Hoyr dagsins leikara, Andras Jákupsson, greiða frá leikgongdini í dagsins 4-2 sigri. Læs videre “3. manslið vann tryggan 4-2 sigur.”
Nú verður farið út á gras!
Eftir at hava vant á graslíki í eina tíð verður nú farið á gras og komandi týsdag, 31. mars, er fyrsta venjing á grasi.
Venjingartíðirnar hjá monnunum eru:
Týsdag: kl. 18.00 – 19.30
Hósdag: kl. 17.00 – 18.30
Venjarar komandi kappingarár eru Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Petersen. Andras Thomassen, ið undanfarna árið eisini hevur verið partur av venjaratoyminum, hevur valt at takka fyri seg. Vit takka Andrasi fyri gott samstarv.
Venjingartíðirnar hjá kvinnunum eru:
Týsdag: kl. 17.00 – 18.30
Hósdag: kl. 18.00 – 19.30
Venjari hjá kvinnunum er – eins og undanfarna kappingarár – Annika Godtfred.
Vit vilja fegin leggja stóran dent á, at øll eru vælkomin til venjingarnar og okkara vón er at síggja nógv nýggj – eins og gomul – andlit á Kløvermarkini nú farið verður aftur á gras.
Við fótbóltskvøðu
Venjarar og nevnd
GG: Í komandi (vika 14) er páskavika, og tað kemur at ávirka venjingina nakað. Nærri boð um hetta seinni.
Innandurakapping 2015
Nú ber til at boða frá luttøku til árligu innandurakapping felagsins, sum verður leygardagin 28. februar. Freistin fyri tilmelding er mikudagin 25. februar á midnátt. Kappingin verður eins og undanfarin ár í snotiligu Svanemøllen høllini á Eystubrúgv og eru tveir tímar settir av til at avgreiða kappingina, so tað er at møta stundisliga og til dystin fús. Kappingin byrjar klokkan 18.00 og endar klokkan 20.00.
Hvørt lið er mannað við fýra leikarum á vøllinum og sum nakað nýtt verður ikki meldað til sum lið, men sum einstaklingur. Tvs. at hevur tú áhuga at spæla innandura nýtist tær ikki at savna eitt heilt lið saman, men boðar sjálvur frá luttøku og tá ið tilmeldingin er móttikin seta fyriskipararnir – saman við venjarum – lið saman. Hesin leistur hevur verið sera væleydnaður hjá kvinnunum í fleiri ár og í ár verður so sami leistur royndur á mannfólkasíðuni. Vónandi leggur hetta eisini lok á allar ósakligu skuldsetingarnar um mutur og korruptión frá 2. liðsvenjaranum, Sjúrði Petersen.
Pláss er fyri 10 mansliðum, og vælkenda ”først til mølle”-prinsippið verður brúkt. Vit gera tað soleiðis, at í hægsta lagi 50 menn kunnu boða frá luttøku, tvs. at møguleiki er fyri, at liðini hava ein útskiftara. Tá ið 50 teir fyrstu hava teknað seg, er fullsett. Luttøkugjaldið er 100 krónur pr. leikara og skal flytast á konto í Danske Bank við reg.nr. 3148 og kontonr. 314.813.120.1 og minst til at viðmerkja navn. Tá hetta er gjørt sendir tú ein teldupost til bartal@fotboltur.dk og boðar frá hesum. Tú hevur eisini møguleika at flyta peningin umvegis mobilepay til Emil Nolsøe Leifsson á tlf. 60867969.
Kvinnurnar við Gunvá Pállson á odda skipa seg sjálvar henda dagin.
Nærri reglur og skrá verða kunngjørd seinni, tá ið freistin at melda til er úti.
Lundatíðin byrjar ikki fyrr enn í juli – men dimmulundafleyg er ein møguleiki
Teir við lundanum á bringuni taptu tíanverri aftur í gjárkvøldið. Tvey sjálvmál, brotsspark og Guds hond vóru við til tapið, sum tó fekk ein góðan enda, tá ið lundabringurnar fingu tvey mál. Endaliga støðan gjørdist 4-2 til útiliðið.
