Jón Clementsen heldur áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum

ÍF Føroyar fegnast um, at Jón Clementsen, sum hevur verið knýttur at felagnum síðani 2018, velur at halda áfram sum lækni hjá ÍF Føroyum.

Jón bleiv útbúgvin lækni í 2015. Umframt hetta hevur hann tikið fleiri skeið fyri at gerast diplomlækni í ítróttarmedisin. Til dagliga arbeiðir Jón á Nykøbing Falster og Hvidovre sjúkrahúsinum, har hann er undir serlæknaútbúgvingini til ortopædkirurg.

Jón hevur trivist væl í hesum arbeiðinum og vil fegin halda áfram. Hann hevur havt nokk at sæð til, og leikararnir í felagnum hava verið glaðir fyri hendan møguleikan.

Jón er sera dugnaligur innanfyri sítt yrki og tí frøðast vit um, at hann er sinnaður at halda áfram.

Køv ikki eldhugan!