Sunnudagin 20/9 fór eitt vælmannað 2. lið hjá ÍF Føroyum til Fælledparkina á Østerbro at vitja Heimdal. Hóast sunnudagsdystir sjáldan eru vælumtóktir, so var tað ein samling av frískum og væluppløgdum monnum ið møtti til dystin (við einum undantaki, men meira um tað seinni) uppsettir uppá at fáa slettað tey seinastu vónbrotini.
Tað tók sína tíð at finna bæði skiftingarrúm og vøll. Undir upphitingini fekk liðskiparin ein lítlan skaða, men tá ið man dugir allar Rocky filmarnar orðarætt, so veit man eisini, at skaðar og pína eru faktorar, ið einki hava at siga, tá ið tað stendur á.
ÍF Føroyar settu seg eisini á dystin frá byrjan av. Heimdal fekk ongantíð tíð ella pláss til at sleppa at spæla fótbólt, ímeðan bæði føroyska verjan og miðjan koyrdu bóltin væl runt. Har frammi stríddist og spældi Johan sum altíð fyrimyndarliga væl, ímeðan einmannsherurin úr Klaksvík var ein trygg og góð spælistatión heilt har frammi. Tað tók ei heldur so langa tíð áðrenn Steffan fekk hol á, hetta eftir innlegg frá Jóhannusi, har Steffan var grammari og giftigari enn danska verjan. Málið til 2-0 var ikki heilt ólíkt. Ingi P. heldur seg vera og spælir eina smarta og góða hælavlevering út til Jóhannus, sum enn einaferð sendir eitt gott innlegg innfyri og enn einaferð megnar verjan hjá hinum ikki at forða Steffan í at fáa mál.
Hálvleiksstøðan var sostatt 2-0 og í seinna hálvleiki var eisini allatíðina ein ávísur klassamunur. Afturvendi Jákup O. helt saman við hinum í verjuni mótstøðuliðnum frá teimum heilt stóru málmøguleikunum, og um tað so onkuntíð var eitt sindur av vanda á ferð, so var eisini nýafturvendi Heini ein sera tryggur síðsti skansi. Teir mitt á miðjuni hildu áfram við at dominera, og vengurnar fingu fleiri gjøgnumbrot, sum kundu elvt til mál, so tað var ikki annað enn uppiborið, tá ið 3-0 málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hetta kom eftir, at Pætur sendi eitt perfekt hornaspark innfyri, har risin úr Vági sjálvsagt var hægstur og stútaði bóltin í netið. Sigast skal, at tað var umvegis ein verjuleikara, men vit eru fitt í felagnum og velja at geva Reidari málið.
Málið gjørdi tó okkara menn nakað ókonsentreraðar, tí lítið bil seinni ger ein feilavlevering frá verjuni, at ein dani fær bóltin mitt á okkara hálvu, og hann høggur bóltin flott í málið til 3-1. Nakað veruligt trýst kom tó ongantíð frá Heimdal. Ístaðinfyri vóru tað ÍF Føroyar, ið fingu fleiri góðar málmøguleikar. Har manglaði tó antin neyvleiki, ella stóð málmaðurin framúr væl fyri. Lukkutíð var Ingi S. fyrstur á bóltinum eftir, at málmaðurin hevði bjargað einum stórum møguleika, so frá einum spískum vinkli fekk Ingi við vinstrafóti skotið bóltin í netið til 4-1 og endaligu støðuna.
Til allarsíðst var tó ovmikið av dramatikki. Mangt kundi bent á, at dómarin hevði latið seg inspirera av Mike Dean og Diego Costa í dystinum móti Arsenal dagin fyri. Ímóti endanum ger ein á mótstøðuliðinum eina regulera svínastriku ímóti Johan, sum uttan iva skuldi givið reytt kort. Dómarin velur ikki at døma, fyrr enn Steffan reagerar uppá áðurnevndu svínastriku, har dómarin so velur at geva Steffan reytt kort fyri sína gerð. Ein keðiligur endi uppá ein annars sera góðan dyst, men tað týdningarmiklasta er, at tey 3 stigini og góða lagið komu trygt við heim aftur úr Fælledparkini.
Uppstillingin:
Heini
Ásbjørn – Jákup O. – Reidar – Jóhannus
Ingi S. – Pætur – John – Jákup D.
Johan
Steffan
Bonkurin: Hanus, Ingi P.
Dagsins Leikari:
Inntil víðari í ár hevur tað hvørja ferð verið talan um sannførandi vinnara, men aftaná fleiri sera góð avrik í dagsins dysti, var væl meira spenningur í enn áður. Tað skuldi tó vísa seg, at tvey mál, eitt framúr gott avrik og eitt reytt kort, var nógmikið til, at Steffan, við 5 atkvøðum, vann tann tætta dystin og harvið heiðurin. Steffan fekk 5 atkvøður, ímeðan Pætur var í hølunum við 4.
Dagsins Detalja:
Tað er áður komið fyri, at avboð koma í síðstu løtu til sunnudagsdystir og hetta var tíverri ikki nakað undantak. Fyri ikki at útstilla nakran, verður viðkomandi nevndur undir dulnevni. Avboð kom sostatt frá Jacob F. Svennsen, og hetta var kl. 06.48 sunnumorgunin! Lukkutíð var hr. Svennsen so frægur at greiða frá, hví hann var forðaður í at koma til dyst. Hetta kom heilt einfalt av tí, at hann fekk vitjan og ikki kundi stinga av. Ein kundi freistast til at seta spurnartekin við slíka informatión kl. 06.48 ein sunnumorgun, men størri gestablídni skal man so leita leingi eftir og minnir ikki sørt um eina Gevalia reklamu, ”når du får uventede gæster”. J