Nýggj venjara trio til 1.liðið

Tað er nú greitt at tað verða Tórður Hentze, Rasmus Dan Sørensen og Árni Guldborg Nielsen, sum skulu standa á odda fyri 1.lðinum hjá monnum hetta kappingarárið.

Tórður hevur staðið á odda fyri 1.liðnum síðani 2020 og er klárur til enn eitt kappingarár.  Fyri at gera arbeiði lættari, hevur hann fingið AB’aran Rasmus Dan Sørensen og B36’aran Árna Guldborg Nielsen afturat sær. Teir báðir hava verið partur av felagnum ávikavist síðani 2018 og 2021 og skulu nú vera leikandi venjarar, tó so verður Rasmus ikki at síggja á vøllinum grundað á ein skaða.

Tað verða framvegis teir báðir lættsinnaðu og skemtiligu Eilif Magnusson Arge og Gestur Bogason Dam, som skulu taka sær av 2.liði hjá ÍF Føroyum.  

Eilif hevur verið partur av felagnum síðani 2018 og Gestur síðani 2019, fyrsti sum leikarar og nú venjarar og leikarar.  

Vit í nevndini ynskja tykkum trimum góða eydnu og gleða okkum til samstarvið. 

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir eru á skránni í vikuskiftinum. Báðir verða leiktir á Kløvermarkini.

1.liðið hjá monnum leikar í dag, leygardag 1.mai. Teir taka ímóti BK Fix og dysturin byrjar kl 14.

2.liðið leikar sunnudagin 2.mai ímóti FC Randoms. Hesin dystur byrjar longu kl 10.

Fyrr í vikuni tóku kvinnurnar ímóti Valby og vunnu 2-1.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

3 dystir eru á skránni í vikuskiftinum. Allir verða leiktir sunnudagin 25. apríl.

1.liðið hjá monnum fer á útivølli at leika ímóti CBS Sport. Dysturin byrjar kl 10.

2.liðið skal eisini á útivølli leika ímóti FB. Teir byrja kl 14.

Kvinnurnar taka á heimavølli ímóti AC Iben. Hesin dystur byrjar kl 14.

Byrjanin hevur verið heldur trivalig hjá okkara liðum, men vit koma sterkt aftur. Veðrið er við við okkum, so sólhattin á og komið og stuðlið okkara liðum.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Fyrsti dystur er longu á skránni í dag kl 14. 1.liðið tekur á heimavølli ímóti Bk. Viktoria, ið liggur fremst í deildini.

Sunnumorgunin kl 10 taka kvinnurnar á heimavølli ímóti Medicinernes Boldklub.

Sunnudagin kl 12 fer 2.liðið á útivølli at leika ímóti Fremad Valby.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir eru á skránni í morgin, leygardagin 26. septembur Fyrsti dystur er longu kl 10 ták vinnurnar á útivølli leika ímóti Rødovre. Hetta er dysturin um 1.plássið í deildini.

Seinnapartin leygardagin skal 1.liðið á útivøll leika ímóti Sundby. Dysturin byrjar kl 14.

Sunnukvøldið 27. septembur tekur 2.liðið ímóti Valby. Dysturin byrjar kl 18 á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Øll okkara lið skulu í eldin aftur hetta vikuskiftið.

Fyrsti dystur er longu á skránni í dag kl 14. Tað er 1.liðið, ið skal á heimavølli leika ímóti CSC.

Sunnumorgunin kl 10 fer 2.liðið á útivølli at leika ímóti HB.

Kvinnurnar leika eisini sunnudagin. Kl 14 kemur VLI á vitjan á Kløver.

Sólin skínur, so takið góða humørið við og komið og stuðlið okkara liðum. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Køv ikki eldhugan!

Fótbóltur komandi vikuskifti

Øll trý liðini skulu í eldin í vikuskiftinum.

Leygardagin 5. septembur tekur 1.liðið ímóti CBS Sport. Dysturin verður á Kløvermarkini og byrjar kl 14.

Sunnudagin 6. septembur eru tveir dystir á skránni.

2.liðið skal á útivølli leika ímóti Skjold. Dysturin byrjar kl 14.

Kvinnurnar taka á heimavølli ímóti Heimdal. Dysturin byrjar kl 12.

Køv ikki eldhugan!

Skjótt sparka vit tey næstu áratíggjuni í gongd!

Tað er nemliga tíð at finna gaggurnar fram og leita sær út á Kløbermarkina.

Óðansæð um nýggjárslyftið fyri 2020 er at gerast klænari, klókari, fittari ella betri fótbóltsspælari so er tað ein góð byrjan at fáa sær fríska luft á Kløvermarkini saman við øðrum, sum heldur ikki fara at halda síni lyfti. 

Vetrarsteðgur er liðugur og ÍF Føroyar fer nú í holt við enn eitt spennandi kappingarár. 

Menninir byrja at venja mikudagin 15. januar kl. 20.30, meðan kvinnurnar byrja sínar venjingar 3. februar kl. 19.00.

Venjingartíðirnar í vetur liggja soleiðis:

Mánadagar frá 19.00-20.30 á kunstvølli 2

Mikudagar frá 20.30-22.00 á kunstvølli 1

Allar venjingarnar eru á Kløvermarksvej 50, kunstvølli 1 ella 2.

Øll eru vælkomin at venja og vit vóna at síggja nógv- nýggj, sum gomul!

Køv ikki eldhugan!

Dystaryvirlit

Tríggir dystir eru á skránni leygardagin:

1. lið spælir á útivølli ímóti Bk. Viktoria. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur í Fælledparken.

2. lið spælir á útivølli ímóti FB 4. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur á Jens Jessens Vej.

Kvinnurnar spæla á útivølli ímóti Valby. Dysturin byrjar kl:11:15 og verður leiktur í Valby.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tríggir dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.

Leygardagin 26/10 spælir 1. lið hjá monnunum á útivølli ímóti Dragør Bk. Dysturin verður leiktur í Dragør og byrjar kl.13:00.

Sunnudagin 27/10 eru tveir dystir:

Kvinnurnar spæla á heimavølli ímóti Medicinernes Boldklub. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30

7-mansliðið spælir á útivølli ímóti Firkanten. Dysturin verður leiktur í Rygparken og byrjar kl.13:30.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Fýra dystir eru á skránni hetta vikuskiftið

Kvinnurnar spæla á útivølli ímóti Rødovre. Dysturin byrjar kl.11:15 og verður leiktur í Rødovre

1 lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Sundby BK. Dysturin byrjar kl.15:15 og verður leiktur á Kløvermarkini

2. lið hjá monnunum spælir á heimavølli ímóti Skjold 7. Dysturin byrjar kl.13:00 og verður leiktur á Kløvermarkini

7. manliðið spælur á heimavølli ímóti CSC. Dysturin byrjar kl.13:45 og verður leiktur á Kløvermarkini

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

Tveir dystir eru á skránni í kvøld, fríggjakvøld 4.oktobur.

1.liðið leikar á útivølli ímóti BK Fix. Dysturin byrjar kl 18.30

Kvinnurnar skulu í Valby taka ímóti AC Iben. Dysturin byrjar kl 18.00

Køv ikki eldhugan!