Nýggjur 1. liðsvenjari settur

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at venjarin undanfarnu árini, Christian Høgni Jacobsen, gevst sum venjari hjá fremsta mansliði felagsins. Nýggjur maður í heita sessinum er núverandi 2. liðsvenjarin, Niels Strøm Rødgaard. Tvørámaðurin, ið kom til felagið fyri einum ári síðani, megnaði at fáa 2. lið at flyta upp í seriu 1, og tílík framgongd gjørdi Niels til upplagdan avloysara fyri Christian Høgna. Fremsta mansliðið hjá ÍF Føroyum hevur longu 9. august steypadyst á heimavølli móti VB 1968, og 20. august verður landskappingin skotin í gongd á útivølli móti Amager FF. Vit ynskja Nielsi blíðan byr í starvinum við vón um ítróttarligan framburð.

13681758_10157562534255221_751835304_o
Formaður og venjari fegnast eftir at avtalan er undirskrivað.

Aðalfundur 2016

Til allar limir í ÍF Føroyum.

Kallað verður til aðalfund í ÍF Føroyum týskvøldið 9. februar kl. 19. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, 2300 København S.

Skrá

Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.

 

  1. Formansfrágreiðing.

 

  1. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

 

  1. Framløga av fíggjarætlan.

 

  1. Góðkenning av limagjøldum.

 

  1. Val av aðalnevnd og deildarnevndum.

 

  1. Val av roknskapargrannskoðara.

 

  1. Innkomin mál.

 

 

Innkomin mál skulu verða felagnum í hendi seinast eina viku áðrenn fundin, tvs. týsdagin 2. februar og skulu sendast til nevnd@fotboltur.fo ella nevnd@hondboltur.dk.

Vinarliga

ÍF Føroyar

Leikarin á bonkinum: Pætur Jørgensen

Hesaferð er tað havnamaðurin og HB’arin, Pætur Jørgensen, ið er setstur á bonkin. Pætur hevur eftirhondini búðleikast á Kløvermarkini í nøkur ár, har hann fyri tað mest hevur roynt seg á høgra bakki, men eisini sum venjarans darling á sentrala miðvøllinum. Til dagligt lesur Pætur Sport Management og er framvegis”tannáringaforelskaður” í damuni gjøgnum 8 ár, Jeanni.

 

Vit takka Pæturi fyri samrøðuna, og ynskja honum eitt framhaldandi gott kappingarár.

 

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Treiskur, arbeiðsamur og eitt sindur Illsintur við hvørt.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Eg havi lært frá barnsbeini, at svøvnur er umráðandi, so eg leggi meg altíð eftir at fáa hasar 8-9 tímarnar hvørja nátt.

 

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hægri limagjald, sjálvt um tað longu er farið upp (summarhálvuna) 🙂

 

Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?
Olé – Adelén, ógvuliga góður til at fyrireika seg til dyst við (PS. Eg brúki hann).

 

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Tað gjørdi eg beint eftir seinasta dyst, eg leikti fyri 1 liði ímóti Østerbro.

 

Besti leikari tú hevur leikt við?
Eg vil líka nevna, at eg havi verið so heppin at spælt saman við nógvum ótrúðliga góðum leikarum, men um eg skal taka ein framum aðrar so verður tað Jákup á Borg í kappingarárinum 2006, tá vit blivu FM vinnarar við HB, tá var hann flúgvandi.

Eg vil líka leggja aftrat, at um Ólavur í Ólavsstovu var í toppform og ikki var so nógv darvaður av skaðum tey seinnu árini, hevði hann verið ovast á mínum lista (sum ein annar Paul Scholes).

 

Besta ÍF Føroyar ball?
Nú eri eg ikki tann stóri ballarin, men havi eg tó verið við til tvær ÍF Føroyar ársveitslur, og har var tann seinasta í Føroyingahúsinum heilt klárt tann betra av teimum.

 

Hvat er ein góður kossur?
Hvat ein góður kossur er? Tað finst einki betur enn at fáa ein koss frá tí útvaldu, ið man er góður við (redaktión: nuuuuurh).

