Dystir hetta vikuskifti

Í morgin, leygardagin 30.mars, skal 1. lið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin. Hesa ferð er mótstøðuliðið Bk. Skjold. Dysturin verður leiktur í Fælledparkini kl.15:00.

Um vit hyggja at stigatalvuni, so kunnu vit vænta okkum ein javnan dyst, tí at einans eitt stig er millum ÍF Føroyar, ið liggja á einum 10. plássi við 17 stigum og Bk. Skjold, ið liggja á einum 12. plássi við 16 stigum.

Ilt er tó at meta útfrá stigatalvuni. Seinasta vikuskifti vóru okkara menn í Bornholm, har teir leiktu ímóti NB Bornholm. Hóast NB Bornholm liggja væl longri frammi á stigatalvuni, megnaðu okkara menn at fáa ein 3-3 javnleik burturúr dystinum.

Køv ikki eldhugan!