Fysti futsaldysur, fyrsti sigur, fyrsti sunnudagur i advent

Sunnudagin 1. desembur spældu kvinnurnar sín fyrsta futsal dyst. ÍF Føroyar tóku ímoti Østerbro IF í futsal kappingini í seriu 2 í Vanløsehallen.

Okkara kvinnur byrjaðu dystin við at koma afturúr 0-1. Malan Á Dunga fær sídani javnað vid at dunga bóltin í netið. Og Monika, sum just er blivin kosin ársins leikari, fær sídani gørt at kvinnurnar fara til hálvleiks við einari 2-1 leidslu. Í halvleikinum royna okkara kvinnur at leggja taktik, men ongin hevur nokk luft til at tosa. Vid bara einum útskiftara, og ongari luft, megna kvinnurnar kortini at vinna dystin 4-3.

Dysturin var annars javnur og liðini skiftust um at fáa mál, seinni halvleikur: 3-1, 3-2, 4-2, 4-3. Monika fær tvey mál afturat (ja tú læs rætt, Monika trý mál i dag!) medan Simona hevur fleiri framúr flottar bjargingar.

Liðið: Simona Heinesen, Frída Beder, Monika Samuelsen, Malan Á Dunga, Jacoba Langgaard, Kristina Simonsen (Liðskipari og chauffør) og Knút Jakobsen (liðleiðari/klokkari).

Næsti dystur er ímoti BK Skjold leygardagin 07.12 kl. 17 í Sundby hallen, tá er gaman í at koma og heppa.

Myndin: Her eru kvinnurnar til árligu gallaveitsluna hjá ÌF Føroyum. Um tit ivast, so er Sigrid (ÍF) Petersen í einum reyðum kjóla;)

1. Liðið vann trygt á Nørrebro United

Hóskvøldið 31. oktober hevði 1. liðið hjá ÍFF leitað sær ein túr út í ”Ryparken” at spæla landskappingardyst móti Nørrebro United. Úrslitið gjørdist ein greiður 2-6 sigur til ÍF Føroyar.

 

ÍF Føroyar byrjaði dystin soleiðis: Mathias – Bárður, Ovi, Oddur, Jóhan – Uni, Tummas, John, Hanus – Chr. Høgni, Johan.

Á bonkinum sótu: Rói, Ásfinnur og Erland

 

ÍF Føroyar byrjaði dystin væl, og fingu vit eisini spælt okkum fram til nakrar naskar royndir ímóti málinum, tó uttan at hetta gav nakað mál. Tó var tað Nørrebro United sum opnaði ballið, við einum málið, sum Oddur má takað á seg, tá hann ikki fekk rudda orduliga burtur. Oddur skuldi tó gera skaða góðan aftur seinni í dystinum við heili tveimum málum.

Aftaná málið bylgjaði dysturin eitt sindur aftur og fram, og tá 10 min. vóru eftir av fyrra hálvleiki, skoraði ÍFF uppá eitt gott gjøgnum spælt álop. Uni og Bárður spældu væl samman í okkara høgru síðu, og endin var, at Bárður legði bóltin væl innfyri, og við aftaru stong kundi Chr. Høgni lætt seta høvdið á bóltin og í málið til 1-1. Eftir málið byrjaði ÍF Føroyar at seta trýst á Nørrbro verjuna, og beint áðrenn hálvleik fingu føroyingar aftur mál. Hesufer aftaná eitt horna, sum Johan tók sær av, bleiv bólturin skotin væl innfyri, har Oddur var hægstur og knalhart skallaði bóltini í málið til 1-2.

Í seinna hálvleiki vóru føroyingar spælistýrandi, og spældu vit okkum eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar, sum eisini góvu fleiri mál. Fyrsta av málinum var eitt av teimum serligu, har Chr. Høgni skeyt úr eini 40 metrum og beinleiðis í málið.

Næsta málið skoraði Oddur Højgaard, eftir at hann bleiv sendur avstað, og einsamallur við málmannin skoraði hann trygt til 1-4. Lítla løtu seinni kundi Chr. Høgni økja til 1-5, tá hann eisini kom einsamallur ímóti málinum.

Jóhan Ellingsgaard vildi eisini vera við í málskjótingini og eftir einari góðari frí spæling frá Ova, skoraði Johan sikkurt til 1-6. Ímóti endanum av dystinum skoraði Nørrebro so til endaliga úrsliti 2-6.

Atkvøður: Chr. Høgni 8, Tummas 2, Uni 1, John 1, Erland 1, Oddur 1.

/chj

Eyðun vunnið 3.liðið uppflyting

Undan dystinum síðsta sunnudag, var longu greitt at 2. plássi í okkara seriu 4 bólki var tryggjað, og at uppflytingin tískil var í hús. Við hesari vitan í skjáttuni, vóru tað nakrir avslappaðir og onkrir nývaknaðir ÍF Føroyar leikarar, ið møttu kl 9 úti á Frederiksberg sunnumorgum. Onkur mátti tó erliga melda forfall til dystin í síðstu løtu.
Tó vóru boðini frá Eyðun púra greið, út og spæla skjótar og góðar kombinatiónir, sum vit hava vant dúgligu síðstu tíðina. Og man má siga at venjingarnar hava givið “pota” hesa hálvuna.

Dysturin byrjaði við fullari ferð og nógvum feilum, aftaná 15 minuttir var støðan 2-2. Málið til 1-1 skoraði burturvilsti sonurin Bergur Napoleon við einum flottum túri í vinstru síðu, og legði bóltin vakurt i netið, ytst við stongina. Løtu seinni javnaði Rólantur til støðuna 2-2 tá hann fekk síðsta fótin á bóltin í feltinum.
3-2 fekk Árni smekkaði í kassan, aftaná málverjin meistarliga hevði bjargað skotið frá Búgva, sum ikki kundið verið útført nógv betri. Hepni í Búgva, at Árni var so kvikur eftir bóltinum, sum støkk út aftur.