Besta minnið av Kløvermarkini?
Tað er uttan iva tey fantastiska flottu málini (2 mál), ið eg havi skotið á Kløvermarkini fyri ÍF Føroyar.

 

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Tað er hørð kapping ímillum kraftigu og saftigu reyvina hjá Ólavur í Ólavsstovu og Steffan Kalsø.

 

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Eg haldi, at samanhaldið ímillum øll liðini kundi verið eitt hak betri líka frá 3. lið (eisini kvinnunum) til 1. lið.
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Tað er tað sosiala við at vera saman við øðrum føroyingum og spæla saman við spælarum man fyrr plagdi at dystast ímóti, tað haldi eg er ógvuliga stuttligt.

 

Hvat er tað besta skoritriksið?
Eg haldi, at handan spurningin hava vit fleiri betri egnaði fólk í felagnum til at svara uppá enn eg, tað kundi t.d.  verið Mr. Brian Hansen.

 

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?
Einki at ivast í, at tað má vera bóndasonurin Steffan Kalsø.

 

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?
Tað var heilt klárt tann krønikan hjá Dánial Viðoy á ársveitsluni í Føroyahúsinum, sum bara hann sjálvur helt var stuttlig.
Hvat er eitt tað mest flovisliga, sum hendi tær í summarferiuni?

Tað var heilt sikkurt, tá eg tók feil av tveimum starvsfeløgum á mínum nýggja praktikplássi.

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Tit skulu spyrja, hvørji ritualir (vanar) hevur tú á dystardegi?

Heim aftur ongul í reyv…

Leygardagin fór 2. liðið allan vegin til Hellerup, har slagið skuldi standað á vakra heimavøllinum hjá B1903. Sólin skein alfagurt og líkindini vóru perfekt til góðan fótbóltsdyst. Hetta bleiv tó væl og virðiliga broytt seinni.


Sjálvur dysturin var sera tættur, uttan at tað hendi stórvegis. Liðini skiftist um at halda uppá bóltin og trekkja seg aftur. Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið møguliga sindur meira yvirvág í spælinum, men tað var hinvegin ÍF Føroyar ið stóð fyri teir fáu málmøguleikar ið vóru. M.a. hevði J skot beint framvið málið, JD bleiv takklaður í skotløtuni og Johan var nakrar ferðir um reppið til at koma fram til góðar møguleikar, men tað bleiv allatíðina bert til ”lige ved og næsten”. Í hinum endanum stóð tann defensivi múrurin stinnur, sostatt at tað vandamiklasta hinir komu fram til vóru nøkur innlegg.


Støðan var tískil 0-0 í hálvleikinum, men 2. hálvleikur byrjaði sum eitt óðveður, bókstaviliga! Aftaná fáar minuttir fekk Johan størsta møguleikan í dystinum, aftaná ein tilvildarligur bóltur datt fyri føturnar á honum í fríari støðu fáar metrar frá málinum. Tíverri kom málmaðurin framúrskarandi skjótt og væl út og fekk bjargað skotinum frá Johan. Um hetta mundið var veðurlagið broytt somikið nógv, at sjálvt Móður Føroyar hevði verið æviga stólt. Uppá lítla løtu fór veðrið frá sól og turt til ódn og monsunregn, og tá ið hekklingur og torusláttur eisini kom uppí leikin, noyddist dómarin at steðga dystinum fyribils, til tess at menn kundu fáa tak yvir høvdið eina løtu.


Lagið var tó framvegis gott og skemtiligt og uml. 15-20 min. seinni sloppu menn í aktión aftur. Um okur enn vóru vátir og kaldir er ilt at siga, men faktum er tíverri at heimaliðið kom væl betri frá byrjan aftaná ófrívilliga steðgin. Eitt fríspark tætt uppá miðjarsirkulin bleiv skotið sera væl innfyri og har var ein dani fyrstur og fekk stútað til 1-0. Sum um tað ikki var frustrerandi nokk at B1903 skoraðu uppá sín fyrsta málmøguleika, so var seinna málið óendaliga frustrerandi. Eitt hart innlegg frá 30-35 metrum rakar ein føroyskan verjuleikara, sum stendur 20-25 metrar frá málinum, men málverjin verður fangaður á skeiva beininum og bólturin fer onkursvegna inn í nærmasta horn. Tað gongur long tíð ímillum at man sær heldigari mál.