Fyrri hálvleikur var góður. Útiliðið kom ikki til teir heilt stóru møguleikarnar, og høvdu avleveringarnar fram eftir vøllinum verið eitt sindur neyvari, kundi spurst meira burturúr hjá lundabringunum á Kløvermarkini.
Men marginalarnir hava ikki verið við triðja liðnum í ár og tíanverri fyri Jákup Sørensen, kom hann at standa illa fyri og fekk ikki vart seg fyri einum sjálvmáli. 1-0 til BK Stefan í hálvleikinum.
Í hálvleikinum snúði prátið seg um, hvussu tað allarsíðsta í álopinum, skuldi fáast frá hondini sum best. Eingin veit frá morgni at siga, hvat á Kløvermarkini kann henda.
Seinni hálvleikur
Tí stutt eftir hálvleikssteðg megnaðu Brian og Óli Edvard at spæla seg til eitt sjálvmál, eftir trunkaspæl í brotssteiginum, eftir eitt horna. – Ja, hetta sjálvmálið var avgreitt í allarbesta ’tiki-taka stíli’. Sera harmiligt, tí nú vóru lundabringurnar aftanfyri 2-0, uttan at mótstøðuliðið hevði skorað nakað mál.
ÍF-Føroyar gav ikki upp. Tí enn var góður hálvur tími eftir at leika. – Tað vóru ikki teir villu møguleikarnir, ið teir frá BK Stefan komu fram til. Samstundis var komið eitt sindur meira bit í álopið hjá ÍF-Føroyum við m.a. Briani og Berguri á odda.
Men hóast sólin skein í gjárkvøldið, so skein hon ikki á føroyingarnar. Óli Edvard var sera óheppin at fáa bóltin upp í hondina inni í 16-metrinum, og dómarin ivaðist ikki og peikaði á brotssparksplettin. Brotssparksskjúttin var tryggur. 3-0 og mótbrekkan gjørdist brattari.
Hetta gav teimum við lundabringuni eitt orduligt slag á nevið. Tað vildi bara ikki ganga í dag, heldur ikki í dag! – Stutt eftir brotssparkið fingu teir úr BK Stefan sítt fyrsta mál í opnum spæli og støðan var 4-0 og dysturin avgjørdur. – Men álopið vildi, ið hvussu er pynta upp á úrslitið og spæla skommina eitt sindur av sær.
Seinastu løtuna megnaði ÍF-Føroyar at skora tvey mál. Tað fyrra skoraði viðingurin, Viðoy, tá ið Jaspur Højgaard, ið varð fluttur fram á miðvøllin, hegnisliga sendi ein bólt ímillum verjuni. Danial sneiddi málmannin av og setti bóltin í netið. – Jaspur burdu umhugsað støðuna á bakkinum, tí stutt aftaná var Danial aftur nær við, tá ið Jaspur aftur sendi ein frekan bólt.
Tað seinna málið stóð Bergur Strøm fyri. Hetta kom eftir, at ein langur bóltur var sendur fram. Av berum treiskni trýstu eini tríggjar lundabringur verjuna so mikið nógv, at Bergur kom at standa nokkso leysur úti í vinstru. Við vinstra beini setti Bergur kaldliga bóltin út í høgru síðu.
Enn er vón fyri framman
Endaliga støðan gjørdist sostatt 4-2 til BK Stefan. – Vit kunnu staðfesta, at lundatíðin ikki er byrjað enn. Gamalt var, at lundatíðin ikki byrjar fyrr enn hálvan juli. Tíanverri er eingin dystur á skránni tá. Men ein dystur er áðrenn summarfrítíðina. Áðrenn lundatíðin byrjar, plaga menn at fleyga dimmulunda í skýmingini. So kanska tað er vón fyri sigri áðrenn summarfrítíðina.