FA2000 gav ikki upp so lætt og gjørdi nógv fyri at fáa minka um munin, og hóast Óla Jákup hevði onkrar frálíkar bjarginar, so fingu teir minkað um munin til síðst. Hetta helt Áki ikki var rætt, og leyp tí fram til hornaspark og stútaði bóltin í kassan í røttum Duncan Ferguson stílið.

Rólantur var ikki liðugur at spæla puss við FA2000 verjuna, og skjótt eftir steðgin hevði hann gjørt tað til 5-3 við einum frálíkum langum lobbara. Ikki eiti á comeback hjá Rólanti. Eisini næsta málið fekk Rólantur, og harvið var hattrikkið tryggjað. Men hettar var heldur ikki nokk, tí í besta Barcelona stílið, lobbaði hann enn einaferð málmannin hjá FA2000. Hesuferð úr stuttari fjarstøðu; sera vakurt. Menn snakkaðu á bonkinum um, at sjálvt Christian Høgni hevði verið errin av hesum málinum.

Til síðst setti Kenneth punktum, við einum vøkrum fluktara við handaru stong. Endaliga støðan gjørdist 8-5 til ÍF Føroyar. Og fyri at gera hettar úrslitið enn betri, so tapti BK Fix sera óvænta sín dyst, og tískil endaði ÍF Føroyar á fyrsta plássi í bólkinum. Næsta ár er seria 3 aftur á skránni, og vónandi liggja allir dystirnir ikki sunnudag næstu hálvu.

3lid_2013_talva

Sum stigatalvan vísur, so hevur 3. liðið bert tapt tveir dystir hesa hálvuna, og vóru hesir tveir teir fyrstu dystirnir. Síðan hava tað verið 9 sigrar upp í slag.

 

Liðið: Óla Jákup – Ove, Áki, Sámal, Óli – Bergur Napoleon, Jóhan Petur, Høgni, Búgvi – Rólantur, Árni.
Eyka: Kenneth, Sylvi.

Mál: Rólant 4, Árni, Áki, Kenneth, Bergur Napoleon.

2.lið: Ryd lortet

Dystarfrásøgn 2 lið móti CSC

Eins og síðsta vikuskiftið, so vísti tað seg trupult at finna fólk til dystin leygardagin. Hetta gjørdist ikki lættari, tá nú øll 3 mansliðini skuldu spæla sama dag. Tað, kombinerað við, at lesandi, eftir øllum at døma, svimja í pengum, og tískil hava tíð at flúgva til Føroyar í tíð og ótíð, merkti, at trenarin slapp at arbeiða fyri pengarnar hetta vikuskiftið!

Hóast hetta, so eydnaðist at finna 13 góðar mans til dyst hendan leygarmorgunin. Vegna pressið, sum var á øllum trenarunum hetta vikuskiftið, varð neyðugt at grava nakrar gamlar legendur fram aftur, men bæði Ingibjørn, Helgi og Petur Hammer prógvaðu tíðiliga gamla orðatakið: “Rutina trumfar altíð konditión!”

Okkara menn høvdu sum so einki at spæla fyri, annað enn heiðurin. CSC hinvegin kundi tryggjað sær 2. plássi í bólkinum við einum sigri, so menn vóru rættuliga motiveraðir at oyðileggja ballið fyri teir. Hetta skuldi tó visa seg at vera lættari sagt enn gjørt!

Undan dystarbyrjan lá í luftini, at hetta fór at verða ein friðaligur og hugnaligur dystur. Rani lat við, at hann ongantíð hevði upplivað ein so blíðan liðforman, sum tann, hann tók í hondina á honum áðrenn dystarbyrjan, og at hann fór at skunda sær heim at adda hann sum vin á Facebook. Eg loyvi mær tó at ivast í, at hetta nakrantíð bleiv til nakað!

Um sjálvan dystin er tað at siga, at vóru CSC leikararnir blíðir og tíðir áðrenn dystin, so vóru teir sum hamskiftir, tá dómarin floytaði í gongd. Longu aftaná 10 min. noyddist Jákup Slættalíð at gevast, tí hann lá eftir á eftir eitt hornaspark. Hetta skuldi visa seg at vera ein ávaring til okkara menn, um hvat var í væntu! Aftaná 20 min fekk CSC-leikari beinleiðis reytt, tá hann skallaði Rana í andlitið! Eftir hetta trúðu vit, at nú fóru CSC at visa meira varsemið, men tað var heldur hinvegin. Ein kombinatión av einum dómara, við mansmóti sum ein høna, og nakrar psykopatar úr Christiania, gjørdi at dysturin minti meira um ein UFC- bardaga enn ein fótbóltsdyst. Tað einasta sum manglaði, var um CSC leikararnir komu inn á banan við brosteinum, og kastaðu teir eftir okkara leikarum!

Hóast nakrar frálíkar bjargingar frá leikandi venjaranum, var støðan 1-0 til CSC í hálvleikinum. Henda støða helt sær heilt til dystarenda, hóast vit vóru nær við at javna móti endanum, tá Rani bleiv spældur púra leysur. Men einsamallur móti málmanninum var hann ikki nóg kaldur.

Um nakað gott skal sigast um hendan leygarmorgun, so er tað, at vónandi flytur CSC upp í seriu 1, tí hatta er ikki eitt fótbóltslið, sum undirritaði vil spæla aftur ímóti!

