurnar spæla væl, men hava ikki bóltin líka nógv, sum KFB, men klára kortini at fáa tvey mál afturat og vinna dystin 7-4.

Ein góður dystur við nógvum málmøgulleikum, har okkara høvdi bóltin minni, men kortini kláraðu at brúka teir kjansirnar tær fingu og vinna dystin.

Málini skoraðu Kristina (3), Eir og Jacoba (2)

Liðið til dystin: Sára Samuelsen, Kristina Simonsen, Fríða Beder, Eir Hansen, Maria Í Brekkunum, Jacoba Langgaard og Simona Heinesen

Undirhaldari á bonkinum: Brynja

Kvinnurnar spæla aftur sunnudagin 2. februar kl. 15.00 móti BK Døvania.

futsal er byrjað aftur

Sunnudagin 5. januar spældu ÍF Føroyar kvinnur futsal dyst ímóti Sundby.

Av tí at fleiri av teimum, sum vanliga spæla vid ÌF Føroyum, ikki eru komnar niður til Danmarkar aftur eftir jólaferiuna, var ringt at finna fólk til hendan dystin. Tað sást eisini aftur á úrslitinum, ið gjørdist 6-1 til Sundby. Mótstøðuliðið hevði mest sum alt spælið, og tær høvdu eisini munandi meira orku enn føroysku genturnar. Simona, sum stóð í málinum, hevði úr at gera og stóð ein branddyst. Monika skoraði einasta málið fyri ÌF Føroyar.

ÌF Føroyar liðið var mannað av Moniku Samuelsen, Simonu Heinesen, Nikolinu Kristiansen, Sáru Samuelsen, Fríðu Beder og Barbaru Finnsdóttir.

Kvinnurnar vunnu seinasta futsal dystin í ár.

Sunnudagin 14. desembur vóru okkara kvinnur ein túr í Bellahøj har tær møttu studinunum fra USG. Hetta var triðji og seinasti futsal dystur í ár og hann skuldi sjálvsagt vinnast. Hóast lítla og onga fótbóltsvenjing í vetur megnaðu tær kortini at vísa góðan fótbóltsanda (kanska eitt sindur títtan) og vinna 2-0 á USG.

Tað fyrsta málið í dystinum varð skorað av Moniku longu í 5. minutti. Jacoba og Monika fintaðu og spældu 1-2 framm eftir vøllinum og síðani fekk Monika skotið bóltin í netið. 1-0 til heimaliðið. Tað seinna málið varð skorað av Barbaru í 35. minutti. Í besta Suarez stíli dive’aði Jacoba beint framman fyri hálvuna og tað gav Barbaru møguleikan at knalla bóltin beinleiðis í netið til endaliga úrslitið 2-0. Kvinnurnar liggja tíðskil nú á fyrsta plássi í deildini við sjey stigum. Fýra dystir eru eftir í kappingini og hesir verða leiktir í januar og februar. Næsti dysturin hjá kvinnunum verður í Sundby Hallerne sunnudagin 5. januar kl. 14.00, har kvinnurnar skulu møta Sundby Bk. ið liggja á einum øðrum plássi við 6 stigum.

Á liðnum sunnudagin vóru Simona Heinesen, Jacoba Langgaard, Monika Samuelsen, Barbara á Dunga, Kristina Simonsen, Fríða Beder og Maria í Brekkunum.

Futsal: Javnleikur, ikki javnstøða

Tann 07.12.13 Kl. 17:00.00, spældu kvinnurnar sín næsta futsal dyst hetta kappingarárið. Hesuferð var mótstøðu liðið BK Skjold.

Okkara kvinnur komu væl frá byrjan og løgdu seg á odda longu í fyrsta minutti við einum kanónskotið frá Heidi hjá fjallabbanum á Lakjuni. Í 8. minuttir økir henda sama Heidi um leiðsluna.

Kvinnurnar megna tó ikki at halda leiðsluna og fara tí til hálvleiks við einum 2-2 javnleiki. Aftur í dag er bara ein útskiftari vid. Í besta Ashley Young stíli roynir Heidi at dive´a, men fær ikki straffi, bara eina brotna hond. Nú sær tad svart út hjá okkara kvinnum.

Nú fara einans 5 troyttar gentur út til seinna hálvleik og spæla meira verjukent. Simona stendur sum ein brandur í málinum. Hinar gera ikki so nógv. Dysturin endar 3-3 og sum heild kunnu vit vera nøgdar vid úrslitið.

Liðið í dag: Simona Heinesen, Sunneva Magnussen, Eir Hansen, Heidi á Lakjuni, Barbara á Dunga og Lív Olsen.

Næsti dystur verður sunnudagin 15.12.13, kl. 15:00:00, ímóti USG Q í Bellahøjhallen, vinarliga ikki koma at hyggja.