Í samband við Ólavssøkuna í ár hevði FF Giza saman við OKKARA skipað fyri einum fótbóltsfestivali. Endamálið við festivalinum var, at ymisk fótbóltsfeløg skuldu sleppa at dystast, samstundis sum ein útikonsert varð hildin í vanligum festival stíli. Líka sum nøvn sum Jens Marni, var ÍF Føroyar eisini bjóða við til hendan fótbóltsfestival. Ætlanin var, at nú skuldi slagið um Danmørkina standa ímillum tey bæði føroyingafeløgini: ÍF Føroyar og FF Klettar.
Tað var ilt at meta um, hvørja styrki tað nýstovnaða felagið frá Århus fór at koma við, men heilt greitt var tað, at okkara menn ætlaðu ikki, at tað skuldi verða nakar ivi um, hvat besta føroyingaliðið í Danmark er.
Tað bleiv lagt hart út frá byrjan, har tað heilt klárt var liðið úr Keypmannahavn, sum setti seg á dystin. Tó okkara høvdu nógv spæl, so tyktist tað at verða trupult at fáa bóltin í mótstøðumálið. Eftir nakrar brendar málmøguleikar, mátti ein flúgvandi Brian vísa, at ÍF Føroyar kunnu eisini verða vandamiklir eftir hornaspark. Eftir eitt væl sparkað hornaspark frá Pæturi, er Brian hægstur og stútar bóltin í mál til 1-0 til ÍF Føroyar.
Nú var endiliga hol komi á eftir eitt støðugt trýst frá okkara monnum. Sjálvt um vit blivu við at halda eitt støðugt trýst á FF Klettar málið, so komu ikki fleiri mál áðrenn hálvleik.
Eins og byrjanin á dystinum, løgdu okkara menn hart frá byrjan í seinna hálvleiki. Vit skulu tó væl inn í seinna hálvleik, áðrenn vit aftur megna at fáa bóltin í FF Klettar málið. Í hesum føri tekur Ólavur sakina í egnar hendir. Eftir flott kombinatiónspæl kemur Ólavur at standa rættiliga fríur í FF Klettar brotssteiginum, og úr spískum velur hann at langa bóltin uppundir nettakið uttan møguleika hjá málmanninum. Tað sást, at Ólavur visti, hvar málini í Gundadali standa!
Nú sá tað trupult út hjá FF Klettum. Støðan gjørdist einki frægari av, at ein vælleikandi Uni velur at borðreiða við einum hattricki, sum veruliga tók beinini undan FF Klettar leikarunum. Tað er serliga ein flottur ”flying-header”, sum vísti tær góðu álopsdygdirnar, ið eru at finna í okkara vinstrabakki. Eftir at FF Klettar fær skorað eitt mál, endar Christian Høgni málballið við einum flottum lobbara til endaliga støðuna 6-1.
Eftir dystin kunnu vit bara staðfesta, at sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur á framm, og ikki síðan 21. juli 2011 hava okkara menn smakka ósigur á føroyskari jørð. Tá mátti okkara menn lúta fyri einum B36 liði, sum seinni bleiv føroyameistarar.
Sjálvt um vit ikki hava smakka ósigur í Føroyum í gott trý ár, so hava vit smakkað OKKARA øl, og aftur í ár vilja vit takka OKKARA fyri latnan stuðul!
Somuleiðis vilja vit takka FF Klettar fyri dystin og ynskja teimum góða eydnu til komandi kappingarár!
Liðið hjá ÍF Føroyum var soleiðis mannað til dystin: Mathias, Pætur, Rani, Ovi, Uni, Emil, Ólavur, Svenn, Brian, Jógvan, Steffan, Christian Høgni, Ásfinnur og Bergur.
Assistant Coach: Bergur M. og Jóhan G.
Mynd: Ósarin við steypinum (Mynd: Emil Nolsøe Leifsson)
/(Emil Nolsøe Leifsson)