Limagjald – Heysthálvan 2018

So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.

Upphæddin fyri heysthálvuna er 350 krónur.

 

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport:

Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið.

2. Heimabanka:

Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7

Viðmerk navn og ár.

 

Freistin at gjalda limagjald er 17. septembur 2018. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 17. septembur, verða útihýstir frá holdsport, venjing og dystum, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.

 

Um tú ikki hevur møguleika at gjalda ádrenn 17. septembur, er tó møguligt at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við Sunnevu, um so er!

Gott kappingarár!

Køv ikki eldhugan!

Nevndin

Dystir komandi vikuna

Nógvir dystir eru á skránni hjá ÍF Føroyum komandi vikuna.

Týsdagin 04. septembur kl.18.00 spælir 1. lið hjá ÍF Føroyum á heimavølli ímóti Bk. Skjold. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Leygardagin 08. septembur eru tríggir dystir á skránni.

kl.11.15 spælir 3. lið hjá ÍF Føroyum á útivølli ímóti Hellas 2. Dysturin verður leiktur í Engdraget.

kl.15.00 spælir 2. lið hjá ÍF Føroyum á útivølli ímóti HB 2. Dysturin verður leiktur í Ryparken.

kl.15.15 spæla kvinnurnar hjá ÍF Føroyum á heimavølli ímóti ØKF. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Sunnudagin 09. septembur spælir 7. mansliðið hjá ÍF Føroyum á útivølli ímóti CSC 2. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugin! 

Broyttar venjingartíðir í viku 35

Í komandi viku eru venjingartíðinar hesar:

Týsdagin 28/8:

Ongin venjing

Hósdagin 30/8:

Kvinnurnar kl.17.30
Mennirnir kl.19.00

Orsøkin til hesar broyttu venjingartíðirnar í viku 35 er, at góða veðri og nógvi hitin í summar hevur havt við sær, at vallirnir treingja til eyka viðlíkahald.

Farið verður aftur til tær vanligu venjingartíðirnar í viku 36.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna – nýggjur venjari tekur við

Summarferian er við at vera av, og hetta merkir, at vit nú seta hol á enn eina kappingarhálvu.

Dystir hesa vikuna:

Hósdagin 23. august kl.19.00 skal okkara 2. lið spæla á Kløvermarkini ímóti Sønderbro Fight 2. Dysturin verður leiktur á vølli 14.

Leygardagin 25. august kl.16.15 skal 1. lið spæla á útivølli ímóti FB. Dysturin verður leiktur á  Sønderjyllands Allé 4.

 

Venjari hjá 2. liðnum hevur seinastu tíðina verið Andras Jákupsson. Eftir summarsteðgin hevur Andras valt at takka fyri seg sum venjari hjá ÍF Føroyum, nú hann flytir heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Andras hevur gjørt eitt megnar arbeiðið sum venjari hjá ÍF Føroyum og vit takka honum mangar ferðir fyri hetta.

Sagt verður, at maður kemur í mans stað – og so er. Beint fyri summarsteðgin gjørdist greitt at nýggi venjarin hjá 2. liðnum hjá ÍF Føroyum verður Ragnar Poulsen. Ragnar hevur í fleiri ár spælt við ÍF Føroyum, men hevur nú tikið við sum venjari hjá 2. liðnum. Dysturin í morgin verður sostatt fyrsti dysturin hjá Ragnari sum venjara. Vit eru ómetaliga takksom fyri, at Ragnar hevur sagt ja til at gerast ein partur av venjarahópinum hjá ÍF Føroyum, og vilja ynskja honum bestu eydnu framyvir.

Køv ikki eldhugan!

Kunning um komandi kappingarhálvu

Venjingartíðir:

Menn

Týsdag kl.17.30-19.00
Hósdag kl.18.30-20.00

Skiftingarrúm nr.25

Kvinnur

Týsdag kl.18.30-20.00
Hósdag kl.17.30-19.00

Skiftingarrúm nr.38

Venjingarnar byrja í viku 35

Vant verður á Kløvermarkini á Kløvermarksvej 25, 2300 København S.

Allir nýggir leikarar eru vælkomnir. Um tit hava spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum, annaðhvørt á Facebook-síðuni “ÍF Føroyar Fótbóltur” ella við at venda tykkum til venjarar ella nevndarlimirnar – tlf nr eru upplýst á heimasíðuni undir “Felagið” og síðani annaðhvørt “Nevndin” ella “Venjarar”.

Køv ikki eldhugan!

Flyting av leikaraloyvi í summarferiuni

Í samband við, at summarfrítíðin er við at byrja og tað møguliga eru fleiri, sum ætla sær at flyta leikaraloyvið til føroysk feløg, vilja vit minna tykkum á mannagongdina tá loyvið skal flytast.

– Felagið, ið skal brúka leikaran, skal søkja eftir loyvinum.
Tað vil siga, at tá ein ÍF Føroyar leikari ynskir at flyta loyvið til eitt føroyskt felag, so skal leikarin seta seg í samband við tað føroyska felagið og biðja tey um at søkja eftir loyvinum. Vit (ÍF Føroyar) góðkenna flytingina og gera tað sum skjótast, tá ein umsókn er komin.

– Og øvugt: tá ið leikarin vil hava loyvið til ÍF Føroyar úr einum føroyskum felag, so er tað okkum tit skulu skriva til.

Flyting av leikaraloyvum fer fram við at senda ein mail til;
leikaraloyvi@fotboltur.dk.