Dagsins leikari var Danial Viðoy við 6 atkvøðum. Við honum í hølunum komu Sámal Einarsson og Bergur Strøm, um undirritaði minnist rætt.
Tiknir við buksunum niðri
Aftur í dag vóru lundarnir hjá ÍF Føroyum tiknir við buksunum niðri. Liðið var fyri einum teprum ósigri. Marginalar og vantandi neyvleiki vóru við til, at ÍF Føroyar tapti 1-3 á heimavølli ímóti B93. – Venjarin metti, at hetta ikki var gott nokk, og hótti leikararnir við eftir dystin, at nú skuldu allir vísa reyv. Um revsingin er førd út í lívið, veit undirritaði ikki. Myndatólið slapp ikki við inn í lundaland nummar 25.
Hálvleiksstøðan var 2-0 til útiliðið, hóast tað ikki var í tráð við leikgongdina. B93 hevði í roynd og veru ein møguleika, sum teir skoraðu uppá, meðan hitt málið var ein gáva frá føroysku verjuni. – Ja føroyingarnir vóru tiknir við buksunum niðri, aftur í dag. Til komandi dyst krevst intensiv skotvenjing á málið.
Fyrri hálvleikur
Tað fyrra málið var sum sagt ein føroysk gáva, tá ið ein verjuleikari spældi ein mótstøðuleikara púra frían. Slíkt hendir, men føroyingarnir kempaðu víðari.
Føroyingarnir komu til opnar málmøguleikar. Tvær ferðir var tvørtræið forðingin fyri máli. Og ein vælspælandi málmaður gjørdi eisini sítt til at føroysku útisetarnir ikki fingu hol á málskjótingina.
Beint áðrenn hálvleik slapp ein 93-leikari innum føroysku verjuna og kølið setti hann innarusíðuna á til hálvleiksstøðuna 0-2.
Annar hálvleikur
Í øðrum hálvleiki hildu føroyingarnir á at trýsta útiliðið. Umframt at hetta gav møguleikar til ÍF Føroyar, gav hetta eisini útiliðnum møguleikar til skjótálop. Men hetta kom ikki at kosta fyrrenn í síðstu løtu. Tá ið eitt korter var eftir av dystinum, fekk ein B93 leikari gult kort. Fær ein leikari gult kort, skal hesin út í tíggju minuttir. Hetta gav føroyingunum enn betri pláss at spæla á, og tá ið 8 minuttir vóru eftir at leika, bragdaði endiliga hjá føroyingunum.
Sigurð Carlsson kom at standa í góðari støðu inni í brotsteiginum og hann smekkaði bóltin inn í málið til støðuna 1-2. – Nú fingu føroyingarnir blóð á tonnina og tað mesta fólkið fór fram. Men tíanverri eydnaðist tað ikki at fáa bóltin innum málmannin, ið til tíðir minti um Jens Martin Knudsen, tá ið hann var upp á tað besta. Hann var sum ein køttur á málstrikuni.
Fótbóltur er eirindaleysur. Tí tá ið tríggir minuttir restaðu fóru B93 í skjótálop. Miðverjin hjá føroyingunum kom eitt sindur skeivur á ein luftbólt og hetta gjørdi, at ein B93-leikari gjørdist púra leysur og kunda staðfesta sigurin til 1-3.
Tað hevur gingið striltið hjá triðja liðnum í ár. Manglandi marginalar og neyvleiki hava verið høvuðsorsøkin til sløku úrslitini. – Men einum føroyingi so líkt, so verður nú bert hugsavnað seg um komandi dyst.
Dagsins leikari fyri ÍF Føroyar gjørdist fyrrverandi KÍ og Víkingaleikarin Kaj Ennigarð við fýra atkvøðum. Honum í hølunum vóru Jósup Henriksen og Jan Nónklett við trimum.
