Nú eru nógv ár síðani, at eg sjálvur tók prógv (les Sjúrður Petersen) og fór av skúlabeinki og út á arbeiðsmarknaðin og tískil er møguligt, at umstøðurnar hjá teimum lesandi í dag ikki eru tær somu, sum tá eg var ungur. Tað vísur seg nemliga, at tey lesandi í dag, eftir øllum at døma, hava alt ov nógvar pengar um hendurnar. Ikki tí, tað er teimum væl unt, men sum venjari hjá ÍF Føroyum kemur tað ikki altíð so væl við, at ungdómurin í dag er so væl fyri fíggjarliga. Hetta merkir nemliga, at menn í tíð og ótíð, hava ráð at fara til Føroyar at vitja. Tað kann sjálvandi eisini vera tí, at hetta er fyrsta ættarlið av “curling børnunum”, og tað tískil eru tað foreldrini, sum gjalda fyri hesar ferðirnar! Óansæð hvat, so var tað eitt heldur skert 2. lið, sum møtti á Kløvermarkini til fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum.
Gamalt var tó, at maður kemur í mans stað. Hetta orðatak vísti eg so sanniliga at halda hendan leygardagin, tí teir møttu mennninir gjørdu skjótt av við Kastrup BK.
Fyrstu 15 min høvðu vit nokk av møguleikum til at stongja dystin so ruddiliga, men ferð aftaná ferð stóð málmaðurin fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk Brian kempað seg til eitt skot, og tryggur sum altíð, so setti hann bóltin í kassan. Okkara spælarar blivu við at skapa møguleikar, og løtu seinni fekk Rani ein retur sum hann hegnisliga, við vinstra beini, sendi framvið málmanninum og verju til 2-0.
Hetta helt sær til hálvleiks har avtalað var, at nú skuldi hetta koyrast heim. Minnið frá síðsta dysti, har hálvleiksstøðan var tann sama, var enn feskt í huganum og orðatakið um farligu leiðsluna kenna allir fótbóltsspælarar væl!
Seinni hálvleikur byrjaði frálíkt, og okkara spæl riggaði avbera væl. Eftir einari løtu fáa vit horna. Vikarierandi liðsskiparin Rani, leggur væl innfyri, har ið Teitur gerst hægstur og so var støðan 3-0.
Vit fingu eitt mál afturat, og var tað eitt sera gott eitt. Eftir gott spæl sendir Brian ein bólt inn í brotsteigin til Johan, sum hegnisliga spælur bóltin uppá tvørs til ein ísakaldan klaksvíking, sum trygt setir bóltin í kassan til 4-0. Henda støðan helt sær til dystarenda, og tískil vóru tað nakrir vælnøgdir spælarar, sum fóru at hyggja eftir 1. liði.
Einasta keðiliga í hesum dysti var tó, at Johannus móti dystarenda mátti skiftast út við einum møguligum brotnum rivjabeini. Vónandi gerst skaðin ikki so alvorligur, tí vinstri bakkar vaksa jú ikki á trøðunum.
Næsti dystur verður móti GVI týskvøldi tann 22/4. Aftur hesaferð hava fleiri mans meldað avboð vegna páskaferiu, men vónandi eru teir sum traðka til, líka raskir, sum teir vóru hendan leygardagin á Kløvermarkini.
Liðið: Heini – Høgni, Jákup, Johannus, Rasmus – Rani, Johan Petur – Sigurð, Johan, Brian.
Á beinkinum sótu: Djóni, John, Ásfinnur
Dagsins maður bleiv Rani við 6 atkvøðum. Honum á baki komu Teitur við 3, Høgni við 2 meðan Brian, Jóhan og Sigurð atkvøddu fyri sær sjálvum!