Til endans vil eg endurgeva kendu orðini hjá rómverska senatorinum Cato tí Eldra (við einari líttlari modification):

“Ceterum censeo Christiania esse delendam”

Umsett til populert dansk merkir hetta nakað í stíl við “Ryd lortet!”

 

Liðið: 4-4-1-1

Sjúrður Petersen – Høgni Hansen – Jákup Slættalíð – Kaj Ennigarð- Jóhannus Mikkelsen – Hilmar Petersen – Karl Johannesen – Jákup Olsen – Helgi Justinussen – Rani Christiansen – Sigurð Carlsson.

 

Eftir eina heldur óformella atkvøðugreislu aftaná dystin, bleiv Sjúrður valdur sum dagsins maður.

 

P.S. Dystarfrásøgnin er subjektiv, og representerar ikki holdningar hjá felagnum viðvíkjandi Christiania!

/(Sjúrður Petersen)

Svingandi úrslit hjá 1. liði

1. liðið hjá monnum hava spælt 5 dystir síðani seinastu dystarfrásøgn, og hava tað veri eitt sindur svingandi úrslit.

ÍF Føroyar – CSC 1-1
Eftir dystin ímóti Østerbro IF spældi ÍF Føroyar á heimavøllin ímóti CSC og endaði tann dysturin 1-1. Føroyska málið skoraði Chr. Høgni og í stuttum kann sigast, at dysturin var javnur, og at úrslitið var í tráð við leikgongdina.

 

Liðið: Mathias – Bárður, Ovi, Oddur, Uni – Erland, Emil – Rói, Tummas, Hanus – Chr. Høgni.
Á bonkinum: Svenn, Teitur & Jóhan Petur.

 

Tårnby FF – ÍF Føroyar 3-2
Hetta var ein av keðiligu dystinum hjá 1. liðnum. Vit vóru framman fyri 0-2 í hálvleikinum, og høvdu vit gott tak á dystinum. Tá seinni hálvleikur byrjaði, var spælið eins og í fyrra hálvleiki, og ÍF Føroyar trýsti fyri at fáa triðja málið. Tí var tað eitt sindur ímóti leikgongdini, at Tårnby FF burturúr ongum koppaði alt á høvdið og skoraði 2 mál uppá 4 min. Og løtu seinni skoraðu teir til endaliga úrsliti 3-2 til Tårnby FF. Málini hjá ÍF Føroyum skoraðu Chr. Høgni og Hanus Eliasen.

 

Liðið: Mathias – Bárður, Ovi, Rasmus, Jóhan – Erland, Tummas – Hanus, Rókur, Chr. Høgni – Oddur.
Á bonkinum: Rói, Emil & Uni.

ÍF Føroyar – KFB 5-1
Hendan dystin vann ÍF Føroyar fult uppiborið 5-1, og kundi sigurin verið uppaftur størri. ÍF Føroyar stýrdi dystinum frá byrjan til enda, og tað sást aftur í spælinum, at hetta var botnliðið, ið vit spældu ímóti. KFB hevði snøgt sagt einki at bjóða uppá, og málini hjá ÍF Føroyum skoraðu Chr. Høgni (2), Rani D. Christiansen, Tummas Justinussen og Oddur Højgaard.

 

Liðið: Mathias – Bárður, Ovi, Rasmus, Jóhan – Erland, Rani, Tummas, Emil – Chr. Høgni, Jósup.
Á bonkinum: Rói, Oddur & Teitur.

 

 

Bk. Hellas – ÍF Føroyar 5-0
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá ÍF Føroyar skuldi møta toppliðinum á útivølli, men spenningurin bleiv ongantíð so stórur sum væntað var. Føroyingarnir gjørdu bart og vunnu heili 5-0 á topplinum Bk. Hellas, sum ongantíð slapp at seta sín dám á dystin. Føroysku málini skoraðu Johan Ellingsgaard (2), Chr. Høgni, Hanus Eliasen og Rasmus Nolsøe.

 

Liðið: Mathias – Uni, Ásfinnur, Oddur, Jóhan – Rói, John, Tummas, Hanus – Chr. Høgni, Johan.
Á bonkinum: Rasmus & Svenn.

 

ÍF Føroyar – Vigerslev Bk. 2-2
Dysturin endaði 2-2 millum ÍF Føroyar og Vigerslev Bk., sum var spældur leygardagin 19. Okt. á Kløvermarkini. ÍF Føroyar byrjaði dystin betur og vóru spælstýrandi allan fyrra hálvleik, men vit fingu einki burturúr øllum kjansunum. Fleiri ferðir spældu vit okkum ígjøgnum, men inn vildi bólturin ikki. Og sum so ofta fyrr, tá eitt lið ikki skorar uppá sínar kjansir, so skorar mótstøðuliðið. Vigerslev skoraði til 0-1 beint áðrenn hálvleik, sum eisini var teirra fyrsti kjansur í dystinum.

 

Í seinna hálvleiki helt ÍF Føroyar fram við at skapa kjansir, og tá 20 min. vóru farnir gav trýstið enduliga úrslit. Uni R. Petersen skoraði, eftir at hann vann bóltin av málmanninum, sum var komin heldur langt út úr málinum.

 

Men hendan dagin vóru leikarnir hjá Vigerslev bara meira effektivir enn teir føroysku leikarnir, tí stutta løtu eftir at ÍF Føroyar hevði javnað, skoraði Vigerslev aftur. Hesaferð eftir, at føroyingarnir ikki fingu ruddað bóltin burtur úr egnum felti, og endin var, at ein Vigerslev leikari slapp til skot, og bólturin sat í netinum. 10 min. seinni svaraði ÍF Føroyar aftur, eftir at Ovi sendi Chr. Høgna avstað og einsamallur við málverjan, skoraði framherjin trygt til endaliga støðuna 2-2.