Aftaná hetta bleiv tað sera torført, tí ódnarveðrið gjørdi tað fulstendiga ógjørligt at spæla fótbólt. Bólturin steðgaði t.d. ofta á tí váta vøllinum og hetta var til stóran fyrimun fyri heimaliðið, av tí at umstøðurnar vóru perfektar til at bert skula verja eina leiðslu, ístaðinfyri at spæla fótbólt. Ein redusering kom tó, aftaná Emil stútaði ein bólt inn um verjuna, har toppskjúttin Johan var ísakaldur (bæði so og so) einsamallur við málverjanum. Trýstið á heimaliðið vaks fyri hvønn minutt, men inn vildi bólturin ikki. Sigurð var so óheppin at glíða í skotløtuni tá ið hann fekk ein stóran málmøguleika og teir flestu hildu eisini at Reidar skoraði ímóti endanum, men hansara stútari fór tíverri beint uppum. Endaligið úrslitið bleiv tí 2-1 til B1903, men ongin ivi er um at ÍF Føroyar høvdu uppiborið betri.

Uppstillingin:
Sjúrður
Ásbjørn – Hanus – Teitur – Jóhannus
Ingi S. – Emil – J – JD.
Jóhan Petur
Johan
Bonkurin: Bartal, Sigurð, Jákup S.

Dagsins Leikari:
Aftaná sera gott avrik í miðverjuni, fór Hanus trygt avstað við heiðrinum við 6 atkvøðum.

Dagsins Detalja:
Sjúrður var offur fyri fúlari stempling á knæið og ongin í øllum Hellerup var í iva um at hann fekk ilt. Hann fekk eisini fríspark, men var sjálvsagt í øðini um at gerningsmaðurin onki kort fekk. Hann fór tí í harðmælt kjak við dómaran um hetta, aftaná hann endiliga var komin á føtur aftur. Dómarin var tó somikið skelkaður av hesum at hann als ikki visti hvat hann skuldi siga. Hann fekk bert mumlað og stamað okkurt ósamanhangandi nonsens út, sostatt at Sjúrður til síðst bleiv so ótolin at hann kølnaði niður aftur og droppaði at skeldast víðari. Ringt er at siga um dómarin valdi hesa mannagongd við vilja, men faktum er so at hann fekk sissað Sjúrða, so tað er væl møguligt at dómarar kring alt Keypmannahavn fara at skriva hesa lítlu fintuna aftanfyri oyra 😉

Tættur og vælspældur dystur fekk 2. lið á stigatalvuna!

Veðrið var líka so vakurt sum lagið var gott, tá ið 2. liðið hjá ÍF Føroyum leygardagin tók ímóti Dragør á Kløvermarkini.

Ynskið um at fáa tey 3 stigini var stórt, bæði eftirsum at 2. liðið tapti sín fyrsta dyst, samstundis sum hetta eisini var fyrsti dysturin hjá nýggja venjarinum, Niels S. Rødgaard. Hetta kom eisini til sjóndar á vøllinum.
Dysturin byrjaði tó ikki so sannførandi. Menn skuldi líka koma í gongd aftaná langa summarsteðgin og har var ikki nógv at skriva heim um fyrstu 15-20 minuttirnar, burtursæð frá nøkrum kvalifiseraðum langskotum.
Men so byrjaði nýggja offensiva duo’in, Johan og Joseph, at bíta frá sær og brilliera. Joseph leggur eina perfekta stikning og Johan time’ar eisini sítt løb til perfektión, sostatt at offside fellan verður fulstendiga snýtt. Einsamallur við málmannin er Johan ísakaldur, avdriblar hann og setir bóltin trygt í tóma netið til 1-0. Stutt aftaná býta teir báðir um rollur, har teir aftaná fornemma 1-2 kombinatión skera ígjøgnum verjuna sum heitur grindaknívur gjøgnum bleytt smør, sostatt at Joseph blívur púra leysur við málmannin, har hann er líka ósvikaliga tryggur og økir til 2-0. Synd at Jack & Jones longu hava patent á vørumerkið J&J.

