3 dystir eru á skránni í vikuskfitinum og allir verða leiktir á Kløvermarkini.
Leygardagin 21 septembur kl 15.00 leikar 1.liðið ímóti liðnum úr Christiania, CSC, ið eisini hevur heimavøll á Kløvermarkini. Bæði liðini hava 8 stig og er tað einans 3 stig upp til annað plássið í deildini.
Tveir dystir eru á skránni sunnudagin 22 septembur. 2.liðið tekur ímóti Dragør. Dysturin byrjar kl 15.15. Dragør liggur fremst í deildini við 13 stigum, 3 stig framman fyri okkum. 2 liðið hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar og við einum sigrið sunnudagin, kunnu teir koma at spæla, har tað er stuttligast.
Kvinnurnar skulu í grannauppgerð ímóti KFB. Dysturin byrjar kl 16.00. Tað hevur ikki gingist væl hjá kvinnunm, men við eitt sindur av hepni, kemur fyrsti sigurin til góðar sunnudagin.
Køv ikki eldhugan!