Kærkomin sigur til 1. manslið

Fyrsta manslið hjá ÍF Føroyum spældi leygardagin á útivølli móti Hellas Bk. og endaði dysturin við einum 1-2 sigri til ÍF Føroyar.

Tað var einki serligt fótbóltsveður leygardagin, tað regnaði sera illa og grasvøllurin var tungur at spæla á, men tað sá ikki út til at ávirka leikararnar nakað serligt.

Dysturin byrjaði varliga, og tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðjuni og tað sást væl, at hetta vóru tvey lið, ið ikki hava fingið bestu byrjanina uppá kappingárið. Tað vóru nógvir nærdystir og fleiri feilavleveringar, men sum dysturin leið, blívu føroyingarnir meir og meir spælstýrandi. Til tíðir vísti ÍF Føroyar gott, skjótt og flótandi spæl og spældu vit okkum eisini fram til nakrar heilt góðar málmøguleikar, tó uttan at gangnýta teir. Men beint áðrenn hálvleik vísti Rókur nakrar snildir og snýtti fleiri leikarar áðrenn hann, stille og roligt, setti bóltin í kassan til 0-1. Eitt sera snilt mál.

Hellas royndi eisini at spæla seg fram til onkran møguleika, tó uttan at tað gjørdist vandamikið – ÍF Føroyar verjan stóð stinn og Mathias í málinum var tryggur, tá boð vóru eftir honum.

Í seinna háleiki var myndin hin sama, og menn stóðu nærum i kø fyri at missnýta málmøguleikar, og so hendi tað, sum vanliga hendur, tá ein ikki skorar uppá málmøguleikarnar. 7 min. vóru eftir av dystinum og Hellas, sum lítið og einki hevði at bjóða uppá í seinni hálvleiki, fær ein møguleika og teir taka av beinanvegin og so er støðan 1-1.

Nú legið ÍF Føroyar nógv fyri í eini roynd at fáa øll 3 stigini og 2 min. áðrenn tíð bragdaði. Eitt fríspark verður lyft inn í brotsteigin og við aftaru stong stendur John púra ódekkaður og hann er ísakaldur, tekur eitt trekk út frá og skorar trygt við nærmastu stong – stór frøði á monnum.

Dagsins leikari bleiv John Hammer við 7 atkvøðum og Bárður Danielsen fekk 4.

Hesir byrjaðu dystin: Mathias – Uni, John, Bárður, Jóhan – Erland, Emil, Tummas, Dion, Svenn – Rókur. Á bonkinum sótu: Rani, Sigurð & Steffan.