Leikarin á bonkinum: Jósup Henriksen

Klaxsjingurin Jósup Henriksen er næsti maðurin í heita stólinum. Jósup má eftirhondini metast sum ein av veteranunum á Kløvermarkini. Um tað er blái búnin ið fær Jósup at trívast so væl skal verða ósagt, men “blátt er gott” og sum nakað nýtt vinnur Jósup eisini fleiri dystir á Kløver – nakað, ið ikki júst var gerandiskostur í Djúpumýru. Jósup er málrevur og kenda lýsingin “20 mál per kappingarár” liggur tungt – men elegant – á hansara herðum. Tíverri mugu vit skuffa allar damurnar, tí sjarmørurin Jósup hevur tikið longu leiðina norðuri úr Klaksvík suður til Vágs (ella kanska var tað á Skarv?!), har ið hann hevur funnið sær kvinnuliðsleikaranum, Moniku Samuelsen.

Vit takka Jósupi fyri vala svar, og ynskja honum eitt gott kappingarár!


Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:

Skjótur, sterkur (serliga í luftspælinum) og sveittutur

 

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Nei, bara í vikuskiftinum

 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald

 

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?

Tórður Thomsen við “Alla leið”. Gott uppá allar mátar. Ellers er alt frá Leonard Cohen balsam fyri sál og sinn.

 

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?

Eg vaski teir ongantíð, men Monika vaskar teir áftana hvørja venjing

 

Besti leikari tú hevur leikt við?

Hanus Eliassen. Hann fær alt at síggja so nemt út, og er altíð klárur at renna ein ekstra metur fyri sínar viðleikarar.

 

Besta ÍF Føroyar ball?

Ringt at siga, men SummerShakeDown, í góðum veðrið, er altíð stuttligt

 

Hvat er ein góður kossur?

Ein frá Frank Joensen, tá ein júst hevur skora. Tað er ikki tað sama at skora nú Frank hevur lagt gaggurnar á hyllina

 

Besta minnið av Kløvermarkini?

Nógv góð, men tað ið stendur frískast er tá Sjúrður her fyri tók okkum allar av bóli í “crossbar challenge”. Vit høvdu allir skotið, men eingin hevði rakt. Sum síðsti maður skal Sjúrður so skjóta. Sum tann rutineraði ÍF Føroyar spælarin eg eri, so visti eg, at Sjúrður, hóast nógv avhildin í felagnum, bestemt ikki var kendur sum nakað skottekniskt flogvit. Fyrsta ein lærdi tá man byrjaði í felagnum var, at tað vóru ikki nógvir reglar og vigtigast var stuttleikin og samanhaldið, men ein regul var tó, og hann bleiv terpaður aðrenn hvønn einasta dyst: “aldrin avlevera aftur til Sjúrða”. Meðan Sjúrður so rennur til bóltin, og við sínum serstaka skotteknikki “skovlar” bóltin avstað, tá líkasum hoyri eg Una L. Hansen fyri mær í bakgrundini, brølandi: “IKKI til Sjúrða!!”. Men hvat, skotið brestur í yvirleggjaran og Sjúrður fer totalt í ekstasu og feiðrari sum um HM-gullið var tryggja. Eg havi í mínari tíð verið vitni til flott langskot frá bæði Ronaldo og Øssuri Hansen, men tá abbabørnini ein dag seta seg í føvningin, so verður tað søgan um ÍF Føroyar legenduna, Sjúrður, tey fáa at hoyra.

 

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

Høgni Hansen og tíbetur er hann ein av teimum røsku at fara undir brús aftana venjing

 

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?

Fleiri dystir á kunst hevði verið fantastiskt

 

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Samanhaldið og tað at læra føroyingar úr øllum Føroyum at kenna

 

Hvat er tað besta skoritriksi?

Eitt poke á Facebook

 

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?

Steffan, Høgni og Bárður eru bóndirnir í felagnum, og seti meg undir ongum undir umstøðum føran fyri at taka dagar ímillum so raskar menn.

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

Nú verður farið út á gras!

Eftir at hava vant á graslíki í eina tíð verður nú farið á gras og komandi týsdag, 31. mars, er fyrsta venjing á grasi.

Venjingartíðirnar hjá monnunum eru:
Týsdag: kl. 18.00 – 19.30
Hósdag: kl. 17.00 – 18.30

Venjarar komandi kappingarár eru Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Petersen. Andras Thomassen, ið undanfarna árið eisini hevur verið partur av venjaratoyminum, hevur valt at takka fyri seg. Vit takka Andrasi fyri gott samstarv.

Venjingartíðirnar hjá kvinnunum eru:

Týsdag: kl. 17.00 – 18.30

Hósdag: kl. 18.00 – 19.30

Venjari hjá kvinnunum er – eins og undanfarna kappingarár – Annika Godtfred.

Vit vilja fegin leggja stóran dent á, at øll eru vælkomin til venjingarnar og okkara vón er at síggja nógv nýggj – eins og gomul – andlit á Kløvermarkini nú farið verður aftur á gras.

Við fótbóltskvøðu

Venjarar og nevnd

GG: Í komandi (vika 14) er páskavika, og tað kemur at ávirka venjingina nakað. Nærri boð um hetta seinni.

 

Jákup Olsen er sera glaður nú venjingin enduliga byrjar aftur
Jákup Olsen er sera glaður nú venjingin enduliga byrjar aftur

BankNordik nýggjur høvuðsstuðul

ÍF Føroyar hava skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við BankNordik, sum millum annað hevur við sær, at 1. manslið fer at leika við búmerki bankans á bringuni. BankNordik og ÍF Føroyar hava í mong ár havt gott samstarv og eftir at tað gjørdist greitt, at samstarvið við Elektron – ið somuleiðis hevur verið felagnum trúgvur stuðul – ikki helt fram, er tað við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at nýggjur høvuðsstuðul er føroyski bankin her á Amager.

