Dystarfrásøgn 2 lið móti CSC
Eins og síðsta vikuskiftið, so vísti tað seg trupult at finna fólk til dystin leygardagin. Hetta gjørdist ikki lættari, tá nú øll 3 mansliðini skuldu spæla sama dag. Tað, kombinerað við, at lesandi, eftir øllum at døma, svimja í pengum, og tískil hava tíð at flúgva til Føroyar í tíð og ótíð, merkti, at trenarin slapp at arbeiða fyri pengarnar hetta vikuskiftið!
Hóast hetta, so eydnaðist at finna 13 góðar mans til dyst hendan leygarmorgunin. Vegna pressið, sum var á øllum trenarunum hetta vikuskiftið, varð neyðugt at grava nakrar gamlar legendur fram aftur, men bæði Ingibjørn, Helgi og Petur Hammer prógvaðu tíðiliga gamla orðatakið: “Rutina trumfar altíð konditión!”
Okkara menn høvdu sum so einki at spæla fyri, annað enn heiðurin. CSC hinvegin kundi tryggjað sær 2. plássi í bólkinum við einum sigri, so menn vóru rættuliga motiveraðir at oyðileggja ballið fyri teir. Hetta skuldi tó visa seg at vera lættari sagt enn gjørt!
Undan dystarbyrjan lá í luftini, at hetta fór at verða ein friðaligur og hugnaligur dystur. Rani lat við, at hann ongantíð hevði upplivað ein so blíðan liðforman, sum tann, hann tók í hondina á honum áðrenn dystarbyrjan, og at hann fór at skunda sær heim at adda hann sum vin á Facebook. Eg loyvi mær tó at ivast í, at hetta nakrantíð bleiv til nakað!
Um sjálvan dystin er tað at siga, at vóru CSC leikararnir blíðir og tíðir áðrenn dystin, so vóru teir sum hamskiftir, tá dómarin floytaði í gongd. Longu aftaná 10 min. noyddist Jákup Slættalíð at gevast, tí hann lá eftir á eftir eitt hornaspark. Hetta skuldi visa seg at vera ein ávaring til okkara menn, um hvat var í væntu! Aftaná 20 min fekk CSC-leikari beinleiðis reytt, tá hann skallaði Rana í andlitið! Eftir hetta trúðu vit, at nú fóru CSC at visa meira varsemið, men tað var heldur hinvegin. Ein kombinatión av einum dómara, við mansmóti sum ein høna, og nakrar psykopatar úr Christiania, gjørdi at dysturin minti meira um ein UFC- bardaga enn ein fótbóltsdyst. Tað einasta sum manglaði, var um CSC leikararnir komu inn á banan við brosteinum, og kastaðu teir eftir okkara leikarum!
Hóast nakrar frálíkar bjargingar frá leikandi venjaranum, var støðan 1-0 til CSC í hálvleikinum. Henda støða helt sær heilt til dystarenda, hóast vit vóru nær við at javna móti endanum, tá Rani bleiv spældur púra leysur. Men einsamallur móti málmanninum var hann ikki nóg kaldur.
Um nakað gott skal sigast um hendan leygarmorgun, so er tað, at vónandi flytur CSC upp í seriu 1, tí hatta er ikki eitt fótbóltslið, sum undirritaði vil spæla aftur ímóti!
Til endans vil eg endurgeva kendu orðini hjá rómverska senatorinum Cato tí Eldra (við einari líttlari modification):
“Ceterum censeo Christiania esse delendam”
Umsett til populert dansk merkir hetta nakað í stíl við “Ryd lortet!”
Liðið: 4-4-1-1
Sjúrður Petersen – Høgni Hansen – Jákup Slættalíð – Kaj Ennigarð- Jóhannus Mikkelsen – Hilmar Petersen – Karl Johannesen – Jákup Olsen – Helgi Justinussen – Rani Christiansen – Sigurð Carlsson.
Eftir eina heldur óformella atkvøðugreislu aftaná dystin, bleiv Sjúrður valdur sum dagsins maður.
P.S. Dystarfrásøgnin er subjektiv, og representerar ikki holdningar hjá felagnum viðvíkjandi Christiania!
/(Sjúrður Petersen)