 

Hetta úrslitið hevði við sær, at í verandi støðu liggur ÍF Føroyar á einum 7. plássi í seriu 1. Tað eru 5 stig upp til uppflytingar plássini, sum má vera málið hjá Føroyska liðinum.

 

Liðið: Mathias – Uni, Ásfinnur, Oddur, Jóhan – Bárður, Erland, Tummas, Hanus – Chr. Høgni, Johan.
Á bonkinum: Ovi & Danial.

 

/(Christian Høgni Jacobsen)

3.lið: Búgvi skeyt Eysturbrúnna niður!

Mong avboð høvdu við sær, at eitt nú Búgvi Øster varð fluttur fram í álopið og aðrar gamlar rottur vórðu funnar fram til dagsins dyst, men tað skuldi vísa seg at vera ein heilt skilagóð avgerð hjá Eyðuni Mylná.

Nú, tá flettingin er fyri og menn ganga fjøllini heima í Føroyum, so høvdu føroyingarnir, ið vóru eftir í Keypmannahavn, eina stóra uppgávu fyri framman. Vann 3. liðið móti Eysturbrúgv-monnum í dagsins dysti, so var uppflytingin til Seriu 3 veruleiki!

Lagt varð út við einari varligari 4-4-2 uppstilling við Óla Jákup í málinum. Frammanfyri sær hevði Óla Jákup rógvarnar báðar, Sámal Einarsson og Áka Olsen, meðan toftamenninir á liðnum hendan dagin, Gestur Hansemar Poulsen og Trúgvi Kjeld vóru á bakkplássunum. Gestur var onnur rutineraða rottan á liðnum og kom heilt væl frá uppgávuni sum vinstri bakkur. Kanska var tað Intertoto dysturin móti St. Gallen við B68 afturi í 2002, ið gjørdi útslagið, tá alt kom til alt!

Miðjan var mannað av Djóna, Bartali, Berguri og Sylva, meðan Árni og Búgvi vóru frammi í álopinum. Og serliga var tað Búgvi, ið vísti seg at hava bundið lissurnar rætt hendan dagin. Aftaná 10 min. hevði Búgvi longu havt tvey skot á málið hjá Østerbro, men tíverri vóru hesi skot ikki so farlig. Kanónin hjá Búgva var ikki heilt hitað upp enn, hóast nógva krúti í skjáttuni fyrstu løtuna av dystinum.

Tó var tað ein annar maður, ið stjól myndina fyrst í dystinum – ein maður, sum onkursvegna onga atkvøðu fekk til atkvøðugreiðsluna aftaná dystin. Ótrúligt! Bartal Højgaard var SERA eyðsýndur á ÍF Føroyar-miðvøllinum, og tað var hann, ið legði føroyingarnar á odda, tá hann vann bóltin á miðjun vølli. Hetta, eftir at Østerbro-leikarnir sløsaðu í uppspælinum. Bartal fór rekandi við bóltinum móti málinum, og tá málverjin helt, at hin áleyparin hjá ÍF Føroyum skuldi fáa bóltin, stillaði hann seg mestsum uttanfyri aðra stongina, og so var laga manni hjá Bartali at leggja bóltin í Østerbro-málið til stóra frøði hjá bæði leikarum og venjara ÍF Føroya, Eyðuni Mylná!

Men Eysturbrúgv-leikararnir vóru ikki møttir upp at vera pin-up-dukkur hendan dagin. Teir vildu gjarna oyðileggja føroyska uppflytingarballið, og stutt eftir at Bartal hevði lagt føroyingarnar á odda, javnaði Østerbro til 1-1 eftir hornaspark. Hetta var samstundis hálvleiksstøðan.

Í byrjanini av seinna hálvleiki lúrdu liðini hvørt annað av. Tó var tað Búgvi Øster, ið longu eftir 3 sek. hevði framt fyrsta frísparkið, ið sá út sum ein maður “with a mission!”. Missiónsferðin hjá Búgva kom til sín rætt, tá hann 10 min. inn í seinna hálvleik, legði okkum á odda 2-1, tá Árni og Búgvi spældi eitt-tvey millum seg, ið endaði við, at Búgvi gjørdist einsamallur við málmanninum. Ísakaldur sum roysningurin, ið hevur ferðast millum Ísland og Føroyar seinastu tíðina, legði hann bóltin trygt í netið til støðuna 2-1. Málmaðurin hjá Eysturbrúgv-búgvum var eins og steinrunnin og kundi einki gera, uttan at fílast á egna verju, ið hóast gjørdu sítt allar ítarsta, einki kundi stillað upp móti vandamikla áleyparanum Búgva Øster av øllum monnum!?! Høvdu føroysku fjallmenninir vitað betur…

Sami Búgvi legði eisini ÌF Føroyar á odda 3-1, tá Duracell-kanin á vinstra vongi, Djóni við góðum bólti, legði bóltin afturum Østerbro-verjuna, har Búgvi, í sonnum Drogba-stíli, bardi seg framum alla Østerbro-verjuna og beindi bóltin í Østerbro-málið við góðum skoti á stólpan og inn! 3-1 til ÍF Føroyar!

Dysturin tóktist avgjørdur, men Eysturbrúgv-íbúgvarnir vildu um nakað annað oyðileggja føroyska uppflytingaraballið! Teir blakaðu fimm mans fram í álopið, og tað gav tíverri bonus, tá teir minkaðu um munin til 3-2.

