Eftir at hava fingið 7 út av 12 møguligum stigum í teimum 4 fyrstu dystunum var greitt, at um 2. lið ætlaði sær at spæla við í tí stuttliga endanum, kundi einki annað enn ein sigur góðtakast móti botnliðnum FB. Hetta gjørdi trenarin eisini spælarunum greitt áðrenn dystarbyrjan. Tað skuldi tó vísa seg at gerast torførari enn væntað.
Tá dysturin fór í gongd sást beinanvegin, at hetta fór ikki at gerast eins lætt og ætla. Tíðin vísti 35 sek, tá FB hevði fyrsta farliga skotið á mál. Tað skuldi eisini vísa seg, at hetta ikki var síðstu ferð at FB vísti tenn. ÍF Føroyar leikararnir virkaðu tungir, og vit høvðu ilt við at fáa spælið at flóta. Serliga verjuparturin sá serstakliga vánaligur og tungur út. Hóast hetta, so eyðnaðist okkum at koma á odda. Johan tekur nøkur trekk fram eftur vøllinum og leggur bóltin til Falcao, sum leggur eitt flatt innlegg inn í feltið. Bólturin fer framvið vinum og fíggindum, og endar á høgra beini hjá Danial, sum vísur at hann dugur annað enn at taka myndir. 1-0 til okkum og stór gleði. Hetta helt sær tó ikki leingi. FB fær innkast í okkara høgru síðu, og menn mettu, at vit áttu tað. Í staðin fyri at spæla víðari stendur verjan og brokkar seg. Hetta útnytta FB leikararnir til at taka eitt skjótt innkast, og so var støðan 1-1. Hetta var ikki einasti møguleiki sum verjan gav FB hendan dagin. Ein onnur samansmeltning av líknandi dimensjónum gav einum FB leikara ein fríleypara av einari aðrari verð, men tíbetur vísti Eli klassa málmandsspæl og bjargaði verjuni frá einum píniligum máli. Ein ávísur vágbingur skyldar nokk Eli eina øl ella tvær til ársveitsluna!
Í hálvleikinum var skeld á skránni. Lítið gott var at taka við frá fyrra hálvleiki, og menn fóru inn aftur, avgjørdir um, at nú skuldi annað skinn um bak. Tað var eisini týðuligt at síggja, at menn vóru nógv meira uppsettir til 2. hálvleik. Spælið var nógv betur, og vit fingu nógvar møguleikar. Ísakaldi klaksvíkingurin frá fyrra hálvleiki kláraði tó ikki at gera sær dælt av nøkrum stórum møguleikum, og spakuliga byrjaði FB at koma inn aftur í dystin, men tíbetur fyri okkum stóð ein sera væl upplagdur Eli fyri øllum, sum FB blakaði eftur okkum. Tá 15 min vóru eftur avgjørdi trenarin hjá ÍF Føroyum, at nú skuldi satsast. Ein javnleik kundu vit ikki brúka til nakað, so skift var frá eini 4-5-1 uppstilling til eina klassiska 4-4-2 uppstilling. Hetta gav bonus móti endanum, tá tann heiti Johan Ellingsgaard kom fríður móti málmanninum. Hann gjørdi bart og knallaði bóltin í kassan. Hettta var samstundis hansara 3 mál í 2 dystum. Restina av dystinum bardust vit fyri at halda leiðsluna, og tá dómarin eftir 52 min floytaði seinna hálvleik av, var gleðin stór. Um sigurin var uppiborin kann nokk diskuterast, men 3 stig eru 3 stig. Um dysturin skal uppsummerast í fáum orðum, so haldi eg, at navnframi Ian Holloway segði tað so væl eftir ein heldur ljótan sigur móti Chesterfield:
“To put it in gentleman’s terms if you’ve been out for a night and you’re looking for a young lady and you pull one, some weeks they’re good looking and some weeks they’re not the best. Our performance today would have been not the best looking bird but at least we got her in the taxi. She weren’t the best looking lady we ended up taking home but she was very pleasant and very nice, so thanks very much, let’s have a coffee”
Liðið varð mannað av: Eli – Edmund, B52, Jákup, Ásbjørn – John, Teitur, Emil – Danial, Falcao, Johan. Á beinkinum sótu Ásfinnur, Ingi og Brian.