Tað er nú greitt at tað verða Tórður Hentze, Rasmus Dan Sørensen og Árni Guldborg Nielsen, sum skulu standa á odda fyri 1.lðinum hjá monnum hetta kappingarárið.
Tórður hevur staðið á odda fyri 1.liðnum síðani 2020 og er klárur til enn eitt kappingarár. Fyri at gera arbeiði lættari, hevur hann fingið AB’aran Rasmus Dan Sørensen og B36’aran Árna Guldborg Nielsen afturat sær. Teir báðir hava verið partur av felagnum ávikavist síðani 2018 og 2021 og skulu nú vera leikandi venjarar, tó so verður Rasmus ikki at síggja á vøllinum grundað á ein skaða.
Tað verða framvegis teir báðir lættsinnaðu og skemtiligu Eilif Magnusson Arge og Gestur Bogason Dam, som skulu taka sær av 2.liði hjá ÍF Føroyum.
Eilif hevur verið partur av felagnum síðani 2018 og Gestur síðani 2019, fyrsti sum leikarar og nú venjarar og leikarar.
Vit í nevndini ynskja tykkum trimum góða eydnu og gleða okkum til samstarvið.
Køv ikki eldhugan!