Tá Østerbro høvdu minkað um munin, tevjaðu teir blóð! Tað sást tíðiliga á monnum, at teir vildu oyðileggja føroyska ballið. Enn sum áður, lupu teir á við mongum monnum, og tað var til mikið høvuðbrýggj hjá føroysku verjuni og venjaranum, Eyðuni Mylná! Og júst Eyðun Mylná skuldi vísa seg sum ein góðan taktikkara, tá hann umrokeraði uppá uppstillingina. Gestur, ið hevði staðið uttanfyri og hvílt seg í nakrar minuttir kom inn aftur á vinstra bakk, og so bleiv Sigurjón fluttur fram í rolluna sum falskur 9-ari. Hetta skuldi vísa seg at vera eitt genialt taktiskt trekk av Eyðuni Mylná!  Álopini bylgjaðu aftur og fram hesa løtuna og Østerbro-leikarnir royndu seg við nøkrum langskotum uttanifrá, men Óla Jákup Bech bjargaði skotunum eins og var tað eitt myndatól til staðar! Jú, trýstið var øðiligt hesa løtuna! Men so var tað, at Sigurjón, í hansaru følsku 9-ara rollu, spældi eitt-tvey við Bartal í skjótum kontramøguleika. Bartal fekk bóltin á miðjum vølli, vendi sær, og spældi síðani eitt-tvey við Sigurjón, ið ørkymlaði Østerbro-verjuna somikið nógv,  at tað kendist sum løtuna, tá Móses deildi Reyða Havið upp í tvey! Sigurjón var svitaleysur og smekkaði bóltin í málið til støðuna 4-2! Sigurjón hevur einans spælt tveir dystir fyri ÍF Føroyar hetta kappingarárið, tá á hevur staðið. Men hansara hagtøl tala fyri seg! Hann hevur spælt tveir dystir, fingið tveir málmøguleikar og skorað tvey mál!!! Ikki eiti á hagtøl!
Hetta kendist sum ein vátur vøttur í andlitið á Eysturbrúgv-búgvum, eins og tað kendist sum ein lætti fyri føroyingarnar!

Danska trýstið stirnaði heilt, tá Áki Olsen smekkaði bóltin í málið við høvdinum til støðuna 5-2 eftir hornaspark! Tá gav danskurin upp og seyðamenninir, ið ikki vóru heima á fjalli, sluppu at flyta bóltin runt og stuttleika sær sum børn í einum bomm-handli! :p

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 5-2, ið var fult í tráð við leikgongdina, tá alt kom til alt.

Menn fóru vælnøgdir av vøllinum, men enn var ikki liðugt! “Bro-bomberen”, Búgvi Øster, vildi hava eina felagsmynd, ið fangaði góðu løtuna, har uppflytingin til Seriu 3 gjørdist veruleiki! Myndatólið, ið Búgvi Øster hevði tikið við til dagsins dyst, vildi ikki heilt spæla við! Myndatólið noktaði at geva seg til kennar. Har fekst ikki lív í tað! Grundin til hetta var, at Búgvi, ið umframt hevði tikið myndatól við, eisini hevði tikið øl við til dagsins dyst. Myndatól og ølir hoyra ikki saman! Búgvi hevði valt at hjólhesta til Kløvermarkina, og tað vísti seg at ganga út yvir myndatólið! Ølirnar blivu eitt sindur ov spentar av túrinum og tí byrjaðu nakrar av teimum at leka! Men lukkutíð fyri glaðu føroyingarnar, var hjálp til staðar! Við høgru lið Óla Jákups, stóð kvinna hansara, ið veitti eina hjálpandi hond til liðið! Hon hevði eina av hesum smørtu telefoninum, ið dugir sera væl at taka myndir. Vorsprung durch technik! Menn stillaðu seg upp, har teir eldru sluppu at standa, meðan teir yngru fóru niður at húka. Fantastiska góð felagsmynd, ið nokk fer at ríka onkra løtu millum manna!

Tá menn komu inn í skiftingarrúmið, fór alt liðið í brúsu saman! Lagið var sera gott, men so við eitt eftirlýstu menn Sjúrða Petersen! Sjúrður Petersen hevur seinastu tíðina eftirlýst, at menn hava tikið sær stundir at njóta góðu brúsuløturnar saman!  Brádliga vóru tað her 14 mans í brúsu saman, men hvar var Sjúrður?!? Telefonir vóru á lofti, men menn samdust tó skjótt um, at hetta dugdu vit bara heilt væl, uttan at Sjúrður skuldi vera við! Vónandi fær Sjúrður tó møguleikan seinni at uppliva tílíkar góðar løtur, har alt líkasum fer upp í eina hægri eind! Tín løta skal nokk koma, Sjúrður!

Meðan vatnið dryppaði av kátu monnunum, varð atkvøtt um dagsins leikara. Hetta gjørdist útfallið: Búgvi – 6 atkvøður, Sámal – 4 atkvøður, Áki – 2 atkvøður, meðan hin garvaða rottan á liðnum, Sigurjón, fekk eina atkvøðu. Sigurjón hevði tó størsta ryggsekkin, so tað var nokk í ordan, at hann einans fekk eina atkvøðu hendan dagin!

Komandi sunnumorgun klokkan lort skal 3. liðið spæla seinasta dystin hetta kappingarárið. Tá vera garvaðu rotturnar nokk ikki við, men hóast tað, eru vónirnar góðar! Er kanónin hjá Búgva Øster aftur klár at skjóta, so er ikki at vera fyri! Spyr bara Eysturbrúnna…

So bragdaði aftur hjá 1. liði

1. liðið hjá ÍF Føroyum hevði leitað sær ein túr í Fælledparkina at spæla landskappingardyst móti Østerbro IF. Úrslitið gjørdist ein greiður 1-3 sigur til ÍF Føroyar.