Emil Nolsøe Leifsson, formaður í ÍF Føroyum, fegnast sjálvsagt um avtaluna: “Henda avtalan hevur stóran týdning fyri okkum sum felag, og við hesi tvey ára avtaluni við BankNordik hava vit fingið tryggleika og skapt grundarlag fyri komandi árunum.”

Við fimm deildum í Føroyum, sekstan í Danmark og einari í Grønlandi er BankNordik eftir fáum árum vaksin til veruliga at vera ein norðurlendskur banki. Umframt bankavirksemi hevur bankin dótturfeløgini Trygd, Skyn og íslendska Vørð sum part av samtakinum. Bankans høvuðssæti er í Tórshavn, har ið nýtt stásiligt høvuðssæti er í gerð. Í dag starvast tað 447 fólk í BankNordik samtakinum. Meiri um BankNordik sæst á heimasíðu bankans, www.banknordik.fo.

Aðalfundur 2015

Tað var í gjár, mánakvøldið 9. mars, at ársins aðalfundur hjá felagnum var. Nakað av fólki var møtt í veitsluhølinum á Oyrasundskolegiinum, tá ið fundarstjórin nakað eftir kl. 20 beyð fólki vælkomin.

Fyrst var tað formansfrágreiðingin ið var á skránni. Emil N. Leifsson greiddi frá, hvussu árið í fjør hevði hilnast bæði á og uttanfyri vøllin. Serliga sermerkt við 2014 var, at felagið fylti 75 ár og tí var stór føðingardagsveitsla hildin í føroyahúsinum fyrr í vár, sum eydnaðist sera væl. Ítróttarliga var formaðurin eisini nøgdur. Eftir formansfrágreiðingina legði kassameistarin, Høgni Hansen, roknskapin fyri 2014 umframt rakstrarætlanina fyri 2015 fram. Árið í fjør eydnaðist sera væl fíggjarliga. Serliga vóru tað góðar stuðulsinntøkur, ið høvdu jaliga ávirkan á roknskapin. Rakstrarætlanina fyri 2015 vísti eitt lítið hall, men góða árið í fjør ger, at felagið megnar at bera hetta.

 

At enda var val av nevnd á skránni. Jákup Sørensen, ið hevur tænt felagnum væl, legði frá sær. Vit takka Jákupi fyri gott og harmoniskt arbeiðslag. Øll hini blivu afturvald og afturat teimum blivu tey trý – Brian Hansen, Mathias Samuelsen og Helena Wardum – nývald. Vit ynskja teimum trimum blíðan byr við nevndararbeiðinum.

Nýggja nevndin. Frá vinstru: Emil N. Leifsson, Ásfinnur Sigvardsen, Høgni Hansen, Bartal Højgaard, Brian Hansen. Fremst frá vinstru: Helena Wardum, Malan á Dunga, Ólavur S. í Ólavsstovu
Nýggja nevndin. Frá vinstru: Emil N. Leifsson, Ásfinnur Sigvardsen, Høgni Hansen, Bartal Højgaard, Brian Hansen. Fremst frá vinstru: Helena Wardum, Malan á Dunga, Ólavur S. í Ólavsstovu. Á myndini vanta: Lív Olsen og Mathias Samuelsen.

Innandurakapping 2015

Nú ber til at boða frá luttøku til árligu innandurakapping felagsins, sum verður leygardagin 28. februar. Freistin fyri tilmelding er mikudagin 25. februar á midnátt. Kappingin verður eins og undanfarin ár í snotiligu Svanemøllen høllini á Eystubrúgv og eru tveir tímar settir av til at avgreiða kappingina, so tað er at møta stundisliga og til dystin fús. Kappingin byrjar klokkan 18.00 og endar klokkan 20.00.

Hvørt lið er mannað við fýra leikarum á vøllinum og sum nakað nýtt verður ikki meldað til sum lið, men sum einstaklingur. Tvs. at hevur tú áhuga at spæla innandura nýtist tær ikki at savna eitt heilt lið saman, men boðar sjálvur frá luttøku og tá ið tilmeldingin er móttikin seta fyriskipararnir – saman við venjarum – lið saman. Hesin leistur hevur verið sera væleydnaður hjá kvinnunum í fleiri ár og í ár verður so sami leistur royndur á mannfólkasíðuni. Vónandi leggur hetta eisini lok á allar ósakligu skuldsetingarnar um mutur og korruptión frá 2. liðsvenjaranum, Sjúrði Petersen.

Pláss er fyri 10 mansliðum, og vælkenda ”først til mølle”-prinsippið verður brúkt. Vit gera tað soleiðis, at í hægsta lagi 50 menn kunnu boða frá luttøku, tvs. at møguleiki er fyri, at liðini hava ein útskiftara. Tá ið 50 teir fyrstu hava teknað seg, er fullsett. Luttøkugjaldið er 100 krónur pr. leikara og skal flytast á konto í Danske Bank við reg.nr. 3148 og kontonr. 314.813.120.1 og minst til at viðmerkja navn. Tá hetta er gjørt sendir tú ein teldupost til bartal@fotboltur.dk og boðar frá hesum. Tú hevur eisini møguleika at flyta peningin umvegis mobilepay til Emil Nolsøe Leifsson á tlf. 60867969.

Kvinnurnar við Gunvá Pállson á odda skipa seg sjálvar henda dagin.

Nærri reglur og skrá verða kunngjørd seinni, tá ið freistin at melda til er úti.