Restina av hálvleikinum royna Dragør at trýsta á, men miðvøllurin stríðist sum úlvar á skóg, samstundis sum sterka verjan stendur stinn og avvísir øllum. Faktiskt var tað bert einaferð vandi á ferð. Hetta var tá ið ein høgur bóltur bleiv lagdur aftur til Sjúrða, men góði og karakteristiski bóltførleikin kom honum enn einaferð til góðar, so hann trygt fekk fluktað bóltin vekk.

Johan hevði enn ein fríløbara ella tveir aftaná bæði gott uppspæl og flott einmansavrik, men hann var ikki áhugaður í at drepa spenningin í dystinum, so farið var til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki var sama mynstur. Dragør høvdu bóltin meira og meira, men ÍF Føroyar stóð gott og kompakt. Hetta fekk Dragør til at senda alsamt fleiri langar og høgar bóltar, men verjan og serliga miðverjan við Teitur og Reidar syrgdu fyri at tað ongantíð bleiv rættiliga vandamikið.
Hinvegin vóru okkara menn sera vandamiklir uppá effektivt umstillingsspæl. Tó kann man eisini mistonkja leikararnar fyri at hava avtalað áðrenn dystin at nýggi venjarin skuldi haldast á pínubonkinum so longi sum gjørligt. Reidar var tætt við at fáa mál aftaná framúrskarandi einmansavrik, Ásbjørn var sera tætt uppá at fáa prikað bóltin í málið og Joseph valdi eisini at skjóta skeivu megin síðunetið frá 1-2 metrum.

Aftaná hetta hendi sjálvandi tað ið ikki skuldi henda: Fyri fyrstu ferð í dystinum verður Sjúrður ordiliga testaður og megnar eisini at gera eina flotta bjarging, men tíverri bleiv returbólturin settur í netið til 2-1 við 15-20 minuttum eftir.

Leikararnir vóru tó trúfastir ímóti áðurnevndu loyniligu avtalu og gjørdu sítt besta fyri ikki at punktera dystin. Samstundis sum teir stríddist fyrimyndarliga væl og framvegis fyri tað mesta spældu gott, so kom tað triðja málið ongantíð. Ingi var annars nær við við einum heilfluktara og Johan fekk eisini tveir møguleikar avtrat, har hann á einum vanligum degi hevði fingið mál. Tað skal tó nevnast at hann sjálvur stóð fyri at skalla seg sjálvan frían til ein fríløbara, ein imponerandi aktión sum man ikki sær ofta.
Men aftaná 5-6 min. av yvirtíð og ið so nógvum spenningi, kundi ein sera fegin venjari hoyra dómaran bríksla fyri síðstu ferð og staðfesta 2-1 sigurin.

Uppstillingin:
Sjúrður
Jákup – Reidar – Teitur – Bartal
Hanus E. – Ásbjørn – Jóhannus – Hanus M.
Joseph
Johan
Bonkurin: Ingi , Bárður, Sigurð

Dagsins Leikari:
Joseph fekk bæði debut, mál, assist og heiðurin sum Dagsins Leikari við 6 atkvøðum.

Dagsins Detalja:
Aftaná horna til ÍF Føroyar endar bólturin hjá einum leikara hjá Dragør, sum spurtandi fer avstað í vandamikið skjótálop gjøgnum síðuna. Venjarin hjá ÍF Føroyum brølar at leikararnir skulu koma aftur, men hetta gjørdi hann eftir øllum at døma so hart og ofta at áðurnevndi leikarin byrjar at skeldast við venjaran, ímeðan hann framvegis hevur bóltin! Hetta distraheraði leikarin somikið nógv at sjálvt Teitur náddi at renna hann uppaftur og fáa bóltin av vandaleið. Hetta elvdi eisini til sindur av balladu aftaná dystarlok, men i krig, kærlighed og Serie 2 gælder alle kneb 🙂