 

ÍF Føroyar byrjaði dystin við at leggja høgt press á Østerbro, og føroyingarnir arbeiddu hart  og vóru aggressivir á bóltinum. Hetta kløkkaði mótstóðuleikarnar  og gjørdi, at teir als ikki fingu spælið at koyra. Leikararnir virkaðu sera uppsettir og hetta samman við pressinum førdi við sær, at ÍF Føroyar hevði stóra yvirvág í spælinum. Vit spældu bóltin væl ímillum okkum, tó uttan at skapa teir heilt stóru mál kjansirnar.

Tá 18 minuttir vóru spældir kom fyrsta málið. Eitt gott gjøgnumspælt álop endaði við, at Oddur Højgaard fann Christian Høgna, sum tók eitt trekk og komin nakað uttanfyri felti skeyt hann bóltin umvegis stongina í málið til 0-1.

ÍF Føroyar helt áfram at stýra spælinum og tá 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom næsta málið í dystinum. Enn eitt gott gjøgnumspælt álop, har føroyingarnir fluttu bóltin ímillum fleiri leikarar endarði við, at Rókur legði bóltin fyri føturnar á Christian Høgna, sum skeyt bóltin í ein bleytan boga í málið umvegis yvirleggjaran til 0-2. Hendan leiðslan helt sær eisini til hálvleik og var  fult í tráð við leikgongdina.

Í seinni hálvleiki kom heimaliðið meira við í dystin, og løgdu teir eitt ávíst trýst á føroyska liðið, sum nú koyrdi uppá kontra álop. Tá góðir 15 minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki fekk ÍF Føroyar brotspark, eftir at Rókur bleiv feldur í brotseiginum. Rókur tó sær sjálvur av brotsparkinum, og setti bóltin sikkurt í netið til 3-0.  Dysturin var avgjørdur og aftaná hetta málið minkaði leikferðin í dystinum nógv.

ÍF Føroyar kundi fingið fleiri mál móti endanum av dystinum, men vóru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málið og ístaðin fekk Østerbro minka um munnin til endaliga støðuna 1-3.

Næsti dystur er leygardagin 21 september klokkan 15.00, tá lokaluppgerð verður ímillum ÍF Føroyar og CSC, sum er fótbóltsliðið frá Christiania.

Dagsins leikari gjørdist Chr. Høgni Jacobsen við 12 atkvøðum  – Erland, Bárður og Emil fingu allir hvør sína atkvøðu.

 

ÍF Føroyar byrjaði dystin soleiðis: Mathias – Bárður, Ovi, Emil,  Jóhan – Erland, Svenn – Hanus, Rókur, Chr. Høgni – Oddur.

Á bonkinum sótu: Rói og Tummas.

 

/(Christian Høgni Jacobsen)

3.lið: walkover fyri einaferð skyld

Leygarmorgunin spældi 3. lið dyst á Kløvermarkini. Fyrstu tveir dystirnir í ár eru tíverri endaðir við tapi, men hesaferð var øðrvísi.

Tað vísti seg skjótt at mótstøðuliðið ikki var eitt av teimum allar bestu, tí hóast okkara menn líka skuldu vindast í gongd hendan óføra leygarmorgun, vóru vit skjótt við yvirlutan.

Men hóast leikliga yvirvág, gekk strilti at fáa bóltin í kassan. Mótstøðuliðið stóð høgt uppi á vøllinum, so tað eydnaðist fleiri ferðir at senda skjótu mennirnar á síðuni avstað, men frammanfyri málið stóðu brennivargarnir Hilmar og Árni, sum báðir megnaðu at brenna púra opnar málmøguleikar.

Miskeiðis í fyrra hálvleiki kemur Djóni framvið, trekkir inn í banan og skjýtur úr 30 metrum bóltin upp í mótsætta málhorn, men málmaðurin hjá mótstøðuliðnum, sum annars virkaði sera ósikkur, stórbjargaði.

Nakað seinni høvdu vit fríspark mitt á vinstru síðu, Djóni, sum virkaði sera upplagdur hendan dagin, finnir ”Dánjal”, sum hevði trekt seg leysan heilt mótsatt móti fimmmetrinum og hann leggur ÍF Føroyar á odda. Nú var hol komið á og eftir hetta rapaðu málini inn, so at vit til endans vunnu 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0.

”Dánjal”, sum eisini gjørdist dagsins maður við níggju atkvøðum gjørdi hatrick, meðan Árni, Sigurjón og Heini fingu hvør sítt mál. Fyri Heina, sum fyrr í somu viku var vorðin pápi fyri aðru ferð, var málið tað fyrsta í fótbóltsyrkisleiðini. Vit ynskja Heina til lukku við fyrsta málinum og fyrsta soninum.

ÍF Føroyar – Vestia  6-0 (3-0)

Liðið: Óla Jákup – Djóni, Bjarni, Jaspur,Búgvi – ”Dánjal”, Áslakkur, Bergur, Trúgvi – Árni , Hilmar

Eyka: Eyðun, Sigurjón og Heini

 

Mynd: Hottasta thing’ið millum málmenn í ÍF Føroyum er at gerast útispælari. Fyrst Brian Hansen, so Tórður Thomsen og nú Heini Kristiansen. Nú vóna bæði nevnd og leikarar, at Sjúrður ikki fær sama “góða” hugskot (savnsmynd)

/(Djóni Højgaard)

1. lið: So koyrir tað!

Eftir fyrsta dystin í móti BK FIX, sum tíverri endaði við javnleiki 1-1, vóru menn sinnaðir at kempa fyri einum betri úrsliti ímóti Sundby BK.

