Dystir í vikuskiftinum

1.liðið leikar longu í kvøld kl 19.00 ímóti FK Prespa. Dysturin verður spældir á útivølli í Ryparken. Liðini hava 5 stig hvør, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

Í morgin, leygardagin 7. septembur eru tveir dystir á skránni.

2.liðið tekur á heimavølli ímóti B1908. Dysturin byrjar kl 15.00. Eisini teir liggja javnir í stigum.

Kvinnurnar skulu út í Valby at leika ímóti PI fodbold. Dysturin byrjar kl 11.15.

Sunnudagin 8. septembur leikar 7-mans liðið ímóti Rikken.

Køv ikki eldhugan!

Dystir í vikuskiftinum

1.liðið spælir í dag kl 15.15 á Kløvermarkini ímóti CBS Sport. CBS Sport hevur 1 stig minni enn okkara lið, so tað eru týdningarmikil stig at vinna í dag.

Sunnudagin spælir 2.liðið ímóti Skjold. Dysturin verður spældir í Ryparken kl. 15.15. Eftir tveir dystir liggja 5 lið á einum deildum 1.plássi og við einum sigrið ímóti Skold hava teir møguleika at leggja nøkur av liðunum afturum.

Kappingin hjá kvinnunum byrjar eisini í vikuskiftinum. Á heimavølli taka tær ímóti ímóti Nørrebro United. Dysturin byrjar kl 13.30.

Veðrið er av tí allar fínasta, so tak sólkrem undir armin og kom yvir á Kløvermarkina og stuðlið okkara liðum.

Køv ikki eldhugan!

Jón Clementsen heldur áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum

ÍF Føroyar fegnast um, at Jón Clementsen, sum hevur verið knýttur at felagnum síðani 2018, velur at halda áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum.

Jón bleiv útbúgvin lækni í 2015. Umframt hetta hevur hann tikið fleiri skeið fyri at gerast diplomlækni í ítróttarmedisin. Til dagliga arbeiðir Jón á Nykøbing Falster og Hvidovre sjúkrahúsinum, har hann er undir serlæknaútbúgvingini til ortopædkirurg.

Jón hevur trivist væl í hesum arbeiðinum og vil fegin halda áfram. Hann hevur havt nokk at sæð til, og leikararnir í felagnum hava verið glaðir fyri hendan møguleikan.

Jón er sera dugnaligur innanfyri sítt yrki og tí frøðast vit um, at hann er sinnaður at halda áfram.

Køv ikki eldhugan!

Limagjald – Heysthálvan 2019

So er tíðin komin til, at allir leikandi limir felagsins skulu gjalda limagjald.

Upphæddin fyri heysthálvuna er 350 krónur.

Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport:

Rita inn á holdsport og fylg vegleiðingini um, hvussu limagjaldið verður goldið.

2. Heimabanka:

Flyt peningin á kontuna hjá ÍF Føroyum. Kontonummarið er: (reg. 6509) 306.178.331.7

Viðmerk navn og ár.

Freistin at gjalda limagjald er 4. septembur 2018. Leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 4. septembur, hava ikki møguleika at luttaka til venjing og dyst, til limagjaldið er goldið. Tí vilja vit heita á tykkum øll at gjalda skjótast gjørligt.

Um ein leikari av einari ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at gjalda innan ásettu freist, er tó møguleiki at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við forkvinnuna, Sunneva Tausen Magnussen, um so er.

Gott kappingarár!

Køv ikki eldhugan!

Nevndin

So fer bólturin aftur á rull

Eftir ein summarsteðg uppá eini 7 vikur byrjar nú enn eitt kappingarár hjá liðunum hjá ÍF Føroyum.

1. lið hjá monnunum hava longu leikt teirra fyrsta dyst. Hesin var á útivølli ímóti Jægersborg Bk. leygardagin og endaði við einum 5-4 sigri til okkara menn. Eisini hevur 7. mansliðið leikt sín fyrsta dyst hesa hálvuna, ið endaði við einum 5-3 sigri.

Tríggir dystir eru á skránni hesa vikuna.

1. lið hjá monnunum spæla í dag, 20. august á heimavølli ímóti Bk. Hellas. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.18:45.

Hósdagin 22. august spælir 2. lið á heimavølli ímóti ØKF 2. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.18:45. Hetta er samstundis fyrsti dysturin hjá Fróða Ludvíg sum venjara hjá ÍF Føroyum.

Leygardagin 24. august spælir 7. mansliðið á útivølli ímóti Sundby Bk. Dysturin verður leiktur í Sundby/Kløvermarkini og byrjar kl.10:00.

Køv ikki eldhugan!

ÍF Føroyar hevur í kvøld skrivað sáttmála við fýra nýggjar venjarar.

Síðani tad gjørdist greitt at hvørki Niels Strøm Rødgaard ella Ragnar Poulsen hildu fram sum venjarar hjá ÍF Føroyum, hevur felagið leitað eftir einum nýggjum venjaratoymi.

Tórður Hentze sum í fýra ár hevur virkað sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum tekur nú við sum 1. liðsvenjari hjá monnunum. Afturat honum verður tað Fróði Ludvig, sum kemur at virka sum 2. liðsvenjari. Hóast Fróði er eitt nýtt andlit í ÍF Føroyum er hetta ikki fyrstu ferð hjá Fróða sum venjari hjá einum útisetafelagi. Fróði hevur áður verið venjari hjá FF Klettum, útisetafelagið í Århus.