Góða summarferiu.

Dystir hetta vikuskiftið

Fleiri dystir eru um vikuskiftið, og eittnú spælir 1. lið teirra seinasta landskappingardyst hetta kappingarári.

1. lið spælir á Kløvermarkini leygardagin 9. juni kl.13:30. Mótstøðuliðið er Sundby Bk, ið liggur á einum 14. og aftasta plássi við 16 stigum í deildini. Okkara menn eru á 11. plássi við 26 stigum, og eru eisini tryggjaðir ímóti niðurflyting.

2. lið spælir eisini á Kløvermarkini leygardagin 9. juni, og byrjar dysturin hjá teimum kl.13:00. Mótstøðuliðið hjá teimum er Sundby Bk. 2., ið liggur á einum 10. plássi við 6 stigum. Okkara menn liggja á einum 7. plássi við 12 stigum.

Sunnudagin eru aftur tveir dystir á skránni hjá ÍF Føroyum.

Kl.13:30 taka kvinnurnar ímóti AB Tårnby á Kløvermarkini. AB Tårnby liggur á einum 6. plássi, meðan ÍF Føroyar kvinnurnar liggja á einum 7. plássi, og ein sigur ímóti AB Tårnby hevur við sær, at kvinnurnar kunnu koma enn longur upp á stigatalvuna.

Kl.15:15 spælir 3. lið ímóti FB 8. Dysturin verður spældur á Jens Jessens Vej. Okkara menn liggja á einum 5. plássi, meðan FB 8 liggja á einum 6. plássi, so aftur her kunnu vit vænta okkum ein javnan dyst.

Okkara rapportarir vera á Kløvermarkini leygardagin og varpa frá dystinum hjá 1. liðnum. Sagt verður frá góðum veðri bæði leygardagin og sunnudagin, so komi ein túr og stuðli okkara leikarum.

Køv ikki eldhugin!

Dystir í vikuskiftinum

Tríggir dystir eru á skránni hetta vikuskiftið.
Leygardagin 2 juni kl 13.00 skal 1.liðið á útivølli leika ímóti Tårnby FF. Tårnby liggur á einum 6. plássi og seinast hesi liðini møttust, vann Tårnby við tveimum málum.
Næsti dystur er eisini leygardagin 2 juni. Her tekur 2.liðið á heimavølli kl 13.30 ímóti Østerbro IF 2. Østerbro liggur einans eitt stig framman fyri okkara menn, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst á Kløver.
Seinasti dystur hetta vikuskiftið er sunnudagin 3 juni. 7-mans liðið skal á heimavølli leika ímóti Brønshøj 2. Dysturin byrjar kl 13.30. Brønshøj hevur vunnið allar sínar dystir og liggur tískil nummar 1. Á øðrum plássi liggur okkara 7-mans lið. Tað kann vera, at fyrsti ósigurin hjá Brønshøj verður sunnudagin.
Veðrið hevur sanniliga verið einastandandi seinastu vikurnar, men komandi vikuskifti, greiðir Yr.no frá, at vit kunnu fáa heilt upp í 29 hitastig. Tað eru heitastu dagarnir hagartil í ár. Takið sólkremið við og komið og stuðlið okkara monnum, nú bert fáir dystir eru eftir.
Køv ikki eldhugan!

Dystir hetta vikuskiftið

Nógvir dystir eru á skránni um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið 25. maj spælur 2. lið ímóti Kastrup Bk 2. Dysturin verður spældur á Røllikevej og byrjar kl.18:30.

Leygardagin 26. maj spælur 1. lið ímóti FB. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30.

Sunnudagin 27. maj eru tveir dystir á skránni. Kvinnurnar spæla í móti KFB. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.13:30. Eisini skal 7. mans liðið spæla sunnudagin. Dysturin, ið er ímóti Vestia, verður spældur á Kløvermarkini og byrjar eisini kl.13:30.

Týskvøldið skal 3. lið spæla ímóti FA 2000. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar kl.19:00.

Køv ikki eldhugin!

 

Dystir hetta vikuskiftið

Hetta vikuskiftið skulu 1. og 2. lið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin.

Báðir dystirnir verða spældir í morgin, leygardagin 19. maj.

1. lið skal spæla á útivølli ímóti BK Skjold. Dysturin byrjar kl.15 og verður leiktur í Fælledparkini

2. lið skal spæla á heimavølli ímóti B.1903. Dysturin byrjar kl.13 og verður leiktur á Kløvermarkini

Køv ikki eldhugin!

Dystir komandi vikuna

Fleiri dystir eru á skránni í hesu vikuni. Fyrsti dysturin er longu í morgin, týsdag 23 apríl kl 19.00 á Kløvarmarkini, har 3.liðið tekur ímóti Hellas 2.

Mikukvøldið 25 apríl kl.19.00 leika kvinnurnar á Kløvermarkini ímóti Fremad Valby.

Hósdagin 26 apríl skal 2.liðið leika ímóti FA 2000 4. Dysturin byrjar kl 19.30 á Jens Jessens vej.

Tveir dystir eru afturat um vikuskifti. Teir eru báðir á Kløvermarkini leygardagin 28 apríl. Kl. 13.00 tekur 2.liðið ímóti Tårnby FF 2 og beint eftir, kl 15.30, spælir 1.liðið ímóti NB Bornholm.

Líkt er til eina sera spennandi viku fyri føroysku liðini, har nógv stig kunnu koma á kontuna.

Køv ikki eldhugan!