Dysturin var nakað rótutur, og tað mesta av spælinum var um miðvøllin. Menn stríddust tó manniliga fyri at koma fram til neyðugu kjansirnar. Í hinum endanum syrgdi verjan fyri, at Sundby áleypararnir bert komu til nøkur fá innlegg og onkra skotroynd uttanfyri brotsteigin.

Nakað av hópinum var broyttur frá undanfarna dysti, og kundu vit við gleði bjóða Jákupi Olsen, Rasmusi Nolsøe, Jóhan Ellingsgaard og Rana D. Christiansen vælafturkomnum í bardagan. Rasmus skuldi ikki brúka nógva tíð uppá at vísa umheiminum, at hann hevur eitt dødbringende våben í sínum vinstra beini. 1-0 leiðslan kom nevniliga, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Rasmus sendi bóltin beinleiðis í málið frá hornaflagginum. Henda støðan helt sær til hálvleiks.

Í steðginum varð avtalað, at flyta lið okkara longur aftur á vøllin, hetta fyri at spara orku. Hetta hevði við sær at nógvar takklingar, skump, fríspørk og lítið samanhangandi fótbóltsspæl var at síggja í seinna hálvleiki. Tá umleið 90 minuttir vóru spældir, staðfesti Svenn ein arbeiðssigur við dundurskoti úr góðum 20 metrum. Eitt flott og forloysandi mál.

Dagsins menn gjørdust Rani og Ovi, við seks atkvøðum hvør. Rókur, Svenn og Rasmus deildust um tríggjar atkvøður.

Liðið: Mathias – Bárður, Jákup, Rasmus, Elling – Rói, Rani, Svenn, Emil – Rókur, Brian.

Á bonkinum: Rasmus, Jóhan Petur, Asfinnur

 

Mynd: Rani vildi ikki uppá mynd, men tað vildi Ovi fegin (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)

/(Ovi Brim)

1. lið: Byrjaðu við javnleiki

Leygardagin 17. august spældi 1.lið kappingarársins fyrsta dyst. Leikt varð heima á Kløvermarkini móti BK Fix. Líkindini vóru heilt góð og menn fóru hugagóðir inn á vøllin.

Emil, ið stýrdi nú tá CHJ (enn einaferð) var og ferðaðist, helt at vit skuldu byrja uttan høgt press og kanna okkum mótstøðuna. Men tað sást skjótt at BK Fix hevði á leið sama hugburð. Verjan hjá okkum slapp at hava bóltin so leingi hon vildi, og teir pressaðu ikki ordiligt fyrr enn vit komu inn á teirra helvt við bóltinum.

Vit royndu og komu til fleiri kjansir, millum annað hevði Rókur eitt snøgt skot, ið málmaðurin, í fullari longd, akkurát fekk sneitt út til horna.

Mál fingu vit beint áðrenn hálvleik. Flott samba-spæl endaði við, at Hanus setti uttarusíðu á kúluna og elegant streyk hon upp í handara málhorn. Pent og væl uppiborið.

Aftaná hálvleik var planin at forseta í sama stíli, men tað gekk ikki eftir vild. Um tað var vantandi orka hjá okkara monnum, ella BK Fix venjarin hevði havt hárturkaran frammi, skal undirritaði ikki siga. Men vit høvdu trupult við at hava fleiri samanhangandi avleveringar, BK Fix hevði nógv meira spæl og vit lótu teir koma for lætt til okkara 16-metur.

Tað endaði eisini galið einar fimm minuttir áðrenn leiklok. Teir spæla seg framm í høgru síðu og fáa sent bóltin inn í trunkan ,har hann eftir nakað av klumpspæli endar í netinum. Heilt ófortjent var tað kanska ikki, men sigast skal at tað var nærum líka tætt at blíva 2-0 sum 1-1. Óheldigt fyri okkum bleiv tað til tað seinna.

Teir 11 ið byrjaðu vóru: Mathias – Jóhan Hendrik, Ovi B, Bárður D, Rani DC – Hanus E, Emil, Rókur, Svenn, Rói – Brian.

Á beinkinum: Ásfinnn, Djóni og Bartal.

Mynd: Dagsins leikari var málverjin Mathias (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)

/(Mathias Sameulsen)

Kvinnurnar taptu tepurt fyri HB

Lagt var upp til ein sera spennandi dyst ímillum besta kvinnuliðið hjá HB og okkara kvinnur í ÍF Føroyar í Gundali 27 juli. Tað var Giza sum saman við OKKARA stóð á odda fyri hesum frálíka átakinum.
Teir fystu 15 minuttirnir av dystinum vóru javnir. Onkur smákjansur var til okkara kvinnur, men tó uttan, at hetta gjørdist vandamikið frammanfyri HB málið.

Sum tíðin leið kom meiri ferð á spælið. Tað vóru okkara kvinnur, sum høvdu tað betra spælið, og royndi Heidi á Lakjuni seg við góðum skotii úti frá, men bólturin vildi tó ikki inn.

Í 33. minutti høvdu vit ein risa møguleika, har Heidi tók eitt gott trekk og knallaði til bóltin, sum fór beint við handari stong. Eitt fínt álop sum kundi enda við einum máli til okkara kvinnur.

Beint áðrenn hálvleik fáa vit eitt fríspark, sum Sigrid tekur. Hon sendur ein sera góðan bólt inn í brotssteigin hjá HB, har Svava er fyrst, og langar bóltin í málið til støðuna 1-0 til ÍF Føroyar, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Sigast kann at spælið ferðast mest í vinstru síðu í fyrra hálvleiki, men flutti seg meira yvir í høgru síðu í seinna hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru tað HB kvinnurnar sum vóru tær meira vandamiklu, og tað vóru bert spældir tíggju minuttir, tá ið Milja R Simonsen gjørdist púra frí frammanfyri ÍF Føryar málinum og hegnisliga javnaði til støðuna 1-1.

