Fiasko í Frederiksberg

10. Oktobur fór eitt illa skert 2. lið til Frederiksberg at spæla ímóti FA 2000. Tað vísti seg tó, at so gott sum allir høvdu fingið skeiva beinið úr songini hendan leygardagin, og har var enntá ein, sum ongantíð fekk nakað bein úr songini.

Jú minni sagt um hendan dystin, jú betri. Í fyrsta hálvleiki hevði Jóhan Petur eina góða roynd, men annars var tað ikki nógv, sum ÍF Føroyar høvdu at bjóða uppá hendan dagin. Hinvegin bjargaði Bartal tvær ferðir á strikuni, ímeðan Sjúrður eisini hevði úr at gera. Hálvleiksstøðan var tó bert 0-1, aftaná heimaliðið fingu eitt straffi aftaná hornaspark. Ringt var at síggja hví tað bleiv dømt, men teir skoraðu trygt uppá tað.

Í seinna hálvleiki vóru føroyingarnir betur við og høvdu enntá eisini eitt gott tíðarskeið við meira spæli og enntá eisini nøkrum hálvum royndum frá Johan og Jákup Dam. Hinir høvdu tó eisini ríkiligt av málroyndum, og Sjúrður noyddist at vísa klassan meira enn eina ferð. Tá ið uml. 20-25 min. vóru eftir, fekk danska heimaliðið tvey gul kort, soleiðis at teir bert vóru 9 leikarir á vøllinum. Paradoksalt nokk støðgaði hetta góðu gongdina hjá ÍF Føroyum. Teir 9 leikararnir vóru vandamiklari, og tá ið ÍF Føroyar royndu at satsa ímóti endanum, fekk heimaliðið tvey mál avtrat til endaliga úrslitið 0-3.

Hetta var ikki fyrsta tapið hjá 2. liðnum í ár, men fyrstu ferð at man ikki kann siga annað enn, at tapið væl og virðiliga var uppiborið.

 

Uppstillingin:

Sjúrður

Ásbjørn – Dánial – Jákup O. – Bartal

Jákup D. – Ragnar – Ingi S. – Jóhan Petur

Joseph

Johan

Bonkurin: Brian, Niels

 

Dagsins Leikari:

Fyri fyrstu ferð í ár var ongin hugur til ella tørvur á at atkvøða fyri Dagsins Leikara. Heiðurin fer sostatt til Bartal, sum spældi ein góðkendan dyst, og sum tríggjar ferðir bjargaði mál í evstu løtu.

 

Dagsins Detalja:

Hóast Sjúrður royndi at stjala hendan heiðurin við nøkrum undirhaldandi aktiónum, so kann tað bara vera talan um ein persón ið hevur uppiborið at blíva framstillaður í hesum teiginum. Fýra ferðir er viðkomandi blivin úttikin til dystarhópin í ár, og at hann longu fyri aðru ferð megnaði at ikki møta upp til dyst er snøgt sagt imponerandi, serliga tá ið talan hesaferð var um ein leygardagsdyst. Men um ikki annað, so hevur hesin dulnevndi Jacob F. Svennsen vaskað klæðini sum umbering og gevur eisini kvajebajer næstu ferð, hann møtir til dyst. (um hann møtir upp, væl at merkja!)