Leikarin á bonkinum: Jógvan Ósá

Summarið er av og tíð er til nýggjan leikara á bonkinum. Hesuferð er tað jukeboksin og venjarin á 3. liði, Jógvan Ósá, ið hevur sett seg í stólin at svara settu spurningunum. Jógvan má av sonnum metast at vera gamal í garði á Kløvermarkini, men helst er tað í veitslulagi at flest okkara kenna Jógvan í sínum rætta elementi, tá ið hann við gittara í hond spælir klassikarar sum Billie Jean, Black or White og ikki minst Dynamit klassikaran “pápi tín býr ei í Tórshavn”.

Vit takka Jógvani fyri vala svar, og ynskja honum og liði hansara eitt gott kappingarár! 

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Gekk akkurat ikki 😉

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Eg royni, men tað eydnast sjálvdan.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Avgjørt hægri limagjald !!! Tað endar altíð við at eg sjálvur má keypa helvtina av seðlinum.


Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?
Grøv nr. 13 hjá Dynamit. Tey flestu siga seg ikki dáma teir, men ØLL syngja við tá hann verður spældur 🙂

Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Tað er eitt sindur síðani. Teir kundu gott trongt til at blivi vaskaðir!

Besti leikari tú hevur leikt við?
Hmm hatta er ringt, har hava verið nógvir góðir leikarar á Kløvermarkini. Men skal ein vejlast burturúr, má tað nokk vera Christian Høgni Jacobsen, hann hevur mest sum alt, og er nokk ein tann besti avsluttarin, íð hevur verið í Føroyskum fótbólti. Tað hevur hann víst, bæði í Føroyum, Danmark og í altjóða høpi.

Besta ÍF Føroyar ball?
Har hava verið nógv góð ball, tað er ringt at velja eitt burturúr. Men seinasta ársveistla, sum var í Føroyingahúsinum var ómetaliga góð.

Hvat er ein góður kossur?
Uhh hatta er ein góður spurningur. Eg vildi sagt at ein góður kossur, er tá man fær hjartabankan, og gummibein. Tá veit man at man hevur rakt plet 😉

Besta minnið av Kløvermarkini?

Aftur her er ringt at velja burturúr. Eitt gott minnið var tá Bergur Strøm kom direkta av skarv, nastan ikki gonguførur.
Tað fyrsta hann gjørdu eftir at hann var innskiftur, var at taka fríspark.
Leikarnir hugsaði sítt, ”hasin bólturin fer av f…. til”, men hann setti bóltin í trykantin. Eg havi sjálvdan sæð ein so fegnan leikara, man skuldi trúð hann hevði vunnið meistaraheiti.

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?

Har eru nógvir um boðið, Høgni Hansen og Jákup Andrias hava báðir ein góðan afturpart. Har er ringt at siga hvør hevur munin, men eftir sum at Høgni áður er nevndur, sigi eg Jákup Andrias.

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Fleiri dystin leygardag og á kunstvølli. Annars er ikki nógv at seta fingurin á.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tað er samanhaldi í felagnum, og at man kemur at kenna nógvar føroyingar. Har er altíð góðir stemningur, bæði til venjing, dyst, og ikki minst til veistlunar.

Hvat er tað besta skoritriksi?
Eg kenni ikki til øll hesi skoritriksini. Fyrr gjørdu man sum um man skrivaði skeivt til onkra dámu, eg veit ikki ordilig hvat virkar best í dag. Men eitt fitt smíl er altíð gott at byrja við 😉

Hvør ÍF Føroyar leikari er besti tummari?
Tað má óiva vera Steffan Kalsø. (Uttan at fornermað nakran annan) 😉

Hvør krønika var tann besta á ársveitsluni?

Har vóru nógvar góðar, Sjúrður Petersen og Dánial Viðoy høvdu fleiri góðar at fortelja. Men eg haldi ikki, at eg fari at velja nakra serliga burturúr.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Hvat er eitt tað mest flovisliga, sum hendi tær í summarferiuni?

