Tætt við sigur móti teimum ósigraðu

Aftaná eitt keðiligt avrik seinasta dyst noyddist 2. liðið at koma upp á hestin aftur móti oddaliðnum úr Fremad Amager.

Fremad Amager høvdu ongan dyst tapt, áðrenn hendan dystin á Kløvermarkini, men tað var sanniliga tætt við hendan dagin. ÍF Føroyar valdu at spæla meira verjukent enn vanligt, og hetta gjørdi eisini, at oddaliðið høvdu torført við at spæla seg fram til málroyndir. Eftir tilvildarligt trunkaspæl í 16-metrinum hjá føroyingunum var veruligur vandi á ferð, men lukkutíð gjørdi Heini eina heilt framúrskarandi dupultbjarging.

Men hóast teir høvdu trupulleikar við, at sjálvir spæla seg fram til møguleikar, so fingu teir tíverri vandamiklar støður burturúr feilavleveringum frá okkara monnum. Hetta hendi nakrar ferðir, og til síðst endaði tað eisini galið. Ein maður hjá okkum spælir ein áloypara hjá teimum leysan, og hann spurtar so frá øllum og skorar trygt ímóti Heina til 1-0.

Beint áðrenn hálvleik var Johan tætt uppá at javna, tá ið ein tilvildarlig avlevering endaði á hansara vinstra fóti, men hann rakti bóltin alt ov væl (hansara egna frágreiðing) og hamrar tískil bóltin beint uppum málið.

Í hálvleikinum skifti ÍF Føroyar til ein meira álopskendan taktikk, sum hevði við sær, at hugburðurin fór frá at vera sera góður til einastandandi fantastiskur. Hóast Bartal aftaná 5 min. fekk gult kort, so var tað ÍF Føroyar, sum við 10 monnum høvdu bæði spæl og málroyndir. Fyrst var debutanturin Jákup T.J. sera tætt við at fáa mál, men leysur við málmanninum, bleiv hann taklaður í evstu løtu. Stutt eftir bleiv Jóhan Petur púra leysur fyri málmanninum, sum tó hevði eina góða bjarging – einki mál.

Johan og Dion komu eisini fram til vandamiklar støður, men tað var fyrst tá ið 10 minuttir vóru eftir, at ÍF Føroyar endiliga fingu vinning fyri sítt fantastiska stríð. Eftir innlegg frá Ragnari bleiv Johan skumpaður í ryggin, sum hevði við sær, at vit fingu straffi og verjuleikarin eitt gult kort. Her valdi Dion at taka ábyrgd og ísakaldur setti hann bóltin trygt í netið til 1-1.

Sami Dion var fáar minuttir seinni feldur í vandamiklari støðu. Hetta hevði við sær enn eitt gult kort og tískil vóru 9 mans móti 11 tað ið eftir var av dystinum. Hetta sást eisini væl og virðiliga, tí seinastu 5 minuttirnar hevði heimaliðið 3-4 møguleikar, ið allir kundu og burdu givið mál. Fyrst var ein dupultmøguleiki, har Johan bleiv takklaður í evstu løtu, og eitt skot hjá Joseph bleiv bjargað á strikuni. ÍF Føroyar komu eisini í eina støðu, har teir vóru 3 mans í yvirtal. Jákup T.J. bleiv tó ov grammur eftir at stjala yvirskriftinar og valdi at skjóta framvið málinum. Til allarseinast var Joseph leysur á vinstru síðu og hevði púra frítt skot, men bólturin fór tætt framvið málið.

Dysturin endaði tískil 1-1, men tað var næstan ikki til at skilja, at einki sigursmál kom í endanum. Tó kann man ikki vera annað enn glaður og stoltur yvir, at oddaliðið ikki fekk eitt einasta bein til jørðina í øllum seinna hálvleiki ímóti sera vælleikandi og hartstríðandi føroyingum. Stórt rós til allar leikararnar.

 

Uppstillingin:

Heini

Bárður – Reidar – Jákup O. – Ragnar

Dion – Jóhan Petur – Bartal – Joseph – Johan

Jákup D.

 

Dagsins Leikari:

Aftaná so nógv imponerandi avrik var tað fyri einaferð skyld sera javnt í stríðnum um Dagsins Leikara, men við 4 atkvøðum megnaði Dion akkurát at sníkja seg framum Reidar og Ragnar.

 

Dagsins Detalja:

Mangir hildu, at okkara assist til teirra mál var Dagsins Detalja, men fyri at fokusera uppá nakað meira positivt, so fer heiðurin til Johan ístaðin. Ímóti endanum trýsta vit øgiligt á fyri at fáa sigursmálið, men brádliga fáa hinir eitt vandamikið kontraálop. Tá ið Johan, sum fremsti maður, sær hetta, ger hann ikki mætari enn í yvirtíðini at spurta eina hálva vallarlongd og í fullum spurti innheinta teirra mann og gera eina…ikki serliga yndiga glíðandi takling, men hóast fríspark og gult kort, so fekk hann støðgað teirra álopi. Ein fragd at síggja, hóast óndar tungur vildu vera við, at hatta var einasti spurturin hann hevði í øllum dystinum. Hetta eyðkendi tó tann stríðsandan, sum tryggjaði okkara monnum eina stigið.