Í 63. minutti fingu vit eitt fríspark í góðari støðu, men Jacoba var akkurat ov stutt, og fór bólturin beint omanfyri HB málið.

Í 75. minutti legði HB seg á odda 2-1. HB leikarin fintaði seg ígjøgnum í okkara høgru síðu, og í góðari støðu knallaði hon bóltin í málið.
Tað var sum um, at 2-1 málið hjá HB tók mótið frá okkara kvinnum, og HB yvirtók fullkomiliga spælið. Longu fimm minuttir seinni var aftur galið, tá ein HB leikari fekk eina langa sending fram í okkara brotsteig, og einsamøll ímóti Bjartu sum kom út at verja fyri, lobbaði hon bóltin í málið til 3-1 til HB.

Nú vóru bert 10 min eftir av dystinum og orkan hjá okkara leikarum gekk undan, og var tað HB, sum sat á dystinum til dómarin bríkslaði dystin av.

Dysturin endaði tískilt við einum 3-1 til sigri til HB kvinnurnar.

Dysturin kundi verið farin báðar vegir, men av tí at vit ikki skoraðu uppá okkara kjansir í fyrra hálvleiki meðan HB gjørdi tað í seinna hálvleiki, endaði støðan tíðanverri til teirra fyrimun.

Vit takka fyri góðan blíðskap, og eitt væl fyriskipa átak frá OKKARA og Giza. Vónandi fáa vit høvi at vera við aftur í næsta ár.

Liðið í dag: Heidi, Helena, Svava, Jacoba, Fríða, Malan, Bjarta (B36 leikari), Monica, Barbara og Maria.
Eyka sótu: Rannvá, Kirstin og Eir.

/(Lív Egilsdóttir Olsen)

Keypmannahavn vs. Århus í einum føroyskum hami

Í samband við Ólavssøkuna í ár hevði FF Giza saman við OKKARA skipað fyri einum fótbóltsfestivali. Endamálið við festivalinum var, at ymisk fótbóltsfeløg skuldu sleppa at dystast, samstundis sum ein útikonsert varð hildin í vanligum festival stíli. Líka sum nøvn sum Jens Marni, var ÍF Føroyar eisini bjóða við til hendan fótbóltsfestival. Ætlanin var, at nú skuldi slagið um Danmørkina standa ímillum tey bæði føroyingafeløgini: ÍF Føroyar og FF Klettar.

Tað var ilt at meta um, hvørja styrki tað nýstovnaða felagið frá Århus fór at koma við, men heilt greitt var tað, at okkara menn ætlaðu ikki, at tað skuldi verða nakar ivi um, hvat besta føroyingaliðið í Danmark er.

Tað bleiv lagt hart út frá byrjan, har tað heilt klárt var liðið úr Keypmannahavn, sum setti seg á dystin. Tó okkara høvdu nógv spæl, so tyktist tað at verða trupult at fáa bóltin í mótstøðumálið. Eftir nakrar brendar málmøguleikar, mátti ein flúgvandi Brian vísa, at ÍF Føroyar kunnu eisini verða vandamiklir eftir hornaspark. Eftir eitt væl sparkað hornaspark frá Pæturi, er Brian hægstur og stútar bóltin í mál til 1-0 til ÍF Føroyar.

Nú var endiliga hol komi á eftir eitt støðugt trýst frá okkara monnum. Sjálvt um vit blivu við at halda eitt støðugt trýst á FF Klettar málið, so komu ikki fleiri mál áðrenn hálvleik.

Eins og byrjanin á dystinum, løgdu okkara menn hart frá byrjan í seinna hálvleiki. Vit skulu tó væl inn í seinna hálvleik, áðrenn vit aftur megna at fáa bóltin í FF Klettar málið. Í hesum føri tekur Ólavur sakina í egnar hendir. Eftir flott kombinatiónspæl kemur Ólavur at standa rættiliga fríur í FF Klettar brotssteiginum, og úr spískum velur hann at langa bóltin uppundir nettakið uttan møguleika hjá málmanninum. Tað sást, at Ólavur visti, hvar málini í Gundadali standa!

Nú sá tað trupult út hjá FF Klettum. Støðan gjørdist einki frægari av, at ein vælleikandi Uni velur at borðreiða við einum hattricki, sum veruliga tók beinini undan FF Klettar leikarunum. Tað er serliga ein flottur ”flying-header”, sum vísti tær góðu álopsdygdirnar, ið eru at finna í okkara vinstrabakki. Eftir at FF Klettar fær skorað eitt mál, endar Christian Høgni málballið við einum flottum lobbara til endaliga støðuna 6-1.

Eftir dystin kunnu vit bara staðfesta, at sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur á framm, og ikki síðan 21. juli 2011 hava okkara menn smakka ósigur á føroyskari jørð. Tá mátti okkara menn lúta fyri einum B36 liði, sum seinni bleiv føroyameistarar.

Sjálvt um vit ikki hava smakka ósigur í Føroyum í gott trý ár, so hava vit smakkað OKKARA øl, og aftur í ár vilja vit takka OKKARA fyri latnan stuðul!

Somuleiðis vilja vit takka FF Klettar fyri dystin og ynskja teimum góða eydnu til komandi kappingarár!

Liðið hjá ÍF Føroyum var soleiðis mannað til dystin:  Mathias, Pætur, Rani, Ovi, Uni, Emil, Ólavur, Svenn, Brian, Jógvan, Steffan, Christian Høgni, Ásfinnur og Bergur.

Assistant Coach: Bergur M. og Jóhan G.
Mynd: Ósarin við steypinum (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)

/(Emil Nolsøe Leifsson)