Okkara fyrsti leikari á bonkinum eftir summarfrítíðina er 25 ára gamli argjamaðurin Beinir Ellefsen. Hann hevur búð í Keypmannahavn í 3 ár og er júst blivin bachelor í IT, communication og media og fer beint í gongd við kanditatin á ITU, har hann fer at lesa Digital innovation og management.
Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Aggresivur, Tendensir til at klandrast við dómarin, Giftigt vinstrabein
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Um mamman lesur hettar, so ja 😉
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Hægri limagjald, fyri gudsskyld ikki lutaseðlar
Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?
Í hesum summartíðum, so haldi eg at Get lucky hjá Daft Punk og Pharell Williams er aldeilis deiligur. #summervibes
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Vaska fólk skinnarar!?
Besti leikari tú hevur leikt við?
Uha, har eru nógvir at velja í millum. Kann tó ikki sleppa undan at ikki nevna Dmitrije Jankovic. Maðurin er svakur men hevur eitt hjarta av gull <3
Besta ÍF Føroyar ball?
Síðsta jólaveitslan var ein kempi success. Gott undirhald, góður matur og gott lag.
Hvat er ein góður kossur?
Tað má heilt klárt vera mussarnir frá damuni. Teir vátu mussarnir frá Niels eru eisini heilt OK
Besta minnið av Kløvermarkini?
Tað má nokk vera dysturin ímóti FC Græsrødderne. Hasir stoltu nissurnar toldu sgu ikki heilt at tapa ímóti einum vælspælandi ÍF Føroyar liði.
Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?
Karstin Højgaard, uttan iva.
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Ein kombination av gott samanhald og til tíðir framúr fótbólt spæl.
Hvat er tað besta skoritriksið?
Uha, tað er ringt at siga. Men um einki riggar, so er microovn dansurin eitt gott boð.
Hvør syngur best á tínum liði?
Aftaná at hava observerað nógvar ÍF Føroyar veitslur, so má eg ásanna at Tummas Justinussen hevur eina rødd sum fær ein til at kitlast har tað ikki skal kitlast.
Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?
Tíðliga í song og tíðliga upp. Og so bara fylla depotini væl, so man hevur orku at spæla fullan dyst.
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?
Tað má nokk verða tá eg spældi við U21 ímóti Týskarum á Tórsvølli, hóast vit taptu 0-3.
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Tað má verða Tórður Henzte. Hann hevur altíð eina stuttliga viðmerking til alt.
Hvat er tað besta við Føroyum?
Náttúran. Tá sólin skínur í Føroyum, so er tað heimsins vakrasta land.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?