Avsmurningur til Míttland boysarnar
HIK – ÍF Føroyar: 7-1(3-1)
Tað var eitt skert lið ið førkaði seg út í móti Gentofte týskvøldið og serliga var tað málmanspostinum at menn vóru ivingarsamur um, nú Hallur var drigin upp á 2. Lið stutt fyri dystarbyrjan.
Tað byrjaði væl í hitanum og okkara menn vóru væl við og bæði Jónas og Djóni høvdu góðar mótálopsmøguleikar, men tað vóru tó HIK’arnir í drógu fyrsta hál tá dysturin var 16 minuttir gamal. Eftir langt innkast ið kom heilt inn fyri málið vóru okkara ikki nóg tættir og so var 1-0, men enn var onki avgjørt. Bert tveir minuttir eftir spældi Bergur til Djóna í høgru síðu, sum langaði ein bólt niðan í felti og millum tveir verjuleikarar og ein málmann á skógtúri var Jónas hægstur og setti krúllin á boltin, sum í einum penum boga snýkti seg lúkst undir tvørtræði og so var 1-1. Restina av hálvleikinum var javnur hóast HIK’ies fingu tvey mál afturat, harav tað til 2-1 var eitt makaskjal av tí fyrsta, við langum innkasti.
Seinni hálvleikur fer skjótt í gloymibókina og hóast okkara menn vóru sera ónøgdir við at tapa hann 4-0, so var tað nokk ikki heilt óuppiborið at HIKstras fingu heili 4 mál.
Teir, ið fingu æruna av at verja málið vóru Ósa, Djóni og Jóhan Hendrix og vóru teir bara óførir.
Dagsins leikari gjørdist Jónas, meðan fleiri komu á øðrum plássið.
Næsti dystur verður leygardagin 31. aai á Kløver. Tá skulu aðrir bollar í suppuna tí tá verður farið eftir fyrsta stiginum í ár tí at nú hava menn lagt reyv til ov nógv.
Liðið: Ósa – Bergur J, Jaspur, Jákup, Jóhan Hendrik – Djóni, Bogi, Karl, Strøm, Jákup Andrias – Jónas. Eyka: Sveinur og Magni.
Lundarnir fleygaðir í evstu løtu
ÍF Føroyar – Fremad Valby 1-2 (0-0)
Hýrurin var góður leygarmorgunin 17. mei, tá menn møttu til dyst móti Fremad Valby á Kløvermarkini. Tað var ilt at siga, um menn vóru spentir til dystin, ella um tað var ÍF Føroyar summarveitslan “SummerShake Down”, sum menn gleddu seg til.
Mótstøðuliðið hendan dagin var topliðið Fremad Valby, sum lá ovast á stigartalvuni. Sjúrður Petersen avloysti 3.liðsvenjaran Andras Thomassen hendan morgunin, og taktiska uppleggið snúði seg um ikki at leypa framav og hava tol.
Fyrri hálvleikur gekk júst sum ætlað. Okkara menn stóðu væl á vøllinum, og mótstøðuliðið kom ikki til teir heilt stóru kjansirnar. Tað, sum riggaði heilt væl hendan dagin, var samanspælið millum verjuna og miðjuna. Karl var sera raskur at rópa allan dystin og syrgdi fyri, at gloppið millum verjuna og miðjuna ikki bleiv ov stórt.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mundi tolið á lundunum givið úrslit. Sylvi sendi Berg Napoleon avstað í høgru síðu, og hann slapp sær lættliga framvið Fremad verjuleikarinum og sendi eitt gott innlegg innfyri. Bogi søkti nærmastu stong, setti innarusíðu á, og bólturin brast á stongina og út. Farið var til hálvleik við støðuni 0-0.
Seinni hálveikur byrjaði eins og fyrri endaði: Við einum væl skipaðum lundaliði. Nakað inn í seinna hálvleik bleiv Trúgvi feldur inni í feltinum, og dómarin peikaði á plettin. Sylvi bjóðaði seg til at skjóta, og setti bóltin trygt í netið til 1-0. Lundarnir stóðu væl við einum vælspælandi Áslakki í verjuni, einum kontrolerandi Karl á miðjuni og einum útfordrandi Bergi Napoleon í síðuni.
