Tiknir við buksunum niðri

Aftur í dag vóru lundarnir hjá ÍF Føroyum tiknir við buksunum niðri. Liðið var fyri einum teprum ósigri. Marginalar og vantandi neyvleiki vóru við til, at ÍF Føroyar tapti 1-3 á heimavølli ímóti B93. – Venjarin metti, at hetta ikki var gott nokk, og hótti leikararnir við eftir dystin, at nú skuldu allir vísa reyv. Um revsingin er førd út í lívið, veit undirritaði ikki. Myndatólið slapp ikki við inn í lundaland nummar 25.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0 til útiliðið, hóast tað ikki var í tráð við leikgongdina. B93 hevði í roynd og veru ein møguleika, sum teir skoraðu uppá, meðan hitt málið var ein gáva frá føroysku verjuni. – Ja føroyingarnir vóru tiknir við buksunum niðri, aftur í dag. Til komandi dyst krevst intensiv skotvenjing á málið.

Fyrri hálvleikur

Tað fyrra málið var sum sagt ein føroysk gáva, tá ið ein verjuleikari spældi ein mótstøðuleikara púra frían. Slíkt hendir, men føroyingarnir kempaðu víðari.

Føroyingarnir komu til opnar málmøguleikar. Tvær ferðir var tvørtræið forðingin fyri máli. Og ein vælspælandi málmaður gjørdi eisini sítt til at føroysku útisetarnir ikki fingu hol á málskjótingina.

Beint áðrenn hálvleik slapp ein 93-leikari innum føroysku verjuna og kølið setti hann innarusíðuna á til hálvleiksstøðuna 0-2.

Annar hálvleikur

Í øðrum hálvleiki hildu føroyingarnir á at trýsta útiliðið. Umframt at hetta gav møguleikar til ÍF Føroyar, gav hetta eisini útiliðnum møguleikar til skjótálop. Men hetta kom ikki at kosta fyrrenn í síðstu løtu. Tá ið eitt korter var eftir av dystinum, fekk ein B93 leikari gult kort. Fær ein leikari gult kort, skal hesin út í tíggju minuttir. Hetta gav føroyingunum enn betri pláss at spæla á, og tá ið 8 minuttir vóru eftir at leika, bragdaði endiliga hjá føroyingunum.

Sigurð Carlsson kom at standa í góðari støðu inni í brotsteiginum og hann smekkaði bóltin inn í málið til støðuna 1-2. – Nú fingu føroyingarnir blóð á tonnina og tað mesta fólkið fór fram. Men tíanverri eydnaðist tað ikki at fáa bóltin innum málmannin, ið til tíðir minti um Jens Martin Knudsen, tá ið hann var upp á tað besta. Hann var sum ein køttur á málstrikuni.

Fótbóltur er eirindaleysur. Tí tá ið tríggir minuttir restaðu fóru B93 í skjótálop. Miðverjin hjá føroyingunum kom eitt sindur skeivur á ein luftbólt og hetta gjørdi, at ein B93-leikari gjørdist púra leysur og kunda staðfesta sigurin til 1-3.

Tað hevur gingið striltið hjá triðja liðnum í ár. Manglandi marginalar og neyvleiki hava verið høvuðsorsøkin til sløku úrslitini. – Men einum føroyingi so líkt, so verður nú bert hugsavnað seg um komandi dyst.

Dagsins leikari fyri ÍF Føroyar gjørdist fyrrverandi KÍ og Víkingaleikarin Kaj Ennigarð við fýra atkvøðum. Honum í hølunum vóru Jósup Henriksen og Jan Nónklett við trimum.

10362679_10204180572100449_867060722_n 10432305_10204180572180451_784847136_n 10416723_10204180572340455_544319734_n 10432314_10204180572220452_258638818_n 10396411_10204180572380456_968334301_n 10423459_10204180572460458_989572910_n 10423527_10204180572500459_62210234_n 10419836_10204180572580461_900374048_n 10437163_10204180572620462_1353151923_n 10419849_10204180572700464_1115693335_n 10419780_10204180572900469_442091316_n