Leikarin á bonkinum – Maria Syderbø Mikkelsen

Næsti leikari á bonkinum er Maria Syderbø Mikkelsen. Hon er 25 ára gomul og er úr Havn. Maria hevur búð niðri í 3 ár og um hálvt ár verður hon liðug sum socialráðgevi. Undir síni útbúgving hevur hon verið á útveksling í Kenya og er nú í gongd við at fyriskipa sín næsta túr, har hon hevur bjóðað fleiri føroyingum við.

 

Lýs teg sjálva/sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Verja, illsint og kappingarsinnað.

Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?

Bara í vikuskiftunum.

Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?

Hmmmmm, sigi sum Monika ”Kanska okkurt triðja alternativ”?

Hvønn sang áttu øll at hoyrt minst einaferð og hví?

Nina Simone – ’Mississippi Goddam’. Haldi hon hevur sjálv skrivað tann sangin og haldi hann er sigandi.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast?

Uhaaa, tað minnist eg ikki.

Besti leikari tú hevur leikt við?

Havi so illa hug at taka eina heilt ávísa fram um aðrar, tí eg haldi at ein góður fótbóltsleikari kann vera so nógv.

Besta ÍF Føroyar ball?

Tað vit høvdu leygarkvøldið var eitt av mongum góðum og hugnaligum. Annars var ársveitslan í fjør sera góð, og gleði meg til 10. november

Hvat er ein góður kossur?

Ein góður kossur er inniligur.

Besta minnið av Kløvermarkini?

Haldi fleiri av dystunum í fjør heyst vóru deiligir, ikki minst at flyta upp.

Hvør hevur flottastu reyv á liðnum hjá tær?

Tað er helst Kristianna Balle.

Hvat er tað besta við ÍF Føroyum?

Tórður, góður dystarandi og samanhald.

Hvat er tað besta skoritriksið?

Spyr Rakul, hon kennir til mong slík.

Hvør syngur best á tínum liði?

Tað rokni eg við er songfuglurin Vár Næs og kanska eisini Nina.

Hvørji ritualir/vanar hevur tú á dystardegi?

Eta havragrýn (aftur við einum góðum podkastið, tónleiki e.a.) og síðani súkklutúrurin til Kløvermarkina ella eitt hvørt stað í Keypmannahavn.

Hvat er títt besta persónliga fótbóltsminni?

Fótbóltsskúlin á Svangaskarði 2005.

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum?

Haldi fleiri eru nógv stuttligari enn tær sjálvar vita,  Monika er avgjørt ein teirra.

Hvat er tað besta við Føroyum?

Tað besta við Føroym er lætta atgongdin til náttúruna, friðin, familju og vinir.

Er tað nakað, sum ÍF Føroyar kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat?

Ikki nakað eg soleiðis komi í tankar um í skrivandi stund. Kanska kvinnurnar kundu havt eitt størri skiftingarrúm.

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara?

Um tú kundi hitt og prátað við ein kendan søguligan persón, hvør skuldi tað verið?