Hørð byrjan hjá 1.liði

Eftir langa summarferiu frá fótbólti byrjaði kappingin í Seriu 1 aftur seinasta fríggjadag. Mótstøðuliðið fyrsta dystin vóru Husum, sum seinasta ár endaðu á einum 2. plássi, 1 pláss frammanfyri okkum. Tískil kundi man vænta ein torføran dyst, nú tvey av toppliðunum frá undanfarna ári hittust. Hetta var somuleiðis eisini fyrsti dystur, sum bleiv leiktur á teirra nýggja graslíkisvølli, og tí bleiv nógv gjørt burturúr rundan um dystin; matur, roykur, DJ og nógvir áskoðarar.
Dysturin livdi tó ikki upp til rammurnar rundan um hann – í hvussu er ikki fyri okkara viðkomandi. Tá dómarin floytaði til hálvleiks, vóru vit longu aftanfyri 3-0. Husum hevði leikliga yvirvág, og tó at teir ikki skaptu so nógvar møguleikar, so vóru teir effektivir, tá teir fingu møguleikan. Vit hinvegin vóru ov stirvnir í uppspælinum og gjørdu ov nógvar feilir.
Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur løgin. Vit vóru ikki meir enn byrjaðir, so skoraðu teir aftur, og dysturin var tá endaliga avgjørdur. Eftir hetta fór luftin líkasum úr ballónini, og dysturin dovnaði nakað. Vit spældu okkum eftir hetta fram til fleiri møguleikar, men fingu bert tað eina málið. Endaliga úrslitið gjørdist tí 4-1 til Husum.

Mikudagin 12. august spældi 1.liðið eisini ein steypadyst. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini ímóti Hvidovre, sum spæla í 2.division øst. Tann dysturin endaði heili 6-0 til mótstøðuliðið.

Eftir tveir dystir, tvey tap og eina málúrtøku sum sigur 1-10 er tíð til at reisa seg aftur! Hetta verður vónandi gjørt leygardagin kl. 15.00, tá 1. liðið møtir Østerbro IF á Kløvermarkini. Øll eru vælkomin at stuðla.

Liðið móti Husum: Heini – Uni, Bárður, John, Jóhannus – Erland, Emil, Sigurð, Bogi, Rói – Jóhan E.
Á Beinkinum: Jóhan G, Ásbjørn og Andras.

Málmaður vísti stórspæl í tapi

Í góðveðrinum leygardagin á Kløvermarkini spældi 2. lið sín fyrsta dyst í heysthálvuni.

Valby kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki eftir eina verjuvillu. Ein verjuleikari roynir at dribla forbí ein mótstøðuleikara, men missir bóltin. Áleyparin hjá mótstøðuliðnum kemur einsamallur móti Sjúrði. Sjúrður bjargar fyrsta skotinum, men fær einki gjørt við returin. 0-1 til Valby.

Dysturin gjørdist javnur, hóast Valby hevði teir betru málmøguleikarnar. Sjúrður hevði fleiri stórbjargingar. Eina eftir frísparksroynd, har hann fekk parrera út í síðuna og eina refleksbjarging eftir góða fríspæling hjá mótstøðuliðnum.

Um miðjan seinna hálvleik javna vit. Tummas verður meistarliga spældur fríur eftir eina sera góða avlevering frá Áslakki og einsamallur við málmannin sveik hann ikki. 1-1 og nú trúðu vit orduliga upp á sakina.

Tá eini 5 minuttir restaðu eftir av dystinum skora Valby til 1-2. Málið kom eftir uppspæl í teirra høgru síðu og endaði við at ein áleypari hjá teimum úr 5 metra fjarstøðu kom at standa fríur og knallaði bóltin í kassan. 1-2 til Valby.

Í eini roynd at javna, satsaðu vit og koyrdu fleiri fólk fram í álopi. Hetta vísti seg tó ikki at bera frugt og fingu Valby eitt mál afturat. Dysturin endaði 1-3 til Valby. Hóast trý mál fóru ígjøgnum, so vísti málmaðurin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, stórspæl og var tað ikki fyri hann kundi tapið verið enn størri.

