Gentofte – ÍF FØROYAR
Sum spildurnýggjur greinaskrivari á heimasíðuni fór eg at kanna eina ”gamla” dystarfrágreiðing frá 22. September, um hvussu ein slík skuldi skrivast. Tað fyrsta eg býti merkið í, er setningin ”Coach Hentze gav góð ráð til morgunábitið..?”.. Hetta kenni eg einki til, kom svong til borðtennisborðið uttanfyri ØK kl 9.30, so kommunikatiónin á kvinnuliðnum má helst blíva betri.
Til nakað annað, so er tað faktisk Monika, ið bleiv kárað dagsins leikari, ið skuldi skriva hesa frágreiðingina, men liðskiparin dugir ikki bara at sparka, eisini at forhandla; eg tók ábyrgdina á meg fyri at fáa shotgun í bilinum heimaftur. (Hóast eg langt síðan hevði fingið tað, men driver Marjun avgjørdi at taka tað aftur vegna gloymt handklæði??…. #heartless )
Nå MEN, leiðin gekk til Citybois-distriktið, Gentofte, leygardagin. Tað var av allar fagrasta veðri, fyri fyrstu ferð var hosutape í læknataskuni, ongir eiturkoppar í skiftirúminum, nýggjar gaggir at skoða og so ein fantastiskur kunstbani og góðir bóltar! Sikkurt eisini onkur morgunmatur/brunch, sum man ikki hevur fingið við!
Gentofte var eitt pláss frammanfyri okkum áðrenn dystin, so tað var lagt upp til ein spennandi dyst og eisini høvdu vit onkrir áskoðarir, ið vóru raskir at heppa. Vit spældu væl fyrstu 25 minuttirnar og stóðu væl á vøllinum, og síðan bleiv tað eitt sindur rótut, Gentofte skoraði eitt heldigt mál, eftir eina lítla misskiljing.
Eftir hálvleikin fóru kvinnurnar út aftur á vøllin at berjast víðari, vit løgdu betri út enn seinna part av fyrra hálvleiki, tó uttan at tað eydnaðist okkum at fáa bóltin í kassan. Simona rakti leikarirnir væl í útspørkum, rættiliga deiligt og vigtigt, og vit vunnu oftast bæði teirra og okkara útspørk. Liðini vóru tøtt og dysturin kundi farið báðar vegir. Teir størstu møguleikarnir vit høvdu, áttu Monika og Sára allarhelst, men ellars røsku Suðuroyingarnir megnaðu ikki at fáa bóltin inn, tíverri.
Fríða, okkara Xavi á miðvølllinum, byrjaði inni, men var tíverri illa fyri og mátti út. Hon kom tó innaftur at hjálpa til síðstu løtuna, sum ein rættur kríggjari. Vit elskaðu hana enn og meira tá ið hon diskaði upp við einum fastalávints-bolla-køku-manni við glasur og bommum eftir dystin í skiftirúminum – Takk Fríða <3 #kvindemedoverskud
Onki ball var hildið eftir dystin, kvinnurnar eru rættiliga seriøsar, men undirritaði er nábúgvi við onkran á 3.liðnum hjá monnunum, ið henda dagin vunnu 10-2, og man má siga at teir høvdu eitt púra svakt ball, til lukku við sigrinum og ein heilsan til hann sjálvan ovast, uttast í J: koyr hurðina aftur næstuferð tit fara at ”syngja” kór ti Backstreet Boys kl 03.00 😉
Liðið: Simona, Turið, Monika, Gunvá, Helena, Steintóra, Fríða, Malan, Silja, Helena, Sára (Sunneva, Marjun, Elin)
Venjari: Tórður
Vit gleða okkum til næsta dyst. #lovefootball