Aftaná heldur trivaliga byrjan aftaná summarsteðgin tykist tað endiliga at vera komið rætt lag á hjá 2. liði aftur. Hesaferð gekk tað út yvir Østerbro IF, ið blivu sendir heim frá Kløvermarkini við einum 3-2 tapi.
Østerbro IF byrjaðu annars dystin væl, høvdu meira spæl og royndu at trýsta høgt, tó uttan at blíva ordiliga vandamiklir. Hinvegin gav hetta eyka pláss til offensivu leikararnar hjá ÍF Føroyum har bæði Johan, Dion og Jákup D. gjørdu um seg frá byrjan av. Júst hetta gav eisini skjótt úrslit. Fyrsta málið kom aftaná gott gjøgnumbrot og innlegg úr høgru síðu frá Dion. Teirra málmaður fær hondina á bóltin, men fær ikki sligið bóltin longri út enn til ein lúrandi Johan, sum ísakalt temur bóltin og plaserar hann trygt í málið til 1-0.
Tað var tó ikki longi, man slapp at njóta leiðsluna. Fyrst gjørdi eitt bólttap í uppspælinum, at maður hjá teimum bleiv púra leysur við okkara málmann, har Heini heldigvís bjargar í stórum stíli. Men stutt aftaná verður ein maður hjá teimum aftur leysur við Heina, hesaferð takkað verið einari høgari avlevering frá 40-50 metrum. Verjan er ikki klár, avleveringin liggur perfekt, og Heini kann einki stillað upp, 1-1.
Lukkutíð vaknaði alt liðið meira av hesum, og tað vardi ei heldur leingi til vit svaraðu aftur. Fyrst er tað Johan, sum brýtur ígjøgnum og frá baklinjuni av leggur bóltin yvir málmannin og inn til Jákup, men bólturin verður stútaður júst framvið málið. Jákup skuldi tó ikki bíða leingi aftrat fyri at fáa sítt mál. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki avgerð Dion at taka sakina í egnar hendur, og frá egnaru hálvu sigur hann pent farvæl við alla verjuna hjá Østerbro. Fyrst brúkar hann bæði teknikk, skjótleika og megi fyri at sleppa framvið 4-5 monnum, og síðani brúkar hann gott yvirblikk til at finna ein púra leysan Jákup Dam, sum stendur á rætta stað, og bert skal seta vinstrafótin á fyri at skora til 2-1. Eitt reint út sagt framúrskarandi einmansavrik frá Dion og samstundis fyrsta (men als ikki síðsta!) málið hjá Jákup fyri ÍF Føroyar hesa hálvuna.
Aftaná at hava verið vitnir til hetta avbera vakra málið, vóru tveir aðrir mans ið gjørdu av, at teir ikki vildu standa nakað aftanfyri. ÍF Føroyar vinna bóltin langt aftur á egnari hálvu. Tá bólturin so endar hjá John tætt við miðjarsirkulin, eru tað bert hann og Johan til at manna álopið. Tað skuldi tó vísa seg at vera meira enn ríkiligt. John velir at spæla bóltin víðari fyrstu ferð til Johan við eini SERA einfaldari avlevering við innarasíðuni av kattepoten og Johan fer sostatt spurtandi avstað við bóltinum, umringaður av tveimum verjuleikarum. Her ger Johan ikki mætari enn at brádliga støðga upp við bóltinum, fyri so at lobba bóltin hegnisliga yvir málmannin frá eini 20 metrum. 3-1 til ÍF Føroyar, og lagið er gott.
Tíverri kann ikki sigast tað sama um lagið hjá hinum ella um dómaraavrikið. Fyrst royna hinir at framprovokera kort til Johan við at provokera hann. Seinni lukkast tað teimum at fáa framprovokerað eitt gult kort til Joseph eftir eina glíðani takkling, har hann rakar bóltin. Til síðst er ein á mótstøðuliðinum, sum fulstendiga óneyðugt rennir eftir Jákup O. og bæði skumpar og hóttir hann. Hetta fekk hann sjálvsagt eisini kort fyri, men onkursvegna fekk Jákup eisini gult kort fyri at vera offur, so ÍF Føroyar endaði fyrra hálvleik og byrjaði seinna við 9 monnum.
Í seinna hálvleiki var tann defensiva konsentratiónin tó væl betri, og tað var ikki nógv teir sloppu fram til av møguleikum. Hinvegin var tætt uppá at vit øktu til 4-1. Serliga fekk Ingi P. ein møguleika, har hann fekk so nógv pláss og tíð einsamallur við teirra málmann, at tað gjørdist torført at bestemma seg fyri, hvat man skuldi gera. Tíverri kom málmaðurin til síðst út og fekk bjargað skotinum, so onkuntíð kann ein málmøguleiki faktiskt gerast OV stórur! Jákup D. var eisini tætt uppá nakrar ferðir at fáa sítt seinna mál, m.a. við einum skoti á yvirleggjaran aftaná gott gjøgnumbrot, men til síðst byrjaðu Østerbro eisini at nærkast einum máli. Faktiskt fingu teir heili tveir gyltar møguleikar tá ið 10-15 min. vóru eftir, men fyrst var tað yvirleggjarin ið bjargaði okkum, og seinni var tað Heini, sum kom framúrskarandi væl út og fekk bjargað einum vandamiklum fríleypara. Til síðst fingu teir tó mál, men tá vóru bert fáir minuttir eftir, og tað var síðstu ferð teir komu í nánd av føroyska málið. Sostatt ein 3-2 sigur til ÍF Føroyar aftaná eitt sera gott avrik.
Uppstillingin:
Heini
Bárður – Jákup O. – Teitur – Ásbjørn
Dion – Svenn – John – Jákup D.
Joseph
Johan
Bonkurin: Bartal, Andras, Ingi P.
Dagsins Leikari:
Dion var ein støðug hóttan allan dystin og bæði spældi og stríddist væl. So tað var heilt uppiborið, at hann fór avstað við heili 8 atkvøðum og heitinum Dagsins Leikari, ein tangering av metinum fyri hesa hálvuna.
Dagsins Detalja:
Dómarin var sera raskur til at seta seg sjálvan í keðiligt fokus og Ingi P. sleppur nokk eisini at hoyra fyri handan málmøguleikan eina tíð aftrat, men hatta er slíkt, sum ofta er komið fyri, og ofta fer at koma fyri aftur. Ein glíðandi takkling frá Joseph, hinvegin, TAÐ er ikki nakað man sær til hvønn fótbóltsdyst! Sum leikari er hann elegantur sum fáur, men at gera glíðandi takklingar… (Indsæt: Smiley ið heldur sær fyri eyguni) Tað minti ikki sørt um ein, sum roynir seg við glíðani takkling fyri fyrstu ferð nakrantíð, og undirritaði hevur eisini ein illgruna um, at tað nokk ei heldur er langt vekk frá sannleikanum 😉 Men sigast skal, at hann rakti bóltin!