Fyrireikingarnar til komandi kappingarár hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum eru í hæddini og hava nógvir mans verið til venjingarnar, sum byrjaðu hálvan januar. Seinastu vikuna hevur liðið eisini spælt tveir venjingardystir móti FA2000 og Fremad Amager.
Fyrri dysturin var á útivølli leygardagin 15. februar móti FA 2000 og endaði dysturin við einum 5-0 sigri til føroyingar. Teir sum byrjaðu dystin vóru hesir: Mathias – Emil, Svenn, Bárður, Uni – Erland, Rókur, Rói, Tummas – Chr. Høgni, Steffan. Á bonkinum sótu: Ásfinnur, Teitur, Ólavur & Jóhannus.
ÍF Føroyar hevði fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda og við eitt sindur av neyvleika kundi sigurin verði enn størri. Málini skutu Steffan, ið fekk 3, meðan Chr. Høgni og Rói fingu hvør sítt. Um vit skulu taka nakað mál fram um hini, so má tað vera málið hjá Róa; eftir gott samanspæl við Rók skeyt Rói bóltin úr 20 metrum í ein bleytan boga upp í handara málhorn, eitt sera vakurt mál.
Seinni dysturin varð leiktur leygardagin 22. februar móti næstbesta liðnum hjá Fremad Amager og ÍFF vann dystin 4-1. Teir sum byrjaðu dystin vóru hesir: Mathias – Jóhan, Bárður, Oddur, Uni – Erland, Tummas, Rói, Emil – Chr. Høgni, Steffan. Á bonkinum sótu: Hanus, Dion & Svenn.
Dysturin varð spældur í rímliga høgari leikferð og bæði liðini royndu at spæla góðan og undirhaldandi fótbólt. Serliga ÍF Føroyar hevði bóltin nógv og skapti fleiri kjansir, ið kundu givið fleiri mál. Tey 4 málini hjá okkum skoraðu: Rói 2 og Chr. Høgni & Uni hvør sítt.
Elektron stuðlar 1.liði.