2. manslið sigraði í ársins fyrsta venjingardysti

2. manslið spældi sín fyrsta venjingardyst leygarmorgunin á Kløvermarkini. Mótstøðuliðið hendan morgunin var KFUM Sundby úr seriu 3.

Umstøðurnar at spæla fótbólt henda leygarmorgunin vóru ikki tær bestu. Carl herjaði Danmark, og hetta merktist á Kløvermarkini, har ið nógvur vindur var.

Vit høvdu vindin við okkum í fyrra hálvleiki. Hetta er oftast at meta sum ein fyrimunur, men nógvi vindurin meira darvaði enn gagnaði okkara spæli. Spælið hekk ikki ordiliga saman og spurdist ikki nógv burturúr.

Í seinna hálvleiki gjørdi venjarin nakrar broytingar, sum vístu seg at rigga væl. Brian kom inn á topp, meðan Ásbjørn bleiv settur inn á miðjuna fyri Teit, sum bleiv fluttur aftur í miðverjuna. Hetta vísti seg skjótt at rigga væl hjá okkum. Okkara spæl bleiv nógv betur, og vit skaptu eisini nógvar møguleikar. Jósup, Dánjal og Brian kundu allir havt skorað, um teir vóru eitt sindur neyvari. Tað eydnaðist okkum eisini at skora, men tað skuldi ein av teirra monnum til at gera arbeiðið. Eftir ein góðan túr móti baklinjuni leggur Ásbjørn ein góðan bólt innfyri, sum ein av teirra verjuleikarnum ikki klárar at stýra annan veg enn beint í egið mál.

Hóast KFUM fekk nakrar møguleikar, serliga í seinna hálvleiki, so var tað uppiborið, at okkara menn fóru avstað við sigrinum. Tær ferðirnar, tá ið KFUM vóru farligir, stóð antin verjan ella ein vælspælandi Jóan Petur fyri. Vert er at leggja til merkis, at hetta var debut-dysturin hjá okkara málmanni. Hann hevði tó tíðuligvís ikki lisið § 7. stk 4 í reglugerðunum hjá ÍF Føroyum, har tað greitt stendur, at:

“Debuterandi spælari skal altíð hava ein/eina kassa/rammu av øl við til dyst.”

§ 7. stk 5 sigur víðari:

“Um hetta ikki verður gjørt, skal spælarin, innan 48 tímar, koma við frágreiðing til venjaran. Her kann venjarin so velja at geva debuterandi leikara ein møguleika afturat. Venjarin er tó ikki tvungin til at geva nýggjan møguleika.”

Hóast sigurin, so var alt ikki gleði og gaman aftaná dystin. Danjal bleiv sparkaður í armin, og mátti lata seg útskifta. Seinni vísti tað seg, at hann hevði brotið armin, so hann verður tíðanverri ikki at síggja aftur á vøllinum tær næstu vikurnar.

Um mótstøðuliðið er ikki annað at siga enn, at sjálvt eftur Amager-standardi, so vóru teir óalmindiliga primitivir!

ÍF Føroyar stillaði við einari 4-1-4-1 uppstilling.

Jóan Petur Joensen – Høgni Hansen, Jákup Sørensen, Ásfinnur Sigvardsen, Johannus Mikkelsen – John Hansen, Danjal Viðoy, Teitur Tausen – Sigurð Carlsson, Jósup Henriksen, Johan Ellingsgaard.

Á beinkinum sótu: Ásbjørn Jøkladal, Bergur Strøm og Brian Hansen.

 

10008610_10203636601701529_861542248_n
Myndamaður: Danial Viðoy
10003148_10203636601621527_1888947098_n
Myndamaður: Danial Viðoy
1474756_10203636601061513_725901901_n
Myndamaður: Danial Viðoy
10013828_10203636601141515_642990630_n
Myndamaður: Danial Viðoy
10009591_10203636601261518_1030438179_n
Myndamaður: Danial Viðoy
912564_10203636601501524_1910775436_n
Myndamaður: Danial Viðoy
1543447_10203636601661528_831853084_n
Myndamaður: Danial Viðoy