Argjafrensurin Dion B. Splidt er fyrsti gesturin í 2015. Tá Dion ikki svevur, drekkur whisky ella lurtar eftir Jeff Buckley, lesur hann Búðskaparfrøði á KU.
Dion er noteraður fyri 93 dystir í føroyski Effodeildini har hann hevur skotið 11 mál, ØLL fyri AB. So tað var ein semi-rutineraður unglingi ið kom á Kløvermarkina fyri 1 ári síðani.
Hóast tað, so eigur Dion enn sítt fyrsta mál á besta ÍF Føroyar liðnum til góðar, men soleiðis sum hann hevur lagt fyri til venjing seinastu tíðina, so bendir alt á at hann ætlar sær at broyta um hetta!
Redaktiónin má skuffa allar kvinnuligar lesarar og siga at Dion hevur, sum fornuftigir menn nú gera, leitað sær til Klaksvíkar eftir damu. Har hevur hann funnið flogbóltsstjørnuna Sofíu Purkhús.
Vit vilja takka Dion fyri at geva sær stundir at vitja bonkin, og ynskja honum góða eydnu við málskjótingini í 2015 !
Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Eitt gott høgrabein (uttan at vinstra skal vera so nógv verri), eyga fyri spælinum og kanska óneyðuga vánaligur tapari.
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Eg royni at gera tað, um ikki, so er lætt at taka ein cowboylúr, einaferð aftaná skúlatíð.
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Hevði væl tímað at havt betur hug at selja lutaseðlar, men tað tími eg bara ikki! So tað má verða hægri limagjald.
Hvønn sang burdu øll havt hoyrt minst einaferð og hví?
Lover, You Should’ve Come Over hjá Jeff Buckley, tí ein fær veruliga frið í sálina at hoyra hann, við einum góðum glasi av whisky.
Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Havi ikki vaskað teir enn, men skal ikki avsanna, at Sofía nokk einaferð blakar teir í vaskimaskinuna, tá angin av teimum tekur yvirhond á vesinum.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Tað er ógvuliga ringt at seta eitt bestemt navn á. Bæði á Argjum og Toftum havi eg spælt saman við ótrúliga góðum fótbóltspælarum, og fyri ikki at gloyma teir ið nú spæli saman við á Kløvermarkini.
Besta ÍF Føroyar ball?
Havi ikki verið til nakra ÍF Føroyar veitslu enn, sum ikki hevur verið góð. Tær sum kanska stinga seg burturúr eru seinasta árveitslan og veitsluna á Tovværksgade í fjør.
Hvat er ein góður kossur?
Ein erligur kossur millum báðar partar kann fáa ein og hvønn at skilva í knøunum.
Besta minnið av Kløvermarkini?
Tað er bert 1 ár síðani, at eg fyrstu ferð trein á Kløvermarkina, og har hava kanska ikki verið tær heilt serligu løturnar, ið stinga seg burtur frá øðrum. Samanhaldið er gott í felagnum og tí er tað altíð ein hugnalig løta at koma út á Kløvermarkina, burtur frá øllum danska fjasinum.
Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Her má eg nokk velja Bárður Danielsen. Hon hevur alt tað ein ynskir í einari góðari reyv.
Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Her er ikki so nógv at nevna, sum felagið sjálvt kann gera(Gamli kunst er einki at reypa av). Kanska størri spæliklæðir til okkum, sum er eitt sindur størri enn aðrir 🙂
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
At koma saman við øðrum Føroyingum, sum búgva í Keypmannahavn. Samanhaldið er gott, sum ger at tað altíð er stuttligt at koma út á Kløvermarkina, samstundis, sum tað uttanfyri vøllin er avbera hugnaligt.
Hvat er tað besta skoritriksi?
Ein góður swing-om slær aldrin feil! Tó havi eg hoyrt, at aftaná kl 06 á Skarv skal minni til.
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Um viðkomandi minnist, hvør gjørdi ársins leikari hjá ávíkavist monnum og kvinnum 2014?