Close, but no cigar

Líkindini vóru av teim allar bestu leygardagin, tá 1.manslið hjá ÍF Føroyum fekk vitjan av Fremad Valby í ársins síðsta leikumfari í Keypmannahavnaseriuni (KS). Bert einaferð áður hevur felagið verið umboðað á so høgum støði (tak meg ikki í tí, men eg meini, at tað var ímillum 2006-2008). Ta ferðina var debutsesongin góð og liðið spældi við í oddinum tað mesta av árinum. Men árið eftir gekk minni væl og tað endaði við, at liðið flutti niður aftur í seriu 1.

Í ár var so fyrstu ferð, at vit aftur vóru í KS og málsetningurin undan kappingarbyrjan var heilt greitt, at vit skuldu fáa okkum fótin fastan í deildini. Tí høvdu nevndin, formaðurin og annað gott fólk gjørt nógv burturúr at varpa ljós á, at dysturin leygardagin var týdningarmikil fyri felagið. Og fitt av fólki høvdu eisini leitað sær yvir á Kløvermarkina, fyri at stuðla og fylgja við hvussu leikur fór.

Undan dystinum var støðan hon, at vit lógu á triðaftasta plássi í deildini og harvið beint undir niðurflytingarstrikuni. Men trý stig frammanfyri okkum – og við munandi verri málmuni – lá B93, sum eisini spældi teirra síðsta dyst hetta kappingarárið á útivølli móti Rønne á Rønne Stadion – aka Nightmare Park. Um vit skulu umseta Rønne og Nightmare Park til føroysk viðurskifti, so er tann føroyski ækvivalenturin nokk, at spæla í ódnarveðri á gamla graslíkinum vesturi á Eiðinum í Vági. Ja, okkum er sagt, at seinast Rønne tapti á heimavølli var í 2009. Vit høvdu tí alla orsøk til at vera optimistiskir og trúgva uppá, at vunnu vit okkara dyst, so otaðu vit okkum upp um B93 og harvið eisini upp um niðurflytingarstrikuna.

Sjálvur dysturin byrjaði væl, og vit settu okkum beinavegin trygt á spælið. Men aftaná umleið tíggju minuttir, og beint ímóti leikgongdini, legði Fremad Valby seg á odda eftir gott skot og einmansavrik frá teirra vinstra vongi. Hetta skelkaði okkum eitt sindur, og bara fáar minuttir seinni heldur Trygvi okkum inni í dystinum, tá hann ger eina framúr dupultbjarging, aftaná at ein av teirra áleyparum gerst púra leysur smáar tríggju metrar frá okkara máli.

Men so smátt koma vit fyri okkum aftur, og hesaferð seta vit okkum á dystin fyri well. Eftir góðan hálvan tíma spælir Hanus Rók í góða støðu inni í brotsteiginum, hann vendir sær nakrar ferðir aftur og fram og javnar til 1-1. Stutt aftaná berjir Christian Høgni bóltin frá einum verjuleikara og serverar hann fyri føturnar á Steffan, sum høggur bóltin upp undir nettakið – 2-1 til okkum og hálvleikur. <br />

Í seinna hálvleiki er snøgt sagt klassamunur á liðunum og spenningur verður ongantíð um, hvør fer at vinna. 3-1 málið, sum kemur stutt aftaná steðgin, er eitt av teimum góðu. Tað byrjar afturi á høgra bakki, tá Pætur fyrst pilkar bóltin frá teirra vinstra vongi og síðan avleverar bóltin millum beinini á mótleikarinum fram til Christian Høgna, sum móttekur bóltin úti í høgru síðu, dregur frammvið einum mótleikara inn ímóti miðjuni og spælur bóltin upp í føturnar á Steffani. Ímeðan Steffan heldur verjuleikarinum aftanfyri seg, leggur hann við fyrstu nerting bóltin aftur til Christian Høgna, sum sær, at Hanus er strokin avstað og elegant chippar bóltin upp um teirra miðverjar beint í rennibanan hjá Hanusi, ið fyrst lyftir bóltin upp um málverjan, sum er komin eitt sindur út úr málinum, og síðan setir ferðina heilt niður og nonchalant spaserar teir síðstu metrarnar innum strikuna við bóltinum. Hetta punkteraði mótstøðuna. Og við tveimum málum á odda, snúði tað seg um at halda væl uppá bóltin, so at hinir ikki føldu, at teir kundu koma aftur í aftur. Tað gjørdu vit eisini. Og enn tá økti Steffan enn meira um munin, tá hann eftir horna fær sent bóltin í netið.

Sostatt endaði síðsti dystur hjá 1.mansliði við einum 4-1 sigri. Samstundis frættist av Bornholm, at Rønne hevði vunnið heili 8-0 á B93, sum tískil merkti, at vit á síðsta leikdegi kláraðu at troka okkum hetta síðsta, kritiska plássið longur upp á talvuni og harvið tryggjað okkum luttøku í KS aftur komandi kappingarár. Ella tað hildu vit…

Tí eftir at blaðið fór til prentingar, hava vit fingið boð um, at so er ikki kortini. Tað nýggjasta er, at niðurflytingarstrikan eisini hevur førkað seg eitt pláss longur upp. Uttan at fara í detaljur um hví so er, so hongur hetta saman við, at alt eftir hvussu nógv lið úr Keypmannahavnar umráðnum flyta úr/og í Danmarkarseriuna, verður avgjørt hvussu nógv lið flyta úr KS. Og í ár verða tað altso fýra lið, sum flyta niður og ikki trý, sum væntað. Hetta er sjálvsagt stór spell, tí hesa várhálvuna hava vit avgjørt prógvað, at vit hava støði til KS-fótbólt. Vit byrjaðu hálvuna langt aftast við einans tveimum stigum, men endaðu fjór aftast við 27 stigum. Um vit ímynda okkum, at vit spældu tvær hálvir, sum hesa, høvdu vit havt 50 stig og ligið eitt stig frá uppflyting til Danmarksseriuna. Hetta er møguliga eitt sindur spekulativt, men vist er tað spell, at vit skulu spæla seriu 1 fótbólt aftaná summarferiuna. Tó so um hugurin verður tann sami, sum í vár, so verður steðgurin vónandi ikki serliga drúgvur.

Trygvi Askham

Til síðst vilja vit takka Trygva fyri tíðina í felagnum, nú hann hevur sett kós heim aftur móti klettunum. Trygvi er útlærdur løgreglumaður og er settur í starv hjá løgregluni í Klaksvík.

Við Trygva í búrinum hevur 1. lið havt ein trúgvan, róligan og dugnaligan málverja. Saknur verður í honum, eingin ivi um tað.

Liðið: Trygvi – Pætur, Bárður, Ovi, Uni – Ólavur, Erland – Hanus, Rókur, Chr. Høgni – Steffan.

Myndir: Dagsins leikari gjørdist Rókur, honum á baki komu Steffan, Chr. Høgni og Bárður (Mynd: Trygvi Askham).
Myndin av Trygva er ein savnsmynd, ið er tikin eftir ein dyst, tá Trygvi var kosin dagsins leikari

/(Rókur av Fløtum Jespersen)

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *