ÍF Føroyar – Fremad Valby 1-2 (0-0)
Hýrurin var góður leygarmorgunin 17. mei, tá menn møttu til dyst móti Fremad Valby á Kløvermarkini. Tað var ilt at siga, um menn vóru spentir til dystin, ella um tað var ÍF Føroyar summarveitslan “SummerShake Down”, sum menn gleddu seg til.
Mótstøðuliðið hendan dagin var topliðið Fremad Valby, sum lá ovast á stigartalvuni. Sjúrður Petersen avloysti 3.liðsvenjaran Andras Thomassen hendan morgunin, og taktiska uppleggið snúði seg um ikki at leypa framav og hava tol.
Fyrri hálvleikur gekk júst sum ætlað. Okkara menn stóðu væl á vøllinum, og mótstøðuliðið kom ikki til teir heilt stóru kjansirnar. Tað, sum riggaði heilt væl hendan dagin, var samanspælið millum verjuna og miðjuna. Karl var sera raskur at rópa allan dystin og syrgdi fyri, at gloppið millum verjuna og miðjuna ikki bleiv ov stórt.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mundi tolið á lundunum givið úrslit. Sylvi sendi Berg Napoleon avstað í høgru síðu, og hann slapp sær lættliga framvið Fremad verjuleikarinum og sendi eitt gott innlegg innfyri. Bogi søkti nærmastu stong, setti innarusíðu á, og bólturin brast á stongina og út. Farið var til hálvleik við støðuni 0-0.
Seinni hálveikur byrjaði eins og fyrri endaði: Við einum væl skipaðum lundaliði. Nakað inn í seinna hálvleik bleiv Trúgvi feldur inni í feltinum, og dómarin peikaði á plettin. Sylvi bjóðaði seg til at skjóta, og setti bóltin trygt í netið til 1-0. Lundarnir stóðu væl við einum vælspælandi Áslakki í verjuni, einum kontrolerandi Karl á miðjuni og einum útfordrandi Bergi Napoleon í síðuni.
Nú tyktist dystargongdin at venda, og venjarin hjá Fremad Valby hoyrdist yvir alla Kløvermarkina. Fremad Valby boysarnir blivu meira ágrýtnir, og skiftu frá einari 4-4-2 uppstilling til eina 3-4-3. Dómarin lat seg eisini ávirka av garvilla Fremad venjaranum á síðulinjuni, og gav fríspark eftir fríspark til Fremad Valby. Hallur stóð aftur ein brand dyst í málinum, so fríspørkini blivu aldrin vandamikil.
Í 80 min. bragdaði hjá gestunum. Eftir eitt hornaspark í høgru síðu endaði bólturin í netinum til 1-1. Nú ráddi um at verja hetta eina stigið síðstu minuttirnar, og royna at satsa uppá skjótálop. Johan Hendrik bleiv spældur púra leysur, men hann valdi at gera ov skjótt av og skeyt langt við síðurnar av. Ein gyltur møguleiki at koma á odda aftur.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kom tann mest umrødda støðan í dystinum. Áslakkur fór niður í eina góða takling, og dómarin peikaði á plettin. “Hånd på bolden”, og føroyingarnir stóðu sum kánus. Hallur í málinum fóru til vinstru, meðan Valby maðurin sendi bóltin í høgru síðu. 1-2 til Fremad Valby og lundarir fóru niður við nevinum.
Dagsins menn blivu Áslakkur og Karl við fýra atkvøðum hvør. Teimum á baki komu Hallur og Bergur N við hvør sínum trimum atkvøðum.
Liðið: Hallur – Johan Hendrik, Sylvi, Áslakur, Jaspur – Bergur J, Karl, Nónklett, Djóni – Strøm og Sivertsen.
Eyka: Jan Schwartz, Ósa og Jákup Andrias.