2. liðið hjá monnum

Tveir av venjarunum, sum hava tikið sær av 2. liðnum hjá monnunum í vár hálvuni hetta árið, hava takka fyri seg. Talan er um Eiler Brattalíð og Torstein Joensen, sum báðir hava sín uppvøkstur í Porkeri og hava gjørt sítt fyri samanhaldið í felagnum.

Vit vilja takka teimum báðum fyri sera gott samstarv og ynskja teimum alt tað besta.

Kári Svenningsson Kjærbæk, sum hevur havt ábyrgd av 2. liðnum saman við Porkeringunum, tekur eitt tørn afturat sum venjari.

Vit eru takksom fyri at Kári hevur valt at tikið av avbjóðingini og gleða okkum til kappingarárið.

Køv ikki eldhugan!