Tað var í gjár, mánakvøldið 9. mars, at ársins aðalfundur hjá felagnum var. Nakað av fólki var møtt í veitsluhølinum á Oyrasundskolegiinum, tá ið fundarstjórin nakað eftir kl. 20 beyð fólki vælkomin.
Fyrst var tað formansfrágreiðingin ið var á skránni. Emil N. Leifsson greiddi frá, hvussu árið í fjør hevði hilnast bæði á og uttanfyri vøllin. Serliga sermerkt við 2014 var, at felagið fylti 75 ár og tí var stór føðingardagsveitsla hildin í føroyahúsinum fyrr í vár, sum eydnaðist sera væl. Ítróttarliga var formaðurin eisini nøgdur. Eftir formansfrágreiðingina legði kassameistarin, Høgni Hansen, roknskapin fyri 2014 umframt rakstrarætlanina fyri 2015 fram. Árið í fjør eydnaðist sera væl fíggjarliga. Serliga vóru tað góðar stuðulsinntøkur, ið høvdu jaliga ávirkan á roknskapin. Rakstrarætlanina fyri 2015 vísti eitt lítið hall, men góða árið í fjør ger, at felagið megnar at bera hetta.
At enda var val av nevnd á skránni. Jákup Sørensen, ið hevur tænt felagnum væl, legði frá sær. Vit takka Jákupi fyri gott og harmoniskt arbeiðslag. Øll hini blivu afturvald og afturat teimum blivu tey trý – Brian Hansen, Mathias Samuelsen og Helena Wardum – nývald. Vit ynskja teimum trimum blíðan byr við nevndararbeiðinum.