Nú tyktist dystargongdin at venda, og venjarin hjá Fremad Valby hoyrdist yvir alla Kløvermarkina. Fremad Valby boysarnir blivu meira ágrýtnir, og skiftu frá einari 4-4-2 uppstilling til eina 3-4-3. Dómarin lat seg eisini ávirka av garvilla Fremad venjaranum á síðulinjuni, og gav fríspark eftir fríspark til Fremad Valby. Hallur stóð aftur ein brand dyst í málinum, so fríspørkini blivu aldrin vandamikil.
Í 80 min. bragdaði hjá gestunum. Eftir eitt hornaspark í høgru síðu endaði bólturin í netinum til 1-1. Nú ráddi um at verja hetta eina stigið síðstu minuttirnar, og royna at satsa uppá skjótálop. Johan Hendrik bleiv spældur púra leysur, men hann valdi at gera ov skjótt av og skeyt langt við síðurnar av. Ein gyltur møguleiki at koma á odda aftur.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kom tann mest umrødda støðan í dystinum. Áslakkur fór niður í eina góða takling, og dómarin peikaði á plettin. “Hånd på bolden”, og føroyingarnir stóðu sum kánus. Hallur í málinum fóru til vinstru, meðan Valby maðurin sendi bóltin í høgru síðu. 1-2 til Fremad Valby og lundarir fóru niður við nevinum.
Dagsins menn blivu Áslakkur og Karl við fýra atkvøðum hvør. Teimum á baki komu Hallur og Bergur N við hvør sínum trimum atkvøðum.
Liðið: Hallur – Johan Hendrik, Sylvi, Áslakur, Jaspur – Bergur J, Karl, Nónklett, Djóni – Strøm og Sivertsen.
Eyka: Jan Schwartz, Ósa og Jákup Andrias.
Míttland boysarnir tættari stigi enn nakrantíð fyrr
BK. Viktoria – ÍF Føroyar: 1-0(1-0)
Okkara menn blivu teppibumbaðir í fyrra hálvleiki úti í Fælledparkiniog kundu bert takka málverjanum Hanus úr Norðskála fyri at halda Míttland boysunum inni í hitanum. Men kollektivi traðkaði í karakter í seinna hálvleiki, boysarnir komu sterkt aftur og vóru um reppi at fáa bæði eitt og tvey mál.
Fyrri hálvleikur var merktur av nógvum feilum og álopini regnaðu oman yvir ÍF Føroyar máli. Onkur kundi mistonkt Míttland boysarnir fyri at hava verið á festivalinum sum vit ikki nugu nevna navnið hjá, men tað høvdu teir sjálvandi ikki. At bert tað eina máli kom, var bert málverjanum og hepni at takka og heldigvís spentu boysarnir bogan betri í seinna hálvleiki.
Karl og Helgi fingu betri tak á miðvøllinum og sum heild mannaðu menn seg upp. Størsta kjansin í seinna hálvleiki hevði Helgi, men fleiri aðrir góðir vóru eisini. Um miðjan seinna hálvleik sendi Sylvi eitt gott fríspark innfyri og tætt undir málinum skallaði Jónas á tvørtræðið umvegis eina góða bjarging frá málverjanum. Lukkutíð stakk bólturin út til Helga, hildu vit og konfetti regnið var næstan farið í gongd, men liðskiparin setti kryllin ov niðarliga á bóltin, sum reyk omanfyri úr stuttari frástøðu. Sylvi hevði eitt fríspark á trýkantin og Jákup Andrias bleiv jarðlagdur í brotsteiginum, men tað var bert dómarin, ið ikki metti at talan var um brotsspark.