Næsti dysturin verður leygardagin 29. august móti Dragør. Dysturin verður spældur á Kløvermarkini og byrjar hann kl. 13:00.

Liðið hendan dagin:

Sjúrður; Ásfinnur, Jákup, Sámal, Bartal; Jaspur, Tummas, Johan, Hanus; Áslakkur; Brian

Á beinkinum: Leo, Bergur J og Bergur S

Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.
Málverjin og aldursforsetin, Sjúrður H. Petersen, varð dagsins leikari í ársins fyrsta 2. liðsdysti.

Nýggjur 2. liðsvenjari settur

I vikuni skrivaðu vit, at sáttmálin við Sjúrð Petersen ikki varð longdur, og í dag kunnu vit so avdúka avloysaran.

Nýggjur maður í sessinum sum 2. liðsvenjari er vællýddi og karismatiski tvørámaðurin, Niels Strøm Rødgaard. Niels verður – umframt sítt lætta og fríska sinn – skírdur sum talentfullur venjari og eftir at hava stjórnað grannunum úr Arctos farnu árini, gleða vit okkum at síggja hann við stýrisvølin hjá okkara monnum, tá ið vit herja á aftur í august.

Nevndin

 

Vælnøgdur undirskrivar Niels Strøm Rødgaard her sáttmálan, ið knýtir hann at felagnum komandi árið.
Vælnøgdur undirskrivar Niels Strøm Rødgaard her sáttmálan, ið knýtir hann at felagnum komandi árið.

Sáttmálin við Sjúrð Petersen verður ikki longdur

10013828_10203636601141515_642990630_n

Í kvøld er greitt, at samstarvið millum Sjúrð Petersen og ÍF Føroyar ikki heldur fram komandi kappingarár. Sjúrður byrjaði sum 3. liðsvenjari, men tók síðani uppgávuna sum 2. liðsvenjari á seg og her hevur hann megnað at flutt liðið á rætta leið. Hetta kom veruliga til sjóndar í júst lidna kappingarári, tá ið liðið stóð til at flyta upp, men tíverri glapp uppflytingin á síðsta leikdegi. Sjúrður hevur verið ein sonn eldsál og er sum venjari vorðin ímyndin av góða felagsandanum í felagnum, og eftir trý ár sum venjari í felagnum ynskja vit at takka Sjúrði fyri hansara góða avrik og ynskja honum blíðan byr.

 

Nýggi venjarin verður kunngjørdur ein av komandi døgunum.

 

Nevndin

Nýggjur kvinnuvenjari settur

Eftir at Annika Godtfred i farnu viku boðaði frá, at hon gavst sum venjari hjá kvinnunum hevur leitað verið eftir einum avloysara. Hesin er nú funnin og er Tórður Hentze nýggi maðurin í heita sessinum. Tórður, ið er 28 ára gamal, hevur drúgvar royndir sum fótbóltsleikari úr heimligu kappingini, har ið hann hevur leikt 98 dystir í næstbestu deildini umboðandi B36, AB, HB og B71.

Tórður venur liðið fyrstu ferð komandi týsdag og vit í felagnum eru sera fegin um, at tað eydnaðist at finna so skikkaðan avloysara, nú Annika tíverri mátti gevast mitt í kappingarárinum. Vit gleða okkum at bjóða Tórði vælkomnum á Kløvermarkina og ynskja honum blíðan byr í starvinum.

Kvinnuliðsvenjari gevst

Annika Godtfred, ið hevur stjórnað kvinnuliðnum farna árið ella so, gevst. Tíverri gera verandi arbeiðsumstøður tað trupult hjá Anniku at samantvinna sivila starvið við starvið sum venjari, og tí kennir hon seg noydda at leggja frá sær. Vit í felagnum harmast sjálvsagt støðuna, men ynskja at takka Anniku fyri hennara innsats í felagnum.

Meðan leitað verður eftir nýggjum venjara stendur Malan á Dunga á odda fyri liðnum.