Í kuldanum sunnumorgunin hin 26. januar, spældi fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum á útivøllin móti Amager FF, sum til dagligt spælur í ”københavnarserien”. Dysturin var spældur á kunstoffvøllininum úti í Kastrup, og endaði dysturin við einum greiðum 9-0 sigri til ÍFF.
Til dystin vóru 13 leikara við og sá liðið soleiðis út frá bryjan: Mathias – Bárður, Oddur, John, Emil – Rói, Tummas, Erland, , Sigurð – Chr. Høgni & Hanus. Á bonkinum sótu: Jóhan Petur & Bartal, ið komu inn frá byrjan av seinna hálvleiki.
Um dystin sjálvan er ikki tað stóra at skriva, og sum úrslitið greiður frá, var stórur munur á liðinum, men alt í alt; ein góð byrjan uppá nyggja árið og fleiri góðar taktir í ársins fyrstu avbjóing. Serliga fingu vit møguleika at royna álopsspælið, sum til tíðir riggaði sera væl. Í fyrra hálvleiki var tað serliga nýggji leikarin Hanus Mortensen, ið vísti seg fram við at skora øll 4 málini í fyrra hálvalieki. Saman um tikið, hevði Amager FF lítið at bjóða uppá, og tá teir royndu at spæla seg fram, var okkara væl spælandi verja fyri hvørja fer.
Í seinna hálveliki var spælið tað sama; ÍFF skaptu eitt álop fyri og annað eftir. 5 mál komu í seinna hálvleiki og tey skoraðu: Chr. Høgni 2, Bartal, Tummas og Jóhan Petur hvør sítt.
Næsti venjingardystur verður leygardagin 15. februar kl. 14.00 ímóti FA 2000
Venjingartíðir hjá 1. Liðinum á nýggja kunstvøllinum:
Mikudag kl. 16.00 – 17.30
Fríggjakvøld kl. 19.00 – 20.30