VLI – ÍF Føroyar 0-1 (0-0)
Eftir eina trilvandi byrjan er nakað av vend komin í hjá 1. mansliði. Áðrenn dystin fríggjakvøldið, tá ið VLI tók ímóti á Frederiksberg Idrætspark, var úrtøkan tveir sigrar í eins nógvum royndum, og nú var farið eftir triðja sigri á rað.
Tað vóru annars sorgarboð, ið raktu allan føroyska fótbóltsheimin hósmorgunin, tá ið evnaríki U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariasen, á tragiskan hátt læt lív í arbeiðsvanlukku. Gunnar hevur saman við pápa sínum, Brynleifi Hansen, javnan verið á Kløvermarkini, og henda ræðuliga vanlukka rakti okkum øllum meint. Orð er fátæk í tílíkari støðu, men okkara djúpastu tankar og samkensla fara til tey avvarðandi, liðfelagar og onnur, ið stóðu Gunnari nær. Í virðing fyri Gunnari byrjaðu vit dystin við einum minutti í tøgn.
Sjálvur dysturin byrjaði linligani. Vit valdu at hava eitt varið útgangsstøði og dúva upp á mótálop. Ein staðfesting av, at venjingarstøðan enn ikki er til heilar dystir sum spælistýrandi og við høgum trýsti gjørdi, at vit í løtum í størri mun lótu VLI taka dirigentstokkin, meðan vit hinvegin royndu at vera ágrýtnir og ágangandi, tá ið vit vunnu bóltin í teirra uppspæli. Varna útgangsstøðið hevði tó eisini við sær, at tað vóru fáir opnir málmøguleikar í 1. hálvleiki. VLI spældi ofta langar bóltar, sum endaðu afturi hjá Mathiasi ella í besta føri fingu teir okkurt hornaspark burturúr. Hesi hornaspørk gjørdust tó sjáldan vandamikil. Vit høvdu nakrar fínar kombinatiónir, tá ið vit fangaðu teir á veg frameftir, men seinasti neyvleikin var ikki rættiliga til staðar, og uttan eitt langskot frá Hanusi, ið málverjin flott jústar til horna, høvdu vit ikki teir stóru málmøguleikarnar.
2. hálvleikur líktist fyrra rættiliga nógv. Gongdin var tann sama, men 20 minuttir inn í seinna hálvleik fáa vit helst besta málið higartil í hesi heysthálvuni. Avbera gott og skjótt spæl frameftir vinstru síðu hevur við sær, at Rói verður spældur púra leysur. Heldur enn at skjóta velur Rói kølið at spæla bóltin upp á tvørs til ein framstormandi Erland, ið kann seta innaru síðuna á leðurkúluna. Onkur helt eftir dystin speiskliga fyri, at nú hevði Erland brúkt sína málkvotu fyri árið. Um tað er rætt, so var tað ið hvussu er rætta løtan, tí talan var um týdningarmikið mál, ið gav okkum øll trý stigini! Tí hóast VLI royndi at oysa nakrar langar bóltar inn í brotsteigin, so stóðu vit stinnir og hildu leiðsluna til dystarenda.
Teir, ið mannaðu liðið, vóru: Mathias – Uni, Rani, John, Johan – Erland, Ólavur, Tummas – Dion, Steffan, Hanus. Eyka: Rói, Pætur og Sigurð.
Dagsins leikari gjørdist málskjúttin og matchvinnarin, Erland, við 7 atkvøðum, meðan Rani var honum næstur við 4 atkvøðum.
1. manslið tekur komandi leygardag kl. 15 ímóti Østebro IF á Kløvermarkini. Køvið ikki eldhugan og møtið upp og stuðlið!
1. manslið er stuðlað av Elektron.