Hanus úr Norðskála stóð ein rimmar dyst og fekk heili 10 stemmur, tað vita vit øll hvat merkir, meðan Sylvi fekk tvær og Høgni og Helgi fingu hvør sína.
Liðið: Hanus úr Norðskála – Ove, Høgni, Sylvi, Bergur J – Trúgvi, Helgi, Karl, Jónas – Strøm, Jákup Andrias. Eyka: Eyðfinn, Kenneth og Jaspur.
Næsti dystur er á Summer ShakeDOWN degnum 17. Mai kl. 11.15 á Kløver.
Fjórða tapi á rað í botnbraki
ÍF Føroyar-KB: 1-2 (0-1)
Enn einaferð var veðrið við okkara monnum, men tíverri var hepni ikki. Dysturin var domineraður av Mítt Land boysunum, men málini fullu tíverri ikki í teirra lut.
Tað vóru treystir boysar, sum fóru inn á vøllin hesuferð og kanska var tað tí at mótstøðuliðið hesferð lá á aftasta plássið við ikki so mikið sum einum stigi.
Okkara byrjaðu væl og Áki hevði ein góðan møguleika, meðan aðrir menn eisini royndu at bjóða seg til og allan fyrra hálvleik høvdu Mítt Land boysarnir greiða yvirvág í spælið. Tó skuld tað, freistast man at siga, enn einaferð verða mótstøðuliðið í skeyt fyrsta pílin. Eftir horna valdi Bárður at at hoppa upp og ólukkutíð smasha bóltin í besta volleyball stíli og dómarin var eirindaleysur, vísti Bárði ostaflísina og peikaði á brotssparksblettin og so var 1-0 hóast Hanus av Norðskála í málinum var ógvuliga tætt við at fanga bóltin.
Menn vóru ikki falnir í fátt í hálvleikinum og komu væl út til seinna hálvleik og tað skuldi vísa seg at geva úrslit tá Dánial sendi eitt fríspark millum vinir og fíggindar, sum streyk beint í mál uttan at nakar nært við bóltin. Men tíverri so var hetta tað einasta málið okkara fingu og tá Kaj fekk gula korti seint inni í seinna hálvleiki bleiv tað eitt sindur meir javnt og 6 minuttir fyri leiklok megnaði KB enn einaferð at leggja seg á odda. Eftir eina misskiljing kom vinstri vongur at standa púra fríður og hann sveik ikki og okkara máttu enn einaferð av vølli við tap í sekki, men sum hjá Liverpool… Næstuferð verður tað!
Mítt Land boysarnir hesa vikuna: Hanus úr Norðskála – Heini, Kaj, Høgni, Bergur J – Trúgvi, Helgi, Bárður, Ingi, Dánial – Áki
Næsti dystur verður mitt undir konkurrentsfestivalinum Frigg, so tað passar boysunum fínt. Hann verður í Fælledparkini ímóti Viktoria leygardagin kl. 11.15.
Enn eitt stórtap til 3. lið
FC Udfordringen – ÍF Føroyar: 5-1(2-0)
Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu leygarmorgunin úti í Valby og Mítt Land boysarnir høvdu ein fínan møguleika at brúnka sær tjúkkar og armar ímeðan teir hølvaðu Valbýarfólki av, men soleiðis skuldi tó ikki verða.
Dysturin var bert ein minutt gamal tá okkara vóru afturút 1-0 eftir hornaspark og so var tað mótbrekka fyri rest í góða veðrinum. Fyrri hálvleikur ar sera javnur og okkara høvdu yvirvág í spæli og høvdu góðar málmøguleikar. Nærmastur var Elling eftir horna, tá Rambo skallaði bóltin innfyri aftur, men ólukkutíð fór bólturin á tvørtræðið. Seint í seinna hálvleiki uppstóð ein støða, ið verðuliga fekk sinnini í kók. Mítt Land boysarnir markeraðu fyri offside, men dómarin lat ikki við seg koma, hóast mótstøðuleikarin tóktiskt vera tveir ella tríggjar metrar rangstaddur og tískil kundi spankulera oman móti málinum og økja til 2-0.
