ÍF Føroyar kvinnurnar eru víðari í steypakappingini. Hetta er fyrstu fer í søgu felagsins, at kvinnuliðið hevur leikt seg víðari.
Dystur var leiktur á Herlev stadion týsdagin. Tað var bakandi sól og upp í móti 20 hitastigum. Móstøðulið okkara, Herlev IF, spælir í Sjællandsseriuni, og hetta er ein deild hægri enn okkara Keypmannahavnsseria. Tískil var lagt upp til eina trupla uppgávu fyri okkum. Men vit vita jú øll, at “alt kan ske i fodbold”.
ÍF Føroyar venjarin stillar upp við spæliskapin : 4-1-4-1
Vit byrja dystin væl og hava bóltin nógv. Ongin opin málmøguleiki er fyrstu 20 minuttirnar. Men so kemur hol á. Vit fáa fríspark á Herlev hálvuni, einar 30-35 metrar frá málinum. Rakul Johannesen tekur sær av støðuni og leggur ein langan bólt inn í feltið har liðskiparin Monika Sumberg vakurt stútar bóltin hart í málið til 1-0 til ÍF Føroyar. 10 minuttir seinni leggja vit okkum á odda 2-0. Rakul Johannesen verður spæld púra leys í feltinum og í tveimum atløgum fær hon skotið ÍF Føroyar ímóti einum stórum bragdi, ið ongantíð áður er sæð hjá kvinnunum hjá ÍF Føroyum. Tó koma vit aftur á jørðina, tá Herlev IF minkar um munin í 35 minutti til 2-1, ið eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Flott avrik av okkara kvinnum í fyrra hálvleiki, ið leiktu fótbólt á sera høgum støðið.
Í hálvleikinum var nú lagt upp til, at góður møguleiki var at vinna dystin, um vit hildu fast í okkara spæli. Eisini tosaðu vit um, at umráðandi er at vera til reiðar við aftursvari, um tað skuldi hent, at Herlev IF kom upp á javnt.
Seinni hálvleikur koyrir nógv aftur og fram. Og sum í fyrra hálvleiki eru fáir málmøguleikar at byrja við. Men so hendir tað, sum ikki mátti henda. Í 67 minutti javnar Herlev IF til 2-2. Men tað gongur ikki meira enn 3 minuttir, so vóru vit aftur har. Ása Klakkstein vinnur bóltin mitt á hálvuni hjá mótstøðuliðnum. Hon ger skjótt av og ger ikki mætari enn at skjóta bóltin í móti málinum. Málverjin klárar ikki at halda skotinum frá Ásu og so er 3-2 til okkara, og føroyska stórhendingin lúrir.
Síðstu 20 minuttirnar av dystinum var einastandandi stríðsvilji frá okkara kvinnum. Vit verja væl og tey skotini ið koma móti okkara málið hevur málverjin Nina T. Davidsen fult tamarhald á. Tað hjálpti eisini nógv, at fleiri eyðsýndir føroyskir áskoðarar høvdu leitað sær túrin á Herlev stadion.
Tá dómarin bríkslar dystin av, hava vit vunnið 3-2 á stórfavorittunum úr Herlev IF. Fagnaðurin var ovurstórur á leikarum og áskoðarum. Hetta er nemliga fyrstu fer í søguni, at ÍF Føroyar spælir seg víðari í steypakappingini. Dagsins leikari gjørdist Ása, ið eisini fekk 1 mál.
Nú er bara at vóna, at Brøndby ella Fortuna Hjørring kemur úr pottinum næstuferð.