Náðisleys lektión í effektiviteti

Leygardagin 12/9 tók 2. liðið hjá ÍF Føroyum ímóti FB á Kløvermarkini. Spælið hjá 2. liðnum hevur verið á góðari leið teir fyrstu dystirnar, men trupulleikar hava tíverri verið við málskjótingini. Hetta skuldi aftur vísa seg at kosta dýrt.

Í fyrra hálvleiki sat ÍF Føroyar á mestsum øllum, bæði viðvíkjandi spæli og møguleikum. Joseph legði út við at hava nøkur nærgangandi langskot, og Johan var um reppið at koma í fleiri vandamiklar støður. Hann og Christian Høgni vóru ein støðug hóttan í álopinum, men tað bleiv tíverri bert til líka við og næstan.

Burturúr ongum fáa FB so mál miðskeiðis í hálvleikinum. Eitt satt dreymainnlegg úr høgru síðu endar hjá einum fríum áloypara, sum bert skal seta pannuna á fyri at skora til 0-1. Hetta broytti tó ikki uppá mynstrið, og m.a. Ingi P. er sera nær við at fáa eitt útjavnandi mál, men skotið sníkir seg júst uppum málið. Stutt aftaná hendir tað sama, FB hava eitt sjáldsamt álop, men hesaferð kemur eitt perfekt innlegg úr vinstru síðu, har áloyparin enn einaferð bert skal seta pannuna á til 0-2.

Áðrenn tað seinna málið var ein støða, har ÍF Føroyar kundi følt seg eitt sindur snýttar fyri eitt straffi, men enn verri var við eini aðrari støðu, lítla løtu eftir; Johan skal úr stuttari fjarstøðu til at seta høvdið á eitt sera gott innlegg, men áðrenn hann nær at fáa nakað burturúr vandamiklu støðuni, fær hann ein fót syngjandi í andlitið, uttan at dómarin lætst um vón. Sostatt 0-2 í hálvleikinum.

Menn høvdu í seinna hálvleiki framvegis góðar vónir um at fáa stig við heim, men hetta skuldi bara ikki bera til hendan dagin. Johan hevði áðrenn dystin skorað tveir dystir á rað, og ilt er at siga um hetta ávirkaði hansara tiltikna málgræðið, tí hann valdi meira enn einaferð at avlevera, hóast hann hevði møguleika fyri at skjóta uppá mál. Tó komu ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir burturúr okkara spæli. Sum oftast manglaði neyðugi neyvleikin, tá ið síðsta avleveringin ella trekkið skuldi gerast. FB byrjaðu enntá at spæla seg fram til stórar møguleikar uppá kontra, tó uttan at mál kom burturúr. Dysturin endaði sostatt 0-2.

Høvdu ÍF Føroyar fingið tað fyrsta málið, sum teir høvdu uppiborið, so hevði søgan helst verið ein heilt onnur, men umberingum kann man altíð koma við. Faktum er framvegis, at liðið uttan iva klárar at spæla væl betri enn dagsins avrik, men so er bert at læra av sínum feilum og koma víðari enn sterkari.

 

Uppstillingin:

Sjúrður

Ásbjørn – John – Reidar – Bartal

Jóhan Petur – Jóhannus – Joseph – Jákup D.

Christian Høgni – Johan

Bonkurin: Bárður, Andras, Ingi P.

 

Dagsins Leikari:

Hetta var hansara fyrsti dystur aftaná summarsteðgin, men tað sást absolutt ikki aftur á avrikinum hjá John ”Rambo” Hansen, sum við heili 8 atkvøðum bleiv mest sannførandi vinnarin, av heiðrinum, inntil víðari í ár.

 

Dagsins Detalja:

Dagsins Detalja var at als ongin Dagsins Detalja var.
(Hmm, men tað merkir so, at ein Dagsins Detalja var, ergo kann tað ikki vera Dagsins Detalja… Men um tað ikki kann vera Dagsins Detalja, so er aftur møguleiki fyri at gera tað til Dagsins Detalju? Suk, man skal halda seg langt burtur frá paradoksum!)

Nevndin skipað av nýggjum

Síðan árið 2015 fór av bakkastokki, eru nakrar broytingar framdar viðvíkjandi limum í nevndini. Í maj mánaði takkaði Bartal Højgaard fyri seg og eftir summarsteðgin valdi Emil N. Leifsson eisini at trekkja seg úr nevndini. Hetta hevði við sær, at nýggjur formaður skuldi veljast. Til seinasta nevnarfund, sum var í vikuni, var greið semja millum nevnarlimirnar, hvør nýggi formaðurin skuldi verða, nevniliga tá verandi næstformaðurin Ólavur S. í Ólavsstovu. Síðani hevur Helena D. Wardum yvirtikið uppgávuna hjá Ólavi, sum PR og varaforkvinna.

Lív E. Olsen er afturkomin eftir at hava verið í praktikk í Føroyum í vár.

 

Vit takka Bartali og Emil fyri gott samstarv og góða eyðnu.

 

 

Býtið sær hervið soleiðis út:

 

Formaður: Ólavur S. í Ólavsstovu

 

Varaformaður, P.R.: Helena D. Wardum

 

Kassameistari, limagjøld: Malan á Dunga

 

Leikaraloyvir: Ásfinnur Sigvardsen

 

Skrivari Høgni Hansen

 

Útgerð: Brian Hansen

 

Nevndarlimur: Lív E. Olsen