3. liðið, sum Mathias Samuelsen, hevur staðið á odda fyri, er tikið úr kappingini. Felagið takkar Mathias fyri tíðina.

Hjá kvinnunum vera tað Heðin Lisberg Olsen og Jónfríð Hansen, ið koma at taka við eftir Tórð. Bæði Heðin og Jónfríð kenna felagið væl og hava havt nógvar leiklutir í felagnum; sum leikarar, nevndarlimir, kassameistari og nú eisini sum venjarar.

Vit ynskja øllum venjarunum góðan arbeiðshug. Samstundis takkar felagið fráfarandi venjarunum fyri tað góða arbeiðið, teir hava lagt í felagið.

Vit gleðast yvir hesi nýggju venjaratoymini, sum uttan iva fara at gera sítt til at komandi hálvár í felagnum fer at eydnast væl.

Køv ikki eldhugan!

Øll mansliðini hjá ÍF Føroyum skulu í eldin um vikuskiftið

Fríggjadagin 31. maj spælir 3. lið á heimavølli ímóti B.93 5. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.18:30

Leygardagin 1. juni spælir 1. lið á heimavølli ímóti KFUM. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini og byrjar kl.16:00

Sunnudagin 2. juni eru tveir dystir á skránni:

2. lið spælir á útivølli ímóti Skjold 7. Dysturin verður leiktur í Fælledparken og byrjar kl.15:15

7-mansliðið spælir á útivølli ímóti SSB. Dysturin verður leiktur í Bavnehøj IA og byrjar kl.15:15

Køv ikki eldhugan!

Dystir hetta vikuskifti

Leygardagin 25. maj spælir 1. lið á útivølli ímóti B1903 2. Dysturin byrjar kl.13:00 og verður leiktur í Hellerup

Sunnudagin 26. maj eru tveir dystir á skránni:

Kl.10:00 spæla kvinnurnar á útivølli ímóti Heimdal 2. Dysturin verður leiktur í Fælledparken.

Kl.11:45 spælir 1. lið á heimavølli ímóti Stefan 3. Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini.

Køv ikki eldhugan!

Dystir komandi vikuna

Tveir dystir eru á skránni hóskvøldið 09 mai. Kvinnurnar møta KFB um slagið um Kløvermarkina. Dysturin byrjar kl 19.

2.liðið tekur samstundis á Kløvermarkini ímóti Østerbro IF. Hesin dystur byrjar eisini kl 19.

Fríggjakvøldið 10 mai leikar 1.liðið ímóti FK Prespa. Dysturin er á útivølli og byrjar kl 19.30.

Køv ikki eldhugan!

Dystir hesa vikuna

Í kvøld eru tveir steypadystir á skránni. Báðir dystirnir verða leiktir á Kløvermarkini.

Kl 18.15 leikar 1.liðið ímóti FB á bana 5.

Kl 18.30 leika kvinnurnar ímóti Skjold á bana 7. Skjold leikar vanliga í einari deild hægri enn kvinnurnar.

Fríggjakvøldið 03 mai leikar 3.liðið ímóti Viktoria. Dysturin er á Kløvermarkini og byrjar kl 18.30.

7 mans liðið leikar eisini fríggjakvøldið. Teir taka ímóti PI Fodbold. Dysturin er á Kløvermarkini og byrjar kl 18.00.

Leygardagin 04 mai tekur 1.liðið á heimavølli ímóti Rønne FB. Dysturin byrjar kl 15.30. Rønne liggur á einum 9. plássi, ímeðan ÍF Føroyar liggur beint undir niðurflyting á einum 13. plássi. Vinna okkara menn, kunnu teir koma uppum niðurflyting.

Leygardagin tekur 2.liðið á útivølli ímóti B.1908. Dysturin byrjar kl 13.00. Okkara 2.lið hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár.

Sunnudagin 05 mai tekur kvinnuliðið ímóti Fremad Valby. Hesin dystur verður leiktur á Kløvermarkini kl 13.30. Kvinnurnar hava enn sín fyrsta sigur til góðar.

Køv ikki eldhugan!

Nógvir dystir á skránni hesa vikuna

Øll liðini hjá ÍF Føroyum skulu í eldin hesa vikuna.

Mánadagin 22. apríl spælir 1. lið á útivølli ímóti KB 2. Dysturin byrjar kl.14:00 og verður leiktur á Frederiksberg.

Mikudagin 24. apríl eru tveir dystir á skránni:

Kvinnurnar spæla á heimavølli ímóti KFUM. Dysturin byrjar kl.18:45 og verður leiktur á Kløvermarkini.

7-mansliðið spælir á útivølli ímóti Hellas. Dysturin byrjar kl.19:00 og verður leiktur í Engdraget.

Hósdagin 25. apríl spælir 2. lið á heimavølli ímóti B.93 6. Dysturin byrjar kl.18:45 og verður leiktur á Kløvermarkini.

Fríggjadagin 26. apríl spælir 3. lið á útivølli ímóti Sønderbro Fight 3. Dysturin byrjar kl.18:30 og verður leiktur á Kløvermarkini.

Leygardagin 27. apríl spælir 1. lið á útivølli ímóti PI Fodbold. Dysturin byrjar kl.15:30 og verður leiktur í Valby.

Køv ikki eldhugan!