1. liðið hjá ÍF Føroyum hevði leitað sær ein túr í Fælledparkina at spæla landskappingardyst móti Østerbro IF. Úrslitið gjørdist ein greiður 1-3 sigur til ÍF Føroyar.
ÍF Føroyar byrjaði dystin við at leggja høgt press á Østerbro, og føroyingarnir arbeiddu hart og vóru aggressivir á bóltinum. Hetta kløkkaði mótstóðuleikarnar og gjørdi, at teir als ikki fingu spælið at koyra. Leikararnir virkaðu sera uppsettir og hetta samman við pressinum førdi við sær, at ÍF Føroyar hevði stóra yvirvág í spælinum. Vit spældu bóltin væl ímillum okkum, tó uttan at skapa teir heilt stóru mál kjansirnar.
Tá 18 minuttir vóru spældir kom fyrsta málið. Eitt gott gjøgnumspælt álop endaði við, at Oddur Højgaard fann Christian Høgna, sum tók eitt trekk og komin nakað uttanfyri felti skeyt hann bóltin umvegis stongina í málið til 0-1.
ÍF Føroyar helt áfram at stýra spælinum og tá 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom næsta málið í dystinum. Enn eitt gott gjøgnumspælt álop, har føroyingarnir fluttu bóltin ímillum fleiri leikarar endarði við, at Rókur legði bóltin fyri føturnar á Christian Høgna, sum skeyt bóltin í ein bleytan boga í málið umvegis yvirleggjaran til 0-2. Hendan leiðslan helt sær eisini til hálvleik og var fult í tráð við leikgongdina.
Í seinni hálvleiki kom heimaliðið meira við í dystin, og løgdu teir eitt ávíst trýst á føroyska liðið, sum nú koyrdi uppá kontra álop. Tá góðir 15 minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki fekk ÍF Føroyar brotspark, eftir at Rókur bleiv feldur í brotseiginum. Rókur tó sær sjálvur av brotsparkinum, og setti bóltin sikkurt í netið til 3-0. Dysturin var avgjørdur og aftaná hetta málið minkaði leikferðin í dystinum nógv.
ÍF Føroyar kundi fingið fleiri mál móti endanum av dystinum, men vóru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málið og ístaðin fekk Østerbro minka um munnin til endaliga støðuna 1-3.
Næsti dystur er leygardagin 21 september klokkan 15.00, tá lokaluppgerð verður ímillum ÍF Føroyar og CSC, sum er fótbóltsliðið frá Christiania.
Dagsins leikari gjørdist Chr. Høgni Jacobsen við 12 atkvøðum – Erland, Bárður og Emil fingu allir hvør sína atkvøðu.
ÍF Føroyar byrjaði dystin soleiðis: Mathias – Bárður, Ovi, Emil, Jóhan – Erland, Svenn – Hanus, Rókur, Chr. Høgni – Oddur.
Á bonkinum sótu: Rói og Tummas.
/(Christian Høgni Jacobsen)