Seinni hálvleikur byrjaði væl og Rúni handan Á minkaði um munin við tryggum brotssparki og tá útfordrarnir fingu gult kort løtu seinni fóru okkara beinleiðis eftir rangastrúpanum, men tíverri miseydnaðist. Eftir gott álopsspæl í stórum pørtum av seinna hálvleiki skoraðu útfordrarnir heili tríggjar reisir uppá kontra og so var aftur tap í hendi. Fyri heili fjórðu ferð í tveimum dystum fingu okkara brotspark beint fyri leiklok, men hesuferð var Rúni handan Á ikki eins tryggur og bólturin smeyg sær framvið vinstrustong.
Dagsins leikari gjørdist navnframi Rúni handan Á við 8 stemmum meðan fleiri aðrir komu sníkjandi við einari stemmu í part.
Hesir vóru Mítt Land boysarir hesuferð: Jóan Petur – Trúgvi, Aslakur(Liðsk.), Ásfinnur, Birgar av Argjum – Bergur J, Rúni handan Á, John, Karl, Elling – Bergur S. Eyka: Djóni, Ósá og Jan.
3. lið tapti málríkan dyst
ÍF Føroyar – Bispebjerg BK: 2-6(0-4)
Tað var serstakliga gott veður á Kleyvarinum týskvøldið tá Mítt Land boysarnir vóru í action. Men eins gott sá tað ikki allatíð út inni á vøllinum.
Venjarin hevði gjørt nakrar taktiskar brølarar og eftir smáar 50 minuttir var støðan 5-0 til útiliðið. Í hesum tíðarskeiði høvdu okkara ikki verði heilt eiðasørir tó. Jákup Andrias knallaði bóltin í kassan, bert fyri at blíva sektaður fyri øðiliga ivasama rangstøðu og Ósa heilfluktaði ein ripost eftir horna, í sneig sær út til málspark, bert 30-40 centimetrar uttanfyri nærmaru stong. Størsta kjansin hevði Hr. Strøm tó, tá hann eftir at blíva feldur í brotsteiginum, gjørdi rookie mistake #1, bræsin sum hann var, valdi hann sjálvur at taka ábyrgdina og brotsparki endaði í labbunum hjá málverjanum ið kastaði seg í røttu síðu.
2. hálvleikur sá væl betri út enn seinni og serliga Karl ið kom inn var við til at øsa alt uppí skúm við sínum litfagra display. Tá seinni hálvleikur var smáar 15 minuttir gamal fingu okkara menn aftur straffi, eftir at Bisparnir høvdu havt hond á bóltinum undir eini hornasparksstøðu. Sylvi, ið hevði havt nógv góð fríspørk í leypi av dystinum, traðkaði til og sendi bóltin trygt í netið og nú ressaðust Mítt Land boysarnir við.
20 minuttir fyri tíð, sendi sami Sylvi ein langa avlevering niðan í bispahálvuna og har trein Birgar úr Lamba á pall. Lambamaðurin brúkti sítt eyðkenda bólteyga í leitani eftir tí fullgjørdu temjingini og reiðskapurin hesuferð gjørdist bringan. Við bróstinum tók hann bóltin við sær og setti kósini úr vinstru í høgru og oman móti málfeltinum. Komin oman inn um brotsteigin var klárt til at lata kanónina ganga og hóast ein av viðleikarunum hevði sæð sær kjansin at stjolið tað endaliga skotið, so var tað Lambamaðurin ið skeyt og bólturin fleyg framvið málverjanum og í neti.
Restina av dystinum royndu okkara at trýsta eftir fleiri málum og nakrir góðir kjansir vóru, men sum so ofta, so endaðu bisparnir við at skora til 2-6 stutt fyri leiklok eftir eitt skjótt mótálop.
Sylvi bleiv dagsins leikari og honum á bakið var Karl.
