Byrjaðu væl, men endaðu illa

 

Leygardagin 16. apríl kl. 11 var dystur millum ÍF Føroyar kvinnurnar og KFUM í Emdrup. Fótbóltslíkindini vóru góð, men føroyska liðið var eitt sindur skert. Føroysku kvinnurnar løgdu út við fínum fótbótsspæli. Emdrup hevði tó trýstið tað mesta av tíðini, men føroyska liðið vardi væl, og Emdrup kom ikki til teir stóru málmøguleikarnar. Tíðliga í fyrra hálvleiki skoraði Sára Samuelsen til 1-0 til okkara kvinnur. Hon fekk bóltin á miðjuni, vendi sær og fór sjálv rekandi fram eftir vøllinum. Hon royndi seg við einum skoti langt úti frá og málmaðurin megnaði ikki at halda bóltinum, og bólturin fór í málið. Beint áðrenn fyrri hálvleikur var lokin, megnaðu KFUM-kvinnurnar eftir horna at javna.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá KFUM tvær ferðir fekk bóltin í málið til 3-1. Hetta tók av álvara luftina úr ballónini hjá føroysku kvinnunum, og tær fullu langt aftur á vøllin. KFUM høvdu trýstið tað mesta av tíðini, sum eftir var. Áðrenn dysturin varð lokin, skoraði KFUM til endaligu støðuna 4-1. Føroysku kvinnurnar fóru sera vónbrotnar heim. Tær spældu ein fínan fyrra hálvleik, men seinni hálvleikur var sera skuffandi.