Tummas Justinussen er okkara næsti leikari á bonkinum. Sterki miðvallarin er uppvaksin úti á Argjum. Í 2012 flutti Tummas til Danmarkar at lesa til lækna og hevur nú fá semestur eftir, áðrenn hann kann kalla seg Dr.Justinussen.
–
Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Miðja, Verja, Málmaður.
–
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Ja, um ikki meira. Tað kemur sjáldan fyri, at eg ikki fái 8 tímar.
–
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Lægri løn til Niels og Tórður. Uttan at vita hvat teir fáa, so haldi eg at tað er ov nógv 😉
Um tað ikki ber til vegna langtíðarsáttmálar, so hægri limagjald.
–
Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?
Alt ov nógvir sangir kunnu nevnast her, men ”Time – Pink Floyd” er væl eitt gott boð.
–
Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?
Tað er 3 mdr. síðani, so teir eru so at siga gull-reinir enn.
–
Besti leikari tú hevur leikt við?
Bogi Løkin
Men góða eydnu við at fáa hann at indrømma tað!
–
Besta ÍF Føroyar ball?
Nógvar góðar veitslur, men velji ársveitsluna fyri 2 árum síðani.
–
Hvat er ein góður kossur?
Tá fyrrverandi formaðurin, Andras Drangastein, kom rennandi inn á vøllin eftir vit høvdu vunnið onkran dyst við AB (Ja, tað hendir seg, um sjáldan, at AB vinnur…), so kom tað fyri, at man fekk ein formidablan muss ella tveir.
Harnæst vil eg siga, at ein góður erligur kossur frá damuni kemur nummar tvey, uttan iva.
–
Besta minnið av Kløvermarkini?
Eg slapp einaferð at skjóta eitt fríspark. Skoraði gott nokk ikki, men glaðari havi eg aldrin verið. Tvass, besta minni er nokk síðsti dystur áðrenn vi rykktu upp úr Seriu 1.
–
Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?
Beinir hevur eina væltrenaða reyv, og tá maðurin við teimum brúnu beinunum eisini vísur ein næstan ryttmiskan eginleika í at svinga hana, tá hann rennur á vøllinum, so fær hann mína stemmu.
”Hips Don’t Lie” – Shakira (2005)
–
Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?
Samanhald. Góð menniskju, sum koma saman við einum sterkum felagsnevnara – Manglandi integratión í danska samfelagið. Kundi ikki verið betur.
–
Hvat er tað besta skoritriksið?
Eg gekk 9 ár í sama fólkaskúla og 2 ár í sama studentaskúlaklassa sum daman, áðrenn vit komu saman, so mín ”success rate” er nokk ikki naka at reypa av. Vildi greina harav, at áhaldni kundi verið mítt skoritriks, men tað ljóðar beinleiðis syrgiligt og eggjar næstan til ”stalking”.
Havi hoyrt at Teitur W. Justinussen dugir karate (ella muay thai, whatever..), man tað ikki verða ein sikkur ”icebreaker”?
–
Hvør syngur best á tínum liði?
Ein Jan Schwartz, kanska? Mín innari ”Simon Cowell” fer at spýla oyruni út til ársvetsluna í november, har finnast heilt sikkurt nakrir óbrýndir diamantar ímillum ÍF Føroyar limirnar.
–
Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?
Eingin ritualir. Men tíverri møti eg nokk stabilt nakrar minuttir seinni enn ásettu tíðina til dyst, so lat okkum bara siga at tað er tilætlað sum eitt ritual, sum skal hjálpa mínum fótbótsspælið, so sleppi eg kanska undan onkrari skolu í framtíðini.
–
Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?
Mín fótbóltskarriera er ikki lukrativ samanborið við tær stóru kanónirnar, sum sita (og hava sitið) í umklæðingarrúminum hjá ÍF Føroyum.
Tað var stuttligt spæla mín fyrsta fulla dyst í bestu føroysku deildini og vinna óvæntað á NSÍ á útivøllið.
Eg var eisini við til at sláa TB (við m.a. Niels Strøm Rødgaard á holdkortinum) úr steypakappingini í mínum bert næsta fótbóldsdysti fyri besta mansliðið hjá AB í 2009. Undarligt, at tað minni bara blívur betur og betur, hvørjaferð eg endurgevið tað fyri honum…
–
Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?
Nógvir stuttligir fýrar. Men haldi Teitur Tausen fær mína stemmu, so sleppur hann frá at stemma uppá seg sjálvan.
–
Hvat er tað besta við Føroyum?
Familja, vinir, náttúran og maturin. (Hóast eg haldi at blóðpylsa er eitt gott dømi um, at eitt kreativt hugskot ikki altíð er í samsvarið við at verða eitt gott hugskot…)
–
Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?
Haldi vit leikarir kundu verið betur til at melda til og møta upp til venjingar og dystir. Haldi at nevnd og venjarar gera eitt framúr arbeiði, hóast mín speiska kommentar til lønarviðurskiftini hjá høvuðsvenjarunum.
–
Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?
Leonardo da Vinci hevði verið interessantur at hitt. Hann virkar sum ein nýhugsandi persónur, og um ikki annað, hevði eg nokk gjørt eitt gott arbeiði sum model til Mona Lisa málaríðið. Havi eisini hárið til tað.
–
Skal leysi endin á wc-rulluni vera inn ímóti ella út frá vegginum?
Uttan at hava eina sterka meining um evnið sigi eg “út frá”.
–
Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?
Er ananas á Pizza eitt okay konsept?