Mítt Land boysarnir hesaferð vóru frá byrjan hesir: Jóan Petur – Big blind, Sylvi, Jan, Ósa – Bergur J, Hr. Strøm, Áslakur (liðsk.), Trúgvi – Bogi, Jákup Andrias. Eyka og komu inn: Birgar úr Lamba, Karl og Small blind.
Næsti dystur verður leygardagin kl. 11.15 í Valby, móti FC Udfordringen.
Eyðun vunnið 3.liðið uppflyting
Undan dystinum síðsta sunnudag, var longu greitt at 2. plássi í okkara seriu 4 bólki var tryggjað, og at uppflytingin tískil var í hús. Við hesari vitan í skjáttuni, vóru tað nakrir avslappaðir og onkrir nývaknaðir ÍF Føroyar leikarar, ið møttu kl 9 úti á Frederiksberg sunnumorgum. Onkur mátti tó erliga melda forfall til dystin í síðstu løtu.
Tó vóru boðini frá Eyðun púra greið, út og spæla skjótar og góðar kombinatiónir, sum vit hava vant dúgligu síðstu tíðina. Og man má siga at venjingarnar hava givið “pota” hesa hálvuna.
Dysturin byrjaði við fullari ferð og nógvum feilum, aftaná 15 minuttir var støðan 2-2. Málið til 1-1 skoraði burturvilsti sonurin Bergur Napoleon við einum flottum túri í vinstru síðu, og legði bóltin vakurt i netið, ytst við stongina. Løtu seinni javnaði Rólantur til støðuna 2-2 tá hann fekk síðsta fótin á bóltin í feltinum.
3-2 fekk Árni smekkaði í kassan, aftaná málverjin meistarliga hevði bjargað skotið frá Búgva, sum ikki kundið verið útført nógv betri. Hepni í Búgva, at Árni var so kvikur eftir bóltinum, sum støkk út aftur.
FA2000 gav ikki upp so lætt og gjørdi nógv fyri at fáa minka um munin, og hóast Óla Jákup hevði onkrar frálíkar bjarginar, so fingu teir minkað um munin til síðst. Hetta helt Áki ikki var rætt, og leyp tí fram til hornaspark og stútaði bóltin í kassan í røttum Duncan Ferguson stílið.
Rólantur var ikki liðugur at spæla puss við FA2000 verjuna, og skjótt eftir steðgin hevði hann gjørt tað til 5-3 við einum frálíkum langum lobbara. Ikki eiti á comeback hjá Rólanti. Eisini næsta málið fekk Rólantur, og harvið var hattrikkið tryggjað. Men hettar var heldur ikki nokk, tí í besta Barcelona stílið, lobbaði hann enn einaferð málmannin hjá FA2000. Hesuferð úr stuttari fjarstøðu; sera vakurt. Menn snakkaðu á bonkinum um, at sjálvt Christian Høgni hevði verið errin av hesum málinum.
Til síðst setti Kenneth punktum, við einum vøkrum fluktara við handaru stong. Endaliga støðan gjørdist 8-5 til ÍF Føroyar. Og fyri at gera hettar úrslitið enn betri, so tapti BK Fix sera óvænta sín dyst, og tískil endaði ÍF Føroyar á fyrsta plássi í bólkinum. Næsta ár er seria 3 aftur á skránni, og vónandi liggja allir dystirnir ikki sunnudag næstu hálvu.
Sum stigatalvan vísur, so hevur 3. liðið bert tapt tveir dystir hesa hálvuna, og vóru hesir tveir teir fyrstu dystirnir. Síðan hava tað verið 9 sigrar upp í slag.
Liðið: Óla Jákup – Ove, Áki, Sámal, Óli – Bergur Napoleon, Jóhan Petur, Høgni, Búgvi – Rólantur, Árni.
Eyka: Kenneth, Sylvi.
Mál: Rólant 4, Árni, Áki, Kenneth, Bergur Napoleon.