Dystir hetta vikuskiftið

Síðsta umfar í vetrarhálvuni verður leikt í morgin, leygardagin 03.nov. Allir dystirnir eru á Kløvermarkini. Komið og stuðlið tað síðsta í ár.

1.liðið spælir kl 15.15 ímóti Husum Bk. Føroyar liggur á einum áttanda plássi, ímeðan Husum Bk liggur á triðja plássi. Við einum sigri í morgin, kunnu okkara menn enda sína hálvu  á einum 5.plássi, ið er sera flott, síðan hetta einans er annað árið í deildini. Tó skal sigast, at kappingin hjá 1.liðnum er deild út yvir eitt heilt ár, so teir forseta í somu kapping eftir vetrarsteðgin.

2.liðið leikar sín síðsta dyst kl 13.00 ímóti Skjold. Tað hevur ikki gingið væl hjá øðrum liðnum og liggja teir tí til niðurflyting.

Kvinnurnar leika eisini sín síðsta dyst í vikuskiftinum. Hann er kl 11.15 og verður leiktur ímóti Tårnby FF. Kvinnurnar liggja á einum 6.plássi og við einum sigri í morgin, ber til at rykkja upp á eitt 5.pláss.

3.liðið eru lidnir við sína kapping. Teir hava klárað seg fyrimyndarliga væl og liggja á einum fyrstaplássi. Tó skal sigast, at liðið, ið liggur á øðrum plássi hevur eitt stig minnið og manglar enn sín síðsta dyst. Fyrsta plássið er tískil ikki tryggjað enn, men tað er nógv at fegnast um, tí óansæð, hvat hendur í tí dystinum, rykkja okkara menn upp í eina hægri deil.

7.mans liðið leikti sín síðsta dyst seinasta vikuskifti og liggja eisini á einum fyrstaplássi. Teir hava fulla úrtøku og 46 mál eftir 9 dystum.

Køv ikki eldhugan og tillukku við flottu úrstlitunum!